Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-08-07, síða 40
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 7. august 2018síða 40

‹ fyrra síða allar 40 síður

Tekstur á síðuni

29 Mikudagur 22. oktober 2014 · Nr. 120 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mikudagur 8. august 2018 · Nr. 90 KJAK Bergun Kass, býráðslimur fyri Framsókn Segði Hilmar Jan Hansen skemt­andi um mannin, sum fekk ynski uppfylt um ikki at skula arbeiða restina av lív­ inum. Og so flenna vit aftur. Eg nýti høvið at dvølja vid prik­ið. Er tað bara gamalt skemt, ella eru almenn arbeiðspláss in­ef­fektiv? Ein av orsøkunum til mín pol­itiska lit og mínar hug­leið­ ing­ar hesum viðvíkjandi, er part­vís mín sannføring um, at ef­f­ekt­ivitetur og yv­irskot er betri, har tú sum stjóri persónliga, á egnum peng­a­ pungi, merkir úrslitið av fel­ ags­avriki, tí tá blívur av­rik­ið meira fjøltáttað eins og tal­an ofta er um serstaka stjór­a­ persónligheit, og ikki sum í almennum høpi, har tú sum stjóri oftast fært ávísa rakstr­ arupphædd at arbeiða við fyri ávísa løn og uttan ser­ligt eftirlit. Og hesi viðurskifti gera mun á og ala upp ymsar stjór­ a­typur, um man sum al­menn­ ur myndugleiki ikki setir krøv til annað. Eg havi hug til at bora eitt sind­ur í hesum, eisini í for­ leing­ilsi av orðaskiftinum um løg­mans­røð­una, har ting­lim­ ur heldur vildi viðgera mál, ið ikki vóru rokkin, enn sóla sær í framdum verkum. Sonja citeraði ‘silvur­drong­ in’ og tosaði um at hyggja inneftir. Vit kunnu tosa um mál sum yv­ir­orð­n­aðan politikk og í hvønn mun tey eru rokk­in, men vit kunnu eisini hyggja inneftir og tosa um um­siting, eindir, stjórar og starvs­ fólk og í hvønn mun tey øk­ ini verða best umsitin, tí í seinn­a enda er ein króna ein króna, og verður minni brúkt í almennari umsiting, ver­ð­ur meira eftir til annað, og meira verður rokkið. “Tað kemur bak upp­ á meg, at tað ikki fyri­liggja leiðreglur fyri ymsu viður­skift­ini, og hetta fari eg at krevja í fíggj­ar­nevnd­a­r­við­gerð av lands­sjúkra­hús­i­num,” segði for­kvinn­an í samband vid løg­ mans­røð­una. Í minari verð er her talan um skip­an av arbeiði. Harður kri­tikk­ur av so týðandi og stór­um arbeiðsplássi, vildi eg meint. Vit hava skiftandi poli­tik­ k­arar, skiftandi aðalráð og skift­andi stjórar, men hvør fylg­ir við, greinar og hygg­ur eftir hvussu ar­beiðs­pláss­ini verða skipað og rik­in reint bygnaðar- og starvs­fólk­a­ leiðsl­u­liga? Ella um vit fáa nóg mik­ið fyri umsitingarligu peng­ar­ nar? Eg havi sjálv havt starv­s­ tíð á almennum ar­beiðs­plássi, uttan at havt kenslu av, at aðalráð hevði áhuga í dag­l­iga stjóraleikluti, skipan av ar­ beiði, í gerandisdegi og rakst­ri, burtursæð frá at halda játtan. Og tí blíva arbeiðspláss oft­ast ineffektiv, - eingin and­ ar í nakkan í mun til leiðslu­ praksis, lok verdur lagt á, har tað prutlar á gólv­i­num, nøkur stinga í sekkin, onn­ur sløkna - meðan restin av starvs­fólk­ unum gera sum tey plaga. Bara groft sagt, undantøk eru. Ynskiligt er við stjórum, sum starvs­fólkið sær upp til, sum geva íblástur, sum bjóða av van­a­hugsan og rósa ný­hugs­an, tí vanlig um­s­i­ tingarlig øki eiga at dag­før­ast, bæði við atliti til sjálva upp­ gávuna, í sambandi vid rat­i­ on­a­l­isering og eisini við atliti til tænastustøðið. Og hetta hava starvsfólk ofta sjálvi boð uppá, har kult­ ur­urin loyvir tí og har leiðsl­an bakkar upp um og virðismetir starvs­fólka­eld­hug­an, og her hugsi eg ikki um løn, men um alt annað, sum ligg­ur í góðum samskifti og sunn­um relatiónum mil­l­um starvsfólk og leiðslu, og sum eggjar starvs­fólki til konstruktivan starvs­hug­burð. Um vit ikki seta orð á, skifta orð um og seta krøv til stjórar og leiðslur, so verða standardirnir gjørd­ir av verandi praksis, verð­ur sið­ venja og alir upp stjóratypur - helst sum útbúgving og mana­gement, heldur enn per­ són­lig­heit, leadership og størri fram­drift. Vit mugu hava bæði, og har tal­an er um tveir stjórar, er upp­lagt, at hetta verdur mun­u­rin. Niðanfyri er eitt gott yv­ir­ lit yvir management og lead­er­ ship - og yvir munin. Við vón um, at vit øll fáa eyguni upp fyri hesum álv­ars­ øki. Og at skemtið um dovin al­menn starvsfólk soleidis miss­ir sín brodd. Helgi Abra­ ham­sen Umleið 5.000 fólk í Føroyum liva í fátækraváða. Tað eru um­leið líka nógv, sum tað hava verið tey seinastu nógvu árini. Rættiliga nógv varð gjørt burturúr hesum til sein­asta løgtingsval. Bæði fjøl­miðl­ar og táverandi and­støð­u­flokk­ ar vístu støðugt á, hvussu ván­a­lig støðan var. Vit minnast átakið ”Með­ an við bíða” (undirforstaðið: ”Með­an vit bíða eftir eini nýggj­ari samgongu”). Ein nýggj sam­gonga skuldi fáa skil á hes­um tingunum. Men okk­urt bendir á, at vit bíða enn! Í valskránni til løg­tings­ val­ið segði Tjóðveldi, at flokk­urin hevði eitt upp­ skot klárt at seta í verk bein­an­vegin, og at hetta fór at lyfta barnafamiljurnar upp­um fá­tækra­markið. Javn­að­ar­flokk­urin lov­aði eis­ini í síni valskrá at lyfta fólk úr fátækraváða. Velj­ arin fekk ta fatan, at komu hesir flokkarnir til valdið, so var tað ein farin tíð, at fólk í Føroyum livdu í fá­tækra­ váða. Ikki so einfalt Hetta við fátækraváða er ikki so einfalt, sum fjøl­miðl­ ar­nir og táverandi and­støða gjørdu tað til. Vit rokna nevniliga við einum rela­ tiv­um fátækraváða. Tað vil siga, at fátækraváði er ein spurn­ing­ur um, hvussu nógv tú tjen­ar í mun til onnur í sam­fel­ag­num. So hvørt sum lønir­nar í landinum hækka, so hækk­ar eisini markið fyri, nær tú ert í fátækraváða. Frá 2012 til 2016 hækkaði hetta markið 13.568 krónur. Tað vil siga, at tað ber til at vera farin 1.000 krónur upp um mán­að­in og samtíðis vera far­in frá ikki at vera í f­á­tækr­a­váða til at vera í fá­ tækr­a­váða. Fólkatalið í Føroyum er eis­ini hækkað, so sjálvt um pro­sent­parturin sum er í fá­ tækr­a­váða er lækkaður eitt lít­ið vet, so er talið á teimum sum eru í fátækraváða nøku­ l­unda tað sama. Í 2013 var tal­ ið 4.950 og í 2016 var tað 4.961 - altso 11 fólk fleiri. Átøkini hjálptu lítið Nýggjastu tølini hjá Hag­ stov­uni viðvíkjandi fá­tækr­ a­váða eru frá 2016. Tað vil siga, at tølini vísa støðuna sum hon var, aftaná at bars­ ils­far­loyv­ið var longt, aft­ aná at pensjónistar, sum bara høvdu fólkapensjón og Sam­haldsf­asta, høvdu fingið meira, aftaná at lógin um familjuískoyti var broytt, aft­aná at kringvarpsgjaldið var broytt, aftaná at skatt­ a­lætti var givin til lág- og með­al­inn­tøkur, aftaná at inng­jald­ið til egna eftirløn var lækk­að, og aftaná at út­ gjald­ið úr Samhaldsfasta var hækk­að. Hetta vóru alt átøk, sum skuldu hjálpa teimum lægst­løntu. Aftaná at øll hesi tiltøkini vóru sett í verk, vóru fram­ vegis fleiri enn 10% av Før­ oya fólki í fátækraváða. Hava ikki loyst trupulleikan Eg lasti ikki samgonguna fyri ikki at hava roynt at loyst henda trupulleikan. Men vit mugu tó staðfesta, at sam­an við ávísum fjøl­miðl­ um, fyrigyklaðu tey fólk­ið áðrenn valið, at hesin trup­ul­ leik­in var so sára ein­fald­ur at loysa, og at tey fóru at loysa hann. Men enn er trup­ul­ leikin ikki loystur, og nógvir før­oy­ingar í fátækraváða bíða enn. Eyð­ gunn Sam­u­ el­sen lands­stýr­ is­kvinna við al­manna­málum Nú tølini fyri fá­tækra­mark og fátækraváða fyri 2016 um­framt tøl fyri, hvussu javnt okk­ara sam­fel­ag var í 2016 eru komin, ger Sam­bands­flokk­ur­in nógv burturúr, at vit fram­veg­ is hava fólk í fá­tækr­a­váða í Føroyum. Ført verður fram, at sam­gongu­flokk­ ar­nir lov­aðu at lyfta øll úr fátækraváða bein­an­vegin teir komu til vald­ið. At Javnaðarflokkurin hev­ur fyr­igyklað nøkrum, at tað ber til, at lyfta øll úr fá­tækra­váða dagin eftir man er kom­in til valdið, er ikki satt. Um so var, so hava vit ikki skilt, hvat ið f­á­tækra­váði ­snýr seg um. Tað, ið vit fóru til val upp­á, var, at býta ríki­døm­ ið javnari millum tey, ið búgva í Føroyum. Og tað hava vit so sann­i­liga gjørt og fara fra­m­hald­andi at gera restina av val­skeið­ num. Hvat siga tølini um fá­tækr­a­váða í 2016 Tølini vísa, at samlaða fátækraváðatalið er lækk­ að síðan 2015. Úr 10,6 % nið­ ur í 10,1 %. Gini-talið, sum er talið fyri hvussu javnt samfelagið er, er lækk­að úr 23,3 í 2015 til 22,8 í 2016. Tað merkir, at sam­felagið er blivið javn­ari. Talið fyri barn­a­fá­t­ækr­a­ dømi er eisini lækkað úr 9,7 % til 9,4 %. Fyri fyrstu ferð síð­an 2013 er hend ein lækk­ing í fátækraváða hjá fólka­pen­ sjón­ist­um úr 27,4 % niður í 26,2 %. Hetta hevur ong­in úr andstøðuni nevnt við einum orði. Eitt annað áhugavert tal er inntøkugloppið, sum merk­ir, hvussu langt tey, ið eru í fátækraváða, hava upp til markið. Í 2015 var hetta talið 12,7, og tað er nú lækkað nið­ur í 11,6. Tað vil siga, at mið­inn­tøk­an hjá borgarum í fá­tækr­a­váða lá 11,6 % undir f­á­tækr­a­ markinum í mun til 12,7% árið fyri. Vit kundu øll ynskt, at talið lækk­aði enn meira, men sann­iliga ganga tøl­ini tann rætta vegin. Og tað gera tey longu fyrsta árið hjá samgonguni. Hetta ger tað hugaligari at halda fram við stríðnum. Hvørji átøk eru framd í 2016 Samgongan hevur síð­an hon tók við miðvíst ar­ beitt fyri einum javn­ari sam­felag. Tað er ikki ofta at sam­gongan fær rós frá and­støðuni, men tað fær hon frá Helga Abr­a­ham­ sen í dag. Tí hóast Helgi Ab­ram­hamsen hart­ar sam­gong­una fyri at fá­ tækra­váð­in ikki er burtur, so sig­u­r hann so væl alt, ið sam­gongan framdi longu í 2016, fyri at royna at basa f­á­tækr­a­dømi: ”Tað vil siga, at tølini vísa støðuna sum hon var, aftan­á at barsilsfarloyvið var longt, aftaná at pen­ sjón­istar, sum bara høvdu fólkapensjón og Sam­ haldsasta, høvdu fing­ið meira, aftaná at lóg­in um familjuískoyti var broytt, aftaná at kring­varps­gjaldið var broytt, aftaná at skatt­ alætti var givin til lág- og meðalinntøkur, aftan­á at inngjaldið til egna ef­t­irløn var lækkað, og aftaná at útgjaldið úr Sam­haldsfasta var hækk­að. Hetta vóru alt á­tøk, sum skuldu hjálpa teim­um lægsløntu." Eg kann leggja aftrat, at fleiri átøk eru framd síð­an 2016. Millum annað at: • Inntøkumarkið fyri at fáa familjuískoyti hjá hjún­ um við børnum er hækkað úr 230.000 kr. til 280.000 kr. • Barnafrádrátturin fyri børn undir skúlaaldur er hækk­að­ur úr 6.500 kr. upp í 9.200 kr. fyri hvørt barn. • Fyritíðarpensjónistar hava fingið 1000 kr. meir um mán­aðin í pensjón, umframt at egingjaldið til heilivág er lækkað. • Útgjaldið úr Sam­halds­ fasta er hækkað við 400 kr. um mánaðin og hækk­ar munandi meira 1. jan­uar 2019. Halda fram við á­tøk­um Sum Helgi Abr­a­ham­sen so væl sigur tað, so hev­ ur samgongan framt eina rúgvu av átøkum til tess at minka um fá­tækr­adømi, men vit steðga ikki her. Meðan Sam­bands­flokk­ urin hevur fokus á støðu­ na í 2016, hevur sam­gongan áhaldandi framt átøk, og fer hon at halda fram við tí meðan Sam­bands­ flokkurin bíðar. Hó­ast vit vita, at tað tekur langa tíð at minka um ó­javnan, ið und­anfarna sam­gonga skapti, so arbeiða vit miðv­ íst fyri at skapa einar enn javn­ari Føroyar enn tølini fyri 2016 vísa. Meðan vit bíða Nøkur bara bíða… Vupti, so sat hann aftur á sínum almenna arbeiðsplássi