hósdagur 9. august 2018síða 16
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 10. AUGUST 2018
SOSIALURIN 91
16
GEKKURIN: Gekkamillióningar
PÆTUR HJALMAR EVENSSON
F
ríggjadagin 3. august fór størsti
Gekkurin nakrantíð til ein hepnan
vinnara í Hoyvík. Tað var Benny
Nielsen, ið vann gekkin áljóðandi
3,4 milliónir. Hann bleiv sostatt størsti
gekkavinnari nakrantíð í gekkasøguni.
Hóast Benny Nielsen er størsti
gekkamillióningurin, er hann ikki tann
einasti, ið er vorðin millióningur av
eydnuspælinum hjá Kringvarpi Føroya.
Fyrstu ferð Gekkurin fór upp um eina
millión var í 2008, og aftaná 2013 bleiv tað
meira vanligt at síggja milliónaupphæddir
í gekkinum, eftir at Kringvarp Føroya
hevði broytt leistin og sett fleiri pengar í
spælið. Síðani 2013 hevur Gekkurin verið
omanfyri milliónina seks ferðir tilsamans.
Sosialurin hevur fingið orðið á nakrar av
gekkavinnarunum seinastu árini fyri at
hoyra, hvussu tað hevur gingist teimum
sum gekkamillióningar.
Súsanna Dahl Jacobsen úr Klaksvík vann 1,1 millión
- Tað var so óveruligt
- Eg blívi næstan líka reyð um oyruni nú bara av at tosa um tað. Tað var
so lekkurt og óveruligt, mann trýr tí ikki, sigur Súsanna Dahl Jacobsen
PÆTUR HJALMAR EVENSSON
F
yri
tveimum
árum
síðan slapp ein heppin
klaksvíkingur ígjøgnum
at snara gekkahjólið. Tað
var Súsanna Dahl Jacobsen, og
hon vann 1,1 millión í august 2016.
Hon koyrdi pengarnar í tann
reyða leypin, og tá hon eftir fyrsta
snar kom á tann gula leypin, kundi
hon ikki verið minni áhugað í
køkinum og teldupakkanum, sum
fjaldi seg í tí leypinum. Hon vildi
hava alt ella einki.
- Eg lurtaði slett ikki eftir verti
num, tá hon fortaldi, hvat mann
kundi vinna. Eg koyrdi beint
víðari eftir milliónini. Tað skuldi
vera antin alt ella einki. Tíbetur
kom tað á tann reyða gekkin
næstu ferð, eg snaraði, sigur
Súsanna og flennur spent.
- Eg blívi næstan líka reyð um
oyruni nú bara av at tosa um tað.
Tað var so lekkurt og óveruligt,
mann trýr tí ikki.
Ein sjómannadagur sum
ongantíð verður gloymdur
Súsanna hevur altíð spælt gekk,
og hevur eisini altíð gjørt nógv
burturúr, tá Gekkurin er á skránni.
Hetta fríggjakvøldið var tað púra
øvugt. Hon sat einsamøll og spæl
di og hevði einki fyrireikað.
Hetta fríggjakvøldið var tað
Sjómannadagur í Klaksvík, og
tá plagar altíð at vera nógv lív í
býnum; so tá hon vann, spurdist
eitt stórt ball burturúr heima hjá
henni.
- Húsið varð pakkað við fólki
næstan beinanvegin. Øll, sum eg
kenni, komu inn til mín. Tað hoyrist
jú so skjótt, hvør hevur vunnið.
Grannarnir komu inn í gongina,
beint tá eg var komin ígjøgnum,
og teir stóðu har, meðan eg snaraði.
Tað var ball fallera til tann ljósa
morgun við sjampanju, øli, víni,
bommi og øllum. Eg fari ongantíð
at gloyma handan Sjómannadagin,
sigur Súsanna Dahl Jacobsen.
Fingið ting, hon altíð
hevur ynskt sær
Pengarnir komu ordiliga væl við
hjá henni. Hvør króna skuldi ikki
longur vendast, og hon slapp frá
at hugsa um at kanna banka
kontuna allatíð fyri at hyggja, um
har var nakað á.
- Áðrenn mátti eg ofta siga
nei til alt møguligt orsakað av
pengamangli, men tað bleiv
broytt, tá eg vann gekkin. Nú
kundu vit forskelligt, sum vit
ongantíð høvdu kunnað áðrenn.
Eg havi fingið ymiskt, sum
eg altíð havi ynskt mær, m.a.
nýggjan køk, stóra altan við
dupulthurð, vindeygu, nýggjar
møblar og bil. So havi eg eisini
hjálpt børnunum við at gjalda
ymiskt hjá teimum.
Hon hevur ikki brúkt alt upp
enn, men hon veit, hvat tað skal
brúkast til. Hon heldur tó, at hon
hevði gjørt øðrvísi av, um hon
hevði vunnið í dag.
- Tað er so óveruligt at eiga so
nógvar pengar. Hevði eg vunnið nú,
hevði eg nokk hugsað meg betur
um og brúkt pengarnar øðrvísi.
Kennir kensluna hjá
øðrum gekkavinnarum
Súsanna spælir enn javnan
gekk, og hon hevur verið nær
við at vunnið tvær ferðir síðan.
Fyri trimum vikum síðan fekk
hon fulla plátu, men slapp ikki
ígjøgnum. Hon hevur ongantíð
verið nær við at vunnið nakað
fyrr. Eitt annað fríggjakvøld hevði
hon røttu endatølini, men slapp
heldur ikki ígjøgnum.
Henni dámar væl at spæla
gekk og følir hvørja ferð við teim
um, sum vinna, tí hon veit, hvussu
tað kennist.
- Eg hugdi við, tá Gekkurin á 3,4
milliónir fór 3. august. Eg kendi
hasa kensluna aftur - mann flýgur
langt omaná. Hatta er simpulthen
so vell. Mann følir við teimum,
sum vinna, og eg verði so glað
teirra vegna, tí eg veit, hvussu
tey hava tað, sigur Súsanna Dahl
Jacobsen.
GEKKAMILLIÓNINGARNIR
Tríggir gekkamillióningar greiða frá, hvussu tað var hjá teimum at knappliga gerast millióningar