Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-08-09, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 9. august 2018síða 7

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 10. AUGUST 2018 SOSIALURIN 91 7 føðingardagin hjá Fríðriki krún­ prinsi. - Har var eingin sum undraðist yvir, at eg gekk í føroyskum klæð­ um, men í staðin skapti tað dialog við fleiri fremmand fólk, ið komu at tosa við meg, tí tey sóu klæðini. Dagin eftir legði dóttirin eina mynd út á Facebook av mær og manninum í føroyskum klæðum og eisini har vóru fólk einans jalig, sigur Lene Moyell Johansen. Sama mynstur gjørdi seg gald­ andi á ólavsøku, tá fleiri fólk steðgaðu henni á gøtuni tann ólav­søkuaftan fyri at viðmerkja klæð­ini. - Øll vóru glað og sóu tað sum eitt tekin upp á virðing fyri Føroyar. Eisini frá politiskari síðu havi eg bara fingið positivar viðmerkingar, sigur ríkisumboðsmaðurin. Eitt bleiv til fleiri Lene Moyell Johansen er út­búgv­ ing løgfrøðingur frá Københavns Universitet í 2002. Fyrstu árini eftir lokna útbúgving búði familjan í Keypmannahavn, men um jóltíðir í 2007 byrjaði familjan at tosa um eina avgerð, ið fór at broyta teirra lív. - Vit byrjaðu at tosa saman um, at tað hevði verið spennandi at flutt til Føroyar fyri at læra familju­na betri at kenna og læra mál­ið og mentanina. Maðurin siglir við Mærsk, so fyri hansara arbeiði var tað ikki so týdningarmikið hvar vit búðu, men vit høvdu trý børn, ið vóru fødd í 1994, 1997 og 2006. Hóast tey bæði eldru vóru farin í skúla, so vildu tey gjarna royna hetta, um møgu­leiki var fyri tí, sigur Lene Moyell Johansen. - Eg var varug við, at summi kundu fáa ilt av, at ein danskur embætismaður gekk í føroyskum klæð­um, og tí var tað týdning­ ar­mikið at finna út av, hvat tað var fyri eitt signal, ið eg sendi, um eg gekk í klæðunum ella um eg ikki gekk í teimum Lene Moyell Johansen, ríkisumboð, og maður hennara Stendor Johansen