Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-08-09, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 9. august 2018síða 11

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 10. AUGUST 2018 SOSIALURIN 91 11 REGIN WINTHER POULSEN - Viðvíkjandi barnabrúðrum er trupuleikin ofta, at familjurnar halda, at tað er betri fyri gentuna at blíva gift, tí tá kann maðurin taka sær av henni, samstundis sum familjan hevur ein minni munn at metta, greiðir Ettie Higgins frá. Hon sigur, at tað tey ofta gera er at seta seg í sam­band við familjuna, sum at kalla altíð er til reiðar at steðga barnabrúdleypinum, um so er, at UNICEF megnar at skaffa arbeiði til foreldrini ella familjuna sum heild. Orsøkirnar til barna­ arbeiðið er eisini, at familjan manglar pengar samstundis sum, at Zaatari-legan liggur tætt uppá aðr­ar býir, har flóttafólkini kunnu fáa okkurt slag av arbeiði. Ettie Higgins sigur eisini frá, at ein trupuleiki ofta er, at børnini hava mist fleiri ár av undirvísing og eru langt aftanfyri í skúlanum, har tey fáa eina jordanska út­búgv­ ing. Skúlarnir í legunum undir­vísa eftir jordanskari skúla­ætlan við lokalum lærarum. Tað hoyrir við til søguna, at al­menna skúlaskipanin í Jordan ikki er serliga væl fyri, og at landið er illa fyri fíggjarliga og tí ikki fær endurnýggja skúlan. Saman­lagt verður mett, at áleið 30 pro­sent av sýriskum flóttafólki í fólka­skúlaaldri ikki ganga í nøkr­ um skúla, men hesi tølini eru nógv størri í býunum enn á legun­ um sjálvum. Um tú sum flótti eitt nú býr í Amman, hevur tú ikki atgongd til ókeypis hús ella vognar, eins og tú hevur í legun­um annars. Tí verða fleiri familjur noyddar at senda børnini til ar­beiðis, um tey ikki búgva í legun­um. Hava óformellar útbúgvingar UNICEF hevur eisini fleiri verk­ ætlan­ir koyrandi, sum ikki eru so­kallað formell útbúgving. Eitt nú eru savningarstøð fyri børn í skúla­aldri, sum kallast Maakani- mið­støðir. Har fáa tey undirvísing í øllum tí sama sum á skúlunum og hava møguleika at spæla fót­ bólt, borðtennis og læra um teld­ ur. Hesi støðini verða eisini rikin av lokalum fólki, sum kenna til umstøðurnar, sum børnini eru í. Ettie Higgins greiðir eisini frá, at UNICEF roynir at bjóða prakt­ iskar útbúgvingar, ið kunnu brúkast á staðnum, til ungdóm, sum vantar eitt endamál við lívi­ num at motivera seg við, tá van­lig skúlagongd er liðug. Hon greið­ir frá, at júst hesi støðini eru hótt, um vesturheimurin ikki vil binda seg til at gjalda nøkur ár fram. Tað tykist ræðandi, hvussu ósta­bilur evropiskur politikkur av­gerð­ ir lagnuna hjá krígsraktum fólki langt vekk frá Evropa. Ein popul­ istur í Evropa kann uttan at nakar veljari nakrantíð merkir nakað til tað, arbeiða fyri at lækka stuðul­ in til legurnar og harvið knúsa møguleikarnar hjá ungum Sýr­um. Ettie Higgins sigur eisini frá, at tey mangla tilboð til heilt smá børn. - Vit hava eisini trupuleikar við barna­garðum, sum vit ikki hava megnað at útvikla ordiliga, sigur Ettie Higgins og greiðir frá, at allar kann­ingar vísa, at børnini hava lættari við at læra, um tey hava ging­ið í barnagarði. Hon sigur eisini, at tað er týdningarmikið hjá familjunum at kunna koyra børnini onkustaðni, tá tey skulu arbeiða, soleiðis at kvinn­ur­nar ikki verða tvungnar at ganga heima uttan inntøku. Ettie Higgins sigur, at summi av børn­un­um altíð ferðast við til bónda­garð­ar, har foreldrini ar­beiða. Framtíðarútlitini ikki serliga góð - Í byrjanini av kreppuni, tá fleiri túsund fólk komu yvirum markið hvønn dag, fingu vit nógvan stuðul, men eins og van­ligt er við humaniterum krepp­um eins og hesari er tað ringt hjá politikkarum at blíva við at veita sama peningaliga stuðul­in, greiðir Ettie Higgins frá. Hon sigur at stuðulin serliga er lækk­aður seinasta árið, og at stuðulin úr Týsk­landi hevur verið av­gerð­andi fyri, at tey hava stýr á støðuni í legunum í Jordan enn. Hon nevnir eisini, at Danmark hevur veitt nógv av peningi, men at høðvus­stuðlarnir eru Týskland og Stóra Bretland. Í Zaatari leguni hava húsini vatn­skipanir, og Ettie Higgins greiðir frá, at hon aldrin hevur upp­livað tað áður, at vatn er til húsini á eini flóttalegu, hóast hon hevur arbeitt á nógvum ymiskum flótta­legum. Hon avvísir tó, at Zaatari skal kallast ein býur, eins og fleiri altjóða miðlar hava havt lyndið at gera seinastu árini og vísir á, at fólkini úr Sýria koma frá miðal­klassafamiljum, sum høvdu eitt rími­liga gott livistøði áðrenn krígg­ið. Ein teirra er 20 ára gamli Abdallah, sum eg eisini hitti á ferð­ini í leguni. Eins og Adil, hevði Abdallah eisini eina framtíð har hann var í Sýria, áðrenn arabiska várið leiddi til ófrið. - Assad oyðilegði sítt fólk. Um onk­ur í leguni sigur seg stuðla hon­um, hevði hann uttan iva verði álopin, greiðir Abdallah, sum droymir um at fáa atgongd til víðari lesna, frá. Abdallah skal giftast skjótt og hevur loyvi at ar­ beiða uttanfyri leguna, men royn­ir at brúka so nógva tíð hann kann uppá at lesa og hann dugir partar av Quranini uttanat, sum traditión er fyri í muslimska heiminum. Unicef: - Hava trupulleikar við barna­ brúðrum og barnaarbeiði - Vit hava ein trupuleika við barnabrúðrum og barnaarbeiði, viðgongur Ettie Higgins, sum er varðaleiðarin hjá Unicef í Jordan Zaatari flóttafólkalegan: Á Zaatari leguni búgva áleið 80.000 fólk. Legan varð gjørd, tí nógv fólk savnaðu seg við staðið, har legan er. Legan er tætt við Zaatari býin í Jordan, men hon liggur eisini einans umleið 20 kilometrar frá sýrisku grensuni. Tað eyðkennir leguna, at hon er ein sokallað “spontanflóttalega”, tí hon er staðin úr ongum, og tí er legan rættiliga tilvildarliga skipað. Tað hevur verið spátt, at legan einaferð fer at vaksa seg til ein vanligan bý, men Ettie Higgins, varðaleiðari hjá UNICEF leggur dent á, at tey arbeiða útfrá, at fólkini einaferð skulu heimaftur ella hava førðleikar til at intigrerast í onnur samfeløg. Adil: Adil, sum er 31 ár, býr í Zaatari leguni og arbeiðir sjálvboðið við at vísa fólki runt á leguni. Hann hevur 4 børn og kom til leguna í 2013, tá grensan ímillum Jordan og Sýria var relativt opin. Eins og onnur flóttafólk, sigur hann, at hann hevði roknað við at verðið í Jordan í 2-3 mánaðir, men at kríggið tók longri tíð, enn nakar hevði væntað. Hann sigur, at legan er nógv broytt, síðani hann kom til Zaatari og at upprunaliga var lítið av vatni og ongin streymur. Nú er eitt ríkt handilslív og enntá handlar, ið selja húsdjór. Í Sýria arbeiddi hann í frálandavinnuni. Abdallah: Abdallah er 20 ára gamal, giftur og skal verða pápi fyrstu ferð um tveir mánaðir. Hann lesur uppá til endaligar studentalíknandi próvtøkur og vónar at klára seg nóg væl til royndinar til at fáa styrk og loyvi at fara á universitet. Hann hevur mist eitt systkinabarn og ein móður/faðirbróður (EN: uncle) í krígnum og sigur, at fólk í leguni eru ímóti Assad og at um onkur hevði víst stuðul til hann í leguni, hevði hann verið í vanda. Abdallah hevur loyvi at fara út úr leguni at arbeiða við landbúnaði, men skal vera aftur áðrenn klokkan 17.00 hvønn dag.