Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-08-09, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 9. august 2018síða 17

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 10. AUGUST 2018 SOSIALURIN 91 17 Petur Johansen úr Leynum vann 2,2 milliónir - Tárini trillaðu niður eftir andlitinum - Eg havi keypt grundstykki og leiti enn eftir tilboðum at byggja húsið. Annars gav eg pengar burtur til foreldrini, ommuna og abban, systkini, mostur og gubba mín, greiðir Petur Johansen, gekkavinnari, frá PÆTUR HJALMAR EVENSSON P etur Johansen úr Leynum gjørdist í apríl 2016 hepni vinnarin av tá metstóra gekkinum á 2,2 milliónum krónum. Tá hann kom ígjøgnum, helt hann, at tað var so sjáldan, at nakar valdi tann gula leypin, so har valdi hann at koyra peng­ ar­nar í. Hann kom fyrstu ferð á 10.000 krónur, sum so kundi faldast við 10, men Petur valdi at fara víðari. Tað vísti seg at vera ein góð avgerð, tí aðru ferð hann snar­aði, steðgaði hjólið á gula leypi­num, og Petur Johansen úr Leyn­um gjørdist harvið størsti gekka­vinnari nakrantíð. - Fyrst trúði eg ikki uppá, at eg yvir­høvur hevði fulla plátu. Tá eg so ringdi inn og kom ígjøgnum, var tað bara heilt ótrúligt. Eg vildi illa spýggja, tá hjólið steðgaði á gula leypinum, og tárini trillaðu niður eftir andlitinum. Eg hevði so aldrin í lívinum væntað, at eg fór at vinna, sigur Petur Johansen. Dagin eftir skuldu milliónirnar há­tíðarhaldast, og tað varð gjørt við grill og einum balli. - Tað bleiv feiðrað við balli. Fleiri kammeratar komu forbí, og dag­in eftir fóru vit at grilla búffar, sum tá kallaðust “gekkabúffar”. Tað var av tilvild, at vit tóku hes­ar búffarnar, og vit sóu fyrst aftan­á, vit byrjaðu at grilla, at tað stóð “gekkabúffar” á pakkanum, greið­ ir hann frá. - Fólk vóru ógvuliga glað. Fleiri, sum eg ikki kendi, ynsktu mær alt tað besta, so tað var deiligt, at eingin fekk ilt í bakpartin av, at eg vann. Hann hugsaði ikki um at biðja sær frí frá arbeiði og fór til ar­ beiðis akkurát, sum hann altíð hevði gjørt. Petur er enn heilt niðri á jørðini, og lívið er ikki broytt nakað síðan tá. Verður enn mintur á tað Gekkavinnarin úr Leynum for­ tel­ur, at hann næstan ongantíð spælir gekk meira, uttan so at tað er saman við familjuni. Men hvørt fríggjakvøld, tá Gekkurin er á skíggjanum, verður hann enn mintur á, at hann vann gekkin í 2016. - Eg verði mintur á tað næstan hvørja viku, men tað er bara í skemti frá fólki og serliga kammerat­um. Men tað nyttar ikki at øsa seg um tað, eg taki tað bara vid einum smíli, sigur hann. Petur sigur, at hann hevur verri enn so brúkt allar pengarnar upp. Hann hevur givið nakað burt­ur til familjuna, og annars goym­ir hann pengarnar, til hann fer at byggja hús. Hann hevur keypt sær grundstykki. - Eg havi keypt grundstykki og leiti enn eftir tilboðum at byggja hús­ið. Annars gav eg pengar burt­ur til foreldrini, ommuna og abban, systkini, mostur og gubba mín. Aftrat stóru peninga­upp­hædd­ ini fekk hann eisini ein eyka­vinn­ ing, sum var ein snildfon.