mikudagur 17. november 2004síða 8
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 220 - 17. november 2004
15
Anna Maria Poulsen,
sum á triðja sinni er
afturvald í bygda-
ráðið í Eiðis komm-
unu, sigur, at barna-
garðurin er eitt av
hennara hjartamál-
um, og hon vónar, at
tað ikki fer at taka alt
ov langa tíð, til spakin
verður settur í, og
barnagarðurin stend-
ur liðugur
EIÐI
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Anna Maria Poulsen er ein-
asta kvinna í bygdaráðnum
í Eiðis kommunu. Á valin-
um herfyri varð hon vald í
bygdaráðið á triðja sinni,
og er hon samstundis triðja
kvinnan, sum hevur sitið í
bygdaráðnum.
Undan
henni hava sitið Hildigarð
Høghamar og Annvør Ja-
cobsen.
Anna Maria er dagrøkt-
arleiðari í Eiðis kommunu.
Tað hevur hon verið í meira
enn hálvt fimta ár. Í skip-
anini er einki loft, og í dag
verða eini 60 børn ansaði í
dagrøktini.
Nýggjur barnagarður
Í kommununi er eingin
barnagarður, men bygda-
ráðið, sum nú leggur frá
sær, hevur samtykt, at
barnagarður skal byggjast á
Eiði. Í verandi fíggjarári er
ein miljón sett av til hetta
arbeiði, og á komandi fíggj-
arætlan er 2,5 miljónir sett-
ar av.
Anna Maria sigur, at
barnagarðurin er eitt av
hennara
hjartamálum
í
bygdaráðnum, og hon vón-
ar, at tað ikki fer at taka alt
ov langa tíð, til spakin
verður settur í, og barna-
garðurin stendur liðugur.
– Ætlanin hjá bygdaráð-
num er at bygja sum skjót-
ast, sigur hon.
Barnagarðurin á Eiði skal
byggjast á leiðini, har
eldrasambýlið er.
– Neyðugt er í fyrsta lagi
at gera ein lítlan vega-
stubba, so økið verður at-
komiligt, sigur hon.
Anna Maria býr í Ljósá,
og hon fegnast um, at
bygdin fekk reint kelduvatn
í skjótt farna valskeiði.
– Men her er eisini ym-
iskt at taka hond um hjá
nývalda bygdaráðnum. Eitt
nú verður neyðugt at bøta
um vegirnir, og somuleiðis
eiga vit at frýðka eitt sindur
um í bygdini, sigur hon.
Ikki nevndarsess
Tá ið nýggja bygdaráðið í
Eiðis kommunu, sum tekur
við 1. januar 2005, formelt
skipaði seg á fundi mána-
kvøldið - við borgarstjóra,
varaborgarstjóra og nevnd-
arumboðum,
var
Anna
Maria ikki við í nakrari av
føstu
nevndunum
hjá
kommununi.
Hetta fall í eyguni, og tí
ringdi Sosialurin til henn-
ara at fregnast, hvussu hetta
hekk saman.
– Hetta hevur einki við
ósemju at gera, sigur Anna
Maria.
Hon vísir á, at hon sjálv
ynskti ikki at vera við í
nakrari av føstu nevndun-
um í kommununi, tí hon
frammanundan hevur fleiri
álitispostar at røkja sum
umboð fyri Eiðis kommunu.
– Eg eri umboð í Korn-
dalsbýlinum, sum er eldra-
sambýlið á Eiði, Eysturoyar
Røktar- og Ellisheimi, Ráð-
num fyri Ferðslutrygd og í
stýrinum fyri Felagsskúlan
á Oyrarbakka.
Hetta heldur Anna Maria
Poulsen vera nóg mikið, og
tí ynskti hon ikki at vera
við í føstu nevndunum hjá
Eiðis kommunu, men ann-
ars luttaka í tí arbeiði, sum
fer fram í bygdaráðnum.
Kvinnur og kvinnur
Tað vóru tilsamans fimm
listar, sum bjóðaðu seg
fram til bygdaráðsvalið í
Eiðis kommunu. Millum
hesar var eisini ein kvinnu-
listi, sum ikki fekk serliga
stóra undirtøku.
Kvinnur vóru eisini á
øðrum listum, og Anna
Maria Poulsen varð vald á
listanum hjá Tordi J. Nicla-
sen og Rólanti Poulsen.
Barnagarður á Eiði:
Ætlanin er at byrja sum skjótast
TOFTIR
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Arbeiðið við at dýpa og
betra um umstøðurnar hjá
smærri deksførunum í ytsta
hylinum í Oyrahavnini á
Toftum gongur sum ætlað.
Meðan arbeitt verður inni
í hylinum, eru teir nú eisini
byrjaðir at leggja avlops-
grót vestur úr pierinum,
soleiðis at grótarmurin í
enn størri mun kann verja
fyri lágættarbrimi.
Teir, sum standa fyri ar-
beiðinum í Oyrunum, siga,
at grótarmurin, sum fæst
burtur úr avlopsgrótinum,
verður einar 15-20 metrar
langur.
Fyri at kunna leggja
grótið út úr pierinum, hevur
verið neyðugt at taka ein
part av grótgarðinum, sum
gongur úteftir pierinum,
niður, soleiðis at sleppast
kann fram at við lastbil-
unum, sum koyra grótið av
eystursíðuni og yvir á vest-
ursíðuna.
Arbeiðið í Oyrahavnini
fer at bøta um umstøðurnar
hjá teimum, ið eiga tey
smærru deksførini, sum
reka útróður av Toftum.
Minni pierur
byggjast
vestureftir
Nývalda bygdaráðið í Eiðis kommunu, sum tekur við 1. januar 2005, fremst tv.: Jógvan K.
Mørkøre, Tordur J. Niclasen og Tom Skaale. Aftast, tv.: Anfinnur Kruse, Anna Maria Poulsen,
Rólant Poulsen og Jóhan K. Joensen
Mynd: Sigrun G. Niclasen
Í sambandi við arbeiðið at byggja ein lítlan grótarm vestur úr verandi pieri, hevur verið
neyðugt at taka niður ytsta partin av grótgarðinum
Mynd: Vilmund Jacobsen
Avlopsgrót
frá dýpingini
av ytsta
hylinum í
Oyrahavnini
verður nú
lagt einar
15-20 metrar
vestur úr
verandi pieri
Mynd: Vilmund
Jacobsen
15
14
Nr. 220 - 17. november 2004
Tíðindakvinnan Bjørt
Samuelsen hevur júst
fingið starv sum
kunningarráðgevi á
Løgmansskrivstov-
uni. Eitt nýtt og
spennandi starv, sum
er fylt við avbjóðing-
um, sum Bjørt gleðir
seg til at fara í holt
við. Men samstundis
merkir tað, at hon er
farin yvir um borðið
SAMRØÐA
Solby A. Eliasen
solby@sosialurin.fo
Bjørt Samuelsen hevur
verið tíðindakvinna í meira
enn tíggju ár. Royndirnar
eru nógvar — bæði í norsk-
um og føroyskum fjøl-
miðlum. Hon hevur arbeitt í
loftmiðlunum í Føroyum,
har hon mangan hevur sett
politikarum
spískar
og
kritiskar spurningar.
Nýggja starvið fevnir um
nógv. Millum annað skal
Bjørt sum kunningarráð-
gevi læra upp og vegleiða í
samskifti við fjølmiðlarnar.
Hon sigur, at hon var
nakað í iva, um hon skuldi
søkja starvið. Tí hon er glað
fyri tað, sum hon ger. Bjørt
dámar sera væl at vera
journalistur. Seinasta árið
hevur tó arbeitt sum free-
lance. Tað hevur latið dyrn-
ar upp fyri uppgávum av
øllum møguligum slagi.
Men hóast tað, so var hon
aftur at síggja á skíggjanum
til valsendingina hjá sjón-
varpinum til løgtingsvalið í
ár. Men ikki til júst farna
kommunuval.
– Eg segði upp í sjón-
varpinum, tí eg vildi hava
vald á mínari egnu tíð,
sigur roynda tíðindakvinn-
an.
Hon ætlaði sær umframt
at arbeiða eisini at hava tíð
til at baka, seyma og hugna
sær, men flennandi greiðir
hon frá, at tað als ikki hava
verið stundir til tað.
— Eg eri tó ofta heima,
tá børnini koma heim, men
eg havi gjørt simpulten so
nógvar
og
fjølbroyttar
uppgávur, síðani eg fór úr
sjónvarpinum, greiðir Bjørt
frá.
Nú hevur hon so ein
mánað ella so at fáa allar
snøklarnir upp á pláss,
áðrenn hon byrjar í nýggja
starvi sínum á løgmans-
skrivstovuni um hálvan
desember.
Samskipa kunningina
Bjørt Samuelsen skal sum
kunningarráðgevi á løg-
mansskrivstovuni samskipa
kunningina úteftir. Hendan
hevur verið nakað tilvildar-
lig, og har heldur Bjørt, at
Føroyar mugu sigast at vera
ein eftirbátur.
– Vit eru helst tað sein-
asta landið í vesturheimin-
um, sum ikki hevur eina
kunningardeild á hægsta
stjórnarstøði, heldur hon
fyri.
Men hon ivast samstund-
is ikki í, at hetta nýggja
starvið er ein liður í, at um-
sitingin skal gerast meiri
opin, sum tað stendur í
samgonguskjalinum.
Bjørt leggur tó dent á, at
hon kemur ikki at virka
sum ein liður millum lands-
stýrismenn og fjølmiðlar.
Sum er kunnu tíðindafólk
so at siga, tá tað passar
teimum fáa fatur á ráðharr-
um ella politikarum, sum
tey hava brúk fyri. Við eitt
nú at ringja á teirra far-
telefon ella umvegis teldu-
post.
Hóast hon ikki kemur at
ávirka tað á nakran hátt, so
setur Bjørt spurnartekin
við, hvussu smart tað er, at
tíðindafólk venda sær bein-
leiðis til landsstýrismannin.
– Tá fer alt beinleiðis í
gjøgnum politiska filtrið
hjá politikaranum, vísir hon
á og leggur afturat, at tað
kundi verið eitt gott hug-
skot at upplært embætis-
fólkini at samskifta við
fjølmiðlarnar. Tí nevniliga
hesi sita ofta við einari
breiðari vitan um ymisk
mál.
Bjørt heldur, at tað ofta
letur til, at sambandið mill-
um til dømis umsiting og
fjølmiðlar ikki er so gott.
Hon heldur, at tað ræður
um at fáa serliga embætis-
fólk trygg við fjølmiðlar-
nar.
Spurd um hon ikki fer at
virka sum ráðgevi fyri løg-
manni serliga, svarar Bjørt,
at hon kemur at verða ráð-
gevi bæði fyri løgmanni og
landsstýrinum.
– Løgmaður er so mikið
royndur í politikki, at hon-
um tørvar ikki, at eg sigi
honum hvat og hvussu hann
skal bera seg at yvir fyri
fjølmiðlunum,
men
eg
komi jú at sita á løgmans-
skrivstovuni. Mín uppgáva
verður í stóran mun at
samskipa kunningina frá
Stjórnardeildini,
sigur
Bjørt.
Sama hugburð
Starvið sum kunningarráð-
gevi fevnir um, at Bjørt
skal vera ráðgevi fyri
landsstýrinum og allari
umsitingini, hon skal sam-
skipa kunningarvirksemið
hjá landsstýrinum, tilrættis-
leggja sambandið hjá um-
sitingini og politikarunum
við fjølmiðlarnar og evna
til politikk og virkisætlan
fyri almennari kunning
stóð í starvslýsingini.
– Tað er vónleyst hjá mær
at siga nakað nágreiniligt
um, hvussu arbeiðið kemur
at verða, men tað er ongin
ivi um, at hetta fevnir breitt,
staðfestir Bjørt.
Bjørt kemur eisini inn á
spurningin um alment inn-
lit. Tað er eitt mál, sum
hongur nakað ofta í leysari
luft, og hugburðurin er
ógvuliga ymiskur millum
ráðini og stovnarnir.
– Tað skuldi bara mangla,
at hugburðurin til alment
innlit er tann sami frá ráði
til ráðs, heldur Bjørt Sam-
uelsen.
Spurd um, hví hon sjálv
heldur, at júst hon fekk
starvið, svarar Bjørt speisk-
liga, tí hon er kvinna.
So brestir hon út úr at
flenna.
– Nei, nei, nú mugu vit
heldur koma víðari, ha? Eg
havi drúgvar royndir, og
pappírini hjá mær eru í lagi.
Eg haldi, at eg lúki øll
krøvini til hetta starvið,
sigur Bjørt, sum ikki vil
hoyra talan um, at hon skal
vera ein sokallaður spin-
doktari fyri landsstýrið.
– Eg blívi ein sparrings-
partnari, og hetta starvið
ger, at eg brádliga skal
samskifta øðrvísi við mínar
starvsfelagar. Eg kann eitt
nú ikki tipsa teir longur,
greiðir smílandi hon frá og
leggur afturat, at hon helst
ikki hevði fingið eitt starv
sum spindoktari, tí hon er
politiskt ólitt.
Yvirum aftur
Um hálvan desember skal
Bjørt byrja í nýggja starv-
inum. Hon væntar, at henn-
ara sentrali leiklutur í starv-
inum verður sum samskip-
ari av kunningini.
Hon kemur so inn aftur á
hetta, at tað verður so nógv
øðrvísi at arbeiða, ein øðr-
vísi gerandisdagur og hon
skal venja seg við at vera
hinumegin borðið.
– Eg fari sjálvandi at
sakna umhvørvið í loft-
miðlunum og fríheitina til
at gera tað, eg havi hug til
sum free-lancari, men eg
dugi veruliga ikki at síggja
nakra forðing í, at eg fari
yvir um aftur borðið eina-
ferð í framtíðini, sigur
Bjørt, sum heldur, at jour-
nalistar gera tað mest
spennandi og týdningar-
mesta arbeiðið í einum
fólkaræði.
Hon vil ikki hava nakra
serviðgerð
av
nøkrum
slagi, og hevur tískil sagt
við sínar starvsfelagar, at
tey skulu vera líka kritisk
við hana, sum hon hevði
verið við tey, um onkur
teirra fór starvið sum kunn-
ingarráðgevi.
– Eg var sum sagt í iva,
um eg skuldi søkja, men nú
eri eg glað fyri tað, og eg
gleði meg at fara í gongd,
sigur Bjørt Samuelsen,
fyrsti kunningarráðgevin á
løgmansskrivstovuni
í
Tinganesi, sum er sett fyri-
bils til juni 2008.
Bjørt fer yvir um borðið
Navn:
Bjørt Samuelsen
Aldur:
39 ár
Starv:
Kunningarráðgevi á løgmansskrivstovuni
Útbúgving:
Matvøruverkfrøðingur og journalistur
Starvs-
royndir:
Starvsvenjing á Aftenposten, meðan hon var
undir útbúgving, arbeitt á Forbrukerrapporten í Noregi og
síðani á sjónvarpsrásini NRK. Flutti heim til Føroya ársskiftið
2000/01 at arbeiða í Útvarpi Føroya í hálvt triðja ár, síðani í
Sjónvarpi Føroya og seinasta árið sum free-lance
FAKTA
– Vit eru helst tað seinasta
landið í vesturheiminum,
sum ikki hevur eina
kunningardeild á hægsta
stjórnarstøði, sigur nýsetti
kunningarráðgevin á
løgmansskrivstovuni,
Bjørt Samuelsen
Mynd: Jens K. Vang
C
M
Y
K
14