hósdagur 9. august 2018síða 4
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 10. AUGUST 2018
SOSIALURIN 91
4
Vikan ið fór
Sæð í miðlunum:
Birgir Nielsen legði frá
sær sum nevndarformaður
í Betri, aftaná at ivi er
reistur um hansara leiklut í
søluni av einum bygningi í
Hoyvík.
Aslaug Gisladóttir er
nýggj nevndarforkvinna
í Betri, meðan Teitur
Samuelsen heldur fram sum
næstformaður.
Fyritøkan Næla er farin
at dyrka grønmeti, frukt
og kryddurtir í Bacalao.
Væntað verður, at fyrstu
salathøvdini verða klár um
fýra vikur.
Sjúkrahúsverk Føroya
søkir eftir varastjóra við
læknafakligari bakgrund
umaftur, aftaná at einans ein
umsókn var til starvið.
Fyri nøkrum døgum síðan
ruddaðu tvey ferðafólk
gjónna í Gjógv fyri risa
krabbarnar, ið hava livað í
økinum í fleiri ár. Eingin lóg
er, ið forðar ferðafólkum at
heinta og fiska tað tey vilja
í sjónum.
Millióningur
MEST
NÝTTA
ORÐIÐ
HESA
VIKUNA
...uppá ein minutt
Føroyingar fingu ein
nýggja millióning, tá
Benny Nielsen vann
Gekkin fríggjakvøldið.
Um orðið sigur Sprotin:
ein ið eigur eina millión el.
meir í peningsvirði
Summar Festivalurin
verður hildin fyri 15.
árið á rað
Reiðaríið Framherji
hevði í 2017 eitt avlop á
71 milliónir krónur
Benny Nielsen vann
3,4 milliónir krónur í
Gekkinum fríggjakvøldið
Lot til andøvsgul av vestru og
útnyriðngin, 3 til 8 m/s. Fyri tað
mesta turt og sólin sær. Hitin
um dagin millum 10 og 13, um
náttina millum 7 og 10 stig.
Lot til andøvsgul av landnyrðingi og
eystri , 3 til 8 m/s. Fyri tað mesta túrt
og sólin sær. Hitin millum 10 og 13
stig, um náttina millum 5 og 10 stig.
Lot til andøvsgul av norðan ella
ymsum ættum, 3 til 8 m/s. Sólin
sær og fyri tað mesta turt. Hitin
um dagin 10 og 13 stig, um
náttina millum 5 og 10 stig.
3-8 m/s
3-8 m/s
Fyri nøkrum árum síðani samtykti
Løgtingið, at kringvarpsgjaldið skal takast
inn saman við skattinum.
Hetta hevði við sær, at útvarp og
sjónvarp fingi rættuliga nógv meira
pening at arbeiða við. Onki at ivast í,
at hetta kom væl við, eftir at stovnurin
í mong ár hevði havt tað sera trongt
fíggjarliga.
Nú eru nøkur ár liðin, so stovnurin
hevur megnað at fylt tey hol í kassanum,
sum vóru. Tí kunnu við sum hyggjarar
og lurtarar seta eitt sindur størri krøv til
stovnin enn vit kundu, tá ið stovnurin
fíggjarliga sat á aftasta beinki.
At vit skulu hava ein tjóðarmiðil er
helst rætt, men tað setir eisini krøv, tá ið
tað er skattgjaldarin, sum skal rinda.
Krøv, sum eg ikki haldi stovnurin,
uppfyllir.
Serliga nú í summar haldi eg, at tað,
sum lurtarar og hyggjarar hava fingið, er
undir alt lágmark.
Góðan morgun-sendingarnar í lætt-
útgávu? Vertir, sum tosa kaffipát saman,
er ikki tað sum vit forvænta av einum
public-service stovni.
Tá ið upplýsingar verða sendir út í
slíkari sending, so er minsta krav, at eitt
sindur av research er aftanfyri og ikki bert
vertir, sum siga:Eg haldi tað er so, men eg
veit ikki!
Ája!
Gomlu krabbarnir í gjónni við Gjógv
eru ikki til longur. Teir vóru kanska eisini
gamlir, men tað er eitt sindur óbetonkt at
lata ferðafólk fara avstað við teimum.
Í minsta lagi átti onkur at havt sett
eitt skelti upp, so segði fólki frá, at hesir
krabbarnir skuldu hava frið, men nei.
Nú er Gjáar-krabbarnir helst endaðir
sum krabbasneisar í útlendskum magum.
Ája!
Skal sjálvandi ikki gloyma at nevna,
at Summarfestirvalurin heldur 15-ára
føðingardag í hesum døgum.
Summarfestivarlurin er vorðin ein
savningastað fyri føroysku familjurnar,
sum gjøgnum summarið hugna sær í
húsvagnum og í húsbátum.
Og Várharra hann heldur, at eftirsum
tað eru 15 ár síðani fyrsta festivalin í
Klaksvík, so gevur hann gott veður til
føðingardagin.
Ája!
Politiskt liggur tað mesta stilt, men í
fiskimálaráðnum verður arbeitt av øllum
alvi við menningarkvotunum.
Vinnan bíðar spent og hon heldur at
vit eru farin langt út um evstamark. Tað
gongur seint við at avgreiða málið,
sum ein óheft nevnd annars lat
fiskimálaráðnum.
Hann viti, hvat tey hava
brúkt alla tíðina til.
Kanska koma tær í dag
– kanska fyrst í komandi
viku, men vinnan er
ótolin og heldur ikki, at
arbeiðsumstøðurnar eru
serliga góðar. Talan er um
menningarkvotur, sum
skulu gera Føroyar til eitt
meira matvøruframleiðandi
land.
Spennandi at síggja, hvat
úrslitið verður?
Ája!
Árni Gregersen,
journalistur,
skrivar
Ája!
Visti tú?
At í komandi
viku fara 664
børn í skúla fyri
fyrstu ferð
3-8 m/s