Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-08-09, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 9. august 2018síða 26

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 10. AUGUST 2018 SOSIALURIN 91 26 Óli Jacobsen HANS PAULI KLEIN VAR EIN PRESSARI Greinarøðin um Kleinfólkið endar við umrøðu av Hans Paula Klein, sum var ein av brøðrunum hjá Honnu og Lenu. Hann eigur sítt pláss í hesi søgu 6. partur S um ískoyti til søguna um Lenu og Honnu Klein skal greiðast eitt sindur frá um beiggja teirra, Hans Paula Klein. Høvuðskeldur eru bók­ in “Útróður” hjá Robert Joensen og bókin um Kjølbro. Hans Pauli varð føddur í 1898 og var bara tvey ára gamalur, tá ið mamman doyði. Pápin doyði fá ár seinni. Slóðaði í fiskiskapi Á sumri í 1919 fór Hans Pauli til Noregs at fiska við einum báti har. Hann kom tá eftir, at norskir línubátar landaðu fisk, sum teir høvdu fiskað nærindis Føroyum. Tann blaðungi Hans Pauli var als ikki greiður yvir, at tað fanst so góð línuleið so nær Føroyum. Hans Pauli fór at fregnast um hetta, og tað gav honum hugskotið at útvega sær ein hósk­andi bát til hesa veiðu. Í 1920 keypti hann “Kvik” í Noregi. Hesin bátur var væl størri enn vanligu føroysku motor­bátarnir, so hetta var ein rættilig ný­ hugsan. Ætlanin var so at royna við línu á leiðum, har norðmenn fingu fisk. Men tað gekk ikki eftir ætlan. Tá ið Hans Pauli hevði fingið sett línu­spæl í bátin, fekst einki agn. Ymsir trupul­leikar gjørdu, at henda ætlan hjá Hans Paula datt niðurfyri, men hann hevði so víst á møguleikan, sum føroyingar seinni hava gagnnýtt. Seinni keyptu teir á Seglhúsinum, Joen­ sen & Olsen, Kvik, og tá gjørdist syst­kina­ barnið hjá Hans Paula, Palli hjá Mariannu, skipari. Hann var jú tá rokskipari, og tað gekk væl. Hann hevði eisini fleiri av mammuættini við sum manning. Sigast kann, at við Kvikki varð grundarlagið lagt fyri eini teirri fremstu nýhugsan í før­oysk­ um fiskiskapi við Palla og Kristian Martin. Seinni tóku aðrir hesa ætlan hjá Hans Paula uppaftur. Tað var við Øger, har Hans Pauli var ein av manningini. Hann ætlaði at leiga bátin og gera hann út til línufiskiskap. Tá ið tað kravdist sterkari línureiðskapur enn vanligt, søkti hann løgtingið um stuðul, sum løgtingið eisini játtaði. Ætlanin var eisini, at norðmenn skuldu vera við at leggja monnum lag á. Men henda ætlan fór fyri bakka. Aftaná kríggið gjørdi Støðin eftir áheitan frá Ewaldi Kjølbro eina roynd at fiska á djúpum vatni undir Hetlandi. Har hittu teir norðmenn, sum góvu teimum góð ráð. Tað viðraði ikki væl, men teir dagar, teir royndu, fingu teir 11,5 tons. Tað mesta var longa. Hans Pauli Klein var eisini við hendan túrin. Hetta vísir, at eisini útróðrarmenn hava verið hugaðir fyri at royna nýggjar leiðir, og Hans Pauli Klein var ein av teimum fremstu. Men sum ofta er, tað eru ikki teir fyrstu slóðararnir, sum fáa ágóðan. Tordi at siga sína meining Seinast í 1930-árunum var eitt nokk so harð­ligt stríð um útgjalding av løn­um. Tað vanliga var, at arbeiðsfólk og fiski­ menn keyptu í handlunum hjá út­gerðar­ manninum fyri inntøkuna. Hetta gjørdi, at løn­takararnir blivu meira heftir at handils­ manni­num og reiðaranum. Stríðið stóðst um, at lønin skuldi gjaldast kontant. Hans Pauli Klein tók málið um kontanta lønar­út­gjalding upp í Norðlýsinum tann 8. oktober 1938. Tá vóru aftur ringar tíðir, og trupult var at fáa goldið arbeiðsfólkunum. Í hesi grein vísti Hans Pauli Klein á, at hann hevði tosað við ein keypmann og spurt, um hann rindaði lønirnar kontant. Tað kundi hann ikki siga, at hann altíð gjørdi, tí um várið komu skipini heim, so at siga sør. Manningin skuldi umframt tað, sum keypt varð fyri, hava nakað av kontantum, tí hevði hann so lítið av peningi um hendur, men arbeiðsfólkini høvdu í vøru og peningi fingið tað, tey áttu. Hans Pauli Klein hevði arbeitt hjá Kjøl­ bro og royndi at skilja viðurskiftini: „Eg fekk mín dagsseðil kl. 5 s.p., ið kann umbýtast í for­rætn­ingini við vøru ella á kontórinum í pen­ingi. Eg fór inn á kontórið og fekk tað, eg átti. Men hetta var ikki bara eg. Bæði menn, kvinn­ur og børn, ið komu við sínum seðlum, fingu tað, tey áttu. Og eg skal skoyta uppí, at tað var ikki gjørt nakað, ið kundi fáa fólk at smæðast at fara á kontórið. Gjøgnum eina lúku úr ganginum kundi mann lata seðilin og fáa pengarnar. Hetta vóru so umstøðurnar tá, sum Hans Pauli royndi at skilja. Tað bleiv ongantíð tað stríð um hetta mál í Klaksvík sum í Suðuroy. Sum frá leið, gjørdist kontant lønargjald ein sjálvfylgja. Á odda fyri útróðrarmenn Hans Pauli var undangongumaður á fleiri økjum. Hann var ein teirra, sum var við til at stovna Klaksvíkar Útróðrarfelag í 1943. Hvussu nógv útróðurin merkti í Klaksvík, sást av tí, at til stovnandi aðalfundin møttu 110 mans. Hans Pauli var fyrsti formaður felagsins. Hinir nevndarlimirnir vóru Hans Jacob Frederiksen, J.P. Kjelnæs, Ziska Jacobsen og Henry Mellemgaard. Klaksvíkar útróðrarfelag var fyrsta sjálv­støðuga útróðrarfelag í landinum. Grund­in fyri, at fyrsta útróðrarfelag varð stovnað í hesum tíðum, var, at menn fóru at hugsa um, hvørt útróðurin fekk tann ágóða, sum hann hevði uppiborið. Trygd Siðsøga Hans Pauli Klein 1898-1971 Hans Pauli royndi nýggjar leiður í útróðri og bardust fyri áhugamál útróðrarmanna. Hetta er ein eyðkendur útróðrarbátur frá teirri tíðini, teknaður av Poul Nolsøe Kjølbro