mikudagur 17. november 2004síða 6
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Nr. 220 - 17. november 2004
Nr. 220 - 17. november 2004
11
Tað gongur ikki, sum stuðlarnir hjá Bush í Europa hava
vónað, nevniliga at Bush fer at leggja seg eftir einum
meira hóvligum politikki. Sum kunnugt hildu nógvir
eygleiðarar her í Europa og eisini her í Føroyum, at nú
Bush hevði tryggjað sær valdið eitt skeið afturat, so fór
hann at reka ein meira miðjusøkjandi og hóvligan pol-
itikk. Men tær tilnevningar, ið Bush higartil hevur framt,
hava bent á ein enn meira konservativan og harðrendan
politikk í komandi skeiði, enn rikin varð í fyrra for-
setaskeiði. Fyrst tilnevndi Bush tann ill gitna dómaran
Gonzales til løgmálaráðharra. Gonzales var fremsti ráð-
gevi hjá Bush í spurningum um at náða deyðadømdar
fangar, tá Bush var guvernørur í Texas. Sum kunnugt
fann eingin deyðadømdur nái, og vóru 150 fólk, her
ímillum kvinnur og ósek fólk tikin av døgum í
guvernørtíð Bush í Texas.
Nú átti so Powell, uttaríkisráðharri tørn. Powell skarar
framúr á mangan hátt. Hann er ein av teimum fáa afro-
amerikanunum, ið er komin heilt upp á tindarnar í síni
starvsleið. Hann var verjuovasti í fleiri ár og sostatt eisini
undir Flógvakrígnum. Powell hevur verið trygdin fyri
einum nøkunlunda hóvligum uttanríkispolitikki. Tað
hevur leingi verið kalligt millum Powell og bólkin av ráð-
gevum hjá eldra Bush, ið flykkjast kring yngra Bush. Tað
er alkunnugt, at Romsfeldt, verjumálaráðharri leingi hev-
ur verið ósamdur við Powell um uttanríkispolitisku kós-
ina. Powell var ímóti álopinum á Irak og hann hevur verið
heitur talsmaður fyri, at USA skjótast skuldi koma til
sættis við Europa.
Sum heild stendur Powell hóast sína hernaðarligu fortíð
fyri einum uttanríkispolitikki, har politiskar loysnir verða
tiknar fram um hernaðarligar loysnir. Powell stendur
ómetaliga høgt í metum í USA og kring allan heimin.
Men hann er viknaður nógv politiskt, meðan heykarnir
kring Bush eru vorðnir sterkari. Powell hevur ikki megn-
að at koma á mál í Miðeystri og viðurskiftini við Europa
eru verri enn nakrantíð. Hann hevur tí ásannað, at hans-
ara hóvligi og semjusøkjandi politikkur í roynd og veru
ongan møguleika hevur í næsta forsetaskeiði. Hann hevði
bert verið ein kransakøkufigurur, um hann helt fram, og
tað hevur hann ongan hug til. Alt bendir á, at Condolezza
Rice fer at loysa Powell av. Hon er kend fyri síni harð-
rendu sjónarmið og hon er ein av teimum, ið hevur ráð-
givið Bush út í iraksku vanlukkuna.
Fráferð Powells er ikki gott fyri umdømið hjá Bush úti
í heimi. Hinvegin er lítið at ivast í, at Bush leggur lítið
í hetta. Hann leggur lítið í sítt umdømi millum europæ-
iskar statsleiðarar og friðarfólk. Hann hevur jú alt vald
í USA og í Europa hevur hann Blair, sum er hin mest
trúfesta sameindi av øllum. Hesa mynd hevur heimurin
sæð áður. Ein amerikanskan forseta, sum leggur líka í
Europa bert hann hevur Bretland við sína lið. Men sum
frá líður,er hetta ikki gott fyri heimin. Tað er stórur
vandi fyri, at ein enn meira harðrendur politikkur bert
fer at økja um spenningin millum muslimar og vestur-
heimin. Í miðeystri fer USA framvegis bara at lata
standa til og vápnaídnaðurin fer at fáa enn meira ávirk-
an á uttanríkispolitikkin. Samantikin ein framtíðar-
mynd við nógvum vandum og hóttanum. Tað er ikki
gott fyri heimin.
DAGSINS MEINING
Sosialurin
Exit Powell
VIÐMERKINGAR
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Fíggjarleiðari: Tóki Højgaard
toki@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo
Teresa Jensen teresa@sosialurin.fo
Hjørdis Gregersen hjordis@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo
Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Solby Eliasen solby@sosialurin.fo
Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo
Páll Holm Johannesen pall@sosialurin.fo
Terji Nielsen terji@sosialurin.fo
Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo
Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Terji Nielsen terji@sosialurin.fo
Myndamenn:
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Postsmoga 231
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
e-post: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 220727
e-post: aki@sosialurin.fo
e-post: dagfinn@sosialurin.fo
Sosialurin í Eysturoy:
Postsmoga 143, Saltangará
tel. 447820 fax 449520
tel. 228909
e-post: vilmund@sosialurin.fo
Sosialurin í Vágum:
360 Sandavágur
tel. 333820, 220507 fax 333720
e-post: edvard@sosialurin.fo
e-post: vagar@sosialurin.fo
Uppseting/prent:
Uppseting: Føroyaprent
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.-frí. 8-16
Argjavegur 26,
Tel. 341800, Fax 341801
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
varp@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadag-fríggjadag klokkan 1400
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Týsdagsblaðið Mán.kl. 10
Frí.
kl. 15
Frí.
kl. 12
Frí.
kl. 12
Mikudagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Hósdagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Leygardagsblaðið Frí. kl. 10
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og
áðrenn ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á
einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl-
an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
Føroya Val fekk egið undirgravingarvirksemi
aftur í gráðum kálvskinni
Petur S. Johannessen
Vágur
Ikki sørt undirritaði kann
smílast, at tí, sum formaður
í Sambandsflokkinum Kaj
Leo nevnir ein glantrileik,
nevniliga samgonguskjølini
til komandi býráðssetu í
Tórshavnar kommunu, tá ið
eg hugsi um tann leiklut
Føroya Val hevði saman við
Løgmanni, Alfred Olsen og
einum býráðslimi í Klaks-
vík o.ø., sum fekk tað av-
leiðing at Johan Dahl bleiv
frákoyrdur sum fiskimála-
ráðharri av løgmanni, sum
segði at avgerðin var polit-
isk, eg meti at løgmaður
ikki hevði tort at koyrt Joh-
an Dahl frá, um Sambands-
tingmennirnir stóðu saman,
men so var ikki, Føroya Val
við Hegin Mortensen og
hinum býráðslimunum vildi
hava Johan Dahl frá fyri ein
hvønn prís, Beata L. Samul-
sen segði at Johan Dahl
skaddi flokkin og vildi hava
hann úr flokinum, her var
talan um beinleiðis álop á
okkara landsstýrismann, frá
lokalpolitikarum, væl stuðl-
aði av ávísum tingfólkunum
Sambandsfloksins í suður-
streymi.
Tað er ikki so løgi at tað
akkurát er Føroya Val, sum
at kalla hevur spælt fallit, tí
hendan sama (skitna) met-
oda fekk sjálvan løgmann at
koyra Johan Dahl frá, og í tí
sum sjálvur formaðurin í
Sambandsflokkinum sigur
"glantrileikinum" er bert
Sjuman Hjaltalin ikki leik-
maður meira, og hvat er
lættast at gera, tað er at nýta
kendar og effektivar metotir,
sum hava víst seg at verða
sera álítandi, einaferð enn,
men komu hesi leikfólk
sjálvi at kenna sviðjan av
gjørdum gerðum hesaferð.
Hví bleiv Bjarni Djur-
holm ikki koyrdur frá av
løgmanni orsaka av polit-
iskum áðum, eftir at tað
vísti seg at førdi alipolitikk-
urin hjá vinnumálastýrinum
var útavlagi vánaligur, jú
orsøkin er einfald, tað hevði
Fólkaflokkurin ikki góðtik-
ið, og fylgjurnar kunnu vit
lætt hugsa okkum til.
So ikki kann eg annað enn
smílast, hetta er sannur
sambandspolitikkur tá ið
hann er ringast, og tit í Før-
oya Val saman við Alfred
Olsen og Hegin Mortensen
o.ø., løgdu lunnar undir
hesa eftir mínum tykki
ómannsligari leiklist, men at
fortíðin innheintar hesi leik-
fólk í tí sokallaða glantri-
leiki, er sjón fyri søgn.
Vónandi
kann
floks-
leiðsla Sambandsfloksins,
syrgja fyri at vit í Suðuroy
framyvir eisini hava rætt til
at fáa landsstyrismann, ser-
liga tá ið vit vita at hann er
rætti maðurin til sessin, tað
er umráðandi at hava røttu
fólkini at manna lands-
stýrið.
Heri Mohr
Úrslitið av kommunuvalin-
um í Havn var ikki meira
enn kunngjørt, - og songar-
tíð var hjá flest øllum at-
kvøðunum, - so skøddu tey
13, sum fara at mynda bý-
ráðið tann 1. januar 2005,
seg í ljóðleysar sykofant-
skógvar, og í fríggjarakvirru
fóru hesi 6 pørini og ein
stakur í óunniligan para-
dans, sum valla er troðin
áður í Føroyum. Har varð
kínt, og har varð teskað, og
sum vituligt er, í slíkum
løtum er eingin opinleiki.
Hann, tann politiski opin-
leikin, kemur ikki í myndina
fyrr enn pørini og dompt-
ørurin fara til verka í 2005.
Hóast vit í Føroyum siga,
at eitt orð er eitt orð, og ein
maður er ein maður, og vit
við føroyskari sjálvgleði
syngja, at vit vilja ikki bróta
orð, so er lítið at ivast í, at
frá 1. januar 2005 fara hesi
13 at vísa somu vanvirðing
fyri politiskum opinleika
mótvegis teimum 10.549
atkvøðunum
og
borg-
arunum í síni heild, sum
kom til sjóndar úr myrkr-
inum, so hvørt tað lýsti fyri
degi tann 10. november.
At sleppa maktgirnd og
fáfongd so fullkomiliga og
aldeilis úr teymunum, sum
kom til sjóndar millum
býráðslimir her í Havn, er
ósømiligt og sera ómentað.
Vónandi fara hini bý- og
bygdaráðini aðrastaðni í
Føroyum ikki at elta høv-
uðsstaðin við slíkum sið-
loysi, tí, har sum ein skriða
er lopin, er (sum kunnugt)
onnur væntandi.
Týski
rithøvundurin
Hans Fallada (1893-1947)
skrivaði bókina: Har man
een gang spist af bliktall-
erkenen.
Fyri umleið 1970 árum
síðani sótu 13 mans um eitt
nátturðaborð, sum við
svikaráðum fekk ógvuslig-
ar avleiðingar.
Fyri einum mánað síðani
skrivaði Sjúrður Skaale, at
Tórbjørn Jacobsen, løg-
tingsmaður, kundi sammet-
ast við tann ónda vesalingin
Jago í Othello hjá Shake-
speare, - ein sammeting,
sum tann, ið hetta skrivar,
finnur ræðandi. Men tá nú
hesin Jago er drigin inn á
pallin sum ræðumynd í før-
oyskum politikki, so kundi
tað verið áhugavert at vita,
um Sjúrður Skaale, við støði
í myrkaleikinum umrøddu
nátt, dugir at ímynda sær
hvørjir limir í Tórshavnar
býráði anno 2005 hava sam-
huga við jagoismuna, sum
er at javnmeta við ljótt
broddahár fløkt í fínum
tráði til viðkvæma búnan,
vit kalla: demokrati, fólka-
ræði.
Kommunuvalið 2004
Arnfinnur Thomassen
Soleiðis tekur Jákup Dahl,
slóðbrótarin mikli, til í
kenda Tjaldurssanginum.
Sum so mong onnur –
báði fyrr og nú – var próst-
urin um várið 1907 farin
ein túr vestur á Vágseiðið.
Heilsubót fyri likam og sál
ein dimman várdag...
Síðan er mangt hent – til
tað betra. Gøta er komin
um Vatnið, benkur eru sett-
ir soleiðis, at fólk kunnu
bukka beinini, njóta natúr-
una.. og hvør veit, kanska
ein sjáldsamur fuglur úr
fjarum útlondum er mill-
umlendur á einum kørgum
oyggjarvatni.
Nú ljóðar, at skúlabygg-
ingin á hesum natúruvakra
staði skal støðgast!?
Nýbygging skal byrja í
Hovi um nakrar tímar,
dagar ella vikur!!!!!!????
Vælsignaðir!, tingmenn
og
landsstýrismenn!
Vaknið!
Latið ikki ta skomm
koma yvir tykkum – og
okkum øll – at eitt gapandi
hol í Gjógvarábøi fer at
verða minnisvarðin yvir
samgonguna, sum m.a.
segði seg hava sum enda-
mál at gera okkurt við
neyðina og elendigheitina í
Suðuroynni!
"Ì hesi sælu sparitíð" -
Hava okur ráð at brúka
milliónir at fylla uppí aftur
eitt hol?
Latið ikki skúlamálið í
Suðuroynni enda sum hjá
Heðíni Brú. Tá ið Niklas
Niklái kom aftur til bygdar,
var hann "uppaftur lurvut-
ari enn áður"!
Byggið fyri Guds skyld
miðnámsskúlan har sum
grivið er út – til okkara
nýggja og fantastiska, før-
oyska Suðuroyar framtíðar-
skúla!
Vilja mentamálaráðharrin
og fleiri við honum hava ein
depil, so gerið hann har!
Har er ovmikið av nat-
úruvøkrum plássi!
At fara um kommunu-
mark má eisini galda, tá ið
tað ber suðuryvir!
VIÐMERKINGAR
Miðnáms- og heilsuskúli og røktarheim í Suðuroynni
Jacob Vestergaard
Landsstýrið og samgongan
hava nú kunnað kommun-
urnar í Suðuroynni um ætl-
an teirra at byggja mið-
náms- og heilsuskúla í Hovi
og røktarheim í Vági. Hví
landsstýrið og samgongan
valdi fyrst at kunnað Vágs
kommunu, og harvið skapa
iva og óvissu um ætlanina,
veit eg ikki, men tað var
betur ógjørt.
Hvar landið byggir skúlar
í Suðuroynni er teirra av-
gerð og hevur ikki so nógv
við kommunurnar í Suður-
oynni at gera.
Trupuleikin í Suðuroynni
er, at vit ongantíð hava tikið
støðu til, ei heldur kjakast
um, hvussu vit skulu skipa
Suðuroynna á ymiskum økj-
um. Vit hava ikki greitt tey
yvirskipaðu viðurskiftini í
Suðuroynni, og tí ikki lagt
til rættis, hvar í oynni vit
skulu byggja skúlar, al-
mennar stovnar, hava vinnu-
økir o.s.fr.
Støðan er tann, at hvør
hevur roynt at sæta sær
sjálvum og sínum, og ikki
hugsað um heildina. Skilið
er hareftir. Kjakið í staðist
hevur av hesi ætlan lands-
stýrisins, vísir greitt hvussu
støðan er.
Hevði Suðuroyggin verið
ein kommuna, høvdu vit
sloppið undan hesum kjak-
inum. Tá høvdu vit, í sam-
ráð við borgararnar í oynni,
havt lagt soleiðis til rættis,
at vit vistu hvar í oynni
skúlar, stovnar v.m. skuldu
byggjast, og kundu bert víst
landsstýrinum á staðið, har
vit høvdu avgjørt, at bygg-
ingin skuldi fara fram.
Ætlanin við miðnáms-
skúlanum er nú komin væl
áleiðis, og sjálvur havi eg
verið ivasamur um tað er
rætt at broyta ætlanina nú,
havandi í huga, at aðrar
stórar skúlabyggingar eru í
umbúna aðrastaðir í landin-
um, men eg haldi at ætlanin
hjá landsstýrinum er áhuga-
verd, og tankin um ein
skúladepil er skilagóður.
Tað eru avgjørt fyrimunir
við at byggja skúlarnar
saman, og harvið høvdu
eisini verið møguleikar fyri
at flutt aðrar skúlar, t.d.
útbúgvingina til heilsurøkt-
arfrøðing, til Suðuroynna.
Hvørki
vágbingar
ella
tvøramenn missa nakað við,
at skúlarnir verða bygdir í
Hovi. Mest umráðandi er, at
skúlarnir verða bygdir í
Suðuroynni, og ikki hvar.
Verður farið undir at
byggja skúlarnar næsta ár,
fer tað, saman við berghol-
inum Hov-Øravík, at hjálpa
uppá veksandi arbeiðsloysi
í Suðuroynni..
Fyri undirritaða er tað
líkamikið hvar í oynni bygt
verður. Fjarstøðan millum
bygdirnar í Suðuroynni er
so lítil, at tað hevur ongan
týdning hvar tú býr og hvar
tú arbeiðir ella gongur í
skúla.
Støðan í Suðuroynni, við
7 kommunum, talar kanska
fyri, at skúlarnir verða bygd-
ir miðskeiðis í oynni. Tað er
tó sera umráðandi, at øll
oyggin verður tikin við, tá
um framtíðar bygging ræð-
ur, so allir borgarar í Suð-
uroynni verða javntstillaðir,
men hesum fæst ikki greiða
á, fyrrenn øll Suðuroyggin
verður ein kommuna.
Ætlanin um at byggja eitt
røktarheim á Vágseiði er
eisini áhugaverd. Tá avgerð
er tikin um at flyta mið-
námsskúlan, eigur okkurt at
koma
ístaðin
fyri,
so
íløgan, sum gjørd er á
staðnum, ikki fer fyri onki.
Landsstýrið og samgong-
an áttu sjálvtsagt at lagt ein
almennan stovn á Vágseiði,
og harvið hildið lyftið um
at flyta alment virksemið út
um landið. So høvdu teir
ikki havt fyri neyðini at
tosa við kommunurnar í
Suðuroynni. Ein almennur
stovnur á Vágseiði kundi
givið Suðuroynni nógv
nýggj arbeiðspláss.
Hví landsstýrið og sam-
gongan bjóðar seg til at
hjálpa suðuroyingum við
einum "stovni", har suður-
oyingar sjálvir fyrst skulu
gjalda helmingin av íløg-
uni, og síðan, um 2-3 ár,
allan raksturin, skilji eg
ikki rættuliga.
Aðalreglan
eigur
at
verða, at kommunalt sam-
starv, eisini á eldraøkinum,
skal spretta í kommunun-
um, og ikki verða partur av
einari ætlan, sum landið
hevur fostrað.
Hóast eg alla tíðina havi
verið ímóti at kommunurnar
hava gjørt íløgur í eldraøkið,
er tað ein sannroynd, at
kommunurnar, um alt land-
ið, hava gjørt stórar íløgur í
eldraøkið. Kommunurnar
hava soleiðis, samstundis
sum tær hava rópt um, at
landið hevur lagt ov nógvar
byrðar á tær, sjálvbodnar
tikið byrðar á seg, sum
landið eigur at bera.
Henda samanblandingin
hevur gjørt, at tað er rættu-
liga ymiskt hvussu eldraøk-
ið er útbygt, og eisini hvør
tað er, sum hevur útbygt tað,
land ella kommunur.
Tað er møguligt at tað er
brúk fyri einum røktar-
heimi í Suðuroynni, men
tað er ikki vist, at besta
loysnin er at byggja dýr
stovnspláss til tey eldru.
Eldraøkið er er rættuliga
fjøltáttað, og okkara gomlu
hava tørv á nógvum ymisk-
um tænastum.
Tær útbyggingar, ella tey
stovnspláss, sum eru framd-
ar á eldraøkinum hava gjørt,
at fleiri og fleiri almennar
krónur verða brúktar á
eldraøkinum, pengar, sum
vit í Suðuroynni ongan lut
fáa í. Fer Tórshavnar komm-
unu so eisini at seta ferð á
útbyggingarnar av stovns-
plássum til eldri, verður enn
verri í Suðuroynni.
Eg vil tí heita á nýggju
kommunustýrini í Suður-
oynni um at taka val ímóti
ætlanini viðv. røktarheimin-
um, hesum "serliga" tilboði
frá landsstýrinum, men
samstundis ansa eftir, at
eldraøkið ikki verður so
rakstrarkrevjandi, at komm-
unurnar ikki megnað upp-
gávuna, verður eldraøkið
lagt til kommunurnar at um-
sita.
Jákup Mørk
Ítróttarskrivari á
Sosialinum
Í Oyggjatíðindum seinasta
mikudag
hevur
Finnur
Helmsdal drúgva grein um
fótbólt í Vágum. Herundir
viðgerð
hann
serliga
trætuna, sum íkom eftir
fyrra dystin millum SÍF og
MB.
Skal sum so ikki leggja
meg út í, hvat Finnur heldur
og skrivar, men tá talan í
fleiri
førum
er
um
fullkomuliga skeivar upp-
lýsingar, so kenni eg meg
noyddan at koma við
fylgjandi rættleiðingum.
Adressan
Finnur byrjar greinina við at
siga, at Sosialurin á for-
síðuni tann 5. november
hevur skýrt allar teir, sum
spældu fyri MB í dystinum
seinasta
mikukvøld
»skommina í føroyskum
fótbólti«. Og at hetta fær tað
at síggja út, sum eru
fótbóltsspælarar og -leiðarar
úr Miðvági millum ringastu
brotsmenn. Nakað líknandi
sjónarmið havi eg eisini
fingið fyrilagt frá aðrari
síðu, og tí skal eg fyrst og
fremst
gera
niðan-
fyristandandi viðmerking.
Tað, sum greinin snúi seg
um, umfataði eina og aleina
ítróttarliga framferðarháttin
hjá MB til dystin. Talan var
soleiðis ikki um nakra
niðurgering av MB ella
leikarum og leiðarum tess
sum heild. Men eina og
aleina ein staðfesting av, at
framferðin á íróttarliga øk-
inum til júst hesa uppgáv-
una var undir lágmark.
Hetta
framgekk
eisini
týðuliga av samlaða forsíðu-
tekstinum á blaðnum, eins
og hetta varð staðfest í
greinini.
At tað eisini vóru onnur,
ið mettu hetta mál sum ver-
andi álvarsligt brot á lógir
og reglur FSF’s, sæst helst
eisini aftur í, at Kapp-
ingarnevndin
av
sínum
eintingum tók málið upp.
Nakað sum er rættiliga
óvanligt. Og enntá endaði
málsviðgerðina við at geva
MB
bót
fyri
fram-
ferðarháttin.
Ólógligir leikarar
Til spurningin um, hvørjir
leikarar vóru ólógligir til
dystin, sigur Finnur Helms-
dal seg hava »greiðar
ábendingar um«, at Rúni
Olsen og Birgir Joensen ikki
høvdu loyvi at spæla við í
dystinum millum SÍF og
MB.
Her skal bara vísast á, at
Rúni Olsen stóð á listanum,
sum
FSF
hevði
latið
feløgunum yvir leikarar,
sum tey kundu nýta til
dystin. Birgir Joensen stóð
ikki á hesum lista, men
hann spældi so heldur ikki
við í dystinum.
Sektirnar úr vón og
viti??
Soleiðis byrjar Finnur long-
sta brotið í grein síni. Her
vísir hann á, at FSF als ikki
hevði heimild til at gera
úrskurð í málinum, soleiðis
sum hann varð gjørdur.
Skal á ongan hátt stilla
meg at halda nakra verju-
røðu fyri FSF, men kenni
meg tó noyddan at koma
við fylgjandi rættleiðing-
um. Tí kappingarreglurnar
eru sera einfaldar á hesum
økinum.
Grein 39 í kappingarregl-
urnum
staðfestir,
at
Kappingarnevndin
bæði
kann geva bót og døma
felagið at missa heimavøll í
ein ella fleiri dystir. Hartil
stendur eisini, at nevndin
kann (og ikki skal!) døma
felag at tapa dyst. Tað valdi
kappingarnevndin ikki at
gera í hesum førinum, tí
mett varð, at SÍF við hesum
vildi verið revsað fyri skeiv-
an atburð hjá øðrum parti.
Altso hevur kappingar-
nevndin í hesum førinum
greitt handlað eftir lógar-
ásetingunum og hildið seg
innan fyri tað spælirúm,
sum hesar geva.
Halt teg til bóltin
Finnur
Og so vil eg bara at enda
koma við eini rættleiðing
til Finnur, sum tíverri sjáld-
an evnar at halda seg burtur
frá persónliga planinum, tá
mál skulu viðgerast. Heldur
enn at fara eftir bóltinum,
verður farið eftir mann-
inum - eisini hesaferð.
»...at Sosialurin rennur
ørindi, m.a. fyri onkran,
sum livir saman við einum
av blaðmonnum teirra«
kann neyvan skiljast sum
annað, enn at formaðurin í
SÍF verður løgd undir at
standa aftan fyri greinina,
sum
stóð
í
blaðnum
fríggjadagin 5. november.
Kenni sjálvur ikki nakað
til motivini hjá Finni at
skriva soleiðis, men kann
ikki annað enn staðfesta, at
eg so ikki havi runnið
ørindi fyri nakran. Hvørki í
Sandavági, í Miðvági ella í
Havn
fyri
tað.
Havi
hinvegin roynt at lýst málið
út frá teimum fakta, sum
fyriliggja í hesum.
Viðmerking til Finnur Helmsdal
Ein dagin mín sál var
so vetrarstird, eg gekk
mær mót havinum
vestur....
Framhald á síðu 12
C
M
Y
K
11
10