Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-08-09, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 9. august 2018síða 15

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 10. AUGUST 2018 SOSIALURIN 91 15 Al-Azraq flóttafólkalegan: Í Al-azraq búgva áleið 37.000 fólk. Legan er skipað og teknað, áðrenn nakar flutti inn í leguna, og tí er hon ørvísi enn Zaatari legan. Á leguni eru tey somu tilboðini til ung sum í øðrum flóttalegum, men tað er ikki eins lætt at fáa arbeiði uttanfyri leguna sum í eitt nú Zaatari, tí legan liggur longri vekk frá nøkrum bygdum øki. Legan er deild upp í “býir” ella Villages. Jordanska fregnartænastan heldur neyvt eftirlit við leguni og tann sokallaði “fimti býurin” er lukkaður fyri almenningi og øðrum flóttafólkum í leguni. Al-Azraq legan verður allarhelst tann fyrsta við streymi til øll húsini í leguni. IKEA hevur gjørt eina stóra sólorkumiðstøð, sum skal røkka til øll hús í leguni í august í ár, men ivasamt er, um tey røkka málinum. Firhaz: Firhaz lesur á øðrum stigi innan verkfrøði. Hann hevur verið við til at gjørt eina prototypu av einum bili, sum skal hjálpa teimum, ið bera brek á leguni. Tá hann búði í Sýria droymdi hann um at lesa arabiska bókmentafrøði ella vinnuleiðslu, men hann er glaður um møguleikan at lesa verkfrøði. Maakani miðstøðir: Maakani miðstøðir eru undirvísingar- og frítíðarøki hjá børnunum í leguni. Har fáa tey undirvísing innan teldu og annars innan vanlig fak. Har kunnu tey eisini sparka bólt, mála og spæla saman. Á støðunum arbeiða tey eisni við, at børnini skulu koma yvir tey óhugnaligu minni frá barndóminum. Tá vit vitja Maakani miðstøðina á Al-azraq, greiðir ung genta okkum frá, at hon hevur lært at arbeiða við teldu hendan dagin. Eitt nú hevur hon lært at gera mappur á skrivaraborðinum og at tú kann nevna tær eftir tær sjálvum ella eini vinkonu... Og tað rennur einum til hugs hvussu eins vit í síðsta enda eru. Emmanuel: Emmanuel vísir okkum runt á leguni. Hann arbeiðir fyri UNHCR, men er sjálvur flóttafólk úr Suður Sudan. Hann heldur at hansara persónligu royndir koma væl við, tí hann kann tosa við hini flóttafólkini í eygnahædd. Aftaná skúla, kunnu børnini koma til miðstøðir, har millum annað verður undirvíst í teldu. Gentan á myndini greiddi frá, at hon hendan dagin hevði lært at gera mappur á telduni, og at man kundi kalla mappurnar upp eftir vinkonum Fyri at fáa arbeiði uttanfyri Al-azraq leguna, skalt tú hava loyvi frá UNHCR og Jordanskum myndugleikum Maðurin á myndini er Abdullah, sum arbeiðir við sólorkunið á leguni. Hann hevur arbeitt við tí sama síðani hann koma á leguna Tvær gentir úr Zaatari leguni