hósdagur 9. august 2018síða 6
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 10. AUGUST 2018
SOSIALURIN 91
6
HALLUR AV RANA
T
á ólavsøkuskrúðgongan
við Páll á Reynatúgvu,
tingformanni, Aksel V.
Johannesen, løgmanni,
og Jógvani Fríðriksyni, Føroya
biskupi, so spakuliga førkaði seg
frá tinghúsinum og oman eftir
Tinghúsvegnum við kós móti
Havnar kirkju til ólavsøkuguds
tænastuna, vóru tað mong í varn
aðust eina serstaka broyting í
skrúðgonguni.
Ríkisumboðsmaðurin, Lene
Moyell Johansen, ið er ímyndin av
og umboðið hjá danska ríkinum í
Føroyum, var fyri fyrstu ferð ílatin
føroysk klæði. Fyrr var tað sið
venja, at umboðið fyri danska ríkið
gekk í sínum serstaka búna við
fjøðurhatti, men bleiv búnin hjá
ríkisumboðsmanninum latin Tjóð
savninum til ognar í nítiárunum,
aftaná at eingin hevði brúkt búnan
í fleiri ár.
Síðan hevur ríkisumboðs
maðurin verið pent ílatin, men er
hetta nokk fyrstu ferð í Føroya
søgu, at ríkisumboðsmaðurin er
í føroyskum klæðum til skrúð
gonguna.
Í føðingardag hjá
krúnprinsinum
Hetta er kortini ikki fyrstu ferð, at
Lene Moyell Johansen brúkar før
oysku klæðini í almennum høpi.
Tá Fríðrikur krúnprinsur bjóðaði
til stásdøgurða á Christiansborg
slotti í samband við fimti ára føð
ingardagin 26. mai í ár, var Lene
Moyell Johansen og maður henn
ara millum innbodnu gestirnar.
Føroyingar sum fylgdu við
føðingardegnum í beinleiðis send
ingini hjá Danmark Radio kundu
tá síggja ríkisumboðsmannin fyri
fyrstu ferð í føroyskum klæðum.
- Ætlanin var at lána føroysk
klæði til eitt annað privat høvi,
men tey passaðu ikki, so føðing
ardagurin hjá krúnprinsinum var
fyrstu ferð, at eg var í teimum,
greiðir Lene Moyell Johansen frá,
tá hon verður spurd um føroysku
klæðini.
Ein væl gjøgnumhugsað
avgerð
Lene Moyell Johansen er væl klár
yvir, at tað kann fella nøkrum fyri
brósti, at umboðið fyri danska
ríkið gongur í føroyskum klæðum
tá tingið verður sett, og tí hugsaði
hon eisini væl og virðiliga yvir hvat
hon skuldi gera, tá hon skuldi velja
klæði.
- Eg havi verið við í skrúðgonguni
áður, men tá røkti eg einans fyribils
starvið sum ríkisumboðsmaður,
aftaná at Dan M. Knudsen hevði
takkað fyri seg. Sjálv bleiv eg for
melt sett í starv 1. august í fjør, so
hetta var mín fyrsta skrúðgonga
sum ríkisumboðsmaður. Tí hugsaði
eg nógv um hvat eg skuldi fara í,
greiðir Lene Moyell Johansen frá.
Í samband við, at hon tók við
sum ríkisumboðsmaður, fekk hon
nakrar óvæntaðar spurningar frá
føroyskum fjølmiðlum.
- Fleiri føroyskir journalistar
spurdu meg tá, um man kundi
vænta at síggja ríkisumboðsmann
in í føroyskum klæðum. Tá hevði
tankin um at brúka tey í arbeiðs
ørindum búnast í eina tíð hjá mær,
men fekk eg tá váttað, at onnur
eisini høvdu tað í huga, sigur Lene
Moyell Johansen.
Vildi ikki velja tey frá
Tá ið tað kom til stykkis, valdi Lene
Moyell Johansen at brúka føroysku
klæðini til almenn høvi, tá hon var
til staðar sum ríkisumboðsmaður.
Men áðrenn hon tók avgerðina, var
tað týdningarmikið fyri hana, at
vita hvat slag av signali hon sendi
við sínum klædnavali.
- Avgerðin bleiv ikki tikin í skundi,
men varð væl gjøgnumhugsað
og ráðførdi eg meg við fleiri før
oyingar um hetta. Eg var varug
við, at summi kundu fáa ilt av, at
ein danskur embætismaður gekk
í føroyskum klæðum, og tí var tað
týdningarmikið at finna út av, hvat
tað var fyri eitt signal, ið eg sendi,
um eg gekk í klæðunum ella um
eg ikki gekk í teimum. Tí eg ynskti
ikki at provokera nakran ella elva
til nakra ósemju, sigur Lene Moyell
Johansen.
Ein av høvuðsorsøkunum til, at
hon at enda valdi at ganga við teim
um føroyskum klæðunum til al
menn høvi, var at tey longu vóru bí
løgd áðrenn hon fekk starvið, tí hon
ynskti at brúka tey til privat høvi.
- Øll familjan hevur føroysk
klæðir og brúka vit tey í privatum
samanhangum sum brúdleypum,
ólavsøku, hátíðarhaldum og dóttir
in var eisini í føroyskum klæðum,
tá hon var liðug í nígginda. Maður
mín er føroyingar og havi eg
vitjað í Føroyum á nærum hvørj
um ári síðan 1992, umframt at vit
hava búð her í yvir 10 ár. Vit hava
heldur ongar ætlanir um at flyta
hiðani, so sjálvt um eg ikki var
ríkisumboðsmaður, so høvdu vit
framhaldandi búð her og eg hevði
brúkt føroysku klæðini til ólav
søku, brúdleyp og onnur høvi,
ið siðvenja er, sigur Lene Moyell
Johansen og leggur afturat.
- So um eg ikki gekk við teimum
til almenn høvi, so hevði eg kortini
gingið í føroyskum klæðum til pri
vat høvi. Men so hevði man havt
eina støðu, har eg valdi tey frá, tí
at eg eri ríkisumboðsmaður. Tað
meti eg vera skeivt. Sjálv føli eg,
at eg vísi virðing fyri Føroyum
og føroyingum við at ganga í
føroyskum klæðum, tá eg eri í
arbeiðsørindum. Tí eg havi djúpa
virðing fyri føroyska fólkinum
og mentanini, sigur Lene Moyell
Johansen.
Lene Moyell Johansen vísir
eisini á, at um tað var so, at tað
var siðvenja, at einans fólk fødd
og uppvaksin í Føroyum lótu seg
í føroysk klæði, so hevði støðan
verið ein onnur. Men tá fleiri
danir og fólk aðrastaðni frá eiga
og brúka føroysk klæði, so sær
hon onga forðing í, at eisini hon
brúkar tey.
Positiv uppliving
Um hon hevði nervar fyri at hvat
fólk fóru at siga, tá ið tey sóu hana
í føroyskum klæðum til almenn
høvi, so hvarv tað fyrstu ferð,
tá hon var í teimum til fimti ára
- Vit hava heldur ongar ætlanir um
at flyta hiðani, so sjálvt um eg ikki
var ríkisumboðsmaður, so høvdu
vit framhaldandi búð her og eg
hevði brúkt føroysku klæðini til
ólavsøku, brúdleyp og onnur høvi, ið siðvenja er
- Um eg ikki gekk við teimum til almenn høvi, so hevði eg kortini gingið í
føroyskum klæðum til privat høvi. Men so hevði man havt eina støðu, har eg
valdi tey frá, tí at eg eri ríkisumboðsmaður. Tað meti eg vera skeivt. Sjálv føli
eg, at eg vísi virðing fyri Føroyum og føroyingum við at ganga í føroyskum
klæðum, tá eg eri í arbeiðsørindum. Tí eg havi djúpa virðing fyri føroyska
fólkinum og mentanini, sigur Lene Moyell Johansen, ríkisumboðsmaður
VILDI IKKI
VELJA FØROYSKU
KLÆÐINI FRÁ
SAMRØDA: Lene Moyell Johansen