Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-08-09, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 9. august 2018síða 5

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 10. AUGUST 2018 SOSIALURIN 91 5 Umhugsin Nærverandi Ítøkiligur MIÐFLOKKURIN SJÁLVANDI hvørt vikuskifti í Sosialinum MIÐFLOKKURIN MIÐFLOKKURIN OG FÁTÆKRAMARKIÐ Í 2014 fekk landsstýrið handað álit um ”Eitt føroyskt fátækramark”. Í fororðunum stendur: ”Tíðliga í 2011 legði Miðflokkurin fyri Løgtingið eitt uppskot til samtyktar um ásetan av einum føroyskum fátækramarki. Uppskotið varð samtykt av Løgtinginum á vári 2011. Samtykta uppskotið var soljóðandi: Løgtingið heitir á landsstýrið um at seta ein arbeiðsbólk av serkønum at útgreina, hvat í minsta lagi skal til hjá einum húsarhaldi fyri at kunna hava sámilig livikor, og síðani leggja fyri Løgtingið viðkomandi lógaruppskot”. Við uppskotinum ætlaði Miðflokkurin at koma fólki í fátækradømi til hjálpar. Higartil hava tey ráðandi ikki megnað at lyft uppgávuna. Sitandi samgonga reypaði øgiligt undan seinasta vali um, hvussu lætt tað fór at vera at lyfta føroyingar úr fátækraváða. Nú er reypið tagnað og býtt út við undanførslur. Tí framvegis liva umleið 5.000 fólk í Føroyum í fátækraváða. Tað er umleið eins nógv og tað hava verið tey seinastu mongu árini. Hevði samgongan ikki dugað so væl at lagt fleiri tyngjandi skattir og avgjøld á allar føroyingar, hevði støðan helst verið munandi betri hjá teimum, sum dagliga stríðast við at hava ein nøktandi gerandisdag. Tí meðan samgongan reypar um allar pengarnar, hon oysir út úr landskassanum, sigur hon onki um allar teir nýggju skattirnar og avgjøldini, sum hon oysir føroyingar undir við. Pensjónsnýskipanin er besta dømið um dupultspæl samgongunnar. Tí landskassin er tann, sum fær mest burturúr pensjónsnýskipanini, hóast samgongan vísir á, at pensjónistar fáa nøkur oyru meiri at liva fyri. Og tað er einfaldur logikkur, at tá pensjónsnýskipanin sum tað fyrsta skal tryggja framtíðarhaldføri landskassans, koma pensjónistar í framtíðini ikki at fáa meira – men minni. • Framvegis liva alt ov nógvir pensjónistar í fátækraváða. • Framvegis liva alt ov nógv børn í fátækraváða. • Framvegis liva alt ov nógvar familjur í fátækraváða. • Framvegis eru bústaðartrupulleikarnir hjá stórum tali av ungum familjum ikki loystir. Alt hetta eftir trý ár við samgonguni, sum vann seinasta val, tí tey skuldu skapa okkum eitt javnari samfelag. Verulig átøk, har politiska skipanin ikki gevur við aðrari hondini og tekur innaftur við hinari, mugu nú setast í verk, um tað skal eydnast at lyfta allar føroyingar úr fátækraváða. Miðflokkurin ætlar í eini komandi samgongu at seta støðuna hjá føroyingum í fátækraváða ovast á dagsskránna. FØROYA MYNDAKALENDARI FYRI 2019 – fæst kring alt landið Tórsgøta 1, FO-110 Tórshavn Minnist til haldaragjaldið