Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-11-17, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 17. november 2004síða 7

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 220 - 17. november 2004 Nr. 220 - 17. november 2004 13 VIÐMERKINGAR Peningastovnarnir fara skeivir Landsbanki Føroya Nevnd og ráð landsbankans kunngjørdu fyri tveimum vikum síðan skriv, ið vísti á, at virkisførið hjá einum óheftum landsbanka er munandi betur enn hjá ein- um landsbanka, ið er partur av politisku fyrisitingini. Felagið Peningastovnar hevur í skrivi roynt at vísa á, at einstakar av grundgev- ingum landsbankans fyri at hava ein óheftan lands- banka eru annaðhvørt skeivar ella ikki serliga góðar. Av tí at talan er um viðurskifti, sum kunnu vera trupul at skilja, skal Lands- bankin við hesum skrivi lýsa málið, og vísa á, at peningastovnarnir í øllum teim fimm nevndu førun- um fara skeivir. Er landsbankin ein tjóðbanki ? Felagið Peningastovnar vil vera við, at einans er høpi í einum tjóðbanka, um landið hevur egið gjaldoyra, og um tjóðbankin hevur sum upp- gávu at ávirka gjald- oyrakursin og rentustigið, og við at ávirka rentustigið kann ávirka virksemið í egnum landi. Her fara pen- ingastovnarnir púra skeivir. Tá evran varð tikin í nýtslu í Europa, vórðu flestu euro- peisku gjaldoyruni avtikin. Evrulondini mistu harvið møguleikan at áseta rentu- stigið í egnum landi. Um tað var rætt, sum peningastovn- arnir siga, so áttu allir tjóð- bankar í Europa eisini at verið avtiknir. Veruleikin er, at eingin europeiskur tjóð- banki varð avtikin, tá evran var tikin í nýtslu. Tvørtur- ímóti er tað so, at Luxem- burg mátti stovna ein tjóð- banka fyri at sleppa við í evrusamstarvið. Veruleikin í dag er, at tað ikki ber til at siga, at annaðhvørt er ein almennur banki ein tjóðbanki, ella er hann tað ikki. Almennir bankar kunnu hava fleiri ella færri av tjóðbankaupp- gávunum, har rentuáseting- in til tess at ávirka virk- semið í landinum er ein av fleiri týðandi uppgávum. Evrulondini hava valt at flyta uppgávuna at áseta rentustigið og at stÝra gjaldoyrakursinum til Europeiska Miðbankan, men allar hinar uppgáv- urnar liggja framvegis hjá tjóðbankunum í einstøku londunum. Nýggju tíðirnar hava gjørt, at tað ikki er full semja um, hvat ein tjóð- banki er, og skal lands- bankin ikki fara inn á tað kjakið hesaferð. Landsbank- in skal bert enn einaferð vísa á, at bankin hevur tríggjar høvuðsuppgávur: 1) at vera banki hjá tí almenna, 2) at virka fyri jøvnum bú- skaparvøkstri, og 3) at varð- veita trygg peningaviður- skifti í Føroyum. Hesar upp- gávur vera í altjóða høpi roknaðar sum tjóðbanka- uppgávur, og í teimum lond- um, vit vanliga samanbera okkum við, eru hesar upp- gávur lagdar til ein sjálv- støðugan stovn uttanfyri politisku fyrisitingina. Hevur landsbankin dupult eftirlit ? Felagið Peningastovnar før- ir fram, at Fíggjareftirlitið hevur eftirlit við peninga- stovnunum, og undrast tí yvir, at landsbankin eisini hevur eftirlit við teimum. Teir spyrja tí, um talan er um dupult eftirlit og ynskja at fáa greiði á, hvør í veru- leikanum eigur at hava eftirlit við teimum. Her blanda peninga- stovnarnir tvær uppgávur saman. Fíggjareftirlitið hevur sum endamál at tryggja álitið á fíggjarsekt- orin, m.a. við at minka váð- an fyri tapi hjá einstaka innskjótaranum. Fíggjareft- irlitið hevur eftirlit við ein- staka peningastovninum. Heildareftirlitið við fíggjarsektorinum (sum sambært lógini liggur hjá landsbankanum) hevur sum endamál at verja føroyska samfelagið móti fíggjar- kreppum, og harvið verja landskassan móti útreiðsl- um, ið stava frá at bjarga fíggjarstovnar. Heildareftir- litið við fíggjarsektorinum hevur eftirlit við, at saml- aða lánveitingin í samfel- agnum ikki verður størri enn ráðiligt. Hetta eru tvær eftirlits- uppgávur, sum hava hvør sítt endamál. Báðar eru neyðugar og hvørgin kann setast í staðin fyri aðra. Landsbankin hevur áður víst á, at fíggjarkreppur ofta stava frá, at fíggjar- stovnar tilsamans veita ov stór lán, sæð í mun til saml- aðu framleiðsluna í landin- um. Hetta førir til yvirhit- ing av búskapinum við m.a. ov høgum prísum á húsum og fyritøkum. Tá lánsfíggj- aða virksemið hasar av, standa lánveitararnir við pantum, sum eru fallin munandi í virði, og førir hetta til, at fíggjarstovnar- nir fáa munandi tap, tá fyritøkur ella húski fara á húsagang. Lánsfíggjað yvirhiting var fyrst í 90árunum ein týðandi orsøk til føroysku kreppuna og tapini hjá før- oysku peningastovnunum uppá slakar 4 milliardir krónur. Ein týðandi landsbanka- og tjóðbankauppgáva er tí at fylgja við samlaðu lán- veitingini í samfelagnum og gera vart við, um vandi er fyri, at hon setur gongd í eina yvirhiting av bú- skapinum. Kann landsbankin ávirka samfelagsgjald- førið ? Felagið Peningastovnar før- ir fram, at landsbankin ikki kann ávirka peningastovns- gjaldførið, og harvið ávirka lánveitingina hjá peninga- stovnunum. Teir halda tað ikki vera til gagns fyri før- oyska samfelagið at fylgja útlánsgongdini, tí lands- bankin kortini ikki kann áleggja bankunum avmark- ingar. Landsbankin er samdur við peningastovnarnar um, at er talan um yvirútlán, ov stórt virksemi og yvirupp- hiting, kann landsbankin ikki ávirka lánveitingarnar hjá peningastovnunum, og harvið ávirka virksemið. Kortini er arbeiðið at fylgja útlánsgongdini neyðugt fyri føroyska samfelagið. Eru tekin um yvirútlán og yvir- hiting, kann landsbankin gera vart við tað, og hvat, ið kann gerast við hetta, ma. mæla landsstýrinum til at føra ein skerjandi fíggjar- politikk, sum kann minka um búskaparliga virksemið og harvið taka trýstið av yvirhitingini. Eru Føroyar ein kredittmarknaður ? Felagið Peningastovnar vil vera við, at einki høpi er í at siga, at føroyski kreditt- marknaðurin er ein sjálv- støðugur kredittmarknaður. Landsbankin skal gera vart við, at nærum øll sethúsa- lán og nðtslulán hjá før- oyskum húskjum verða veitt av føroyskum fíggjar- stovnum. Harumframt verður nærum øll rakstrar- fígging og meginparturin av øllum føstum lánum hjá føroyskum fyritøkum veitt av føroyskum peninga- stovnum. Tó skal viðmerkj- ast, at útlendskir lánveitarar í ávísan mun veita lán til føroyskar fyritøkur. Somuleiðis kann stað- festast, at føroysku fíggjar- stovnarnir nærum bert læna til føroyskar lántakarar, og at teir ikki í nevniverdan mun læna til útlond. Und- antakið er, at teir plasera avlopsgjaldførið í útlendsk virðisbrøv, men í hesum føri er ikki talan um bein- leiðis kredittveiting. Av tí at føroyskir lánveit- arar bert læna út í Føroyum, og føroyingar sum heild taka lán í Føroyum, kann staðfestast, at føroyski kredittmarknaðurin er ein serstakur marknaður. Ein kreppa í einum føroyskum peningastovni ávirkar tí í høvuðsheitum føroyska samfelagið. Tað er serliga í sambandi við, at ein før- oyskur peningastovnur fær trupulleikar, at landsstÝrið kann kenna sær skyldur at innskjóta nýggjan egin- pening fyri at halda pen- ingakervið koyrandi. Tað er tí serliga týðandi at fylgja føroyskum útlánum til før- oyska marknaðin. Um ein útlendskur lán- veitari fer á húsagang av útlánum í Føroyum, fær landsstýrið ikki sama trup- ulleika av tí. Tað er kortini neyðugt at fylgja lánveit- ingunum hjá útlendskum lánveitarum í Føroyum, tí tær kunnu viðvirka til, at samlaðu lánveitingarnar í Føroyum verða ov stórar og verða byrjanin til yvirútlán og yvirhiting. Annars skal viðmerkjast, at landsbankin er samdur við peningastovnarnar um, at føroyski kredittmarknað- urin ikki er púra lokaður mótvegis útlondum. Pen- ingastovnarnir fara tó alt ov langt, tá teir lýsa føroyska kredittmarknaðin sum: "ein part av danska peninga- og kredittmarknaðinum". Teir siga "at føroyingar kunnu eftir vild taka upp lán hjá útlendskum pening- astovnum." Øll sum hava eitt vet av innliti í peninga- og útlánsmarknaðin vita, at hetta er ósatt. Um peninga- stovnarnir hava rætt í, at føroyski lánsmarknaðurin er ein partur av tí danska, so má ein stórliga undrast yvir, at føroyskir sethúsa- eigarar ikki taka lán úr donskum fíggjarstovnum, har lántakarar fyri tíðina fáa sethúsalán til umleið 3% í rentu av 80 prosentum av sethúsavirðinum. Kann landskassin (gjaldstovan) stýra gjaldførinum ? Felagið Peningastovnar vil vera við, at landsstýrið ikki hevur fyri neyðini at lata ein óheftan stovn stýra gjaldføri landskassans, men at gjald- stovan eins væl kann gera hetta. Peningastovnarnir halda, at teir ikki kundu funnið uppá at lagt trýst á landsstýrið fyri at fáa tað at plasera gjaldføri sítt á ein ávísan hátt, og at tað er óhugsandi, at landsstýrið hevði latið seg trýst til at plasera gjaldførið á ein ávísan hátt ella hjá einum ávísum peningastovni. Til hetta skal landsbankin viðmerkja, at altjóða kred- ittmetingarstovnar vísa á, at gjaldførið hjá almennum myndugleikum verður betri umsitið, tá óheftir stovnar røkja tað. Ein partur av hesi umsiting snýr seg um, at landskassin hevur brúk fyri tiltaksgjaldføri, um aftur- gongd skuldi rakt búskapin og landskassan. Um bú- skapurin er í afturgongd, so minkar gjaldførið bæði hjá peningastovnum og lands- kassa. Landskassin kann tí ikki bara lata gjaldførið til peningastovnarnar soleiðis, at tað verður partur av dag- liga gjaldførinum hjá teim- um. Um peningastovnurin hevur bundið gjaldførið hjá landskassanum til ymisk út- lán, so kann hann ikki vera hetta gjaldføri fyri uttan, tá búskapurin verður raktur av afturgongd. Samstundis er tað júst í búskapar- afturgongdini, at lands- kassin fær brúk fyri tiltaks- gjaldførinum. Endamálið við tiltaksgjaldførinum er júst, at hesin peningur skal vera tøkur, tá búskapurin gongur illa, og at lands- kassin tá frítt skal kunna nýta henda pening at gjalda almennar útreiðslur við. Annars fer almenni búskap- urin at sveiggja saman við vinnuliga búskapinum. Landskassin kann tí ikki lata tiltaksgjaldførið til pen- ingastovnar at umsita frítt til at binda í ymisk útlán. Landsbankin heldur, at peningastovnarnir neyvan fara at leggja trýst á nakran landsmyndugleika, um at fáa nakað av gjaldføri, so leingi gjaldførið er ríkiligt. Um eitt slíkt trýst er óhugs- andi, tá ein peningastovnur er um at koma í gjaldføris- neyð, ivast landsbankin kortini í. Sum heild heldur lands- bankin, at eingin ivi eigur at vera um, at gjaldførið er tøkt hjá landsstýrinum. Lands- bankin skal tí enn eina ferð vísa á, at onnur lond tryggja seg við at lata gjaldførið til ein stovn uttan fyri politisku fyrisitingina, so hon als ikki kann koma undir trýst frá øðrum, sum eisini hava brúk fyri gjaldføri. Og er tunnilin til Ørða- víkar komin, so er talan um einar 10-20 minuttir! (Álv- aratos!?) Og ungdómur hjá okk- um, sum er flogin fjórðing- ar av landinum at smíða! – Ein íløga, stór 50 milliónir, í svartastu arbeið- isloysistíð, okur vita um! (Annars haldi eg, at Mentamálaráðið eigur at bróta upp úr nýggjum og byggja ein eftirskúla í Hovi??? Føroyskur ung- dómur í hópatali fer av landinum á eftirskúla!!) Fyri ein ordans skyld má eg leggja afturat, at tá ið kommunurnar í Suðuroynni og Føroya Landsstýrið hava tosað seg til rættis um, hvør skal gjalda fyri ellis- og røktarheim í Vági, eru okur øll farin undir grønu torvu... ( Har sigst ferðslan vera nokk so deydlig!) Setið fyri Guds sakir miðnámsskúlabyggingina í gongd NÚ! Arbeiði verður til nógvar hendur - Suðuroynni og Føroyum til frama! ...So skal tað kennast um landið alt, tað tekur at sumra umsíðir... Framhald av síðu 11 NØVN Í VIKUNI Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135 e-mail: maggi@sosialurin.fo Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. Fríggjadagin 12. november fylti Hanna av Húsabrúgv í Havn 75 ár. Hanna var fødd í Norðra- gøtu. Foreldrini vóru Ragna, f. Salthammer, úr Noreg, og Símun Simon- sen, úr Norðragøtu. Mamman doyði, tá Hanna var 4 ára gomul, og hon bleiv fostrað upp hjá familju í Norðragøtu. 14 ára gomul kom hon til Havnar at tæna, og í 1949 giftist hon við Petur av Húsabrúgv úr Havn. Tey fingu 5 børn: Eydna, Ása, Regin, Sunnrid og Sólrun. Petur doyði í 1998, 75 ára gamal. Hanna var heimaarbeið- andi til børnini vórðu vaks- in og fór seinni út at ar- beiða. Hon gjørdi reint hjá fysioterapeutunum á Landssjúkrahúsinum, har hon vísti serligt nærlagni og var framúr vælgjørd. Hanna eigur 10 ommu- børn og 10 langommubørn. Tøkk Hjartaliga takki eg tykkum øllum, sum gleddu meg á 90 ára føðingardegi mínum 2. november. Kærar heilsur Alice Joensen, Tórshavn Tøkk Hjartaliga takki eg øllum, sum gleddu meg á 70 ára degnum við fjarritum, blómum, gávum og uppringingum. Eisini takki eg tykkum hjartaliga, sum stukku inn á gólvið í føðingardag. Eina serstaka tøkk skulu Ann, Lena og Tordis hava fyir at tær gjørdu mær dagin so hugnaligan. Harrin signi tykkum øll. Heilsan Gerda Poulsen, Sandvík Silvurbrúdleyp Í dag, 17. november hava hjúnini Sigrid og Palle Siv- ertsen, Klaksvík, silvurbrúdleyp. Vælkomst verður í heiminum fríggjadagin 19. november frá kl. 18.00. Á íslendsku fram- sýningini »Rakstur 2004«, sum var í Fífuni í Kópavogi, fekk fyritøku- tænastan ENJO tann 22. oktober handaðan »Svanan«, ið er norr- ønt umhvørvismerki, sum íslendingar hava havt lut í síðan 1991 TÍÐINDASKRIV ENJO í Íslandi fekk norr- ønu »Svana-góðkenning- ina« fyri at vera fremst við besta kvaliteti á tilfarinum og við framúr góðu úrslit- unum av reingerðingini. Svanurin er almenn Norðurlendsk umhvørvis- merking. Í 1989 tók Nor- disk Ministerråd avgerð um eina felags almenna um- hvørvismerking í Norður- londum, har Svanin varð valdur sum symbol. At byrja við fevndi skipanin um londini: Norra, Svøríki, Finnland og Ísland. Dan- mark kom við í skipanina í 1997. Norrøna Svana góðkenn- ingin ber prógv um at ENJO er fremst bæði tá ið ræður um góðsku á ENJO tilfarinum og úrslitinum av reingerðini. Svanurin, sum er norrønt umhvørvismerki, sum íslendingar hava havt lut í síðan 1991, umfatar nú eis- ini umhvørvis- og góðsku- viðurkenning fyri ymsar reingerðarvørur. Slíkar viðurkenningar fyri reingerðarfyritøkur eru eisini gjørdar og má rokn- ast við, at um allar rein- gerðarfyritøkur í Norður- londum fylgdu hesum viðurkenningum, vóru um- leið 35-45 túsund tons av reingerðarevnum spard á hvørjum ári. Sjálvsagt hevur Svanurin eisini eftirlit við, at góðsk- an hjá reingerðarfyritøkun- um verður óbroytt. ENJO hevur nú staðið Svana-viðurkenningina og harvið vunnið sær rætt til at nýta umhvørvismerkið Svanan. Tað er ein stað- festing av, at ENJO ger eitt gott arbeiði, bæði hvat við- víkur tilfari, umhvørvis- málum og reingerð. Hanna av Húsabrúgv 75 ár ENJO fingið norrøna »Svana« góðkenning Dagurin 17. november. Anianus, deyður ár 453. Var abbati í kleystrinum Orgerils, nærhendis Orleans, har hann seinni gjørdist biskupur. 11 ENJO-fólk úr Íslandi, sum hildu leiðarafund í Føroyum, presentera her Svana-góðkenningina fyri einum av okkara fremstu umhvørvisverndarfólkum, Finnboga Joensen í Vestmanna (uttast til vinstru). Fremst á myndini er Tórharda Bláhamar frá ENJO í Føroyum C M Y K 13 12