hósdagur 9. august 2018síða 20
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 10. AUGUST 2018
SOSIALURIN 91
20
SAMHANDIL VIÐ RUSSLAND
DANMARK BLÆ
OG HEVUR MJØ
Í MUNNINUM
EIRIKUR LINDENSKOV
T
að eru risastórar nøgdir,
sum talan er um, tá vit
tosa vøksturin í danska
innflutninginum
av
gassi úr Russlandi. Í 2006 gjørdu
Dong Energy, sum nú eitur Ørsted,
eina keypsavtalu við russiska stats
gassfelagið, Gazprom, um at økja
munandi um innflutningin av gassi.
Síðani tá hava ES londini, eisini
Danmark, sett handilstiltøk í verk
ímóti Russlandi at mótmæla, at Russ
land hevur hertikið Krimhálvoynna
frá Ukreina.
Týsdagin avdúkaði Ritzau tíð
indastovan við skjølum frá Gazprom,
at talan er um seksfaldaðan vøkstur
í innflutninginum av gassi til Dan
markar úr Russlandi seinastu seks
árini.
Sjúrður eyðmýktur fyri
føroyska útflutnignin
– Tá eg var á fólkafundi á Bornholm
í juni fekk eg av at vita frá bæði pol
itikarum og journalistum fyri út
flutning okkara av laksi og makreli
til Russlands, sigur Sjúrður Skaale,
fólkatingsmaður.
– Eg var heglaður niður av fyrrver
andi verjumálaráðharranum, Nick
Hækkerup, sum er fólkatingsmaður
fyri danska Javnaðarflokkin, og sum
heilt víst verður ráðharri, um Javn
aðarflokkurin kemur í stjórn eftir
valið.
– Eisini var Martin Breum, journ
alistur, rættiliga kontantur og grovur.
Hann eyðmýkti meg beinleiðis
framman fyri øllum fólkunum har
við speiskliga at spyrja meg, hvussu
føroyingar kunnu vakna um morg
unin og síggja seg sjálvan í spegli
num, tá vit vita, at vit beinleiðis liva
av at selja ófatiligar mongdir av fiski
til eitt land, sum onnur hava stongt
úti við politiskum tiltøkum, sigur
Sjúrður Skaale.
Danmark er ikki so ide
alistiskt sum teir látast
Hann sigur víðari, at eisini Martin
Lidegaard, fyrrverandi uttanrík
isráðharri úr Radikala flokkinum,
segði, at føroyingar skuldu bara vita
tað, at um alt Evropa verður fylgt
við okkum, og at tað er ikki populert,
sjálvt um tað ikki verður sagt so
nógv alment.
– So eg var ordiliga hólavaður av
frá øllum síðum á almennum fundi.
Eg var eisini á einum heilt øðrum
fundi, har kritikkur eisini var frá
fyrrverandi verjumálaráðharra. Og
tað er júst tí, at eg havi grivið eitt
sindur í hesum málinum, og at eg í
síðstu viku fekk nøkur fakta á borðið.
– Vit mugu fáa staðfest, hvat er
fakta og hvat er tað reina hykl.
Sjúrður Skaale sipar til ein fyri
spurning, sum hann sendi Anders
Samuelsen, uttanríkisráðharra, um
danska útflutningin til Russland
seinastu fimm árini, og um útflutn
ingin hjá ES til Russlands sama tíð
arskeið.
Sjúrður Skaale, fólkatingsmaður:
– Hvussu kanst
tú hyggja at tær
sjálvum í spegli
num um morgun
in, tá tit liva so
sum tit gera og
byggja tykkara
vælferðarsam
felag á at tjena
pengar upp á
tað sum onnur
betala fyri at
boykotta?«
Martin Breum, journalistur
– Vit mugu fáa
staðfest, hvat er
fakta og hvat er tað
reina hykl, sigur
Sjúrður Skaale
Sølan av gassi frá Gazprom til Danmarkar í rúmmetrum
Keypa alsamt meira russiskt gass
Ørsted (danski staturin eigur 50,1%) keypir meira og meira gass frá stats
kontrolleraða russiska orkufelagnum Gazprom
– Tað er hykl, tá danskir politikarar og journalistar finnast at Føroyum og okkara
útflutningi til Russlands. At Danmark hevur seksfaldað innflutningin av gassi
frá russiska statsgassfelagnum Gazprom seinastu fimm árini vísir greitt, at
Danmark als ikki er so idelistiskt, sum tey vilja vera við, sigur Sjúrður Skaale