Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-08-09, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 9. august 2018síða 25

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 10. AUGUST 2018 SOSIALURIN 91 25 eru nøgdir. Vit hava eisini aðrar loysnir, um dysturin ikki verður spældur sum vit ætla tað, sigur Mikkjal Thomassen, venjari hjá KÍ. Hann sigur eisini, at teir eru fyri­reikaðir upp á spælið hjá HB, sum í storan mun gongur í gjøgnum Símun Samuelsen og Adrian Justinussen, tá HB skal skapa møguleikar. Stóra áskoðara­ fjøldin kann eisini ávirka eitt sindur, tá tað kemur til mentala partin. -Vit hava sjálvandi hugt nærri at HB-liðnum, og hvør er hevur hvørjar dygdir. Vit hava eisini arbeitt nógv við mentala partinum, tí tað verða nógvir áskoðarar og hetta kann blíva ein spennandi og intensur dystur, sigur Mikkjal Thomas­sen. HB allar við Fyri HB er Sebastian Pingel fram­ vegis skaddur, meðan Aleksandar Stankov nú er søga í felagnum, eftir at hann og HB hava slitið sáttmálan. Í farnu viku sótu Jógvan Rói Davidsen og Brynjar Hlöð­versson uttanfyri. Jógvan Rói Davidsen verður klár­ur aftur, eftir ein vøddaskaða, meðan Brynjar Hlöðversson hevur sitið sítt leikbann. Mett verður, at HB verður í kendari útgávu, har tað bara er ein spurningur, um tað verður Dan í Soylu ella Grétar Snær Gunnars­ son, sum spælir á framrættaða mið­vøllinum, meðan Ari M. Olsen, Jógvan S. Nolsøe og John Frederik­ sen berjast um fremsta plássið. Tað er ongin ivi um, at hetta verður ein framúr spennandi dyst­ur, men tað er ivasamt hvussu nógv mál koma. Ein javnleikur er eitt gott boð. SOSIALURIN TIPPAR 1-1 B36 – EB/Streymur Fríggjadagin klokkan 18 DÓMARI: RÚNI GAARDBO Hetta er seinasti dysturin, har Od­mar Færø spælir sum ógiftur. Hann skal giftast um vikuskiftið og tí er dysturin framskundaður. Árs­tals­felagið fekk ikki fulla nyttu burtur­úr nógvu tíðini á bóltinum í Trongisvági, men vónin er at finna aftur á sigursgongd móti EB/Streymi. Alex Mellemgaard er tøkur aftur, meðan Lukasz Cieslewicz í ringasta falli er úti í upp til átta vikur. SOSIALURIN TIPPAR: 3-1 07 Vestur – AB Sunnudagin klokkan 15 DÓMARI: KÁRI Á HØVDANUM Hetta er dysturin um hvør skal bjóða av í niðurflytingarstríðnum. 07 Vestur hevur so langt á mál, at ein sigur til heimaliðið er helst deyðin fyri báðar partar. Tað merkir tó ikki, at bæði liðini koma at leggja nógv fyri. 07 Vestur hevur fingið góðan strykt í Chris Marcell og Sonny Jakob­sen, sum báðir visti seg fram í Klaksvík. Eisini spældi Ken Fagerberg væl. Við slíkum kreft­um kundi tað eins væl verið, at heima­ liðið fær sín annan sigur í hesum kappingarárinum, tí argjamenn hava óvanliga torført við at fáa mál. SOSIALURIN TIPPAR 2-1 Skála – Víkingur Sunnudagin klokkan 15 DÓMARI: LARS MÚLLER Skála er uttan Niels Paula Daniel­ sen, sum hevur leikbann, men avrikið var somikið gott móti HB, at heimaliðið má trúgva upp á stig. Hóast Víkingur er favorittur, so er Skála-liðið væl fyri. Fyri Víking kemur tað væl við, at bæði Hans Jákup Lervig og Heðin Han­sen eru tøkir eftir leikbann. Tað er lagt upp til javnan dyst, men higa­r­til hevur topp fimm næstan altíð munin. SOSIALURIN TIPPAR 1-2 NSÍ – Suðringar Sunnudagin klokkan 15 DÓMARI: PETUR REINERT NSÍ er komið í gongd, meðan Suðringar bjóðaðu topp fimm av í farna umfari. Her er NSÍ stórur favorittur, men Suðringar hava Pape Mamadou Faye (eftir fótskaða), Dánjal Godtfred (eftir leikbann) og Ibrahim Arifovic (eftir leikbann) tøkar aftur. Tað er ein styrkur, sum vil nakað. Hartil kom Poul Ingason á vøllin aftur fyri Suðringar mánadagin, so nú hevur Glenn Ståhl nakað at vekja í millum. Tó ber ikki til at renna undan, at NSí er við at fáa fótin fyri seg. SOSIALURIN TIPPAR 3-1 TRONDUR@SOSIALURIN.FO Ikki við: Símun Rógvi Hansen (knæskaði, langtíðarskaddur) Ivasamir: Øssur M. Dalbúð, Einar Tróndargjógv Ikki við: Niels Pauli Danielsen (leikbann, 4 gul), Ivasamur: Teitur R. Joensen (lærkrikin) Ikki við: Teitur Mortensen (lærkrikin, restina av árinum) Við aftur: Pape Mamadou Faye (eftir fótskaða), Dánjal Godtfred (eftir leikbann), Ibrahim Arifovic (eftir leikbann) Ivasamir: Sølvi Vatnhamar (lærkrikin), Adeshina Lawal Við aftur: Hans Jákup Lervig (leikbann, 4 gul), Heðin Hansen (leikbann, 7 gul) VÍKINGUR SKÁLA NSÍ 07 VESTUR Allir mans tøkir Betri deildin støðan NR. LIÐ D V J T MÁL S 1. HB 17 14 1 2 33-13 (+20) 43 2. KÍ 17 13 2 2 33-11 (+22) 41 3. NSÍ 17 10 3 4 39-15 (+24) 33 4. Víkingur 17 10 2 5 29-19 (+10) 32 5. B36 16 9 2 5 33-21 (+12) 29 6. SKÁLA 17 5 3 9 16-25 (-9) 18 7. EB/Streymur 17 4 5 8 18-26 (-8) 17 8. TB/FCS/Royn 17 4 3 10 17-28 (-11) 15 9. AB 17 2 2 13 8-39 (-31) 8 10. 07 Vestur 16 1 1 14 13-42 (-29) 4 18. umfar Betri deildin menn Fríggjadagin: KÍ-HB (18.00) Beinleiðis á FM1 B36-EB/Streymur (18.00) Beinleiðis á FM1 Sunnudagin: 07 Vestur-AB (Klokkan 15.00) Beinleiðis á FM1 NSÍ-Suðringar (Klokkan 15.00) Beinleiðis á FM1 Skála-Víkingur (Klokkan 15.00) TB/FCS/ROYN KELDA: FAROESOCCER.COM