mikudagur 17. november 2004síða 2
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 220 - 17. november 2004
Nr. 220 - 17. november 2004
3
UTTAN ÚR HEIMI
Aftur vónir um frið
Í Norðurírlandi hava fólk aftur fingið vónir um frið,
eftir at tann víðgongdi protestantiski felagskapurin
Ulster Defence Association er gingin við til at steðga
sínum virksemi, samstundis sum felagsskapurin hevur
boðað frá, at hann væntandi fer at lata vápnini frá sær.
UDA hevur verið mettur sum tann mest víðgongdi
felagsskapurin á tí protestantiska vonginum, og mynd-
ugleikarnir halda, at felagsskapurin hevur beint fyri
minst 400 mótstøðufólkum. Tey seinastu árini hevur
UDA ikki bara fingist við harðskap, men hevur eisini
verið uppi í handli við rúsevnum, og tí ivast nógvir
norðurírar í, at álvari er í tilboðnum frá UDA um at
binda frið. Katólski flokkurin SDLP hevur eisini gjørt
greitt, at hann tekur ikki orðini í álvara, fyrr enn UDA
hevur víst í verki, at hann meinar tað, hann sigur,
skrivar Reuter úr Belfast.
Ulster Defence Assoctation hevur gjørt greitt, at
felagsskapurin fer ikki at lata vápnini frá sær, fyrr enn
IRA ger tað sama. Leiðslan í IRA hevur fleiri ferðir
sagt seg vera sinnaða at taka tað stigið, men enn er
einki hent.
150 mió. ímóti AIDS
AIDS-grunnurin, sum fyrrverandi amerikanski forsetin
Bill Clinton stovnaði fyri trimum árum síðani, fekk
eina stórfingna gávu mánadagin.
Tá var norski forsætisráðharrin, Kjell Magne Bonde-
vik, og vitjaði Clinton í New York, og við sær hevði
hann eina tilsøgn frá norsku stjórnini um 150 milliónir
krónur í stuðuli tey næstu fimm árini. Sambært tilsøgn-
ini skulu pengarnir fyrst og fremst brúkast til bardagan
ímóti AIDS í afrikonsku londunum Tansania og Mos-
ambik, men ein partur skal eisini brúkast í Russlandi,
skrivar Aftenposten.
Í New York greiddi Bill Clinton norskum fjølmiðlum
frá, at AIDS er ein tann størsti trupulleikin í heiminum
í dag. Umleið seks milliónir fólk eru smittað, og nógv
fólk doyggja, sjálvt um tað ber til at fyribyrgja sjúkuni,
segði hann. Kjell Magne Bondevik segði seg vera hug-
tiknan av arbeiðinum, sum grunnurin hjá fyrrverandi
forsetanum ger.
Góðkendur
Nýggi italski ES-kommiserurin, Franco Frattini, slapp
ígjøgnum nálareygað, tá hann var til avhoyringar í ES-
tinginum fyrradagin, sjálvt um hann fek nógvar og
ágangandi spurningar.
Italska stjórnin gjørdi av at velja Franco Frattini til
ES-kommiser, eftir at ES-tingið sýtti fyri at góðkenna
tað fyrra italska uppskotið, Rocco Buttiglione, tí hann
tosaði niðurlátandi um kvinnur og samkynd. Fratini er
í løtuni italskur uttanríkisráðharri.
Umframt Frattini hevur ES fngið tveir aðrar nýggjar
kommiserar, og í morgin skal ES-tingið taka støðu til
nýggju nevndina. Eygleiðarar siga, at hesaferð er
eingin spenningur um atkvøðugreiðsluna, tí allir teir
stóru tingbólkarnir hava boðað frá, at teir fara at
atkvøða fyri nýggju nevndini hjá Jose Manuel Barroso.
Dómadagur útsettur
Higartil hava vísindafolk hildið, at Jørðin fer at ganga
undir um 11 milliardir ár, men nú siga tey seg vera
komin eftir, at tann endaligi bresturin verður ikki fyrr
enn um 24 milliardir ár.
Tað eru vísindafólk á lærda háskúlanum Stanford,
sum eru komin til ta nýggju niðurstøðuna. Berlingske
Tidende ivast kortini í, um vit skulu taka metingina í
álvara, tí maðurin, sum hevur staðið fyri kanningunum,
hevur fyrr sagt, at Jørðin fer at ganga undir um 11
miliardir ár.
Andrei Linde, kanningarleiðari, sigur, at tann nýggja
metingin byggir á upplýsingar, sum eru fingnar til vega
við tí stóra Hubble-kikaranum. Sambært hesum
upplýsingunum er rúmdin framvegis í menning, og tí
fer Jørðin ikki at ganga undir fyrr enn um 24 milliardir
ár, sigur Andrei Linde nú.
Sjónvarpsmyndir
vísa, at ein amerik-
anskur hermaður
skjeyt ein særdan,
óvápnaðan iraka í
einari mosku í
Fallujah
KRÍGSBROTSVERK
Árni Joensen
fartekst@mail.dk
Ein myndamaður hjá sjón-
varpinum NBC var við
nøkrum
amerikonskum
hermonum, tá teir tóku eina
mosku í Fallujah. Á mynd-
unum sæst, at fimm særdir
irakar liggja á gólvinum í
moskuni. Brádliga rópar
ein av amerikonsku her-
monnunum:
– Hann andar enn. Hasin
lúshundurin
letst
vera
deyður.
So sæst, at hermaðurin
vendir byrsu síni ímóti
høvdinum á tí særda irak-
anum, og eitt skot smellur.
Amerikanska verjumála-
ráðið Pentagon vildi ikki
gera
viðmerkingar
til
myndirnar í gjár, men her-
leiðslan í Irak kunngjørdi,
at hon kannar, um amer-
ikanskir hermenn hava
gjørt seg sekar í krígs-
brotsverki í Fallujah.
Colin Powell fór frá,
tí George W. Bush og
hansara næstu menn
høvdu ikki fult álit á
honum
USA
Árni Joensen
fartekst@mail.dk
Tað kom ikki óvart á eyg-
leiðarar, at Colin Powell
valdi at siga seg úr amerik-
anska uttanríkisráðharra-
starvinum. Tey fýra árini,
hann hevur røkt starvið,
hava verið eitt áhaldandi
stríð við heykarnar í Bush-
stjórnini, serliga varaforset-
an Dick Cheney og verju-
málaráðharran
Donald
Rumsfeld.
Eygleiðarar í Washington
søgdu í gjár, at George W.
Bush, forseti, hevur heldur
ikki kent seg vísan í, at hann
kundi hava fult álit á sínum
uttanríkisráðharra. Powell
segði kanska tað, sum
forsetin hugsaði og ætlaði,
men sjálvur hevði hann ofta
heilt aðrar áskoðanir, siga
eygleiðararnir.
Tað
er
alment kent, at Powell vildi
hava uppaftur fleiri lond at
taka lut í krígnum við Irak,
og at hann vildi hava nógv
fleiri hermenn til álopið,
men at hann noyddist at
slaka fyri heykunum.
Í gjár varð roknað við, at
Condoleezza Rice, trygdar-
ráðgevi, fer at taka við eftir
Powell. Sagt verður, at við
henni fær Bush ein uttan-
ríkisráðharra, ið hugsar
sum forsetin, og sum eisini
var við til at leggja álopið á
Irak til rættis.
Summir
eygleiðarar
halda, at Condoleezza Rice
hevur eina gamla utanríkis-
politiska uppfatan, sum
byggir á viðurskiftini undir
kalda krígnum, og at hon
hevur ikki tað tol, sum ein
uttanríkisráðharri helst skal
hava.
Colin Powell fer kortini
ikki frá, fyrr enn Senatið
hevur góðkent eftirmannin.
Í næstu viku fer hann til
Miðeysturs at tingast við
ísraelskar og palestinskar
leiðarar.
Colin Powell er tann sætti
ráðharrin, sum hevur kunn-
gjørt, at hann fer frá. Hinir
eru løgmálaráðharrin John
Aschroft, handilsmálaráð-
harrin Don Evans, orku-
málaráðharrin
Spencer
Abraham,
landbúnaðar-
málaráðharrin Ann Vene-
man og kenslumálaráðharr-
in Rod Paige. Eygleiðarar
bíða nú í spenningi eftir, um
Donald Rumsfeld fer at
koma við somu boðum.
Hildið verður fyri vist, at
hann fer frá, men spurning-
urin er, nær tað verður.
Summi halda at hann verður
sitandi, til tað ætlaða valið
hevur verið í Irak í januar.
Kanna krígsbrotsverk í Fallujah
Bush hevði ikki álit
á Powell
Myndirnar hjá NBC vísa, at
ein hermaður siktar eftir tí
særda irakanum. So hoyrist
eitt skot
Colin Powell var mangan ósamdur við Bush og heykunum í
stjórnini
Condoleezza Rice hevur somu uppfatan av heiminum sum
Bush, forseti
C
M
Y
K
3
2
SEV hevur sett upp
ein nýggjan trans-
formara í Skálabotni.
Hetta er liður í einum
umfatandi útskifting-
ararbeiði, har teir
stóru transformar-
arnir frá 60’unum
verða skiftir út
TRANSFORMATOR-
SKIFTI
tíðindaskriv
Í síðstu viku varð ein
nýggjur transformari settur
upp á koblingsstøðini hjá
SEV í Skálabotni. Talan er
um ein 10 MVA 60/20 kV
transformara, sum kemur í
staðin fyri tann gamla 60
kV transformaran, ið varð
settur upp í Skálabotni
miðskeiðis í sekstiárunum.
Nýggi
transformarin
í
Skálabotni er liður í einum
útskiftingararbeiði,
har
gomlu transformararnir frá
60’unum verða skiftir út. Í
fjør varð ein líknandi
transformari skiftur út í
Havn, og ætlanin er at
skifta tveir transformarar út
í Vestmanna komandi tvey
árini.
Nýggju transformararnir
viga 30 tons, og teir eru
framleiddir hjá SGB í
Týsklandi. Tað kostar til-
samans 6,5 milliónir krónur
at skifta teir fýra transform-
ararnar út.
Transformararnir broyta
spenningin
úr
60
kV,
60.000 volt, niður í 20 kV,
20.000 volt, haðani spenn-
ingurin
aftur
umvegis
smærri transformarar verð-
ur broyttur niður í 400-230
volt til húsarhaldini.
Transformararnir
skiftir
TÍÐINDASKRIV
Hóskvøldið 18. november
kl. 19.30 verður kvøldseta í
Studentaskúlanum
á
Kambsdali. Á skúlanum er
kvøldseta hvørt hálvár, og
hóskvøldið verður fyrra
kvøldsetan í hesum skúla-
árinum.
Skráin plagar at vera
eyðkend av nógvum sangi
og tónleiki, og soleiðis
verður tað eisini hesa ferð.
Hástigsholdini í 2. og 3. s
fara at syngja og spæla,
tvørfloytur fara at ljóma, og
næmingar í 1. s fara eisini á
pallin. Viðhvørt hava lærar-
arnir tikið seg saman og
spælt og sungið. Tað er ikki
ómøguligt, at teir eisini
hesa ferð fara at spíla seg
út.
Næmingar í 3. a vóru fyri
heystfrítíðina í Prag. Hós-
kvøldið fara teir í myndum
og orðum at greiða frá, hvat
teir fingu burturúr vitjanini
í hesum gamla mentunar-
miðdeplinum í Europa,
sum síðani jarntjaldið fall
aftur er vorðin ein av mest
vitjaðu europeisku býun-
um.
Hesar seinastu ferðirnar
hava næmingar greitt frá
onkrum frítíðarítrivi, sum
teir hava. Hesa ferð er tað
Ólavur
Mørkøre,
sum
gongur í 3. x, sum fer at
greiða
frá.
Ólavur
er
ættaður av Eiði. Í ljósu
tíðini vísir hann viðhvørt
fólki vegin niðan á Slætt-
aratind. Hvussu tað gongur
fyri seg, hvat tey vitjandi
eru áhugað í, og hvat tey
spyrja um, fer Ólavur at
siga eitt sindur um.
Í tveimum øðrum inn-
sløgum verður Slættara-
tindur eisini evnið. Rektar-
in í Studentaskúlanum,
Sámal í Skorini, fer at siga
nøkur orð um hægsta fjallið
í Føroyum. Eitt nú hvussu
ognarviðurskiftini eru, og
hvussu seyðahaldið er har á
leið. Tað er upplagt, at
rektarin fer at hugleiða um
hetta, tí hann er annar av
tveimum røktingarmonnum
á Slættaratindi.
Hitt innslagið um Slætt-
aratind hevur við skaldskap
at gera. Næmingar fara at
bera okkurt fram av tí, sum
Slættaratindur hevur verið
íblástur til hjá teimum, sum
hava yrkt og skrivað.
Sum vanligt á kvøldset-
unum á Kambsdali, so
verður eisini hesa ferð skip-
að fyri kafe. Tað er 1. y,
sum bjóðar okkurt leskiligt.
Tað gera tey í sambandi
við, at flokkurin er farin
undir fyrireikingar til ferð-
ina uttanlands, sum ætlanin
er, at tey skulu fara á heysti
í 2006.
Kvøldsetan verður hós-
kvøldið 18. november kl.
19.30 stundisliga. Tað er
ókeypis atgongd, og øll eru
væl komin at síggja og
hoyra okkurt av tí, sum tey
fáast við í Studentaskúlan-
um á Kambsdali.
Kvøldseta á Kambsdali
30 tons verða lyft yvir á ein betongfót. Nýggi transformarin,
sum varð settur upp á koblingsstøðini hjá SEV í Skálabotni í
síðstu viku, kemur í staðin fyri gamla transformaran frá
60’unum
Mynd: SEV