Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-08-09, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 9. august 2018síða 22

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 10. AUGUST 2018 SOSIALURIN 91 22 HITTI TRÓND Á SUMMARFESTIVALINUM Nakrar hendingar frá Summarfestivalinum 2009 og 2011 standa sterkt eftir í mínum minni. Á sumri 2011 var Rasmus Sebaach just komin niður av stóra pallinum, eftir sína konsert. Fjølmiðlafólk og onnur stóðu spent at taka ímóti honum aftanfyri - og eg stóð klár at fara á lítla Føroya tele pallin beint aftaná hansara konsert saman við kór gentunum og tónleikarunum í eini garagu nakað langt við síðuna av hansara. Men Tá kemur suðuroyar humorin í Trónd Enni, og rópar hann Rasmus burtur frá øllum resinum, og letur hann vita, at nakrar damur “sum eru hansara størstu fjepparar” vilja heilsa uppá hann. Rasmus var so galantur, og fekk hini at bíða, og kemur inn at heilsa uppá okkum. Vit stóðu sum kánus, tá Tróndur við einum speiskum smíli kom gangandi inn við Rasmusi. Vælvitandi um øll sum bíðaðu eftir honum, fekk Rasmus Seebach sær ein stól at sita á, og eina kalda øl, og vit høvdu eina framførslu fyri honum í eini garagu. Tað var nokk so komiskt. Men ordiliga stuttligt. Eisini kann eg nevna, at Tróndur og eg hittust á Summarfesivalinum 2009. So Summarfestivalurin kemur altíð at hava eitt serligt pláss í mínum hjarta. TANNÁRINGADREYMURIN GJØRDIST VERULEIKI Havi verið til nógvir sera góðir og stuttligir SF, tó er ein eg ongantíð gloymi. Fyri fýra árum síðan varð kunngjørt, at Twisted Sister kom á SF, og teir mátti eg uppliva. Eg keypti okkum atgongumerki til SF, og vit skuldu fara fríggjadag eftir arbeiðstíð norð til Klaksvíkar á festival. Meðan eg koyri heim hoyri eg í KVF, at ein myndakapping er og at vinningurin er at sleppa backstage at hitta Tvisted Sister. Eg gjørdi skjótt av, tók eina selfie við lp plátunum, eg átti av TS, og sendi inn, og eg vann. Eg og sonurin Torstein sluppu síðan backstage, og tað var stórt. Eg fekk autografar á lp pláturnar, var til myndatøku, og slapp at práta við limirnar í bólkinum, ein tannáringadreymur varð gingin út.So Summarfestivalurin kemur altíð at hava eitt serligt pláss í mínum hjarta. 15 TÆR BESTU SF-UPPLIVINGARNAR Summarfestivalurin í Klaksvík hevur í ár 15 ár á baki, og vit spyrja í hesum sambandi 15 fólk um teirra bestu SF upplivisi LAGT TIL RÆTTS; DAGFINN OLSEN · DAGFINN@SOSIALURIN.FO STÓRT Besta minnið var tá eg, konan, børnini og verfamiljan í 2013 leigaðu okkum eina skúlastovu, og hugnaðu okkum har. Trallaðu við til Kim Larsen. Og ikki minni hugnaligt var at jamma við Signari í Homrum í tjaldinum sama ár. STÓRT. ÓTRÚLIGT UPPLIVILSI Mín besta Summarfestival uppliving var, tá ið eg stóð á stóra palli við DANNY & THE VEETOS í 2016, tað var eitt ótrúligt upplivilsi. Síðani eg byrjaði at spæla guitar sum 17 ára gamal, hevði eg droymt um júst hetta, so tá ið dreymurin bleiv til verðuleika, gav tað mær eitt ordiligt boost at blíva við, og at skriva meira tónleik, og at stremba hægri. Lív Næs Barbara Brattaberg Jens Tummas Næss Danny Baldursson STEFFEN BRANDT STÓÐ OG LURTAÐI Ein tann besta løtan var, tá vit spældu við Tinganest í teltinum. Steffen Brandt stóð í fremstu røð og lurtaði. Seinni um kvøldið hitti eg hann, vit fingu rósandi orð fyri spæl, og eitt gott prát. Sera blíður og áhugaverdur persónur. Annars havi eg haft sera góðar upplivingar á Summarfestivalinum, bæði í persónligari viðgongd og mótgongd. Eg gleði meg til leygarkvøldið kl 18 við Tinganest á stórapalli. Holgar Jacobsen BESTA SF UPPLIVILSI ER HVØRT ÁR! Tá ið man, sum eg, er fluttur úr heimbygdini fyri nógvum árum síðan, er ikki so lætt at hava regluligt samband við tínar vinir frá heimstaðnum. Fyri 13 árum síðani funnu vit útav einum sera góðum máta at halda sambandið, og tað var, at hvørt ár so hittast vit øll í Klaksvík til eitt vikuskifti saman, og tað er sjálvandi á summarfestivalinum ! Hesa siðvenju hava vit hildið øll árini, hóast ikki øll hava møtt hvørt ár, og henda siðvenja verður eisini hildin í ár. Eg gleði meg tí altíð til eitt serstakt upplivilsi á hvørjum ári á summarfestivalinum. Vinarlagið og felagsskapurin er í topp, ikki bert hjá okkum, men í allari Klaksvíkini. Vit hava haft nógv góð upplivilsir saman á SF, eitt er góða vinarlagið og eitt annað er tær mongu góðu tónleikaupplivingarnar. Myndin vísir nøkur av okkum á SF fyri 6 árum síðani, vit eru til konsert í tjaldinum við Tinganest. Vágasound er jú eisini eitt, ið vit vinfólk hava til felags, og tað, at vit hava eitt persónligt samband til tónleikin, saman við nógvum góðum ungdómsminnum, ger tað ikki verri. Eg, ein vinkona, systir mín, og ein onnur vinkona Eyðgunn Samuelsen