Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-08-09, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 9. august 2018síða 13

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 10. AUGUST 2018 SOSIALURIN 91 13 einum manni frá heimstaði sín­um í Darraa, og hesin maðurin kendi nábúgvar hansara í Zaatari legu­ ni. Hóast hetta var gott í støðu­ni, skuldi tað vísa seg at fáa van­lukku­ ligar fylgur. - Vit vóru vilst á sjónum í ring­ um veðrið, og onkursvegna var orð komi út um, at vit vóru sjóðlatin. Tí­verri komu boð um, at eg var deyður til familju okkara umvegis ná­búgvarnar. Konan hjá mær, ið longu var illa fyri, misti tvíburðar okkara av skelki og pápi mín endaði á sjúkrahúsinum við sínum ringa hjarta, greiðir Shisham frá. Tá hann langt um leingi kom í land fekk hann ringt til foreldur síni, sum sjálvandi vóru glað fyri at hann var á lívi. - Men tað var tungt at hoyra alt, sum var hent. Eg umhugsaði tá at venda aftur, men foreldur míni bóðu meg endiliga halda fram við ferðini nú, tá eg var komin so langt. Eg so gjørdi, og nú byrjaði langa fjakkara­gongan til Hollands, greiðir Shi­sham frá. Hann er ógvuliga rørd­ur á málinum. Hansara mót­ falni er afturvendandi, og ímill­um setningarnar endurtekur hann alla­tíð, at lívið hevur mist enda­ málið, sum tað hevði. Steðgaðir av løgregluni Shisham greiðir frá, at tað er ómøgu­ligt at siga alla søguna um ferð teirra í teir fái tímarnar, sum vit hava saman við honum, men hann skal royna at siga eins nógv og møguligt um ferðina. Hann er mót­fallin og sigur, at hann ikki veit, um tað gagnar hansara søk at siga sína søgu, men at hann er desperat­ur. - Ferðin var til Hollands um­ vegis Makedonia, Serbia, Ungarn, Eysturríki og Týskalands, greiðir Shi­sham frá. Hann sigur at ein stór­ur partur av ferðini var til gongu, og at hann onkrar dagar gekk upp í 30 kilometrar. Stundum varð gingið í størri bólkum og aðr­ ar tíðir gekk hann einsamallur, sig­ur hann og minnist til ferðina ígjøgnum Ungarn. - Vit gingu øll í stórum bólkum tá fyri at passa uppá hvønn ann­an, sigur hann og greiður frá, at løg­ reglan í Ungarn var byrjað at taka fingraprent frá flóttafólki. Hetta var vandamikið fyri tey, sum ikki ætlaðu sær at steðga í Ungarn, tí um tað kann prógvast, at tú hevur verið í einum ES landi, eigur tú at steðga í tí landinum, sigur Shi­sham og grei­ðir frá, at ongin familju­ saman­førðing var í Ungarn. - Vit vórðu steðgaði av løg­ regluni tætt við grensuna til Eystur­ríki í einum bólki við meira enn hundra fólkum og førd inn í eina skóg at bíða, áðrenn vit øll skuldu taka fingraprent, greiðir Shi­sham frá. - Tá tóku eg og tveir aðrir avgerð um at flýggja. Vit sníktu okkum til endan av skógini og byrjaðu so at renna. Ein løgreglumaður sá okkum, men tíbetur gjørdi hann onki fyri at steðga okkum, tí at løg­ reglan mátti verja skógin, so­leið­is at øll ikki rýmdu, greiðir Shisham frá. Og sigur, at hann bert eina aðru ferð varð steðgaður av løgregluni á ferðini til Hollands. - Tá eg kom til Týskland búði eg í Munchen í nakrar dagar, har eg savnaði mær pening til eina tokferð til Hollands. Beint áðrenn eg skuldi fara til Hollands svav eg á tokstøðini. Eg gjørdist kløkkur tá eg vaknaði av, at tvey løgreglufólk stóðu uppiyvur mær. Til alla lukku bóðu tey meg bara flyta meg og ikki sova har, sigur Shisham og undrast á, hví tey ikki bóðu um at síggja hansara samleikakort. Sum ein grísk-tragedia Úr Týsklandi kom Shisham til Hol­ lands, har hann hevði ynskt sær at komið. Men tað skuldi vísa seg at verða torførari at fáa familjuna við, enn hann hevði væntað. Við Shi­ sham tykist tað ikki, sum nakað hevur ein lukkuligan og lættan enda. Allatíð er onkur nýggj av­ bjóðing. Søgan minnir meira og meira um eina griska tragediu. Líka­mikið hvat, gongur alt í søguni galið, og eg og týski starvsfelagi mín eru báðir byrjaðir í at ivast, um søgan kann passa. Hevur maðurin nøk­ur pappírsprógv uppá ferðir­ nar hjá sær? Passar alt hann sigur okkum? Hann varnast at vit blíva við at spyrja inn til pappír um seg og eftir eina løtu fer hann eftir ein­um kufferti, har hann hevur goymt øll pappír. Í bunkanum eru um­framt ferðaseðlar, skúlaprógv hansara og svør hann hevur fing­ ið uppá ymiskar umsóknir frá hollendskum myndugleikum. Har eru eisini prógv uppá ymisk skeiðir hann hevur tikið í Hollandi og sam­ leiðkaprógv hansara. Bíðitíðin í Hollandi og avgerðin um at fara aftur til Jordan - Tá eg kom til Hollands fór eg beint á løgreglustøðina at boða frá at eg var í landinum og at eg var flóttafólk. Eg bleiv vístir til eina støð fyri flóttafólk dagin eftir, greiðir Shisham frá. Hann sigur, at hann dagin eftir var fluttur til Grønningen, har ein støð fyri flótta­fólk var. - Eg byrjaði at læra meg málið frá fyrsta degi, tí eg vildi hava bestu møguleikarnir at gera mína útbúgving lidna og fáa familjuna til Hollands, greiðir Shisham, sum er flótandi í hollendskum frá. Men tað gekk ikki eins lætt og hann hevði trúð at fáa familjusamanføring. - Eg bíðaði og bíðaði. Eg møtti á skriv­stovuni á støðini hvønn dag, men fekk at vita at eg mátti bara bíða. Sjálvur fekk eg uppihaldsloyvi rætti­liga skjótt, men tað gekk seint at fáa familjusamanføring, sigur hann og greiðir frá at hettar als ikki var støðan hjá øllum. - Eg sá vinir mínar fáa familju sína til landið og undraðist á, hví tað ikki bar til hjá mær. Onkur bíðaði í 5 mánaðir, men eg fekk onki svar aftaná 11 mánaðir, sigur hann mótfallin. - Eg skilji ikki hví eg, sum altíð var so seriøsur við mínum yrkis­ lívið og las væl uppá, eri endaður her. Mínir vinmenn, sum ikki høvdu nakra familju, hava fleiri gjørt sína útbúgving lidna í eitt nú Týsklandi. Teir gjørdu ikki eins nógv burturúr, tá vit vóru heima, men eg føli tað sum eg verði revsaður fyri at hugsa um mína familju, sigur Shisham og leggur aftur­at, at hann fekk at vita frá ein­um vinmanni, sum hevði verið og vitjað í leguni í Jordan eftir 11 mánaðir, at konan og pápin hjá sær vóru ógvuliga sjúk. Hann fekk fatur á pápa sínum, sum bæð hann koma heim at vitja. - Eg tók tí avgerð um at fara heim og vitja og fekk loyvi til tess, greið­ir Shisham frá. Hann sigur, at støðan var nógv verri enn hann hevði ímyndað sær og at veruliga grundin til ynskið hjá pápanum als ikki var sjúka. - Systir mín var enda í fangahúsi, tá hon royndi at flýggja til Jordan. Maður hennara hevði eisini biðið um hjúnaðarskilnað, eftir at hon var endað fongsli, sigur hann og greið­ir frá, at tað er ein mentan­ ar­ligur trupulleiki, at ein øgilig skomm fylgir konum, sum enda í fongsli. - Pápi mín varð noyddur at fara til Sýria at fáa systur mína úr fongsli. Tá tú ferðast til Sýria, hevur tú ongan møguleika at koma útaftur nú, og tí hevði hann biðið meg koma at siga sær farvæl, greið­ir Shisham frá. Hann sigur, at konan var ógvuliga sjúk, og at hann tí, hóast hann ferðaðist aftur til Hollands, skjótt tók avgerð um at fara til Jordan at taka sær av familjuni, sum nú ongan mann hevði at hjálpa sær. Fangaður í Jordan og mist drívmegina Støðan hjá Shisham er nú ógreið. Hann veit ikki, um hann hevur nakran møguleika at koma aftur til Hol­lands, ella um hann yvirhøvur sleppur nakrastaðni við familjuni. Hann hevur roynt at tikið lesnaðin upp aftur á leguni, men tað hevur heldur ikki eyðnast. - Tí at eg eri 34 ára gamal, eri eg ofta akkurát ov gamal til tey tilboðini, sum eitt nú gávugrunnar hava, sigur hann og leggur afturat at hann hevur roynt alt hann kann. - Hetta er onki stað at vaksa upp í hjá børnum. Eg vil ikki hava, at mínar døtrar vaksa upp her, tí tær hava ongar møguleikar, sigur hann og endurtekur sama niðurlagið, sum hann hevur sagt fleiri ferðir. - Mítt lív er endað. Eg livi bara fyri næsta daginum, men uttan inni­hald, sigur Shisham at enda sera mótfallin. Kann tað passa? Tá Shisham greiðir frá um støðuna hjá sær, byrjar ein at spyrja, um hon veruliga kann bera til. Kann alt ganga so galið? Hann varnast at vit blíva við at spyrja inn til pappír um seg og eftir eina løtu fer hann eftir einum kufferti, har hann hevur goymt øll pappír. Í bunkanum eru umframt ferðaseðlar, skúlaprógv hansara og svør hann hevur fingið uppá ymiskar umsóknir frá hollendskum myndugleikum. Har eru eisini prógv uppá ymisk skeiðir hann hevur tikið í Hollandi og samleiðkaprógv hansara. Vit kannaðu pappírini og máttu sanna, at søgan passaði. Kríggið í Sýria: Borgarakríggið, sum enn er í Sýria, byrjaði í 2011, tá friðarlig mótmælir vórðu svaraði harðliga av stjórnini. Bashar al- Assad er forseti í landinum, og stórir partar av fólkinum kravdu at hann fór frá sum liður í, at sokallaða Arabiska várið hevði gjørt at aðrir einaræðisharrar máttu leggja frá sær. Tað verður mett, at kríggið higartil hevur kostað meira enn 350.000 mannalív og gjørt nógv fleiri til flóttafólk. Sýriskir- og kurdiskir uppreistrarbólkar, sum berjast ímóti Assad stýrinum, verða stuðlaðir av vesturheiminum, men eftir at kríggið breyt út, royndi yvirgangsfelagsskapurin, Islamiski Staturin, at gera sær dælt av støðuni og vinna sær valdið í landinum. Islamiski staturin hevur mist tann størsta partin av økinum tey høvdu, meðan Assad-stýrið, við stuðli frá Putin, hevur yvirtikið nógv tann størsta partin av landinum aftur. Mett verður at umleið 5 milliónir flóttar eru komnir úr krígginum í Sýria, har av 1 millión fór til Evropa. Jordan hýsir áleið 650.000 srásettum flóttafólkum, men mett verður at veruliga talið er nærri 1.4 milliónum. Jordan er sostatt eitt av londunum, sum er allar harðast rakt av flóttafólkakreppuni. Shisham hevur 4 døtrar og býr saman við teimum, konuni og mammu síni