hósdagur 9. august 2018síða 10
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 10. AUGUST 2018
SOSIALURIN 91
10
Við flóttafólki í Jordan
TEMA: Við flóttafólki í Jordan
Mín ferð
í Jordan
E
g eiti Regin Winther Poulsen, og seinastu mánaðirnar havi
eg lisið arabiskt í Jordan. Jordan er ógvuliga samansett
av flóttafólkum av alskyns uppruna. Jordan hevur verið
lítið beinleiðis merkt av óstøðugleikanum, sum er ávísa
staðni í miðeystri, men av somu grund hava flóttafólk ofta leitað
sær júst til Jordan. Meginparturin av Amman, høvuðsstaðnum í
Jordan, er eitt nú búðsett av fólki, sum hava sín uppruna í Palestina.
Men Jordan er eisini tað landið í heiminum, sum hevur tikið ímóti
flestum flóttafólkum úr Sýria og landið hýsir nakrar av teimum
allarstørstu flóttalegunum í heiminum.
Í jordan búði eg saman við einum vinmanni úr Týsklandi, sum
eins og eg, var vanur at skriva fyri ymiskar miðlar í heimlandi
sínum. Tí tóku vit avgerð um at søkja um loyvi at vitja nakrar av
flóttalegunum. Við hjálp frá einum journalisti úr Jordan søktu vit
um loyvi at vitja Zaatari leguna, sum er tann næststørsta í heiminum
og Al-Azraq leguna, sum er nakað minni. Vit høvdu væntað at
fingnið loyvi at vitja Zaatari leguna, men ikki Al-Azraq leguna,
ið er meira lukkað, men vit fingu loyvi at vitja báðar. Greinarnar
um legurnar í hesum blaðið eru nakrar av mínum upplivingum í
legunum. Eitt fokus er á, hvussu ymiskar legurnar eru, tí meðan
Zaatari legan mest av øllum minti um eina yvirvaksna bygd í einum
heldur fátækum landi, minti hin mest um eitt innilukkað búr.
At Jordan, sum er grannaland við Sýria einsamalt hýsir umleið
1,5 flóttafólkum úr Sýria, har bara umleið 650.000 eru skrásett sum
flóttafólk og enn minni eru í flóttalegum, eigur at vísa hvussu lítlan
part av flóttafólkunum vesturheimurin tók ímóti. Borgarakríggið
í Sýria hevur gjørt umleið 5 milliónir fólk til flóttafólk, men tað
eru bara umleið 1 millión av hesum, sum flýggjaðu til Evropa. Tað
eyðkendi eisini søgurnar hjá ymisku fólkunum, sum eg møtti á
legunum, at tey droymdu um eitt betri lív. Nógv av fólkunum koma
frá korum við eitt nú útbúgving, men tey eru merkt av, at børnini
ikki fáa sama møguleika.
VESTURLENDSKUR
POLITIKKUR
AVGERÐ LAGNUNA
HJÁ FLÓTTAFÓLKUM
Jordan er ímillum tey londini í heiminum, sum
tekur ímóti flest flóttafólkum. Fólkini liva í
legum, og Zaatari-legan, sum er tann næststørsta
í heiminum er voksin so skjótt, at hon næstan
er vorðin ein býur. Ettie Higgins, varðaleiðari
hjá UNICEF í Jordan, avvísir, at legan er ein
býur og eftirlýsir, at vesturheimurin bindir
seg til longri stuðulsavtalir við legurnar
REGIN WINTHER POULSEN
T
að eru nøkur ár síðani,
at flóttafólkastreymurin
fór um allan heim.
Myndirnar av fólki,
sum høvdu fjakkað gjøgnum alt
Evropa og av børnum, sum skolaðu
upp á strendurnar í Grikkalandi,
standa prentaðar í sinnið á flestu
vesturlendingum. Kríggið í Sýria, ið
førdi til størstu flóttafólkakreppu
na síðani annan heimsbardaga er
ikki av enn, men fá geva sær fær
um, at bert ein brotpartur av teim
um, sum vóru á flótta frá Sýria
komu til Evropa. Í Jordan eru eitt
nú 700.000 skrásett flóttafólk av
sýriskum uppruna og hýsir landið
fleiri legum, har túsundtals fólk, ið
eru flýggjað úr heimi sínum, búgva.
Jordan er sum heild ógvuliga
samansett av flóttafólkum. Fleiri
lond í miðeystri havi verið merkt
av ófriði og óstøðugleika, og or
saka av, at Jordan ikki hevur
verið merkt av hesum, hava nógv
flóttafólk úr grannalondunum
leitað sær har til frið. Tá tú tosar
við hýruvognsførarar, er tað púra
vanligt, at teir kalla seg palestinen
sarar og ikki jordanar, hóast teir
flestu av teimum ongantíð hava
verið í Palestina. Avbjóðingin hjá
Jordan við sýrisku flóttunum
hevur verið at útbúgva børnini.
Vandi er tí fyri, at eitt heilt ættarlið,
sum einaferð skal byggja land í
Sýria, stendur uttan útbúgving og
førleikar.
Yvirvaksin býur
Tá fólk ímynda sær flóttalegur,
síggja tey flestu allarhelst tjøld
fyri sær. Fólk, sum liva við vatn- og
mattrotið. Uttan skúlar og sosiala
hjálp. Hóast Zaatari flóttalegan,
sum hýsir áleið 80.000 fólkum,
ikki er beinleiðis væl bygd, búgva
fólkini í húsvognum og hava vatn
til bústaðirnar, og tað er betri enn
vanligt á tílíkum støðum. Gøturnar
minna mest um eina yvirvaksna
bygd, tí handilsgøtur við bæði
mati, klæðum og kaffistovum eru
á høvuðsgongugøtunum.
Væntaði at sleppa heim
eftir nakrar mánaðir
Ein, sum eg hitti á ferðini í leguni,
er 31 ára gamli Adil. Hann greiðir
frá, at Zaatari er broytt nógv, síðani
hann flutti til hana fyri fimm árum
síðani. Adil ger sjálvboðið arbeiði
við at fylgja útlendingum, sum
koma á vitjan á leguni runt. Hann
arbeiddi við flutningi í Sýria. Hann
greiðir eins og so nógv flóttafólk í
Jordan frá, at hann hevði bara
roknað við at verið í landinum í
eini 2-3 mánaðir, men at hann nú
hevur átt tvey børn á leguni.
Adil sigur sjálvur, at legan
næstan er vorðin ein býur. Hann
sigur, at sjúkrahúsini rigga væl og
at vatn rennur til húsvognarnar
nú. Hann sigur eisini, at tey nú
hava nakað av atgongd til streym
og so vísir hann á, at tey hava eitt
ríkt handilslív og at tað eitt nú ber
til at keypa húsdjór, um ein vil tað.
Nógv av teimum, sum búgva í
Zaatari leguni arbeiða uttanfyri
leguna, og talan er um bæði børn
og vaksin. Orsaka av, at legan ligg
ur tætt við fleiri býir, fáa fólk ar
beiði uttanfyri leguna, og fara til
arbeiðis um morgunin og koma
aftur seint seinnapart. Einasti
peningurin íbúgvarnir beinleiðis
fáa er áleið 200 krónur (20 JD) um
mánaðin at keypa mat fyri. Pen
ingurin kann einans brúkast í
tveimum innkeypssentrum, sum
UNHCR umsitir. Goldið verður
við eygnaskannara. Øll eru blivin
skannað tá tey koma til leguna, og
sóíani verður peningurin drigin frá
tá tey skanna eyguni.
Flóttafólk í Jordan: