Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-08-09, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 9. august 2018síða 24

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 10. AUGUST 2018 SOSIALURIN 91 24 TRÓNDUR ARGE U m vikuskiftið verður fult umfar í Betri deild­ ini hjá monnum. Talan er um 18. umfar, sum er seiansta umfari í øðrum trið­ing­ inum. Tveir dystir verða fríggja­ kvøldið, meðan tríggir dystir verða sunnudagin. KÍ og HB spæla fríggjakvøldið á Summar Festivalinum, meðan dysturin millum B36 og EB/Streym er framskundaður, tí lið­skip­arin hjá B36, Odmar Færø, skal giftast. Dysturin var upp­runa­liga fluttur til hósdagin, men evropesiska ævintýrið hjá B36 gjørdi, at leikskráin bleiv so kroyst, at dysturin er fluttur aftur til fríggjadagin. Sunnudagin er botnuppgerð á Dungasandi millum 07 Vestur og AB, meðan NSÍ fær vitjan av Suðr­ingum og Skála fær vitjan av Víkingi. Her kann nevnast, at FM1 sigur frá ikki færri enn fýra dystum um vikuskiftið. Tummas Lervig: Størsti dystur í míni tíð Tað sigur formaðurin í KÍ, Tumm­ as Lervig. Hann væntar næstan áskoðaramet í Klaksvík, tá HB kemur á vitjan á Summar Festivalinum. -Tosa vit um heimligu kapp­ing­ ina, so er hetta størsti dysturin vit hava verið við til at fyrireika. Vit hava havt stórar dystir á Summar Festivalinum, men ongantíð ein so avgerandi dyst sum hendan. Hetta er dysturin um at verða nummar eitt og tvey í landskappingini, sigur Tummas Lervig. Hann sigur, at tað lá um 1.400 gjaldandi áskoðarar á Summar Festivalinum í fjør, tá KÍ og Víkingur spældur. Tað var eisini ein dystur um FM, men sæð við søgu­ligum brillum, so er ber illa til at siga annað, enn at taln er um risarnar í føroyskum fótbólti, tá KÍ og HB spæla. Samanlagt hava tey vunnið 39 meistaraheiti. -Vit vænta at fáa áleið 1.500 gjald­andi áskoðarar. Tað gevur áleið 2.500 áskoðarar við øllum. Vit hava fyrireikað okkum við millum annað, at leggja plattar framvið, so fólk kunnu standa í trimu løg­um og síggja alíkavæl, sigur Tummas Lervig. Møti í góðari tíð Hann sigur, at serliga fólk aðra­ staðni frá spyrja, um tað verður pláss fyri teimum til dystin. -Vit vilja ráða fólki til at koma tíðliga, serliga um tey ynskja góð pláss. Tað verður møguligt at koma inn í minsta lagi ein tíma undan dystar­byrjan, sigur formaðurin í KÍ. HB hevur boðað frá, at skipað verður fyri busstúri til dystin. Áskoðararnir hjá HB koma at fáa pláss í skýlinum. -Vit hava sett av eitt øki í skýli­ num, har áskoðararnir hjá HB koma at halda til. Tað er sama stað, sum teir plaga at halda til, sigur Tummar Lervig. Formaður í KÍ er spentur til dystin, sum eisini kann fáa ein avgerandi leiklut í FM-stríðnum. -Í krónum og oyrum er FM vert 7,5 milliónir krónur. Hetta er ein dystur um at blíva nummar eitt, so tú kundi sagt, at hetta er ein dystur um 7,5 milliónir krónur, sigur Tummas Lervig spentur og brosandi á málinum. KÍ – HB Fríggjadagin klokkan 18 DÓMARI: ALEX TROLEIS Tað er eftirhondini nógv ár síðani, at KÍ og HB hava verið í einum innanhýsis FM-stíðið. Ikki síðani 2002 og 1998 hava liðini verið toppinum í senn, meðan vit skulu heilt aftur til 1975, fyri at finna veruliga FM-stríðið. Undan hesum vóru innanhýsis FM-stríðini nógv. Fyri KÍ er ongin Deni Pavlovic í mið­verjuni. Serbiski miðverjin hev­ur verið ein sannur brandur í verjuni, men fekk sítt sjeynda gula kort móti 07 Vestur í farna um­fari. -Vit fyrireika okkum altíð væl, men kanska vit leggja eitt sindur meiri av orku í fyrireikingarnar, tá vit vænta ein so javnan dyst sum hendan. Vit hava sett liðið, so vit Ikki við: Ivasamur: Bjarni Skála (lærkriki), Hørður Tórsson (lærkrikin) Við aftur: Sørin Samuelsen (leikbann, 4 gul), Rasmus Dan Sørensen (leikbann, 4 gul) Ikki við: Jónas Tór Næs (venur so smátt aftur), Róladur Jakobsen (fóturin, langtíðarskaddur), Lukasz Cieslewicz (knæið, til kanningar) Ivasamur: Hannes Agnarsson (fibur) Við aftur: Alex Mellemgaard Ikki við: Jóhannes Hansen (knæskaði, langtíðarskaddur), Oddur Á. Højgaard (knæskaði, langtíðarskaddur), Gestur B. Dam (leikbann) Ikki við: Sebastian Pingel (knæið) Við aftur: Brynjar Hlødvarsson (leikbann, 4 gul), Jógvan Rói Davidsen (vøddaskaði) Ikki við: Deni Pavlovic (leikbann, 7 gul), Hákun Edmundsson (lærkrikin) LIÐ TÍÐINDI B36 KÍ HB AB EB/STREYMUR Upptakt 18. umfar: DYSTURIN UM 7,5 MILLIÓNIR KRÓNUR FÓTBÓLTUR: Upptakt 18. umfar Á Summar Festivalinum verður ársins dystur í føroyskum landskappingarfótbólti, tá risarnir KÍ og HB bresta saman í Djúpumýru. Tað er ein dystur um fyrsta plássið í landskappingini, sum er vert um 7,5 milliónir krónur