Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-08-09, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 9. august 2018síða 19

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 10. AUGUST 2018 SOSIALURIN 91 19 S tørsti gekkavinningurin í søguni fór 3. august 2018. Tað var Benny Nielsen í Hoy­vík, ið fyri einari viku síðani vann hann og harvið gjørd­ist millióningur. Hann hevði møguleikan at deila pengarnar í tríggjar leypar, men hann tók kjansin og koyrdi alt í tann gula leypin. Har skuldi ikki meira enn eitt snar til, áðrenn hann kundi kalla seg millióning. Aftan­fyri í telefonini hoyrdust fag­naðar­róp og Benny Nielsen varð málleysur, og dugdi ikki at skilja, at hann hevði vunnið. Vinnara­seðilin varð keyptur í Sør­vági. - Tað vóru nógvar til­feldig­heit­ ir, ið stungu seg upp. Konan hevði ongan­tíð verið í Gásadali, so vit fóru ein biltúr til Gásadals. Á veg heim steðgaðu vit í Sørvági at keypa fýra gekkar í Á-handlinum, sigur Benny Nielsen í samrøðu við Kringvarpið dagin eftir, hann vann gekkin. Síðsta talið hjá honum var 15, og tá hann fekk tað, ringdu tey øll fyri lívinum, og so slapp kona hansara ígjøgnum við sínari tele­ fon. - Eg veit ikki, hvat mann hugs­ ar. Tað er óveruligt. Mann fer at ristast – er hetta veruliga sann­ heit? Tað kvøldið komu fólk á gátt hjá Benny, og tey hugnaðu sær og há­tíðarhildu tær 3,4 milliónirnar. Hann segði við Kringvarpið, at peng­ar­nir skulu ikki brúkast bein­an­vegin, men skulu m.a. brúkast til at gjalda skuld. Týsdagin fekk hann kekkin til tær 3,4 milliónirnar handaðan, og hann hevur nú fingið pengarnar inn á kontu. Hann hevur ongar ætlan­ir um at arbeiða minni, segði hann við kringvarpsstjóran, tí honum hevur altíð dámt væl at arbeiða. - Gleðin við at arbeiða er stór, tað hevur hon altíð verið. Mær dám­ar væl at vera millum fólk og fáa nýggjar avbjóðingar. At arbeiða er ein so stórur partur av lívinum. BENNY NIELSEN EIGUR METIÐ VIÐ 3,4 MILLIÓNUM Broytingar í gekkinum í 2013 Gekkurin varð sendur fyri fyrstu ferð í 1997. Fleiri broytingar eru gjørdar í gekkaspælinum gjøgnum árini, og í 2013 gjørdi Kringvarp Føroya nakrar broytingar, soleiðis at upphæddirnar vórðu munandi størri. Gekkaupphæddin broyttist til at byrja á 100.000 krónum. Áðrenn var byrjað á 30.000 krónum. Á gekkahjólinum bleiv minsta upphæddin hækkað frá 2.5000 krónum til 10.000 krónur, og hægsti vinningurin fór frá at vera 5.000 krónur til 20.000 krónur. Haraftrat komu stóru leypavinningarnir eisini í spælið. Í dag veksur gekkaupphæddin veksur við 30.000 krónum hvønn fríggjadag, inntil Gekkurin kemur upp á 250.000 krónur. Her frá hækkar hann við 50.000 krónum, til hann er á 500.000 krónum. Eftir hetta veksur hann við 100.000 krónum upp til 1,5 millión. So veksur hann við 150.000 krónum upp til 1,8 millión fyri so at veksa við 200.000 hvørja ferð. Hesar broytingarnar fingu væl fleiri fólk at spæla gekk, og Kringvarp Føroya merkti beinanvegin ein øktan áhuga fyri Gekkinum. Men nú tykist tað sum, at føroyingar hava vant seg við stóru upphæddirnar, sambært leiðaranum í fyrisitingini, Jákupu Mikkelsen, at Gekkurin nú skal upp um milliónina, fyrr enn ordiliga nógv fólk byrja at spæla. So nú hava fólk vant seg við ein nýggjan standard í mun til fyrr, tá upphæddirnar vóru munandi minni. Í summar gjørdi Kringvarp Føroya ta broyting, at mann nú fekk møguleikan at deila gekkauppæddina upp í trý í teir tríggjar leyparnar. Tríggir teir størstu gekkamillióningarnir higartil 1. Benny Nielsen - 3,4 milliónir hin 3. august 2018 2. Petur Johansen - 2.2 milliónir hin 15. apríl 2016 3. Ása Christiansen - 1,7 millión hin 31. oktober 2014 Mest seldu seðlarnir í gekkasøguni 1 45.813 seðlar í september 2008 2 44.559 seðlar í september 2008 3 41.989 seðlar í oktober 2014 Metið í 2018 var 15. juni, tá 37.507 seðlar vórðu seldir.