hósdagur 9. august 2018síða 18
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 10. AUGUST 2018
SOSIALURIN 91
18
GEKKURIN: Gekkamillióningar
Sunrid Nielsen úr Sandavági vann 1,2 millión
- Hetta broytir ikki meg
- Hetta broytir ikki meg. Men tað ger alt so nógv lættari. Eg havi eini eldri hús,
sum treingjast til at gerast í stand, so tað rokni eg við, at tað mesta verður
brúkt til. Og so vænti eg, at ein partur fer til børnini og ommubørnini. Eg
fari ið hvussu er ikki út at ferðast, sigur 80 ára gamla Sunrid Nielsen
PÆTUR HJALMAR EVENSSON
S
unrid Nielsen og mað
ur hennara, Hans Arni
Nielsen, hildu 29. juni í ár
føðingardag í Gásadali.
Hans Arni fylti 85 ár tað fríggja
kvøldið, og í tí sambandinum
vóru tey 18 fólk samlað í Gása
dalsgarðinum, og tey spældu
øll gekk við tilsamans 85 gekka
seðlum.
Gekkurin var á 3,6 milliónum,
sum er størsta gekkaupphædd
nakrantíð, og Sunrid Nielsen
slapp ígjøgnum. Hon valdi at deila
gekkin upp, soleiðis at 1,2 millión
kom í hvønn leypin. Tey snaraðu
fyrstu ferð, og tá steðgaði hjólið
á 20.000 krónum, sum kundi
tíggjufaldast til 200.000 krónur.
So spent sum tey vóru í Gásadali,
hildu tey áfram, og tey endaðu so
á tí gula leypinum.
- Eg haldi ikki, eg fataði, at vit
høvdu vunnið nakað, fyrr enn øll
hini byrjaðu at rópa. Øll vóru so
øgiliga spent, sigur Sunrid, sum
altíð hevur hildið, at tað var ógjør
ligt at vinna í gekkinum.
- Tað var so óveruligt, tí eg
havi altíð sagt, at tað ikki ber til
at vinna í gekkinum. So eg føli
hatta akkurát sum eina ordiliga
gávu, greiður hon frá.
Tað var dóttirin, Solveig Leon
son, ið ringdi inn fyri mammu
sína og snaraði hjólinum. Fyri
hana var hetta eisini ein heilt ser
lig uppliving.
- Øll vit í Gásadalsgarðinum
stóðu uppi, og har var ýlan og
rópan. Tað var heilt óveruligt, og
hetta var eitt kensla, eg ongantíð
fyrr hevði følt í kroppinum, sigur
Solveig Leonson.
Fleiri serlig dømi
Okkurt týðir á, at tað loysir seg at
keypa 85 gekkar. Tí hetta fríggja
kvøldið komu tey í Gásadali
nevniliga tvær ferðir ígjøgnum.
Báðar ferð var tað Sunrid, ið
átti vinnaraseðilin, og talan var
enntá um tveir ymsar seðlar.
Øll 18 fólkini ringdu inn, og enn
einaferð vildi tilvildin, at tað
skuldi vera dóttirin, Solveig, ið
slapp ígjøgnum báðar ferðir.
- At vinna tvær ferðir sama
kvøld er nokkso serligt. Tað var
undarligt, at hon skuldi sleppa
ígjøgnum báðar ferðir, so hatta
var øgiliga heldigt, helt eg. Sum
mi hildu, at tað mátti vera okkurt
serligt við telefonini hjá henni,
sum gjørdi, at hon slapp ígjøgn
um, sigur hon.
Sunrid Nielsen sigur, at gekka
vinningurin fer ikki at broyta
uppá hana uppá nakran máta.
Hon hevur eisini gjørt av, hvat
pengarnir skulu brúkast til.
- Hetta broytir ikki meg. Men
tað ger alt so nógv lættari. Eg havi
eini eldri hús, sum treingjast til at
gerast í stand, so tað rokni eg við,
at tað mesta verður brúkt til. Og
so vænti eg, at ein partur fer til
børnini og ommubørnini. Eg fari
ið hvussu er ikki út at ferðast,
flennir hon.
Fríggjadagin 10. august fyllir
Sunrid Nielsen 80 ár, og tá gongur
leiðin aftur í Gásadalsgarðin at
halda rundan føðingardag. Tey
ætlaðu at royna eydnuna aftur og
keypa 80 gekkar til føðingardagin,
men nú tá Gekkurin fór síðsta
fríggjakvøld, verður talan nokk
ikki um so nógvar gekkar.
Sunrid Nielsen við vinnaragekkinum og Hans Arni Nielsen
MYND: JÓANIS NIELSEN