hósdagur 9. august 2018síða 12
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 10. AUGUST 2018
SOSIALURIN 91
12
Við flóttafólki í Jordan
TEMA: Við flóttafólki í Jordan
- Kríggið í Sýria gjørdi, at eg mátti flýggja.
Fyrst til Jordan og síðani til Hollands, greiðir
34 ára gamli Shisham frá. Ferðin til Hollands
var drúgv og vandamikil og hon endaði
við, at hann eftir langa tíð í Hollandi vendi
aftur til Jordan, har familja hansara var
REGIN WINTHER POULSEN
F
yri fáum árum síðani
flýggjaðu sýrar í túsunda
tali til Evropa. Leiðin hjá
teimum flestu gekk um
vegis Turkalands við bátum, sum
menniskjasmuglarar stóðu fyri, til
Grikkalands. Síðani úr Grikkalandi
til gongu ígjøgnum Evropa - málið
hjá teimum flestu var Týskland ella
eitt annað land í norðurevropa, har
dreymurin um eitt betri lív kundi
livast. Fólk gera enn hesa ferðina,
hóast tað als ikki eru eins nógv, ið
hætta sær undir ferðina.
Tað vóru ikki øll, sum kláraðu
ferðina. Nógv komu ikki yvirum
hav til Grikkalands við lívinum,
ímeðan onnur ikki fingu uppi
haldsloyvi í landinum tey komu
til. Hetta er ein søga um Shisham,
sum megnaði ferðina og endaði í
Hollandi eftir nógvar avbjóðingar,
men hann var noyddur at fara aftur
til Jordan orsaka av trupuleikum í
familjuni.
- Mítt lív gevur onga meining
longur. Eg livi ikki fyri nøkrum
longur, sigur hann og greiðir frá, at
lívið, sum einaferð snúði seg um eina
bjarta yrkisleið, nú einans snýr seg
um at koma ígjøgnum og at royna
at skapa eina framtíð fyri døtrarnar.
Búði har tað byrjaði
Eg eri staddur í einum húsvogni á
Zaatari flóttaleguni í Jordan saman
við einum týskum kollega. Saman
hava vit fingið loyvið at ferðast til
tvær flóttalegur í Jordan. Zaatari
legan er tann størsta, og hýsir hon
áleið 80.000 fólkum. Húsvognin
eigur Shisham, sum er 34 ár og
hevur fýra døtrar. Í húsunum
búgva eisini konan og mamman,
ímeðan pápin og tvær systrar enn
eru í Sýria, har tey nú eru fangað,
tí landamørkini eru stongd.
Uppreisturin ímóti Assad stýri
num í Sýria byrjaði í Daraa í 2011, tá
15 dreingir høvdu málað grafitti við
tekstum, ið kritiseraðu stjórnina.
Dreingirnir vórðu handtiknir og
tað leiddi til uppreisturin, sum
seinni førdi til borgarakríggið, ið
ikki er av enn. Shisham kom frá
eini bygd beint uttanfyri Daraa,
og ein dagin tá hann ferðaðist
heimanifrá til skúlan í Damascus,
varð hann steðgaður av løgregluni.
- Ein løgreglumaður tók mína
teldu frá mær og breyt hana. Á
telduni var alt mítt master arbeiði.
Grundin til at eg varð handtikin
var bara, at eg kom frá økinum, har
uppreisturin byrjaði, greiðir Shis
ham frá, men hann avvísir at hann
nakrantíð tók lut í uppreistri sjálvur.
- Eg vildi ikki váða nakað, tí eg
hugsaði bara um mín lesna og at
skapa eina framtíð fyri familjuna,
greiðir hann frá. Shisham vísir
okkum sítt prógv, sum er ógvuliga
gott og greiðir frá, at hann millum
annað arbeiddi fyri Shell sum
partur av lesnaðinum.
- Eg fokuseraði ógvuliga nógv
uppá mín lesna, men tá hendan
hendingin fór fram, bóðu foreldur
míni meg flýggja. Tey vóru bangin
fyri, at nakað skuldi henda mær,
greiðir Shisham frá og sigur, at
hann tí legði leiðina til Jordan í 2011
og at foreldrini komu aftaná í 2012.
Frá kríggi til vónina
um Evropa
- Tey søgdu mær nakrir mánaðir
eftir at tey vóru komin, at okkara
garður og bilar vóru brendir av
herðinum. Tey høvdu goymt
vitanina fyri mær, tí tey vildu ikki
tyngja meg við henni, men tá eg
hoyrdi um hettar, tók eg avgerð um
at leggja leiðina til Evropa, greiðir
Shisham frá og leggur afturat, at
tað var fullkomin ruðuleiki í Daraa
tá uppreisturin breyt út.
- Herðovastarnir høvdu onki tak
á støðuni, og tí kundu herðmenn
finna uppá at ræna frá fólki. Teir
handlaðu eftir egnum vilja og ikki
ordrum, sigur hann og leggur aftur
at, at húsið hjá teimum var beint
við eina herðmiðstøð.
- Okkara døtrar eru uppvaksnar
við bumbuslátri, greiðir hann frá.
Ferðin til Grikkalands
Shisham greiðir frá, at tað var av
gerðandi fyri hann, at hann kundi
fáa familjusamanførðing í landi
num hann fór til. Hann ætlaði at
finna eitt stað, har hann kundi gera
sína útbúgving lidna, men hann
kundi ikki ferðast tað vandamiklu
leiðina við allari familjuni. Av
gerðin fall tí á Holland, sum hann
hevði lisið seg fram til var eitt
land við góðum møguleikum fyri
familjusamanførðing. Men tað
var ikki lætt at koma til Hollands
úr Jordan.
- Eg hevði avtalað at fara saman
við einum vinmanni við flogfari
til Turkalands. Hann kendi onkr
an í Turkalandi, sum skuldi gera
ferðina um Evropa, so vit skuldu
ferðast saman við teimum, greiðir
Shisham frá. Hann sigur, at hann
hevði eitt galdandi pass, og at hann
tí kundi ferðast til Turkalands
uttan trupuleikar, men at vin
maðurin hevði størri trupuleikar
við hesum.
- Tá vit komu til flogvøllin, fekk
hann at vita, at hann slapp ikki at
ferðast. Eg ætlaði at droppa mína
ferð eisini, men hann bað meg fara
allíkavæl. Tá eg kortini noktaði, tí
eg var rættiliga nervøsur fyri ferð
ini, sum lá fyri framman, trýsti
hann meg nærum inn í flogfarið,
sigur Shisham.
Tað var eyðkenni fyri ferðinar
um Evropa, at tað vóru nógvir
ungir menn, sum ferðaðust einsa
mallir. Shisham greiðir frá, at
hóast tað var tungt, kundi hann
ikki lata genturnar hjá sær vaksa
upp í flóttaleguni, og tí mátti hann
fara avstað. Í Zaatari leguni, sum
nú er vorðin rímiliga væl útbygd
við húsvognum, við vatnskipanum
og egnum vesi, var støðan als ikki
tann sama í 2012, tá hann byrjaði
ferð sína. Tá var deilt vesi á leguni,
lítið av vatni, og familjurnar búðu
í tjøldum. Ynskta dótturin var
vorðin sjúk av sólini, tá familjan
ferðaðist úr Sýria til Jordan, og
tí hevði Shisham rættiliga tíðliga
skaffað ein húsvogn, sum allar
familjurnar fingu tíðliga, og hann
heldur eisini, at familjan var ímill
um tær fyrstu við egnum vesi. Tá
Shisham byrjaði ferð sína, var
konan við barn við tvíburðum, og
tað var tí tungt hjá honum at fara
avstað.
Fingu samband
við smuglara
Shisham kom til Turkalands í
øllum góðum, men hettar var
bara byrjanin uppá ferðina, sum
tástani tá skuldi byrja veruliga.
Eftir at hann var lendur, ringdi
hann til vinmannin, sum ikki var
sloppin við flogfarðinum. Hann
bað tá Shisham ikki bíða eftir sær,
tí hann ikki visti nær hann fekk
møguleikan at ferðast.
- Eg møtti nøkrum øðrum, sum
eisini ætlaði sær at gera ferðina um
Evropa. Vit fingu samband við ein,
sum kundi smugla okkum í bátum.
Hann hevði lovað at sigla okkum
yvir um hav, men hóast hann var
við í bátinum, tá vit løgdu frá landi,
leyp hann úr bátinum tá vit enn
vóru í Turkalandi og slepti okkum
einsamøll út á hav har vit mistu
tamarhaldið á bátinum í ringum
veðri, greiðir Shisham frá. Hann
sigur eisini, at áðrenn hann fór
umborð á bátin, hevði hann møtt
Flýggjaði úr Sýria til Hollands
Um Shisham:
Shisham er 34 ár og hevur
fýra døtrar. Hann býr í
einum húsvógni í Zaatari
leguni saman við børnunum,
konuni og mammuni, meðan
pápin og tvær systrar enn
eru í Sýria, har tey nú eru
fangað, tí landamørkini eru
stongd. Shisham las innan
evnafrøði og var í gongd við
at blíva serfrøðingur í at
skilja radioaktiv evnir frá
olju. Hann arbeiddi undir
lesnaðinum millum annað fyri
Shell og livdi tá í tíðini fyri
síni yrkisleið. Nú livir hann
bara fyri morgindegnum.
- LÍVIÐ HEVUR
MIST INNIHALD