mikudagur 17. november 2004síða 4
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 220 - 17. november 2004
Nr. 220 - 17. november 2004
7
Carl Sukkot er leiðari
á eini viðgerarstovu í
Keypmannahavn, ið
hjálpir kvinnum at
koma fyri seg aftur,
eftir at tær hava fing-
ið fosturtøku framda.
Hann sigur, at fostur-
tøkuskipanin, sum er
galdandi, er ikki frí,
hóast hon er ókeypis.
– Tað koma so ómeta-
liga nógvar avleiðing-
ar av fosturtøkum,
sum eingin snakkar
um, og sum merkja
hesar kvinnurnar í
ógvuliga stóran mun,
sigur hann
FOSTURTØKA
Eydna Skaale
eydna@sosialurin.fo
– Tá ein kvinna verður við
barn, og ikki ynskir tað,
gerst
barnið
til
ein
trupulleika, sum hon ikki
kann yvirskoða. Við at
bjóða henni fosturtøku,
bjóðar man seg til at taka
trupulleikan frá henni. Og
tað ljóðar gott. Men eingin
fortelur kvinnuni um allar
teir trupulleikarnar, sum
koma aftaná, og sum hon
fer at standa einsamøll við.
Tað sigur Carl Sukkot, sum
helt fyrilestur á fundinum
hjá ProVita, 13 november.
Dagliga arbeiðir hann við
at hjálpa kvinnum, sum eru
komnar illa fyri av óvænt-
aðum fylgjum av fostur-
tøku, bæði sálarligum og
kroppsligum.
Ein ónd ringrás
Samfelagið er løgið saman-
sett. Vit verða øll uppald
við, at vit skulu gera so og
so nógv. Megna so og so
nógv. Fáa eina góða út-
búgving, eitt gott starv og
síggja væl út. Tað ljóðar
gott, men tað elvir ógvuliga
ofta til vánaligt sjálvsálit og
skuldarkenslur, um vit ikki
megna ella hava hug til at
liva upp til settu fyritreytir-
nar. Tað sigur Carl Sukkot,
sum í fleiri ár hevur gjørt
eitt stórt arbeiði við at
kunna um fylgjurnar av
fosturtøku.
– Ein tann vanligasta or-
søkin til at fosturtøkur
verða framdar er ótrygg-
leiki og vantandi sjálvsálit.
Ein kvinna, ið júst er vorðin
við barn vil altíð vera
ótrygg, og hava nógvar
hugsanir um hvat kann
ganga galið. Um øll, sum tá
eru rundanum hana eggja
henni til at taka fostrið, er
skjótt til, at hon bert fylgir
»góðu« ráðunum. Er sjálvs-
álitið vánaligt, sær hon seg
ikki føran fyri at hava barn-
ið, um eingin annar væntar,
at hon fer at megna tað, og
eingin stuðlar henni, greiðir
Carl frá. – Hon ger tað, tí
hon av øðrum verður sann-
førd um, at tað er tað besta,
sigur hann.
Carl greiðir frá um eina
tílíka kvinnu, sum júst hevur
verið í viðgerð hjá teimum.
Drongur hennara var farin
frá henni áðrenn hon varn-
aðist, at hon var við barn.
Sjálvsálitið var ringt og hon
fekk ongan stuðul, hvørki
frá familju ella vinum. Øll
bóðu hana hugsa um seg
sjálva og útbúgvingina, sum
hon var farin undir. Tí tað er
so torført at vera einsamøll
við einum barni. Og tí tók
hon stigið.
Í fyrstuni kendi hon seg
lættaða, men sum tíðin leið
kom hon í eina svára sálar-
liga kreppu. Hon royndi
fyrst at práta við familju og
vinir um trupulleikan, sum
hon hevði, orsakað av fost-
urtøkuni. Men eingin lurt-
aði. »Tú gjørdi tað einasta
rætta«, var svarið hon fekk.
Eisini tá hon fór til sálar-
frøðing. Alt hetta gjørdi
bara sjálvsálitið verri.
Carl greiðir frá, at tað,
sum hon var fegnast um á
viðgerðarstovninum var, at
tey veruliga lurtaðu eftir
henni. Tey skiltu sváru
støðuna, sum hon var kom-
in í. Tey søgdu henni, at tað
var í lagi at syrgja og at
spyrja spurningar. Hon
hevði jú mist eitt barn.
– Tað er skeivt at »rekl-
amera« við fosturtøku í lit-
føgrum faldarum, sum ein-
síðugt greiða frá, at tað
nærum er fylgjuleyst. Tað
er skeivt, at lumpa ungu
kvinnurnar, at tað bert er
ein trupulleiki, sum skal
fáast av vegnum, og sum
tær síðani aldri merkja aft-
ur. Tí tað eru altíð fylgjur
av fosturtøku. Altíð. Men
tað prátar man bara ikki
um, staðfestir Carl Sukkot.
– Eg royni ikki at steðga
fosturtøku ella at forbjóða
tí við lóg, men eg haldi, at í
dagsins samfelag verða
fosturtøkur framdar undir
skeivum fortreytum. Og tí
royni eg at bøta um tað, við
at geva kvinnunum upplýs-
ingar um hvat ein fostur-
tøka inniber. Og vit geva
neyðstøddu
kvinnunum
umsorgan og hjálp eftir
fosturtøkuna, sigur hann. –
Tær hava jú onga aðra
staðni at venda sær.
Nær er tað eitt barn?
Eitt argument, sum ofta
hevur verið framført er tað,
at barnið ikki verður til eitt
barn fyrr enn eftir 12 vikur
í móðurlívi, og at tað tí er í
lagi at fremja fosturtøku
inntil ta tíð. Carl Sukkot
heldur, at argumentið er
fullkomiliga burturvið.
– Hvør hevur funnið
uppá hatta? Tí hatta er bert
funnið uppá. Tú kanst ikki
seta eitt mark. Nær er tað
bert ein kykna og nær er tað
lív? So skjótt sum tvær
kyknur smelta saman undir
gitingini, hevur tú ein eina
sjálvstøðuga og sjálvsama
gen-samanseting. Eitt ein-
stakt menniskja. Lívið er
ein prosess, sum byrjar við
gitingini og endar við deyð-
anum. Hasar 12 vikurnar
eru bara tilvildarliga áset-
tar, og tær kundu tað sama
verið 4 vikur, 8 mánaðir
ella 14 ár. Tað er eitt lív,
sum verður steðgað, eitt
menniskja, sum verður tik-
ið, greiðir Carl Sukkot frá,
og ger greitt, at hann heldur
tað vera eitt fullkomiliga
tápuligt argument.
Ein annar spurningur er,
um ikki kvinnan hevur rætt
at ráða yvir egnum kroppi.
Til tað svarar Carl, at hon
sjálvsagt hevur tað. Men
tað eigur hon hugsa um,
áðrenn hon gerst við barn.
At hon ansar sær, og hugsar
seg um. Og at hon hevur
sjálvsálit til at siga nei, um
tað er tað hon veruliga
ynskir at siga. Samfelagið
má eisini gerast betri til at
stuðla henni í tí.
– Barnið er ikki ein
partur av kroppinum hjá
kvinnuni, hóast tað er inni í
honum. Barnið hevur egna
kromosomsamanseting, og
er tí eitt sjálvstøðugt lív,
sigur Carl.
Broytið
mannagongdina
– Eg veit, at fosturtøkur
altíð fara at verða framdar.
Men eg vil so fegin, at tað
ikki verður gjørt við somu
líkagleði, sum tað verður
nú. Gev kvinnuni sjálvsálit,
so hon torir at hugsa sjálv,
og ikki letur seg ávirka av
øðrum. Tí tað er jú hon sum
skal liva við avgerðini altíð.
Er fosturtøka tá framvegis
ein møguleiki, lat hana so
fáa alla ta neyðugu vitanina
til, at hon kann viga fyri-
munir og vansar upp ímóti
hvørjum øðrum. Lat hana
taka avgerðina. Velur hon tá
framvegis fosturtøku, so
stuðlað henni aftaná, og
gev henni frið at taka av-
leiðingarnar.
Lat
hana
syrgja og gráta, tí tað tørvar
henni. Tástani vil eg meta,
at vit hava fría fosturtøku,
sigur Carl Sukkot at enda.
Fosturtøka undir skeivum fortreytum
• 3 vikur eftir at barnið er gitið, er hjartað farið at
sláa.
• 6 vikur eftir at barnið er gitið, hevur tað fingið
heila, eygu, oyru og munn.
• 10 vikur eftir at barnið er gitið, kennir tað ljós,
ljóð, pínu og kulda.
• 9-11 vikur eftir at barnið er gitið, kann tað sutta
tummil.
• Flestu fosturtøkur verða framdar ímillum 7-12
viku.
• Mest nýtti hátturin er útsúgvingarhátturin.
• Eftir 12 vikur veðrur aloftast ein sproyta givin,
sum setur føðingina í gongd. Barnið verður tá
føtt, aloftast deyðføtt.
• 60.000.000 fosturtøkur verða framdar árliga runt
um í heiminum
• Harav eru umleið 60 í Føroyum
• 30% av kvinnum, ið fáa fosturtøku framda, fáa
ymisk stig av sálarligum trupulleikum sum
fylgju, t.d. angistneurosu
• Aðrar fylgjur kunnu verða lívssøri, trupulleikar
við at gerast við barn seinni í lívinum og
burðarslit.
• Pro vita merkir »fyri lívi«, og arbeiðir fyri at
verja mannalív, heilt frá gitnaði til natúrligan
deyða.
• Felagsskapurin er ikki heftur at nøkrum ávísum
trúarbólki ella politiskum flokki.
FAKTA
Carl og Elisabeth Sukkot hava í fleiri ár starvast við at hjálpa
kvinnum, ið hava fingið fosturtøku framda. Tey hava eina
viðgerðarstovu, nevnd Tilflugten, har tey hjálpa kvinnunum at
koma yvir sálarligu trupulleikarnar, ið standast av
fosturtøkuni. Trupulleikar, eingin tosar um. Tey nevna tað :
abortoverlever symdromet.
Mynd: Magnus Gunnarson
Almennur stovnur heldur
starvsfólk fyri tað turra spott
Seks stuðulsfólk hjá
einum rørslutarnaður
manni verða noydd at
renna frá Peri til Poul
fyri at fáa teir pengar,
teir hava rætt til
ALMENN FYRISITING
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
– Tað er nógv fyri at vera
hildin fyri tað turra spott av
einum almennum stovni.
Gunhild Gaard í Havn er
mist ein stóran part av tí
áliti, hon hevði á almennu
fyrisitingina í Føroyum.
Óteljandi ferðir hevur ein
almennur stovnur lovað at
betala henni nakrar krónur,
sum hon í langa tíð hevur
átt til góðar.
Men higartil hevur tað
verið til fánýtis.
Ístaðin fyri at betala
peningin, verður Gunhild
send frá starvsfólki til
starvsfólk og frá Peri til
Poul í almennu fyrisiting-
ini, tí tað er altíð onkur ann-
ar enn tann, hon hevur
fingið fatur á, sum eigur at
avgreiða málið.
– Eg føli meg rætt og
slætt hildna fyri tað turra
spott, tí her hendur onki,
uttan at eg verðið drigin
runt í einum almennum
sirkussi, sigur hon.
20.000 krónur í
buktini
Gunhild Gaard arbeiðir hjá
Stuðulsfólkaskipanini fyri
vaksin, sum er undir Heima-
røktini og Serforsorgini.
Har er hon stuðul hjá ein-
um ógvuliga rørslutarnað-
um manni.
Í summar skuldi maðurin
til Danmarkar til viðgerðar
á sjúkrahúsi, men haðani
var treytin, at hann skuldi
hava hjálparfólk við sær, tí
hann er so rørslutarnaður,
at hann krevur røkt alt sam-
døgurið.
Sostatt fekk hann stuðul
niður við sær. Tilsamans
vóru vit seks stuðlar, sum
skiftust um at verða niðri
hjá honum, nakrar dagar
ísenn.
Sjálv var Gunhild Gaard
niðri hjá manninum í 10
dagar.
– Tá ið stuðlar arbeiða utt-
anfyri tænastustaðið, eiga
teir dagpening, sum er 360
krónur um dagin og 200
krónur heimkomudagin.
– Sostatt eigi eg 3800
krónur í dagpengum fyri
ferðina og tilsamans eiga
allir teir seks stuðlarnir til-
samans einar 20.000 krónur
í dagpeningi.
Sjálv fekk Gunhild Gaard
fekk 1000 krónur í dag-
pengum frá Landssjúkra-
húsinum og sostatt eigur
hon 2800 krónur eftir í dag-
pengum, sum hon skal fáa
frá stuðulsfólkaskipanini.
– Men tað er hesin dag-
peningur, sum tað er heilt
ómøguligt at fáa útgoldnan.
– Tann 7. september vóru
allir seks stuðlarnir heim-
komnir og dagin eftir fyltu
vit pappírini út í sambandi
við dagpeningin og avlev-
era tey á stuðulsfólkaskip-
anini dagin eftir tann
9.september.
Sirkussið byrjar
Gunhild Gaard sigur, at tá
er tað at sirkussið byrjar.
– Fyrst fekk eg fatur ein-
um starvsfólki, sum hevði
beint málið víðari til eitt
annað starvsfólk, sum hevði
beint málið víðari til eitt
annað starvsfólk, sum aftur
hevur beint málið víðari til
eitt heilt annað starvsfólk.....
– Frá hesum seinasta
starvsfólkinum fekk eg so
kortini eitt greitt svar og tað
var, at hon hevði so nógv at
gera í sambandi við fíggjar-
lógini, at hon hevði ikki
stundir at taka sær av dag-
peningamálinum fyrrenn
um 14 dagar.
– Tað var í øllum førum
eitt greitt svar og so visti eg
tað.
– Men tá ið 14 dagar eru
gott og væl farnir og ongin
peningur
framvegis
er
útgoldin, ringi eg aftur til
hetta seinasta starvsfólki,
sum hevði biðið meg bíða í
14 dagar. Hetta starvsfólki
segði nú, at nú hevði hon
verið í sambandi við fíggj-
armálaráðið, sum hevði
boðað frá, at peningurin
skuldi útgjaldast.
Men tað var altso ikki
hon, sum skuldi gjalda pen-
ingin út, so hon hevði sent
málið aftur, haðani tað upp-
runaliga var komið
Gunhild Gaard sigur, at so
var onki at gera uttan at
byrja alla mylluna umaftur!
Og so varð farið á Stuð-
ulsfólkaskipanina einaferð
afturat.
Men nei!
Nú var akkurát tann sjúk,
sum skuldi avgreiða málið
og tað var onki annað
starvsfólk,
sum
kundi
avgreiða tað.
Nakrar dagar seinni er
hendan blivin frísk aftur og
tá ringir hon aftur og sigur,
at hon varð noydd at senda
málið víðari til eina, sum
ananrs eisini hevði havt
málið einaferð fyrr, men
sum somuleiðis hevði beint
tað víðari.....
– Eg fekk so aftur fatur á
fólkinum, sum hevði málið
og hon lovaði at brúka alla
sína orku uppá at avgreiða
málið.
Einar tveir dagar seinni
lovaði hon at peningurin
skuldi verða útgoldin dagin
eftir.
Men eina lítla viku seinni
var framvegis onki hent.
So aftur í telefonina og
einaferð enn lovaðu tey, at
nú skuldi tað vera.
Men enn er so onki het!
Almenn umsiting má
vera dýr
Gunhild Gaard sigur, at er
hetta eitt typiskt dømi um
okkara almennu umsiting,
er onki at siga til, at hon er
dýr, tí hetta málið átti at
verið so einfalt, sum tað
yvirhøvur kann vera. Tí
torir nóg illa at hugsa sær
skilið, táið okkurt fløkt mál
er til viðgerðar.
– Hóast eitt starvsfólk
hevur lovað at brúka alla
sína orku uppá tað, hevur
fyrisitingin ikki enn megnað
at avgreitt eitt rættiliga
einfalt mál um dagpening,
so eg veit ikki, hvussu verð-
ur, tá ið okkurt ordiligt er á
vási, sigur Gunhild Gaard.
Hon sigur, at tað er ikki
lítið, hon hevur brúkt at tíð
og telefon fyri at fáa hendur
á dagpenininginum.
– Feilurin er kanska, at tey
vita ikki, hvørjum kassa
peningurin skal betalast úr.
Men tað kunnu vit ikki
svíða fyri. Tilsamans er
kanska talan um 20.000
krónur, sum hesir seks
stuðlarnir eiga í dagpengum
og tað má almennna fyri-
stingin hava rygg til at
rinda, so kunnu tey aftaná
finna útav, hvør kassi skal
betala, sigur Gunhild Gaard.
Hon sigur, at hon hevur
fyrr verið av landinum í
slíkum ørindum og tá hava
ongir trupulleikar verið við
dagpeningi. Men tá var tað
Almannastovan,sum umsat
økið.
Men nú tey eru komin
undir stuðulsfólkaskipan-
ini, vísir tað seg at vera
heilt ómøguligt at finna
útav tí.
Og hon leggur afturat, at
sum støðan er nú, fer hon at
hugsa seg fleiri ferður um,
áðrenn hon einaferð afturat
átekur sær eina slíka upp-
gávu fyri ein rørslutarn-
aðan.
– Hetta er so langt úti, at
tað átti ikki at komið fyri.
Hjá tí almenna er talan um
piparnøtur, men hjá okkum
er tað als ikki týdningar-
leyst og tá ið vit høvdu fylt
pappírini út, væntaðu vit, at
hetta var ikki annað enn eitt
avgreiðslumál, sigur Gun-
hild Gaard at enda.
Skulu hava sínar
pengar
Leiðarin á Stuðulsfólka-
skipanini fyri vaksin, Regin
Johansen, er á skeið hesar
dagarnar, so haðani fekst
ongin viðmerking.
Mary í Garði, sum er
leiðari á Heimarøktini og
Serforsorgini, sigur, at tað er
ongin ivi um, at hesi fólkini
eiga rætt til dagpening.
Men tað er altíð tann
einstaki stovnsleiðarin, sum
skal avgreiða slík mál, altso
í hesum føri leiðarin á
Stuðulsfólkaskipanini fyri
vaksin.
Men hon sigur, at við-
hvørt kann tað vera eitt iva-
mál um, hvørjum kassa ein
samsýning skal rindast.
– Men í slíkum føri er
mannagongdin
tann,
at
starvsfólkið skal í øllum
førum hava sín pening
beinanvegin og so mugu teir
ymsu kassarnir aftaná finna
útav aftaná, hvør av teimum
tað er, sum eigur útreiðsl-
una, sigur Mary í Garði.
– Hetta hevur verið eitt satt sirkus og vit verða hildin fyri tað turra spott av almennu fyrisitingini, sigur Gunhild Gaard
Mynd: Jens Kristian Vang
C
M
Y
K
7
6