týsdagur 7. august 2018síða 37
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 8. august 2018 · Nr. 90
38
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
FÓTBÓLTUR
B36 er einasta av topp fimm liðnum, sum ikki vann
í 17. umfari í Betri deildini hjá monnum. Suðringar
stríddu seg til ein javnleik, sum merkir at B36 helst
kemur at síðast, fyri at røkka Evropa komandi ár
Tróndur Arge
Tað er ongin ivi um, hvør er
fegnari um javnleikin, tá Alex
Troleis bríkslaði fyri seinastu ferð
í Trongisvági. Suðringar stóðu í
verjustøðu allan seinna hálvleik,
meðan eitt nú Poul Ingason kom
á vøllin fyri fyrstu ferð, síðani 2.
umfar.
Fyri B36 merkir hetta, at teir
helst verða í harðari kapping
við NSÍ og Víking um tvey av
plássunum í Evropa. Her er tó vert
at hava aí huga, at B36 við sigri í
steypafinaluni kann vinna sær
pláss í Evropa.
Fyri Suðringar merkir stigið ikki
so nógv á stigatalvuni, men sáraliga
er talan um eitt týdningarmikið
stig, sigur Glenn Ståhl, venjari hjá
Suðringum.
Fleiri broytingar
Tað vóru fleiri broytingar á báðum
liðnum uttan dystinum. Heimaliðið
var uttan Dánjal Godtfred og
Ibrahim Arifovic, sum báðir høvdu
leikbann, meðan hattrikskjúttiin
frá ólavsøkusigrinum á AB, Papa
Mamadou Faye, sat uttanfyri við
skaða í fótinum.
-Um hetta var steypafinalan, so
hevði eg lappað Papa Faye saman
til dystin, men vit mugu eisini
hugsa um restina av kappingini.
Við allari virðing fyri B36, so hava
vit týdningarmiklari dystir enn
hendan, sigur Glenn Ståhl, venjari
hjá Suðringum.
Tað merkti millum annað, at Jón
Krosslá Poulsen spældi frá byrjan,
meðan Reidar D. Joensen byrjaði
í álopinum. Venjarin loraði eisini
fyri, at liðið fór at spæla við longum
sendingum úr verjupartinum, tí
framrættaða trýstið hjá B36 er gott.
Fyri B36 kemur tað illa við, at
Lukasz Cieslewicz situr uttanfyri.
Hann mátti av vøllinum móti
Besiktas í Europa League. Knæið
er enn hovið, so í B36 vita tey ikki
hvussu álvarsligt tað er.
Bæði Gilli og Hugin Samuelsen
vóru við frá byrjan hjá B36, har
spælarar sum Andrias H. Eriksen,
Magnus H. Jacobsen og Meinhard
E. Olsen byrjaðu á bonkinum.
Eitt í part
Suðringar
og
B36
fingu
eitt
mál í part í fyrra hálvleiki. Jón
Krosslá Poulsen og Búi Egilsson
áttu uppleggið til 1-0 málið hjá
Suðringum,
sum
Reidar
Dahl
Joensen skoraði. Venjarin hjá B36,
Jákup á Borg, er ikki nøgdur við
málið.
-Tað vísur seg aftur, at tú skal
ikki skapa nógv móti okkum fyri at
fáa mál, sigur Jákup á Borg við FM1.
Í hinum endanum svaraði B36
skjótt aftur, tá Michal Przybylski
skoraði sítt fyrsta mál fyri B36.
Erlendur
Magnusson
sendi
Benjamin
Heinesen
avstað
í
vinstru. Hann dribblaði framvið
brotssteigarmarkinum og prikað
bóltin til Michal Przybylski, sum
úr høgri kundi skjóta sítt fyrsta
mál fyri B36.
B36 trýsti í ein hálvleik
Jákup
á
Borg
gjørdi
tvær
útskiftingar í hálvleikinum. Gilli
Samuelsen, sum spældi á høgra
bakki, og Robert Heðin Brockie, ið
spældi á verjukenda miðvøllinum,
fóru út fyri Magnus H. Jacobsen og
Meinhard E. Olsen.
B36 trýsti at kalla allan dystin.
Serliga í fyrru hálvu av seinna
hálvleiki stóð nógv á.
-Vit vistu, at vit kundu koma
undir trýst av B36. Teir hava
góðar spælarar og spæla væl.
Vit høvdu eina greiða ætlan
og hildu okkum til hana.
Hon var millum annað, at
gera tað torført hjá B36 at
spæla, sigur Glenn Ståhl.
Fyri uttan ein deyðbólt
ella
tveir,
so
høvdu
heimamenninir ikki so nógv
at bjóða í álopspartinum.
-Vit hava nakrar spælarar,
sum ikki eru í dystarformi enn.
Vit mangla eisini nakrar spælarar
í dag. Lykilin var at standa rætt í
verjustøðu, sigur svenski venjarin
hjá Suðringum.
Evropesiskir timburmenn
B36 er tað liðið, sum hevur spælt
flestar dystir í Evropa í summar.
Tað er samanlagt blivið til seks
dystir, har tann seinasti bleiv
spældur í Istanbul í Turkalandi
hóskvøldið.
Tí
bleiv
dysturin
móti Suðringum eisini útsettur til
mánadagin.
Evropa dystirnir hava givið
nógv, men tað hevur eisini hav
tein kropsligan prís fyri summar
spælarar. Eitt nú sat Meinhard E.
Olsen á bonkinum, meðan Alex
Mellemgaard slett ikki var við í
hópinum.
Størsti saknurin var í skadda
Lukasz Cieselwicz. Tá nú Róaldur
Jakobsen er langtíðarskaddur, so
hava krøvini verið stór til Lukasz
Cieslewicz. Hann sá út
til mangla í dystinum mánadagin,
tí B36 hevði ilt við at skapa nakað
uttanfyri brotsteigin.
Við javnleikinum brustu allir
dreymar, um at bjóða longur
frammi enn um 3. plássið.
Mangla fólk hjá Suðringum
Fyrr í ár var nakað av órógvi
rundanum nýggja felagsliðið hjá
Suðringum. Onkur ónøgd var við,
at felagið hevði styrkt seg við
einum útlendingini afturat. Palli
Augustinussen, venjari hjá 1.deild
hjá Suðringum, var viðmerkjari á
FM1.
-Eg haldi kki tað
er nógv nógv at velja í. Tað
mangla fólk í báðum støðum, so um
vit skulu hava lið í bestu deildini
er hetta einasta loysnin. Tú sær,
at tann elsti lokali spælarin fyri
uttan Jón Krosslá Poulsen, er 23 ára
gamal. Teir flyta jú av landinum
í lestarørindum, og tað tekur
mangan nógv ár, áðrenn teir koma
aftur, sigur Palli Augustinussen um
avbjóðingina hjá Suðringum.
Við javnleikinum móti B36
bendir nógv á, at Suðringar eru í
holt við at bjarga sær lívið í bestu
deildini. Sjey stig eru niður til AB.
trondur@sosialurin.fo
Fótbóltur
Dysturin
hesa vikuna...
FJEPPARI HJÁ SUÐRINUM
JANUS KJÆRBO
En bra poeng, stađfesti
venjarin eftir dystin. Og meira
er ikki at siga um tað. Allir
menn eru tøkir til næstu ferđ,
og okur hyggja upp eftir ;)
Evropesiskir timburmenn:
B36 STÓRI
TAPARIN