Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-08-09, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 9. august 2018síða 9

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

SOSIALURIN 91 9 FRÍGGJADAGUR 10. AUGUST 2018 ÁRNI GREGERSEN S íðani eldrarøktin var løgd út til kommunurnar fyri trimum árum síðani, hava fleiri trupulleikar stungið seg upp, sum lógin ikki tók hædd fyri. Í sambandi við umskipanina varð avgerð tikin um, at heima­ tænastan og eldrarøkt í sínum táverandi líki skuldi flytast frá landinum til kommunurnar, og at tað framhaldandi skuldi vera tørvurin hjá borgaranum, sum skuldi vera avgerandi fyri, hvør myndug­leiki hevur ábyrgdina av tænastuni. Í viðmerkingunum til uppskotið til løgtingslóg um heimatænastu, eldra­røkt og annað. var víst á, at tað framhaldandi vóru nøk­ ur markamót millum land og kommunur, sum ikki vóru av­ greidd, og sum støða mátti takast til aftaná, at lógin varð samtykt. Í 2016 skrivaðu lands­stýris­ menninir við almanna­mál­ um og heilsu- og inn­lendis­ málum og formaðurin í kommunufelagnum undir so­ kallaða “Markamótsskjalið”, sum í høvuðsdrøgum staðfesti, hvørji marka­mót eru millum land og kommunur, og hvussu hesi marka­ mót skulu handfarast og loysast, sum frá líður. Síðani hendan avtalan var gjørd, eru tað serliga hesi markamót, sum nevndin hevur tikið støðu til: Búpláss á ellis- og røktarheimum og eldrasambýlum hjá kommunum og vardan bústað frá landinum. Dagtilhald og umlætting. Heimatænasta hjá kommununum og stuðulstænasta hjá Almanna­ verkinum. Endurvenjing innan sjúkra­hús­ verk, almannaverk og kommunum og vantandi viðlíkahaldsvenjing. Borgarin dettur niður ímillum Á øllum hesum nevndu økjum eru nógv dømir um, at lógin er so mikið ógreið, at borgarin,sum hevur tørv á almennari tænastu, dettur niður ímillum ábyrgdarøkið hjá kommununum og hjá landinum. Í tilgongdini at staðfesta og royndini at loysa markamótini hava umboð fyri Kommunufelag Føroya og Almannamálaráðið verið á einum máli um, at tað ikki altíð eru verulig markamót, sum skilja kommunur og Almannaverkið. Skipanirnar eru undir stórum trýsti, tí tørvurin á búplássum hjá báðum pørtum er størri enn út­ boðið á bútilboðum. Mál hava verið, har kommun­ur­ nar meta, at ein borgari fær ov lítl­ an stuðul frá almannaverkinum, og tískil kennir kommunan seg noydd­an at veita meira heimahjálp. Kommunufelagið hevur víst á, at tað nærum hevur verið ómøgu­ ligt hjá borgarum, sum eru yngri enn 67 ár, og sum hava demens, at fáa stuðul. Eisini eru mál um borgarar í andingartólum, sum hava tørv á stuðli og røkt, sum partarnir ikki verða samdir um. Endamálið við nýggja lógar­upp­ skoti­num, sum er farið til hoyringar saman við vælferðarlógini, er at tryggja, at borgararnir ikki detta niður ímillum skipanir. Nýggja uppskotið Nýggja uppskotið staðfestir, at tað eru kommunurnar sum hava ábyrgd av at veita persónum undir fólkapensjónsaldri sum hava varandi sjúku, sum er progressiv og degenererandi, búpláss á ellis- og røktar­heimum og eldrasambýlum. Talan er um borgarar, sum hava Alz­heimers, demens og Sclerosu á øðrum stigi. Ilt er at meta um, hvussu nógvir borgarar hava ella fara at hava tørv á búplássum í fram­tíðini. Kommunurnar fáa eisini greitt ábyrdg av at veita dagtilhald og umlætting til persónar við somu sjúykum, men landið hevur ábyrgd­ina av at veriita borgarum við seinheilaskaða dagtilhald og um­lætting. Heimatænastan hoyrir undir kommunurnar og nýggja lógar­ upp­skotið hevur ikki nakrar fíggjar­ligar broytingar við sær á hesum øki. Men so er tað endurvenjingin. Í mun til endurvenjing og við­líka­ halds­venjing til fólkapensjónistar, so er talan um tænastur, sum kommunurnar longu hava. Uppskotið hevur í sjálvum sær ikki fíggjarligar avleiðingar, tí tað er upp til kommunurnar at gera av, um og hvussu endurvenjing og viðlíkhaldsvenjing verða raðfestar á fíggjarætlanunum. Í nýggju lógin er eisini møguleiki fyri, at kommunurnar kunnu veita ansingar­samsýning til persónar, sum átaka sær at ansa persóni við varandi sjúku, ið er progressiv og degenerandi, ið hevur tørv á støðugari røkt og hjáveru, heima. Uppskotið er sent til hoyringar og er ein liður í broytingini av for­ sorgarlógini til eina væl­ferðar­lóg. Eyðgunn Samuelsen, lands­ stýriskvinna við almannamálum, hevur sent lógaruppskotini til hoyr­ingar og ætlanin er, at tey verða løgd fram í tinginum seint í heyst. Fløkjan í eldrarøktini skal greiðast við nýggjari lóg Óloystu trupulleikarnir í eldra- og heimarøktini millum almannaverkið og kommunurnar, skulu loysast við nýggjari lóg Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinna við almannamálum, hevur sent uppskotið til hoyringar Síðani kommunurnar yvirtóku eldraøkið, er tað í fleiri førum hent, at fólk eru dottin niður ímillum skipanir hjá landinum og hjá kommununum