hósdagur 9. august 2018síða 27
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 10. AUGUST 2018
SOSIALURIN 91
27
Komandi partur
Í komandi parti byrjar ein røð um Glyvrasnikkaran,
Peter Jacob Hansen. Hansara ætt endaði í New
Zealandi, har sonurin varð funnin av tilvild.
mátti fáast fyri, at ikki bert reiðarin fekk
lut í tí prísvøkstri, sum fór fram á bretska
marknaðinum undir seinna heimsbardaga.
Eisini mátti útróðrarmaðurin fáa meira
ávirkan og vitan um framleiðslu og sølu av
fiskavørum.
Eitt endamál hjá felagnum var at fáa
eins sáttmálar fyri útróðurin. Tískil kom
felagið at gera fyrsta sáttmálan hjá útróðr
armonnum, sum í høvuðsheitum segði, at
agn fór av óbýttum. Síðan fekk manningin
50% av avlopinum og rindaði sjálv fyri kost
in. Umframt sín part skuldi skiparin fáa 2%
og motorpassarin 1% av fonginum. Hesin
sáttmálin varð skjótt tann, sum var gald
andi fyri alt landið.
Bátsgildi
Viðurskiftini millum Kjølbro og útróðrar
menninar vóru góð. Hetta sæst í eini frásøgn
19. februar 1944 í Norðlýsinum frá einum
bátsgildi, sum hevði verið leygardagin
frammanundan. Tað var Klaksvíkar
Útróðrarfelag, sum skipaði fyri. Umframt
útróðrarmenn vóru kommunustýrislimir
og útgerðarmenn við konum bodnir. Hans
P. Klein, formaður í útróðrarfelagnum, helt
røðu, har hann legði dent á, hvussu týdn
ingarmikið tað var, at útgerðarmenn og
útróðrarmenn komu saman, so teir kundu
koma at kenna støðuna hjá hvør øðrum.
Klaksvíkar Útróðrarfelag kom í nógv
ár at hava stóran týdning fyri útróðurin.
Í mong ár var Frits Olsen formaður. Seinni
vórðu onnur útróðrarfeløg stovnað kring
landið. Tey stovnaðu í 1975 Meginfelag
Útróðrarmanna.
Hans Pauli og politikkur
Hans Pauli var eisini áhugaður í politikki.
Fyrst var tað sum javnaðarmaður, sum
kanska ikki var so løgið, tá ið hugsað verður
um hansara bakgrund sum móður- og faðir
loysingur.
Hann varð uppstillaður til løgtingið fyri
Javnaðarflokkin í 1936 og 1940. Í 1940 varð
Jacob E Jacobsen, kendur sum markantur
formaður í kommunustýrinum, valdur
í tingið. Tá ið hann seinni í valskeiðnum
legði frá sær, kom Hans Pauli inn sum vara
maður.
Men seinni fór hann yvir í Fólkaflokkin,
tí hann ikki helt Javnaðarflokkin vera nóg
framfýsnan í tjóðskapar- og vinnumálum.
Kanska hevur okkurt annað ligið ímillum
eisini. Fólkaflokkin stóð serdeilis sterkur í
Klaksvík og Norðoyggjum.
Kjølbro var komin inn á ting í 1943. Í 1945
var aftur løgtingsval, og tá fór Fólkaflokk
urin fram og fekk stórt sæð helmingin av
øllum atkvøðunum í Norðoyggjum, meðan
flokkurin fekk 43,4% í øllum landinum.
Til hetta valið varð Hans Pauli valdur
saman við Kjølbro. Eins og til valið í 1943
restaði Fólkaflokkinum bara ein tingmann
til at fáa reinan meiriluta á tingi. Tað stóra
málið hetta valskeiðið var tann komandi
fólkaatkvøðan um samband ella loysing.
Tað varð hildið, at Kjølbro var ikki so heitur
fyri loysingini sum aðrir í flokkinum. Hann
var kanska meira í parti við Thorstein Peter
sen, sum alment var ivandi. Kjølbro royndi
at sleppa úr tinginum, men hann fekk ikki
meiriluta í tinginum til tess.
Tað er væl hugsandi, at Hans Pauli og
Kjølbro hava verið samdir í hesum, sum
hetta brotið vísir í fundarfrásøgn hjá tingi
num vísir:
Sambandsmaðurin í tinginum, Óli F.
Joensen, Óli í Skúla, nýtti høvið til at geva
systkinabarninum, Kjølbro, og hinum fólka
floksumboðnum í Norðoyggjum, Hans P.
Klein, eitt prik. Hann skilti ikki, at hesir
báðir nú í tinginum kundu hava eina støðu,
sum veik fullkomiliga frá tí, teir vóru farnir
til val uppá, nevniliga loysing og fullveldi.
Høvdu teir bara nú kunnað víst seg sum
menn og “draget Konsekvenserne af den
førte Politik!
Óli argar eisini teir báðar við at siga:
“Hvad mon Klaksvigs Folkefloksvælgere
vilde sige, hvis de fik serveret af deres Lag
tingsmænd følgende: “Nej, vi er så sandelig
ikke Løsrivelsesmænd!
Løgtingsval var aftur í 1946 aftaná
fólkaatkvøðuna. Fólkaflokkurin helt tørn
í Norðoyggjum, men gekk aftur í rest
ini av landinum, samstundis sum sam
laða tingmannatalið minkaði. Tí misti
Fólkaflokkurin annan mannin í Norðoyggj
um. Kjølbro stillaði ikki upp, og valdur varð
Hákun Djurhuus, sum kom at sita í hesum
sessi í mong ár.
Hans Pauli kom ikki inn í 1946, so hann
fekk bara eitt ár í landspolitikki. Men hetta
var eitt tað mest søguliga ár í landinum.
Tá ið Hans Pauli fylti 50 ár skrivaði ein
vinur, at “tað sum lá honum fremst í huga
var at gera sum best fyri heimbygd og heim
land, og at hetta altíð lá honum fremri enn
at hugsa um seg sjálvan”.
Hákuni Djurhuus: Hans Pauli
var skemtari sum fáur
Ikki dáttliga ella óvæntað komu deyðsboðini
av Hans Paula Klein, vrakara í Klaksvík, tá ið
hann med alla legði árarnar inn 73 ára gamal í
1971. Í mong ár hevði livimátin verið vánaligur.
Við Hans Paula fór ein av Fólkafloksins
góðu monnum. At hann ikki varð aftur
valdur í 1946 gjørdi ikki, at áhugin hjá Hans
Paula kólnaði, heldur tvørtur ímóti. Hans
ara tjóðskaparligu hugsjónir og hansara
sosiali áhugi komu at lýsa bjørt til hansara
doyggjandi dag, og tað, hann maktaði, gjørdi
hann fyri flokkin og fyri tey sjónarmið,
hann hevði felags við hann.
Hans Pauli var eitt sera livandi fólk, hevði
fingið tær gávur, at hann gjørdi øll glað, ið
vóru um hann, ella sum hann hitti á síni
lívsleið. Í vøggugávu vóru givnar honum
skemtingargávur, ið bert eru unnaðar
teimum allarfægstu. Hetta sást á honum,
tá hann altíð vælhýrdur kom gangandi sína
leið, antin tað var á veg til ella frá arbeiði,
og tey, hann skifti orð við, kendu seg væl
og vóru betri hýrd, tá gøtur aftur skiltust.
At hoyra hann og Martin í Toft, sála, siga
frá - teir sigldu mong ár saman við doktara
bátinum Medicus - var eitt upplivilsi, ið ein
ongantíð gloymir. Báðir stóðu teir faddur
til mangan, mangan frískan láturin og –
sunnan, tí teir vóru báðir so rúmir, at tað
ikki bara vóru onnur, ið stóðu fyri góðslig
um skotum í teirra skemti – men teir dugdu
eisini meistarliga at seta seg sjálvar upp
millum teirra, ið stóðu fyri skotum.
Sum tann sosialt áhugaði maður Hans
Pauli var, stakk hann ongantíð síni sjónar
mið viðvíkjandi korum útróðrar- ella
arbeiðsmanna undir stólin. Í mong ár
var hann álitismaður teirra, formaður og
nevndarlimur, og hann talaði teirra sak væl
og virðiliga.
Um fisk og fiskatilvirking visti hann
nógv, og kom hann síðsta partin av síni
arbeiðstíð at virka sum fiskavrakari, væl
lýddur og virdur bæði av teimum, hann ar
beiddi saman við og fyri.
Hann var bygd og landi sínum ein góður
sonur.
Stór ætt
Hans Pauli giftist í 1921 við Herdis Dahl úr
Árantsstovu á Uppsølum. Tey fingu níggju
børn:
1. Levis f. 1921. Giftist og búsettist í Lund
í Svøríki.
2. Jákup f. 1922. Giftist í 1943 við Mary
Malenu, sum var dóttir Markus hjá
Gøtu Jákupi í Klaksvík. Markus var
beiggi Ziska Jacobsen, sum saman við
m.ø. Hans Paula var við til at stovna
Klaksvíkar Útróðrarfelag. Hann framdi
eitt tað fremsta bjargingarbragd í
Føroya søgu í 1930 við Ernestinu.
3. Karl Martin f. 1924. Doyði fýra ára
gamal.
4. Lydia Sofía f. 1926. Giftist í 1950 við
Johannesi Alfredi Mortensen úr
Svínoy, búsettust í Klaksvík.
5. Hildigerð f. 1928. Giftist við Tróndi
Johannesen úr Fuglafirði, búsettust í
Klaksvík.
6. Karl Martin f. 1931. Giftist í 1952 við
Marjuni Nolsøe f. Olsen úr Fuglafirði.
7. Elsa f. 1933. Giftist við Jógvani Petersen
úr Fuglafirði, búðu í Vestmanna
8. Hanna . f. 1935. Giftist við Magnusi
Magnusson úr Haraldssundi.
9. Herdis Malena f. 1937, giftist í 1957 við
Judmundi Øregaard úr Fuglafirði.
Ættin eftir hesi systkin er stór.
Fyrsta nevndin í Klaksvíkar Útróðrarfelag. Standandi:
Hans Pauli Klein, formaður, og Hans J. Frederiksen
Sitandi v.f. J.P. Kjelnæs og Ziska Jacobsen. Henry
Mellemgaard var eisini nevndarlimur
Hans Pauli sat á tingið, tá ið fólkaatkvøðan var í 1946. William Heinesen hevði
hesa skemtiligu lýsing av støðuni áðrenn og aftaná atkvøðuni. Mennirnir á
myndini eru Andrass Samuelsen og Petur Mohr Dam, sum vóru ímóti loysingini
Hans Pauli sat á tingi saman
við Kjølbro. Helst hava
teir drigið eina línu