Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-08-09, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 9. august 2018síða 14

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 10. AUGUST 2018 SOSIALURIN 91 14 Við flóttafólki í Jordan TEMA: Við flóttafólki í Jordan REGIN WINTHER POULSEN M unurin á Al-Azraq legu­ni og Zaatari er skríggjandi við fyrsta eygnakast. Zaatari, sum greitt er frá um í ser­skildari grein, var frítt, og ein kundi ferðast kring leguna uttan stórvegis trupuleikar. Tann eina dag­in í Zaatari leguni varð ferðast uttan bil. Vanligar fólkalagnur vóru eisini lættari at fáa uttan stórvegis hóva­sták, tí ein kann tosa óskerdur við fólk, sum búgva í leguni. Í Azraq skal ein hava bil, sum er góðkendur áðrenn ein slepp­ur inn í leguna. Ímeðan tú ferðast kring leguna, er umboð úr jordansku fregnartænastuni altíð við tær og gevur boð um, hvat ein kann taka myndir av. Tá allar samrøður verða gjørdar ræð­ ur um at koma nakrar minuttir vekk frá fregnartænastuni, tí tað er týðiligt, at fólk aftra seg í at út­ tala seg ov nógv um forholdini á leguni, tá eftirlitsmaðurin lurtar. Vit hava avtalu við UNHCR um­ boðið, Emmanuel, um at taka okk­um runt í leguni. Hann vísir okkum útbúgvingarmiðstøðir, maakani sentur, fyri ung og mark­ naðin. Hann vísir okkum eisini út­búgvingarstøðir fyri tilkomnar konur, har tær kunnu læra at seyma og seta hár. Men hann greið­ ir sjálvur frá, tá vit hava frið frá fregnartænastu eina løtu, at hann ikki fær sagt allan sannleikan, tá hann ikki er einsamallur. Marknaður uttan lív - og uttan fregnartænastu í eina løtu Tá ein hevur ferðast á eitt nú Zaatari marknaður er týðiligt, hvussu skerdur marknaðurin í Al- Azraq er. Tí at legan er nógv betur skip­að, kann ein og hvør ikki opna handlar á marknaðunum á leguni. Tað er avgjørt áðrenn búðirnar eru gjørdar, hvat fyri handlar kunnu vera á gøtunum, og so hava flótta­ fólk søkt um loyvi at reka búðirnar. Lívið er als ikki tað sama sum í eitt nú Zaatari. Á marknaðinum keypa vit okkurt at eta, og umboðið hjá fregnar­tænastuni situr í bilinum eina løtu og etur, ímeðan vit ganga runt. Nú er høvi at seta nærri spurn­ingar til evnir, sum legan hevur verið skuldsett fyri. Eitt nú hevur Human Rights Watch víst á, at fleiri túsund fólk eru horv­in í legunum, og jordanskir myndug­ leikar eru undir illgruna fyri at út­flyta fólk aftur til Sýria. Umboð fyri UNHCR váttar fyri okkum, at tað hvørva nógv fólk, og at hann ikki kann úttala seg um tað, ímeðan fregnartænastan er hjá. Hann sigur eisini at fregnartænastan ger arbeiðið hjá tíðindafólkum tor­ført á staðnum, tí alt skal vera undir eftirliti. Aftur til veruleikan - fregnar­tænastan liðug at eta Tá umboðið hjá fregnartænastuni er liðugt at eta, gongur leiðin á stóra sólorkuverki í Al-Azraq, sum IKEA hevur givið í gávu til Al- Azraqq leguna. Á staðnum arbeiðir Abdallah, sum er Sýriskur flótti, sum arbeiddi sum elektrikkari í Sýria. - Hetta gevur mær møgulleika at arbeiða við einum øki, sum eg havi áhuga í, greiðir hann frá. Sum tann fyrsta flótta­fólka­ legan nakrantið fer fólkið Al-Azraq at hava fulla atgongd til streym. Yvir­høvur hevur UNHCR lagt seg eftir at altjóða myndugleikar skulu síggja neyðuga tørvin hjá flótta­ fólkum sum annað enn bara mat og vatn. Endamálið er at sleppa undan, at eitt heilt ættarlið av ungdómi ikki stendur uttan før­ leikar tá kríggið vónandi skjótt verður liðugt. Snýr seg um at útbúgva Tað er ein grundleggjandi munur á Al-Azraq og eitt nú Zaatari leguni er, at Al-Azraq varð tekna og bygd, áðrenn nakar flutti inn í leguna. Zaatari legan varð gjørd, tí fólk savnaðust í økjunum, sum lá fáar kilo­metrar frá sýrisku grensuni. Azraq legan er tí nógv betur skipað, men eisini lættari at halda stýr á enn hin legan. Legan er deild upp í seks býir, harav fimmti býurin er lukkaður fyri tíðindafólkum og flótta­fólkum, sum búgva í leguni aðra­staðni, tí fólk sum enn hava sam­band við kríggið í Sýria ella eru undir illgruna fyri yvirgang búgva har. Á leguni eru annars eins og á øðr­um legum í Jordan Maakani sent­ur, har børn kunnu koma at læra. Skúlar fylgja jordanska skúla­árinum og eftir skúlatíð møta børnini á miðstøðunum, har tey fáa undirvísing í teldu, kunnu læna bøkur og gera onnur frí­tíðar­yrki. Eldri børn og vaksin kunnu fáa undirvísing í fakum fríð­kanar­serfrøði ella ymisk hand­ verkaraøkir. - Fólkini skulu fáa undirvísing í fakum, sum tey kunnu brúka innan­ fyri og uttanfyri leguna, greiðir um­boð fyri UNHCR frá og vísir á, at umframt at ung fólk kunnu taka studentarskúlaútbúgvingar, kunnu tey fáa undirvísing á uni­ versitetsstøði í verkfrøði og tá skulu endaligu verkætlanirnar kunna brúkast á leguni sjálvari. Ein ungur maður, ið nevnist Fir­haz og lesur verkfrøði, greið­ ur okkum frá um ymiskar verk­ ætlarnir, sum eru gjørdar á leguni. Ein prototypa av einum bili, sum skal hjálpa teimum, ið bera brek, er ein av verkætlaninum. Bil­urin steðgar um hann rakar okkurt og koyrur við sólorku, og Fir­haz hevur sjálvur verið við til at gjørt prototypuna av bilinum. Somu­ leiðis hava onnur gjørt eina mosku, sum er drivin av sóllorku. Umboð fyri UNHCR greiða okk­ um frá, at dreymurin sjálvandi er at víðka um útbúgvingartilboðini, men at tað er trupult. - Í ár hava vit, orsaka av mink­ andi stuðli, einans fígging til 90 prosent av árinum, greiðir Emmanuel, sum vísir okkum runt á túri­num frá. Emmanuel var sjálv­ur flóttafólk í Suður Sudan, og hann greiðir frá, at sum flóttafólk er ikki altíð so týdningarmikið, hvat tú lesur. Hann las sjálvur “undir­ vísing” á sínari flóttalegu í Sudan, tí tað var hansara møguleiki út úr leguni. Ein trupuleiki, sum Al-azraq hevur til felags við aðrar legur í landi­num er, at ávís børn ikki hava møgu­leika fyri at luttaka á felags akti­vi­tetinum. Gentur kunna antin verða giftar vekk tíðliga ella verða noyddar at arbeiða heima, tí for­ eldrini arbeiða uttanfyri leguna, men leiðarin á eini Makaani mið­støð greiðir okkum frá, at trupuleikin er minkandi og tølini frá Juni mánaða vísa, at nærum allur ungdómurin á leguni gongur í skúla. Við at hava samband við for­ eldrini og bjóða teimum til ymisk til­tøk, hava tey megnað at brotið múrarnar fyri, at fólk ikki luttaka. Flóttalegurnar í Jordan eru ymiskar, og fólk liva ikki undir somu treytum í ymisku legunum. Al- Azraq, sum er næststørsta flóttalegan í Jordan, varð bygd og skipað liðugt, áðrenn nakar flutti inn í leguna. Men eftirilitið er sterkari og frælsi heilt ørvísi enn í øðrum flóttalegum Í AL-AZRAQ UNDIR EFTIRLITI Inngongdin til leguna. Tað eru fleiri kilometrar frá inngongdini til bústaðirnar á leguni