Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-11-17, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 17. november 2004síða 3

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 220 - 17. november 2004 Nr. 220 - 17. november 2004 5 Semja var ikki um formansskapin, men kortini er talan um eitt samt bygdaráð sum hevur skipað seg í nevndir og fer til verka, tá ið hetta valskeiðið er úti TOFTIR Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Á almennum bygdaráðs- fundi mánakvøldið skip- aði nývalda bygdaráðið í Nes kommunu seg. Semja var ikki um for- mansskapin. Her var talan um ein minniluta og ein meiriluta. Hinvegin var bygdaráðið samt um skipan av nevndum og umboðsvali annars. Tí- skil kemur bygdaráðið at arbeiða sum ein eind, hóast semja ikki var um sjálvan formansskapin. Borgarstjóri verður Símun Johannesen, og Súni í Hjøllum verður varaborgarstjóri. Teir báðir eru teir einastu, sum eru eftir av gamla bygdaráðnum, tá ið nýggja bygdaráðið tekur við leiðsluni, 1. januar 2005. Nevndirnar vera annars skipaðar soleiðis: Fíggjarnevnd: Símin Johannesen, formaður, Helen H. Jacobsen, næst- formaður og Petur í Túni. Tekniska nevnd: Súni í Hjøllum, formaður, Petur Jacob Petersen, næstformaður og Elin á Torkilsheyggi. Mentanarnevndin: Elin á Torkilsheyggi, for- maður, Eyðfinn Johanne- sen, næstformaður og Petur Jacob Petersen. Sosiala nevnd: Petur í Túni, formaður, Helen H. Jacobsen, næstformaður og Eyðfinn Johannesen. Bygginevnd fyri skúl- an: Súni í Hjøllum og Petur Jacob Petersen. Skúlastýrið: Súni í Hjøllum og Elin á Tor- kilsheyggi. Valnevnd: Ólavur Magnussen, Kaj Høj- gaard, Magnus í Hjøllum, Vilmund Jacobsen og Álvur Højgaard. Vara- limir: Jancy Olsen (1. varalimur) og Julianna á Hálvmørk (2. varalimur). Skattakærunevnd: Helen H Jacobsen. Skálafjarðar Sløkki- lið: Petur Jacob Petersen. Eysturoyar Røktar- og Ellisheim: Elin á Torkilsheyggi. Kongshavnar Havn: Petur í Túni. Heilsumiðstøðin: Súni í Hjøllum. Umboðsnevndin í SEV: Súni í Hjøllum og Eyðfinn Johannesen. Umboð í IRF: Eyð- finn Johannesen. Umboð í Føroya Kommunufelag: Petur í Túni. Bókasavnsnevndin: Sørin Johannesen, Jose- fina Johannesen og As- bjørn Vang. Barnaverndarnevnd- in: Fía í Túni, Torleif Jo- hannesen, Annfríð Nes- líð, Kristian Olsen og Oddfríða Højgaard. Upptøkunevndin í "Vesturskin": Petur í Túni. Nývalda bygdaráðið í Nes kommunu: Hevur skipað seg og valt nevndir FUGLAFJØRÐUR Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Nývalda býráðið í Fugla- fjarðar kommunu, sum tekur við, 1. januar 2005, hevur skipað seg í semju millum øll umboðini, sum vald vórðu á valinum, 9. november. Býráðið hevur skipað seg við Sigurði S. Simonsen sum borgarstjóra og Jann Toftegaard sum varaborg- arstjóra. Annar varaborgar- stjóri er Dánjal Vang. Fíggjarnevndin: Sigurð S. Simonsen, formaður, Elisabeth E. Olsen og Dánjal Vang. Sosiala nevnd: Eyðun á Lakjuni, formaður, Jón N. Olsen og Elisabeth E. Olsen. Tekniska nevnd: Dánjal Vang, formaður, Jón N. Ol- sen og Petur Abrahamsen. Havnanevnd: Jón N. Ol- sen, formaður, Tórfríður Abrahamsen og Signar á Brúnni. M e n t a m á l a n ev n d : Signar á Brúnni, formaður, Jann Toftegaard og Eyðun á Lakjuni. Breið semja í Fugla- fjarðar kommunu Símun Johannesen verður borgarstjóri Mynd: Rúna Sivertsen Súni í Hjøllum verður varaborgarstjóri Mynd: Vilmund Jacobsen Nývalda býráðið í Fuglafjarðar kommunu á fundi, har øll umboðini samdust um at skipa seg við formansskapi og nevndarvali. Við borðendan situr Sigurð S. Simonsen, sum eisini verður borgarstjóri eftir 1. januar 2005. Dánjal Vang fekk flestar atkvøður á valinum í Fuglafjarðar kommunu. Hann verður annar varaborgarstjóri, limur í fíggjarnevndini og formaður í teknisku nevnd Komandi sunnudag, sum er seinasti sunnudagur í kirkju- árinum, hittast kirkjuráðslimir, kirkjutænarar og prestar í Eysturoynni á felags kirkjufundi í Fríðrikskirkjuni á Toftum KIRKJUFUNDUR Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Kirkjufundurin byrjar við almennari gudstænastu við altargongd í Fríðrikskirkj- uni klokkan 16. Eftir guds- tænastuna verður fundur í Fríðrikskirkjuni fyri kirkju- ráðslimum og kirkjutæn- arum, har Jákup R. Hansen fer at hugleiða um evnið: "Ein hóskandi lestrabók – at lesa lestur í fortíð, nútíð og framtíð." Aftaná fundin verður borðhald í kirkju- kjallaranum, har høvi verð- ur hjá luttakarunum at skifta orð um kirkjumál. Í sambandi við kirkju- fundin verður eisini høvi at vitja gamla prestagarðin á Nesi, sum nú er gjørdur til bygdasavn. Í fjør varð eisini skipað fyri líknandi fundi á Skála. Ætlanin við tílíkum fund- um er at umrøða kirkjumál og onnur viðurskifti hjá kirkjuni og at styrkja og menna samstarvið millum tey, sum hava eina tænastu í fólkakirkjuni. Í Eysturoynni eru 5 prestagjøld, 5 prestar, 14 kirkjur, 2 bønhús og 3 onn- ur gudstænastustøð. Kirkjuráð er til hvørja kirkju, og minsta tal á kirkjuráðslimum er 6 um- framt sóknarpresturin, sum er fastur limur í kirkju-ráð- unum í prestagjaldinum. Stórur kirkjufundur á Toftum TÍÐINDASKRIV Bókadeild KFUMs hevur givið eina nýggja bók við heitinum "Leiðir Harrans", sum Katrin Joensen hevur týtt. Í fleiri ár hevur Katrin Joensen týtt søgur at lesa upp fyri børnum. Nakrar av teimum eru savnaðar í hesi bók. Tær eru einfaldar og lættar at lesa, og fleiri teirra eru eisini hugtakandi lesn- aður hjá ungum og vaks- num. Sum heitið á bókini "Leiðir Harrans" eisini sipar til, so vísa søgurnar okkum á leiðir Harrans og minna okkum á at ganga tær. Permumyndina á bók- ini hevur Absalon Hansen tikið. Leiðir Harrans er 176 síður og kostar kr. 148, - »Leiðir Harrans« komin í bókhandlarnar – Ágangurin var øgiligur Eftir eina sera buldr- asliga viku, har hann mest sum ikki svav í fleiri dagar og var út- lúgvaður av bein- hørðum politiskum stríði, er Heðin Mort- ensen positivur og bjartskygdur. Vit hava spurt hann, hvussu hann hevur upplivað seinastu vikuna, og hvat hann í grundini ætlar sær sum borg- arstjóri í Havn INTERVIEW Eyðun Klakstein – Onkur annar hevði helst bukkað undir fyri trýstin- um. Soleiðis sigur komandi borgarstjórin í Havn, Heðin Mortensen, um dagarnar eftir kommunuvalið í síðstu viku, tá ið hann gjørdist stóra samrøðuevnið í fleiri dagar. – Tá tú ikki svevur í fleiri dagar, og ágangurin er harður allatíðina, verður tú moyrur, og tá kann verða trupult at halda fast við eina avgerð. Men eg hevði tikið eina støðu, og hana stóð eg við, sigur hann. Heðin Mortensen tví- heldur um, at tað, sum hann gjørdi eftir valið, var ein roynd at tryggja Sambands- flokkinum størri ávirkan. – Eg royndi at gera væl, men tað vísti seg, at so- leiðis skiltu fólk tað ikki. Tað er harmiligt, at fólk kenna seg snýttan, tí eg royndi bara at smíða, með- an jarnið var heitt, sigur hann. Ágangurin var øgiligur Orsøkin til, at Heðin Mort- ensen gjørdist mest umtal- aði maðurin í landinum í nakrar dagar, hevur verið gjøgnumtugd í fjølmiðlun- um í fleiri dagar. Komandi borgarstjórin í Havn hevði sum partur av Sambands- flokkinum gjørt eina avtalu við Fólkaflokkinum um samstarv næstu fýra árini, men hann leyp frá hesi av- talu, tí hann helt hana ikki verið bindandi, og tí Sam- bandsflokkurin fekk eitt betri tilboð frá hinum flokkunum í býráðnum. Tá ið Heðin Mortensen hevði gjørt avtalu við Javn- aðarflokkin og Tjóðveldis- flokkin, stóð hann einsa- mallur, tí hini í Sambands- flokkinum hildu seg til fyrru avtaluna. Og so byrj- aði rokið, sum endaði við, at Heðin Mortensen skifti flokk, og næstu fýra árini skal stýra høvuðsstaðnum sum Javnaðarborgarstjóri. – Dagarnir eftir valið vóru ógvuliga turbulentir, og tann harðasti ágangurin kom frá fólki í mínum egna flokki. Men tað vóru eisini sera nógv fólk, sum søgdu seg stuðla mær, og tað var fløvandi at fáa teldupostar og sms við uppmuntrandi orðum, tí ágangurin var øgiligur, sigur Heðin Mortensen. – Eg havi verið í onkrari líknandi støðu fyrr, men ikki so ringari, men eg eri komin uppundan aftur, tí eg haldi meg vera ein fightara, og eg gevi ikki upp, tá ið eg havi sett mær nakað fyri. Flokkuri gekk aftur Valið hjá Sambandsflokk- unum í høvuðstaðarkomm- ununi var einki serligt. Flokkurin misti atkvøður og ein býráðslim. Haraftur- at var flokkurin ikki so nógvar atkvøður frá at missa ein lim afturat. Tað var millum annað hetta, sum fekk Heðin Mortensen at handla. – Um tú hyggur eftir val- inum, so misti Sambands- flokkurin ein býráðslim, og av sitandi býráðslimum var tað bara eg, sum fekk fleiri atkvøður. Tí helt eg, at her var okkurt spinnandi galið, og tá eg síðani royndi at tryggja flokkinum størri ávirkan, var tað ein roynd at venda skeivu gongdini hjá flokkinum, sigur Heðin Mortensen. – Tað var ikki gamalt, at mann lat ein kalva fara aftur við borðinum, og tá eg gjørdi avtaluna við Javnað- arflokkin og Tjóðveldis- flokkinum, var tað ein av- tala, sum skuldi umfata all- an Sambandsflokkin og ikki bara meg, sigur hann. Nógv á skránni Nýggja samgongan millum Javnaðarflokkin og Tjóð- veldisflokkin hevur stungið út í kortið, hvat hon ætlar næstu fýra árini, og nógv er á skránni á øllum økjum. Líka frá eldraøkinum, sum skal raðfestast høgt, til barnaansingina, mentan, ítróttin, havnina og so víðari. – Ætlanin er, at formenn- inir í teimum ymsu nevnd- unum skulu hava betri møguleikar at arbeiða, og teir skulu hava størri ábyrgd. Á tann hátt fáa vit eina betri virkandi komm- unu. Tað ræður eisini um, at starvsfólkini kenna seg væl og fáa størri ábyrgd, so vit fáa ein kommunu, sum verður effektivari. – Vit eru øll positivt inn- stillað til at fara í gongd, og vit líta á hvønn annan. Vit hava havt gott samstarv higartil, og eg ivist ikki í, at tað fer at halda fram, sigur Heðin Mortensen, sum ikki heldur, at rokið seinastu vikuna fer at ávirka sam- starvið í býráðnum í longd- ini. – Tíðin lekir øll sár – eis- ini í politikki. Tí rokni eg við, at tá ið hetta rokið hev- ur lagt seg eitt sindur, fáa vit eitt gott samstarv í bý- ráðnum. Allir býráðslimir- nir vilja jú kommununi væl, sigur Heðin Mortensen. Hann ljóðar so bjart- skygdur, sum hann kann vera, og tað ljóðar eisini, sum hann meinar hvørt orð. Hann sigur seg eisini verða greiðan yvir, at tað nyttar ikki bara at lova, tað skal eisini arbeiðast. – Mín partur skal ikki liggja eftir, og tá ið borgar- arnir í Havn um fýra ár sleppa aftur á, tá fáa teir eisini møguleikan at meta um okkara avrik, sigur Heðin Mortensen. Heðin Mortensen er føddur 7. apríl 1946 í Trongis- vági. Kona hansara er Hjørdis Egholm Mortensen. Tey eiga børnini Elin, Ann, Guðrun og Eirikur. Heðin er útbúgvin maskin- og bilmekanikari, og hann hevur eisini útbúgving sum bilsýnismaður og tryggingarmaður. Hann arbeiddi sum maskin- og bilmekanikari í 17 ár, men síðan 1978 hevur hann arbeitt sum tryggingarmaður hjá Tryggingar- felagnum Føroyar. Hann var fyrstu ferð valdur í Tórshavnar býráð í 1972 og hevur sitið har síðani. Heðin hevur sitið í styttri og longri tíðarskeið í løgtinginum síðani 1989 – bæði sum varalimur og sum valdur løgtingsmaður. Hann hevur verið virkin í ítrótti og mentan – var millum annað formaður í Havnar Sjónleikarfelag í fleiri ár og hevur verið forseti fyri ÍSF síðani 1980 FAKTA Vilja skipa seg sum skjótast Hóast fýra samgongu- skjal vórðu gjørd í Tórshavnar kommunu innan nakrar fáar dagar eftir kommunuvalið, og hart stríð var millum flokkar og innanhýsis í Sambandsflokkinum, tykist tað nú verða púra greitt, at avtalan, sum Tjóðveldisflokkurin og Javnaðarflokkurin hava gjørt, stendur við makt. Flokkarnir hava heitt á sitandi borgarstjóra í Havn, Jan Christiansen, um at kalla nýggja bý- ráðið saman, so tað kann skipa seg, og teir ætla at koma við nýggj- ari áheitan. – Vit eru klár at fara til arbeiðis, og tað er eing- in orsøk við at bíða til síðstu løtu við at skipa nýggja býráðið, sigur Heðin Mortensen. – Vit hava býtt allar nevndarsessirnar, og tað hevði verið gott fyri bæði okkum og umsit- ingina, at hetta varð endaliga avgreitt í bý- ráðnum, tí so kundu vit fyrireika okkum til árs- skiftið, heldur hann. C M Y K 5 4