Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-11-17, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 17. november 2004síða 5

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 220 - 17. november 2004 Nr. 220 - 17. november 2004 9 Jan hevur góða tíð Sitandi borgarstjórið í Tórshavnar kommunu, Jan Christiansen, sigur seg ikki hava skund at kalla nýggja býráðið í Tórshavnar kommunu saman. Hann vísir á, at enn vantar býráðnum tveir regluligar fundir, og teir ætlar hann at hava. – Eg havi til nýggjárs at kalla býráðið saman, og um einki óvæntað hendur, so verður bý- ráðið ikki kalla saman fyrr enn millum jól og nýggjárs, sigur Jan Christiansen í stuttari viðmerking. -páll Endur- taka áheit- anina Vegna nýggju býráðs- limirnar í Tórshavnar kommunu hevur kom- andi borgarstjórin, Heð- in Mortensen sent Jan Christiansen enn eina áheita um at kalla nýggja býráðið saman Skrivið er soleiðis orðað: Vísandi til skriv, dagfest í Tórshavn tann 12. nov- ember, vilja vit sjey limir í nývalda býráðnum, Heðin Mortensen, Jógv- an Arge, Leivur Hansen, Hildur Eyðunsdóttir, Marin Katrina Frýdal, Katrin Dahl Jakobsen og Elin Lindenskov, endur- taka áheitan okkara á teg, sum fyrst valda bý- ráðslim, um sum skjótast at kalla býráðið saman at skipa seg. Síðani vit sendu fyrra skrivið, hava vit ikki fingið nakra innkalling til fund, og ei held-ur hava vit fingið nakað svar til áheitan okkara. Tí kenna vit okkum noydd til enn eina ferð at minna á hesa áheitan. Vit halda onga orsøk vera at bíða við hesum fundi, tí vit sjey eru endaliga samd um at skipa nýggja býráðs- samgongu. Somuleiðis hevði tað lætt munandi um hjá býráðs-umsit- ingini, at hon sum skjót- ast fekk at vita, hvussu býráðið verður skipað við nevndum, formonn- um og øðrum eftir 1. januar 2005. Borgarstjórin í Tórs- havnar kommunu, Jan Christiansen, hevur onga ítøkiliga loysn fyri, hvussu vit koma óskilinum í samband við býráðs- val í høvuðsstaðnum til lívs. Hann mælir til, at nevndarbygn- aðurin í Tórshavnar býráð verður broyttur BÝRÁÐSÓSKIL Páll Holm Johannesen pall@sosialurin.fo Borgarstjórin í Tórshavnar kommunu, Jan Christian- sen ásannar, at rokið um telvingina at koma í sam- gongu í Havn seinastu bý- ráðsvalini ikki er ein hald- góð støða-hvørki fyri borg- aran ella politikararnar. Hann hevur kortini onga ítøkiliga loysn fyri, hvussu vit fáa samráðingartil- gongdina í fastari karmar á komandi býráðsvali. Í Sosialinum í gjár var viðtala við samfelagsfrøð- ingin, Jógvan Mørkøre, sum helt, at nú mátti óskilið í samband við býráðsval fáa ein enda. Hann mælti pørt- unum til at taka hvønn ann- an í eið, so at samgongu- samráðingarnar verða betri skipaðar í framtíðini. – Hóast tað er nógv tann besta loysnin, so verður tað ógvuliga trupult at taka hvønn annan í eið og lova hvørjum øðrum, at vit skulu hava samgongusam- ráðingarnar í fastari karm- ar. Tað, sum fór fram á val- inum hesaferð, var so mik- ið ódámligt, at tað verður ringt at hava álit á nøkrum. Eg havi í løtuni onga patent loysn fyri, hvussu vit koma víðari, og eg veit ikki, hvussu tú skuldi fingið skipanina í fastari karmar, sigur Jan Christiansen. Sitandi borgarstjóri vísir aftur, at fullkomiligt óskil hevur valda síðan býráðs- valið í 1996. – Tað er ikki rætt, at einki skil hevur verið á sam- gongusamráðingunum síð- an 1996. Tað hevur altíð verið vanligt í Havn, at tað verður kjakast aftur og fram um samgongumøgu- leikar – eisini á náttartíð. Náttartelvingin haldi eg ikki er nakar trupulleiki, men hinvegin er tað ódám- ligt, at partarnir ikki halda skrivligar avtalur longur, heldur Jan Christiansen. Jógvan Mørkøre vísti millum annað á, at tað kundi verið skilagott, at latið størsta flokkinum ella listanum á býráðsvalinum initiativið til at skipa sam- gongu. Hesum er Jan Christiansen samdur í. – Eg haldi tað ljóðar skilagott at fremsti flokkur fær initiativið, men vansin er kortini altíð, at tað er skjótt, at hinir flokkarnir taka seg saman og skipa samgongu út um tann størsta flokkin, vísir borg- arstjórin á. Broyta nevndirnar Hugsunarhátturin við ganga burtur frá at býta bý- og bygdarráðini upp í meir- og minnuluta, tekur Jan Christiansen undir við. Hann heldur, at eitt knúta- punkt í hesum spurningi liggur í býtinum av nevnd- arsessunum í býráðnum. Sitandi borgarstjóri er sannførdur um at rættast hevði verið at broytt nevnd- ar bygnaðin. – Eg havi fleiri ferðir nevnt, at vit eiga bert at hava tríggjar nevndir pluss havnarnevndina í Tórs- havnar býráð. Vit áttu at lagt teknisku, umhvørvið- og heilsu, og byggi- og býarsamskipanar nevndina saman í eina nevnd, meðan trivnaðar, mentanar og sosiala nevndin eisini skuldi verið ein nevnd. Aft- urat hesum báðum nevnd- um skuldi verið havnar- nevndin og fíggjarnevndin, sum borgarstjórin er sjálv- skrivaður í, heldur Jan Christiansen. Hann vísir á, at einasta orsøk at tað eru sjey nevndir í Tórshavnar býráð í dag er, at talið sjey er júst talið, sum er nóg mikið fyri at fáa meiriluta í býráðnum. Komandi borgarstjór- in í Tórshavnar býráð, Heðin Morten- sen, heldur fast um, at borgarstjórin í Tórs- havnar kommunu skuldi verði valdur á beinleiðis vali. – Borgarstjórasessurin er altíð kjarnan í stríðnum, sum tekur seg upp á hvørjum býráðsvali í Havn, og hesin trupulleiki varð loystur við at velja hann beinleiðis, held- ur Heðin Mortensen BÝRÁÐSÓSKIL Páll Holm Johannesen pall@sosialurin.fo Komandi borgarstjórin í Tórshavnar kommunu hev- ur sitið í Tórshavnar býráð síðan 1972. Heðin Morten- sen sigur seg minnast, at tað nærum á hvørjum bý- ráðsvali í Havn hevur verið stríð og óskil í samband við borgarstjórasessin og bý- ráðssamgongur. Uppskotið hjá Heðini fyri at koma hesum ódámliga stríði til lívs er at velja borgarstjórin í Havn á beinleiðis vali. – Eg havi havt hendan tankan áður, og eg haldi framvegis at hann er hin besta loysnin. Tað hevur víst seg, at borgarstjóra- sessurin er altíð kjarnan í stríðnum, sum tekur seg upp á hvørjum býráðsvali í Havn, og hesin trupulleiki varð loystur við at velja hann beinleiðis, heldur Heðin Mortensen. Hann ásannar, at vandin vil altíð verða fyri, at borg- arstjórin brádliga endar í minniluta í tí býráðið, hann einaferð er settur at stjórna, men heldur kortini ikki, at tað er ein stórvegis trupul- leiki. – Jens Marius Poulsen segði tað so væl í Dimma- lætting, tá hann vísti á, at tað er siðvenja í Havn, at tá stór mál eru fyri, so standa allir býráðslimir saman, tí hvør teirra vil tað besta fyri kommununa. Tí haldi eg ikki tað er nøkur vanlukku um um valdi borgarstjórin kann enda í minniluta, vís- ir komandi borgarstjórin í Tórshavnar kommunu á. Framhaldandi sundurbýtt Samfelagsfrøðingurin, Jógvan Mørkøre, vísti í Sosialinum týsdagin á, at hann metti tað verða skila- best um bý- og bygdarráð- ini gingu burtur frá at býta seg í meir- og minniluta. Heðin Mortensen væntar ikki, at hetta verður ein framtíðarleistur í Tórs- havnar býráð. – Tað er ikki eydnast áður at fáa eitt býráð, sum ikki er býtt sundur í meir- og minniluta, og satt at siga trúgvi eg ikki rættiliga upp á tað. Hesin hugsunarháttur gongur møguliga á smærru støðunum, men ikki í Havn, tí her eru so nógvir býráðs- limir, heldur Heðin Mort- ensen Komandi borgarstjórin trýr heldur ikki upp á, at tað ber til at fáa partarnir í bý- ráðnum at taka hvønn ann- an í eið fyri at fáa sam- gongusamráðingar í fastari karmar. – Tað ber snøgt sagt ikki til at taka hvønn annan í eið í politikki. Ein kendur mað- ur segði einaferð, at "du har et standpunkt indtil du har et andet", og hetta er í stór- an mun galdandi í politikki. Tað er tí ómetaliga torført at binda hvønn annan niður, tí spælireglurnar í politikki eru einaferð so, at nærum alt ber til, sigur Heðin Mortensen. Spurdur um samráðing- artilgongdin skuldi verið fest fast við lóg, svarar Heðin Mortensen, at tað kundi verið ein máti, at fingið viðurskiftini betur skipað viðurskiftini. Onga patent loysn Heldur fast um beinleiðis valið Tað ber snøgt sagt ikki til at taka hvønn annan í eið í politikki. Ein kendur maður segði einaferð, at "du har et standpunkt indtil du har et andet", og hetta er í stóran mun galdandi í politikki. Tað er ómetaliga torført at binda hvønn annan niður, tí spælireglurnar í politikki eru einaferð so at nærum alt ber til, sigur Heðin Mortensen Mynd: Jens Kr. Vang Telebúð í nýggjum hami Telebúðin í Klaksvík hevur longi haltað langt aftan fyri nógv- ar av hinum búðun- um í landinum. Men mánadagin klokkan 13 lat Telebúðin upp í fullkomuliga nýggj- um hami, og nú er munur á at koma inn í búðina at avgreiða síni ørindi UMBYGGING Solby A. Eliasen solby@sosialurin.fo Klaksvík: Fyrr var ikki so høgligt at koma inn í Telebúðina. Ein skuldi ígjøgnum ikki færri enn tríggjar hurðar, áðrenn ein kom inn í Telebúðina, og tá vóru hølini ikki ser- liga tiltalandi. Men alt tað er nú broytt. Nú skal kundin bert lata eina hurð upp fyri síðani at koma inn í eini flott og hugnalig handilshøli, sum liva fult upp til allar hinar Telebúðirnar í landinum. – Ja, hetta var hart til- trongt. Gamla Telebúðin hoyrdi jú heima afturi í steinøldini, segði ein glaður økisleiðari, Pól Sunds- skarð. Hann greiddi frá, at um- byggingin hevði verið áveg- is í langa tíð. Allur bygning- urin, sum Føroya Tele held- ur til í, er farin ígjøgnum eina umfatandi umbygging, sum byrjaði í 2000. Tá varð útbygt fyri okkurt um eina millión krónur, og tá tað var liðugt restaði bert Telebúðin sjálv í. – Hetta var óluksáliga gott at fáa gjørt. Vit liggja jú í hjartanum í Klaksvík, kann sigast, og tað kemur nógv fólk framvið her hvønn dag, sigur Pól Sundsskarð. S einni er meiningin eisini, at fólk skulu kunna fara inn í Telebúðina at kanna teirra teldupost. Tað er ein tæn- asta, sum serliga er hent fyri ókunnugt fólk. Alt á einum staði Eitt annað, sum nú eisini fer at broytast, er av- greiðslan. Sum er, tá ein persónur kemur inn í Tele- búðina at skráseta seg, verður alt sent til Havnar. Tað verður ikki longi aftur- at, sambært Pól Sunds- skarð, tí um ársskiftið er ætlanin, at skrásetingar skulu verða avgreiddar á einum og sama staði óan- sæð hvørjari Telebúð í landinum tú ert staddur í. Pól Sundsskarð sigur annars, at sølan av far- telefonum nú er stagnerað nakað. Fyrr var tað soleiðis, at tá okkurt nýtt kom fram, komu fólk beinanvegin at spyrja eftir tí, men tað er við at broytast nú. – Fólk eru meiri prístilvitað nú, og tey eru nøgd við teirra telefonir, letur tað til, sigur Pól Sundsskarð, økisleiðari hjá Føroya Tele í Klaksvík. Í sambandi við, at Tele- búðin lat uppaftur, bjóðaðu tey kaffimunn og hava serlig tilboð hesa vikuna. Útoyggjafelagið hevur verið við til at gjørt nýggju ferðaætlanina millum Kalsoynna og Klaksvík, og felagið er væl nøgt við framferð- arháttin hjá Strand- ferðsluni SAMFERÐSLA Eyðun Klakstein Strandfaraskip Landsins hava gjørt eitt uppskot um, hvussu ferðaætlanin mill- um Kalsoynna og Klaks- víkina skal vera, tá ið nýggja ferjulegan á Syðra- dali verður tikin í nýtslu eftir ársskiftið. Uppskotið um ferðaætlan er sent út til hoyringar, og tað hevur fingið borgarstjór- arnar í Mikladali og í Klaks- vík at heita á landsstýr- ismannin við samferðslu- málum um at tryggja far- leiðin fleiri pengar, so at kvøldtúrar kunnu gerast partur av ferðaætlanini. Stjórin á Strandferðsluni, Kristian Davidsen, segði seg í gjár standa eitt sindur spyrjandi, tí Strandferðslan hevur nevniliga gjørt sær stóran ómak við at fáa ynski hjá kallsoyningum við í ferðaætlanina og hevur eis- ini samstarvað við Út- oyggjafelagið um hetta. Fyrimyndarligt samstarv Hetta váttar Útoyggjafelag- ið eisini í einum tíðinda- skrivi, sum tað sendi fjøl- miðlunum mánakvøldið. – Útoyggjafelagið hevur í fyrimyndarligum samstarvi við samferðsludeildina hjá Strandferðsluni arbeitt við at gera eina ferðaætlan fyri siglingina hjá Sam, stendur at lesa í tíðindaskrivinum. – Úrslitið bleiv, at SL kundi bjóða kalsoyingum fimm túrar hvønn gerandis- dag, umframt tveir túrar, har tað verður beinleiðis samband til Leirvíkar. Í vikuskiftinum verða tríggir túrar um dagin, har báturin kemur at í Kalsoynni á túr- inum Klaksvík - Lorvík - Klaksvík. Hetta er stórt framstig, í mun til teir tríggjar túrarnar um dagin, sum nú er, heldur Út- oyggjafelagið. Fjøldin er nøgd Útoyggjafelagið staðfestir, at nýggja ferðaætlanin ikki ger øllum til vildar, men tað eru orsøkir til avmarkingar- nar. – Tað eru verkligar forð- ingar, sum í fleiri førum gera, at tað millum annað ikki er beinleiðis samband við bussrutu í Leirvík, um- framt trupulleikar á morgni við at náa fyrsta túrin hjá Dúgvuni. – Manningaskipanin hev- ur eisini við sær, at ikki ber til at gera ein túr seint á kvøldi uttan munandi eykakostnað, sum SL ikki hevur at ráða yvir í løtuni. Hetta er at harmast um, men allir steinar eru vendir fyri at laga hetta so væl til sum gjørligt. – Samanumtikið kann staðfestast, at fjøldin í Kalsoynni er væl nøgd við ferðaætlanina, og starvs- fólkini á SL, sum hava arbeitt við hesum, eiga rós uppiborið fyri teirra sera fólkaræðiliga arbeiðshátt, sigur Útoyggjafelagið. Mánadagin kundi økisleiðarin hjá Føroya Tele í Klaksvík, Pól Sundsskarð bjóða viðskiftafólkunum inn til eina umbygda telebúð, sum eftir hansara tykki nú eru fult í tráð við hinar Telebúðirnar kring landið Útoyggjafelagið rósar SL Útoyggjafelagið er væl nøgt við arbeiðsháttin hjá Strandferðsluni, tá ið nýggj ferðaætlan varð gjørd fyri ferðasambandið til og úr Kalsoynni Heðin varugur við trupulleikan Heðin Mortensen ætlar sær at fylgja kommunulógini, um hon forðar fyri, at hann kann halda fram í dreymastarv- inum sum ítróttar- forseti í Føroyum FORSETI Eyðun Klakstein Heðin Mortensen hevur seinastu 24 árini verið yvirhøvd fyri føroyskan ítrótt, og á aðalfundinum hjá Ítróttarsambandi Før- oya fyrr í ár, var hann aft- urvaldur sum forseti fyri næstu tvey árini. Men nú er líkt til, at tíðin hjá Heðini Morten- sen sum oddamaður í føroyskum ítrótti er av. Kommunulógin forðar eftir øllum at døma fyri, at hann kann hava álitis- sessin, tí ein fulltíðar borgarstjóri skal ikki hava nakrar ábyrgdaruppgávur, sum ikki hava beinleiðis tilknýti til hansara borgar- stjórastarv. Aktar lógina – Tá ið alt er komið upp á pláss við borgarstjóra- starvinum, ætli eg mær at tosa við stjórnina í ÍSF fyri at finna fram til, hvat vit skulu gera, sigur Heðin Mortensen. – Tað hevur verið fant- astiskt at verið við í ÍSF øll hesi árini, men alt fær ein enda, og tað fer hetta eisini. Um kommunu- lógin ikki loyvir mær at hava slíkt ólønt arbeiði við síðuna av borgar- stjórastarvinum, so er einki at gera – tað má eg góðtaka, sigur hann. Umframt Heðin Mort- ensen sita Sverre Midjord og Petur Elias Petersen í starvsnevndini hjá Ítrótt- arsambandinum. John Kjær er varamaður. C M Y K 9 8