hósdagur 9. august 2018síða 21
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 10. AUGUST 2018
SOSIALURIN 91
21
SUR
L
EIRIKUR LINDENSKOV
– Tað er mín púra greiða støða, at
eingin ivast í okkara tilknýti til
NATO. Tað er sera umráðandi, at vit
á virðisøkinum standa saman við
Vesturheiminum. Hundrað prosent!
Tað leggur Sjúrður Skaale stóran
dent á.
Hann vísir á, at Edmund Joensen,
fyrrverandi fólkatingsamaður,
og hann tóku hendan spurningin
upp á einum fundi við Jens
Stoltenberg, NATO-aðalskrivara, í
Fólkatinginum.
– Tá segði Jens Stoltenberg, at
handil ikki er so týdningarmikil, so
leingi tað ikki er nakar ivi um, hvar
tað strategiska og diplomatiska
tilknýtið. Hvar loyaliteturin
liggur, hvar man hoyrir heima
dimplomatiskt og stratekiskt, so
ger handilin ikki so stóran skaða.
Í veruleikanum kann handil eisini
vera dempandi fyri, at konfliktin
breiðir seg norðuryvir, sigur Sjúrður
Skaale.
Hann vísir eisini á, at Magni
Arge og hann á fundi í USA við
toppráðgevarar hava borið tað sama
fram.
– Eg havi altíð sagt tað, at um
Føroyar ikki seldi makrel og laks
til Russlands, so manglaðu tær
matvørurnar í Russlandi, og so
hevði tað verið øgiliga sannlíkt,
at Russland breyt út úr teimum
fiskivinnuavtalum, teir hava við
Føroyar, Ísland, Noreg og ES og
settu sær sjálvum sínar egnu
kvotur. So hevði konfliktin breitt
seg norðuryvir. Og tað er tað, sum
vit gjarna vilja forða fyri, sigur
hann og vísir á, at sannleikin
faktiskt er tann, at tað at Føroyar
selja til Russlands kann forða fyri,
at konfliktin breiðir seg.
– Men tað er sera umráðandi,
at vit gera øllum greitt, at vit IKKI
eru í parti við Russlandi. Tað eru
tíverri komin nøkur keðilig signal
frá føroyskum politikara um tað.
men tað skal ikki vera nakar ivi
um tað yvirhøvur, leggur Sjúrður
Skaale dent á.
Og tað skal gerast púra greitt, at
vit IKKI eru í parti við Russlandi
Handil
kann lynna
konfliktina
Seinastu fimm árini – meðan Danmark og ES boykotta Russland,
hevur Danmark seksfaldað innflutningin av gassi úr Ruslandi
MYND: ALEXANDER NEMENOV/RITZAU SCANPIX SD
Føroysku fólkatingsmenninir Magni Arge og Sjúrður Skaale
(FOTO: TARIQ MIKKEL KHAN/RITZAU SCANPIX)
– Tølini sum liggja á borðinum
vísa, at Danmark er ikki so ide
alistiskt, sum bæði Martin Lide
gaard og Nick Hækkerup og nógvir
journalistar halda. Tølini, sum eg
sendi út í síðstu viku, vísa, at eisini
matvørur, sum er tann vøran, sum
er boykottað mest klárt, at har er
danska sølan til Russlands eisini økt.
Og tá so hetta her kemur afturat, at
Gazprom hevur seksfaldað sína sølu
av gassi til Danmarkar, so er tað nak
að, sum eg fari at føra fram, tá kri
tikkurin kemur aftur, sigur Sjúrður
Skaale.
Og hann ivast ikki í, at hann fer
at hoyra meira fyri hetta, tá fólka
tingsvalstríðið rættiliga fer at taka
dik á seg aftur.
– Hatta er ordilga at blása og
at hava mjøl í munninum, heldur
Sjúrður Skaale.
Ein ordans boomerangur
Sjúrður Skaale sigur, at hann
hevur skilt, at eitt ávíst trýst hevur
verið lagt á Danmark ymsa staðni
frá, og at fólk seta knyklar í brýr
av føroyska útflutninginum til
Russlands.
– Men tað er púra óhugsandi, at
Danmark kann gera nakað við før
oysku sløluna av laksi og markreli,
tá hatta eisini gongur fyri seg. Tí er
hetta tað reina hykl frá danskari
síðu. Bæði danski útflutningurin
til Russlands, og útflutningurin hjá
ES til Russlands er øktur 10 prosent,
sigur Sjúrður Skaale.
– Eg giti bara, at hetta fer at fáa
danska kritikkin at tagna. Og tað
hevur ikki verið hissini kritikk
ur og ikki frá hvørjum sum helst.
Kritikkurin er komin av hægsta
stað, bæði ein fyrrverandi uttan
ríkisráðharri, fyrrverandi verju
málaráðharri og ein toppjourna
listur sum Martin Breum. Teir fáa
trupulleikar við grundgevingunum
nú, tá Danmark als ikki heldur sínar
avtalur um tiltøk ímóti Russlandi.
– So hetta er vorðið sum boome
rangur, heldur Sjúrður Skaale.
EIRIKUR@SOSIALURIN.FO
Felagið Gazprom, sum russisk
staturin eigur, hevur seinastu fimm
árini selt alsamt meira nátúrugass
til Danmarkar. Her eru tølini í
millardum rúmmetrum av gassi:
* 2013: 0.3
* 2014: 0.4
* 2015: 0.7
* 2016: 1.7
* 2017: 1.8
* 2018: 1,1 milliardir rúmmetrar
ársins fyrstu sjey mánaðir, sum er
11,9 prosent øking í mun til sama tíð
arskeið í 2017.
Russiska nátúrgassið, sum endar
í Danmark, verður sent til Týsklands
og haðani víðari til Suðurjýllands
gjøgnum sokallaða Ellund-Egtved-
sambandið.
Danmark framleiðir tó meira nát
úrgass í økjunum í Norðsjónum enn
teir umleið 2,5 milliardir rúmmetr
arnir, sum árliga veitast gjøgnum
danska gassnetið.
Tí verður nógv størsti parturin av
innflutta russiska gassinum als ikki
sent út á danska marknaðin, men
verður í staðin selt víðari á evropiska
gassmarknaðin og sent víðari niður
í Evropa.
Nógv tann størsti gassinnflytarin
í Danmark frá Gazprom er Ørsted.
Orsøkin til, at ferlagið keypti al
samt meira russiskt gass, er, at Ør
sted og Gazprom gjørdu eina avtalu
í 2006.
Tá gjørdu tey bæði orkufeløgini
ein lantíðarsáttmála, og tað er orsøk
in til økta innflutnignin, sjálvt um
Danmark framleiðir meira gass, enn
donsku brúkararnir keypa, og sjálvt
um Danmark boykottar russiskar
vørur.
KELDA: GAZPROM, ENERGINET, NORDSTREAM. /RITZAU/
DANMARK SEKSFALDAÐI INNFLUTNINGIN AV GASSI ÚR RUSSLANDI