Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-08-09, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 9. august 2018síða 23

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 10. AUGUST 2018 SOSIALURIN 91 23 BASSIM KOM Á VITJAN Tá ið ein skal líta aftur á undanfarnar Summarfestivalar, og finna eina perlu millum tær fjølbroyttu og sera hugnaligu løturnar, so er rættuliga ymiskt, hvat rennur fram fyri ein. Men tá ein arbeiddi í Silvalandinum, og Bassim kom á vitjan, tað var serlig løta. Ikki tí at eg kendi hann, ella hansara tónleik, men tí at har komu so nógvir fjepparar at heilsa uppá hann, at bíðirøðin stóð gjøgnum badmintonhøllina og útum, og heilt oman á vøllin við Djúpumýru. Og tá ið agenturin hjá Bassim, royndi at fáa hann at gevast, so segði hann, eg havi lovað at heilsa uppá tey, og so geri eg tað, kann eg (og so peikaði hann á skelti við SISU) royna eina slíka, er hon føroysk? Seinastu nógvu árini havi eg arbeitt allar festivalarnar, so ikki er altíð at eg havi fingið nógv við av tónleikinum, men løtan við karneval, og ein BUBU, ið klatraði á tekjuni á Norðoya Sparikassa og Føroya Tele, eru nokk tær, ið sita nokkso bjartar í hugaheiminum. Men um eg skal nevna eina løtu, har eg havi sungið væl við, so vóru tað konsertirnar við I AM og Kim Larsen, tí har kendi eg mesta av tilfarinum, og tað vóru sera góðar løtur. Á PALL VIÐ GOMLUM VINUM Løturnar hava verið mangar og góðar, og onkuntíð merktar av bivan, um veðrið spældi okkum ein puss. Men man gloymir tíbetur skjótt ringar løtur, og tær góðu standa best eftir í minninum. Fyrsta árið var serligt, tí alt var nýtt, og veðrið gott, og man prógvaði, at tað bar til og var vert at byggja víðari á. 2007 ser intenst, tí sveiggið var so stórt frá Rockkonsert við The Scorpions til ódn og avlýsing dagin eftir. 2010 var eisini nakað serligt fyri meg persónliga, tí tá tóku konan og eg ring upp, á og høvdu eina romantiska løtu saman við Westlife, sum er ein av hennara yndisbólkum. Eisini hava eg verið so heppin at vera á palli saman við helst Føroya festligasta bólki, Dynamit, og tað hevur verið ógloymandi. Í ár sleppi eg so fyri fyrstu ferð at royna at spæla í tjaldinum, og tað verður saman við mínum gomlu vinum í Aria, so tað gleði eg meg sera nógv til. Eisini hevur tað verið stuttligt at sæð okkara synir hugna sær á Silvalandinum. PRESTUR FORBARMAÐI SEG Mín besta, ella rættari sagt stuttligasta, SF uppliving er uttan iva 2005, tá eg var er 21 ár. Brian McFadden var stóra navnið, og vit vóru júst lidnir við eitt drúgt róðrarár. SF skuldi tað verða fyri fyrstu ferð saman við mínum bestu vinum, Niclas og Jógvan, men vit vóru nakað illa fyrireikaðir, tí tjaldpláss høvdu vit ikki keypt, men tí betur forbarmaði táverandi presturin seg yvir okkum, og læt okkum tjalda í havanum, sum lá beint við Vágsbø, so vit fingu avgjørt besta tjaldingarpláss yvirhøvur, og festivalurin var fantasiskur allan vegin í gjøgnum. Guðmundur Joensen KONSERTIN HJÁ SCORPIONS STENDUR EFTIR Eitt av mínum bestu minnum frá Summar Festivalinum er afturi í 2007, tá eg slapp til konsert hjá Scorpions saman við familju og vinum. Tað serliga var, at hóast mínir synir vóru um og undir skúlaaldur, so gjørdi konsertin líka stórt inntrykk á teir sum okkum vaksnu. Har var eisini ein sterkur gubbi, sum syrgdi fyri, at teir fingu útsýni av besta slagi til pallin. Tann festivalurin er eisini fastur í minninum fyri ódnarveðrið dagin eftir, men løtan við Scorpions slær tó veðurskreppuna væl og virðiliga. Festivalarnir hava við árunum ment seg til góðar og fastar siðir saman við gistandi vinfólki, har vit hava hugnað okkum, notið góða samveru, veitslur og tónleik saman. Øll minni, sum liggja vælgoymd í hjartanum. BÚGVA FYRSTU FERÐ Í KAMPINGVOGNI Havi í fleiri ár búð í leigaðum húsi saman við manni, børnum og verfamiljuni. Tað hevur verið so stuttligt, at tað stóð mangan á at náa inn festivaløkið til tey stóru nøvnini. Komin inn á økið hittir ein øll møgulig fólk í góðum lag, og so kann vikuskiftið bara blíva gott. Í fjør var eg eisini á gátt hjá starvsfeløgum til ein betri bita. Tað var sera stuttligt. Í ár fara børnini, maðurin og eg fyri fyrstu ferð at búgva í kampingvogni, meðan festivalurin er. Vit hava júst verið í sms og fingið armbondini á, - so nú kann SF bara koma! AT UPPLIVA BARNDÓMSINS STØRSTU HETJUR Eg havi verið á Summarfestivalinum í nógvum ymiskum leiklutum; sum ummælari, sum tónleikari, sum journalistur, til arbeiðis sum samskiftisfólk, sum bráfeingis bjargingarfólk og sum gestur. Tað er trupult at meta um, hvør besta upplivingin hevur verið: um tað var at standa á palli, og fáa teltið at brøla sperm í kór í 2014, ella at sita við neystið og eta sushi og drekka hvítvín saman við vinunum Rana og Hjalmari í 2013. Men valið má fella á Twisted Sister konsertina á Vágsbøi í 2014. At uppliva barndómsins størstu hetjur live, var fantastiskt. Tað er her, at SF er sterkast, innan nostalgiina og stóru rokk konsertirnar. AFTURVENDANDI Eg var so heppin at vera á fyrsta SF og var hetta ein ørvísi uppliving, enn vit vóru von viđ í tónleika høpi. Sjálvandi sat man eftir viđ eini góđari kenslu, og vildi fegin hava fleiri slíkar upplivingar. Hetta gjørdist so eitt afturvendandi tiltak, ið vit sum vinfólki vóru til. Tann allarstørsta upplivingin er tann í 2006 tá Roger Hodgson trein á pallin á miđari nátt, nógv seinkađur, og sang it's raining again, og tađ byrjađi at sirma. Eg fari á SF í ár, við børnunum, fyri at hoyra Roger enn einaferđ, og vóni sjálvandi ikki at tađ fer at regna. RÍKAR LØTUR Eg eri so heppin, at eg havi fingið teir flestu Summarfestivalarnar við hesi 15 árini. Bæði sum áhoyrari og tónleikari. Konsertin fyri 12 árum síðani við Roger Hodgson er kanska besta løtan, tá alt kemur til alt. Rørandi, fangandi og hugtakandi. Tað var sum røddin hjá Roger flutti meg aftur í tannárini í einum lopi. Mær dámdi sera væl tónleikin hjá Supertramp og ikki minst røddina hjá Hodgson. Vit stóðu nakrir vinmenn og lurtaðu saman, og aftaná raggaðu vit okkum heim. Mín sann um vit ikki rendu okkum í Roger Hodgson beint við Sparikassan, og fingu heilsað uppá hann. Hann var blíður og týður og eg minnist hann endaði við at siga: "See you" Sum tónleikari havi eg framført á SF við Frændum - Eyðun og Terja Band - Eyðun og Terja og Kim - og sum solistur við orkestri. Tað hevur fyri meg verið eitt betur enn annað. Fyrstu árini á stóra palli við Frændum vóru kanska serliga hugtakandi, hendan velduga fjøldin á Vágsbøi sum sang við til hvønn sang. Ríkar løtur, sum eg enn goymi í hjartanum og minnist við gleði. Takk fyri SF. Solby A. Christiansdóttir Annita á Fríðriksmørk Finn Johannessen Niels Uni Dam Jonhild Andreasen Erik Biskopstø Eyðun Nolsøe Ólavur Olsen VEITSLA Á PALLINUM Eg havi havt fleiri góðar løtur á Summarfestivali, men ein serlig løta, sum eg minnist serliga væl var, tá ið Blue Coat Brass Band spældi á Torginum á SF2016. Bólkurin spældi kl. 01 um náttina, og tað regnaði nakað so illa. Í staðin fyri at gevast, valdi bólkurin at biða allar áhoyrararnar um at koma upp á pallin at dansa og hugna sær saman við bólkinum. Hetta gjørdist ein innilig, stuttlig og hugnalig løta, har bæði tónleikarar og áhoyrarar høvdu eina super veitslu á pallinum á torginum, meðan tað oysregnaði rundan um.