hósdagur 9. august 2018síða 8
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
SOSIALURIN 91
8
SAMRØDA: Lene Moyell Johansen
Familjan avgjørdi tískil, at um
nakað starv var í Føroyum, skuldi
Lene Moyell Johansen søkja tað.
Samstundis varð avtalað, at tey
skuldu vera í Føroyum í minsta
lagi í eitt ár.
- Tað skuldi ikki vera soleiðis, at
vit góvu upp eftir ein mánað. Um
onkur trupulleika ella avbjóðing
var, so skuldu vit nokk loysa tað,
men tað kom ikki upp á tal at rýma
heimaftur beinanvegin. Men vit
lovaðu hvørjum øðrum, at eftir
eitt ár skuldi vit eftirmeta støðuna,
sigur Lene Moyell Johansen.
Tá eitt arbeiði so varð lýst leyst
hjá Ríkisumboðnum, søkti Lene
Moyell Johansen starvið, fekk tað
og familjan flutti sostatt til Føroy
ar.
- Maðurin tosaði ikki føroyskt
við børnini, so tey skiltu einki, tá
tey fóru í skúla í Føroyum. Men
hóast tað, so trivist tey í Føroyum.
So væl, at vit aldrin hava eftirmett
støðuna og hava nú selt húsini í
Danmark. Tað sum vit lærdu sum
familja var, at tað eru persónarnir
og ikki ramman sum eitt hús gevur,
ið avgerð hvar títt heim er, sigur
Lene Moyell Johansen.
Eitt bindilið
Tað er eitt ár síðan, at Lene Moyell
Johansen tók við starvinum sum
ríkisumboðsmaður í Føroyum,
eftir at hava arbeitt í umsitingini
hjá stovninum síðan 1. juni 2008.
Hon letur væl at starvinum og
móttøkuni hon hevur fingið frá
føroyingum.
- Sjálv havi eg ikki upplivað
nakran keðiligan tilburð, hóast tað
hava verið onkrar ósemjur millum
Føroyar og Danmark, meðan eg
havi verið her. Men eg uppfati
heldur ikki mín leiklut sum ein
hægri danskan myndugleika, men
sum eitt bindilið millum Føroyar
og Danmark, sigur Lene Moyell
Johansen.
Tann parturin av hennara
arbeiði, ið fyllir mest í gerandis
degnum, er at fylgja við í føroysk
um viðurskiftum sum politisku
støðuni, búskapinum og samfelag
num sum heild og geva frágreiðing
til danir um støðuna.
- Sjálvandi eri eg har, um tað eru
politiskt stríðsmál millum londini,
men tað er meira sum ein upp
lýsandi partur. Eg gevi ikki mína
hugsan til kennar, men fylgi við
í tí, ið gongur fyri seg, sigur Lene
Moyell Johansen.
Kjakið um sambandið millum
Føroyar og Danmark kann til tíð
ir vera hart, men tað hevur Lene
Moyell Johansen ongan trupul
leika við, so leingi sum man virðir
mótpartin.
- Onkuntíð verður okkurt nega
tivt sagt um Ríkisfelagsskapin ella
ósemjuna um stjórnarskipanina,
men eg kann vera til staðar til slík
høvi, uttan at eg á nakran hátt
føli meg tileinkisgjørda ella illa
viðfarna. Tað handlar um at virða,
at menniskjur hava ymiskar mein
ingar og virðir. Har havi eg stóran
virðing fyri hvussu føroyingar eru
móti mær sum ríkisumboðsmaður.
Hetta hevði kanska verið øðrvísi,
um tað var so, at fólk ikki megnaðu
at síggja munin millum mín leiklut
og donsku stjórnina, men settu
meg til svars í politskum málum,
sigur Lene Moyell Johansen.
Hugsa nýtt
Á ólavsøku yvirtóku føroyingar
persóns- og familjurættarliga økið
frá dønum og minkaði starvsfólka
hópurin í Ríkisumboðnum úr 12 til
5 starvsfólk. Lene Moyell Johansen
var partur av arbeiðsbólkinum, ið
fyrireikaði yvirtøkuna og fegnast
yvir, at alt spældi so væl av.
- Talan hevur verið um eina
positiva yvirtøku. Løgtingið sam
tykti at yvirtaka økið og vilji var
beinanvegin í Føroyum og Dan
mark um, at yvirtøkan skuldi eydn
ast væl. Tí gjørdist uppgávan eisini
lættari, tí øll vóru samd um, at gera
alt fyri, at yvirtøkan gekk væl.
Men nú økið er yvirtikið
ásannar Lene Moyell Johansen,
at Ríkisumboðið hevur brúk fyri
einum nýggjum samleika millum
føroyingar.
- Mítt arbeiði og tað hjá stovni
num er enn tað sama, men mál sum
familjurættur, hjúnaskilnaður og
ættleiðing hava verið eyðkenni
hjá okkum sum stovnur, so nú
skulu vit til at menna ein nýggja
samleika. Harumframt hava vit
eini høli, ið nú skulu leigast út,
sigur Lene Moyell Johansen.
Starvið er áramálssett til trý ár,
men tað ber til at søkja um at halda
fram í starvinum. Og sum nú er,
hevði Lene Moyell Johansen søkt
starvið av nýggjum.
- Um tú spyrt meg í dag, um eg
ynski at halda fram sum ríkisum
boðsmaður, so er svarið ja, men av
gerðin er ikki bara mín, er hon skjót
at svara, áðrenn hon leggur afturat.
- Fyrsta tíðin hevur verið sera
positiv. Eg eri væl móttikin og havi
nógv positiv starvsfólk kring meg.
Yvirtøkan og krúnprinsavitjanin
hevur tó fylt nógv hetta fyrsta
árið, so arbeiðsdagarnir hava verið
óvanligir. Men nú fara vit inn í eitt
ár, har vit skulu finna út av hvørji
vit eru, nú seinasta yvirtøkan er
framd.
HALLUR@SOSIALURIN.FO
- Ætlanin var at lána føroysk
klæði til eitt annað privat høvi,
men tey passaðu ikki, so føðing
ardagurin hjá krúnprinsinum var
fyrstu ferð, at eg var í teimum
FRÍGGJADAGUR 10. AUGUST 2018