Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-11-17, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 17. november 2004síða 9

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 Nr. 220 - 17. november 2004 Nr. 220 - 17. november 2004 17 síggja veruleikan í eyguni og setti uppá, at hon skuldi uppliva konfirmatiónina hjá dótturini, sum skuldi vera eitt ár seinni. Tað svár- asta var at síggja, hvussu hon allatíðina dró síni nærmastu inn í sítt prát um konfirmatiónina og harvið tvingaði tey til eisini at av- nokta sjúkuna. Til endan vóru tey øll noydd at spæla við í eini lygn, sum forðaði teimum í veruliga at vera saman við hesum menn- iskjanum, sum tey elskaðu. Tey kundu havt fingið so nógvar virðismiklar løtur saman, men lygnin varð standandi, sum ein ósjón- ligur múrur ímillum tey. Tað má kennast ótrúliga tómt at siga farvæl uppá handan mátan við eitt menniskja, tú elskar, sigur Kristianna hugsunarsom. Men er tað neyðugt at siga sannleikan í eini slíkari støðu? Um tann sjúki kort- ini skal doyggja um stutta tíð, hví so ikki bara lata hann liva í lygnini, um tað ger lívið eitt sindur lættari? - Tí tað forðar tí sjúka og teimum nærmastu í at liva í nú’inum, har sum vónin og lívsmegin eru at finna. Vónin er ikki endiliga tengd at tankanum um at verða lektur ella onkrum, sum skal henda í fram- tíðini. Vónin snýr seg um at byrja av nýggjum hvønn dag, eitt slag av lívsmegi, sum ger tað møguliga at síggja virðini, sum hóast alt eru í løtuni, tú hevur beint nú. Ert tú deyðiliga sjúkur, er løtan beint nú tað ein- asta, tú hevur. Eru útlitini betri, verður tað eisini hendan løtan, tú skalt byggja víðari á. Sjúkan hevur meining At síggja veruleikan í eyg- uni merkir ikki, at tú sum sjúklingur skalt yvirgeva teg til sjúkuna. Tvørtur- ímóti. Tú skalt halda fast í tínum vanliga lívi og ger- andisdegi og teimum ting- um, sum hava týdning fyri teg, so langt tað yvirhøvur er gjørligt, men tú skalt góðtaka, at tað verður út frá nøkrum nýggjum treytum, sigur Kristianna og saman- ber hetta við eina og hvørja aðra stóra hending í lívin- um. – Um tú vilt tað ella ikki, verður sjúkan ella minnið um hana ein so týdningar- mikil partur av tínum lívi, at tað ber ikki til at koma víðari uttan at hava sjúkuna við sær. Tú fært ikki flætta fortíðina, nútíðina og fram- tíðina saman, so leingi tú roynir at lata sum um, at onki er hent. Hetta krevur ikki bara, at tú og tíni nærmastu geva sjúkuni ríkiligt pláss við at tosa um hana og opið taka hædd fyri, at lívið framyvir verður øðrvísi. Ikki verri, men øðrvísi. Tað krevur eisini, at tann sjúki megnar at síggja eina meining við sjúkuni. Kristianna ásann- ar, at hetta kann ljóða øvut, kanska bláoygt, men veru- leikin er, at ein álvarslig sjúka fær teg at síggja nøk- ur virði og nakrar møgu- leikar í lívinum, tú ikki hevði eyga fyri, tá tú tók lívið sum eina sjálvfylgju og bara rann í í hølunum á øllum hinum eftir tingum, sum vístu seg onki virði at hava, tá saman um kom. Vónin og vísundin Kristianna dylur ikki yvir, at hon hevur brúkt nógva tíð og orku uppá at sann- føra myndugleikar og út- búgvingarskipanina um, at tað yvirhøvur ber til at granska í vón og finna fram til eitt ástøði, sum kann brúkast vísundaliga. – Lýsingin av eini slíkari ritgerð skal jú góðkennast av mynduleikunum á øki- num, og eg bleiv fleiri ferð- ir spurd, um hetta hevði nakað við okkurt átrúnaðar- ligt at gera. Trupulleikin er eftir øllum at døma, at vónin tosar ikki okkara mál og hóskar tí ikki inn í okk- ara vísundaliga og ú-slita- orienteraða orðatilfeingi. Men hinvegin - menniskju tosa jú heldur ikki sama mál, sum tónleikurin, náttúran ella listin. Kortini fer ongin at pástanda, at tær kenslur, hetta kann vekja í okkum, ikki eru til, sigur Kristianna og leggur aftur- at, at ongin í okkara heilsu- verki vendir vónini hjá ein- um sjúklingi ryggin av ónd- um vilja. Men so leingi tann vísundaligi hugsunar- hátturin ikki megnar at hýsa einum øðrum máli enn sínum egna, eru lítil útlit fyri nakrari broyting. – Tí havi eg sett mær fyri at orða eitt vónaástøði og orðatilfeingi, sum kann brúkast á jøvnum føti við onnur ástøði, sum fyrsta stig í eini roynd at fáa virð- ingina fyri meniskjanum inn aftur í lækna- og sjúkra- røktarútbúgvingarnar, sigur Kristianna Hammer. – Tá eg sá, at at tað ikki longur var pláss fyri at virða sjúkling- arnar sum menniskju og halda teirra vón uppi, var tíðin komin, at onkur rópti varskó, sigur Kristianna Hammer, sjúkra- røktarfrøðingur, sum tískil fór undir at granska og skriva Phd-ritgerð um vón og vónloysi hjá krabbameinssjúkling um VÓN OG KRABBAMEIN Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Myndir: Jens K. Vang – Eg gloymi tað ongantíð og síggi enn gamla mannin fyri mær, sum hann lá har, ræðslusligin fyri tí, sum skuldi henda, meðan ein sjúkrasystir gjørdi hann kláran til stráluviðgerðina, fortelur Kristianna. – Fari eg at doyggja av hesum?, spurdi hann, og meðan sjúkrasystirin við rygginum móti honum ramsaði nøkur útlitaleys hagtøl upp, sá eg bara, hvussu vónin hvarv úr eyg- unum á honum. Tá Falckmennirnir skuldu heinta hann dagin eftir til eina kanning, komu teir aftur við tómum bili. Gamli maðurin hevði hongt seg í síni íbúð. Beiskur lærdómur Kristianna starvaðist tá á stráludeildini á Fåborg Sygehus. Men hóast lagnu- tungar søgur hoyrdu til gerandisdagin á deildini, brendi hendingin við gamal manninum seg í hugan hjá Kristionnu, og fekk hana av álvara at hugsa um, hvussu lítlan ans læknar og sjúkra- systrar geva sær um kensl- urnar og ikki minst vónina hjá álvarsliga sjúkum menniskjum. – Tað óhugnaligasta var, at eg eftirhondini byrjaði at sígga í andlitinum á sjúk- lingunum, hvør fór at klára tað, og hvør fór at doyggja av sjúkuni. Tað var eitt týði- ligt mynstur, men kortini var tað onkantíð ein liður í viðgerðini at taka serliga hond um tey, sum heilt týðiliga høvdu mist vónina um at gerast frísk ella hjálpa teimum, sum hóast alt enn høvdu eina vón, at halda fast í henni, sigur Kristianna, sum viðgongur, at tað var hesin beiski lær- dómur, sum fekk hana at fara undir at granska í vón og vónloysi fyri á tann hátt at fáa virðingina fyri menn- iskjanum inn aftur í sjúkra- húsverðina. – Einasti munurin mill- um ein lækna og ein sjúk- ling er ein diagnosa. Kort- ini er tað sum at í somu løtu, eitt menniskja verður innlagt á sjúkrahús, missir tað sín samleika og verður gjørt til ein óhjálpnan sjúk- ling uttan, rættindi ella ávirkan yvirhøvur. Hetta má vera ein tann størsta misskiljiningin innan sjúkrahúsverkið, tí leiklut- urin hjá læknum og sjúkra- systrum er fyrst av øllum at vera tænarar hjá tí sjúka, vísa honum virðing niður í minsta smálut og lata hann taka avgerðirnar, so langt tað yvirhøvur ber til, sigur Kristianna avgjørd. Sum ein nakin skjaldbøka – Ein álvarslig sjúka sum krabbamein rakar ikki bert likamliga. Fyri tey flestu kennist tað, sum at alt lívið fer í smildur. Tú verður skræddur burtur frá tínum vanliga gerandisdegi og leiklutinum, tú hevði har, og stendur eftir sum ein skjaldbøka, sum hevur mist sína skel, púra nakin og verjuleys. Tað ber ikki til at droyma seg aftur til fortíð- ina, og framtíðina ræðist tú, tí tú veit ikki, hvat liggur fyri framman. Tað einasta tú hevur eftir, er løtan beint her og nú, og teir møguleik- ar, sum liggja í henni. Tá er tað, at vónin og lívsviljin verða tað berandi, greiðir Kristinanna frá og leggur afturat, at hóast okkara vón grundleggjandi ikki er so nógv øðrvísi, enn hon var hjá fólki fyri 100 árum síð- ani, so gera onnur viður- skifti seg kortini galdandi. – Fyri nútíðar menniskju er tað oftast sera týdningar- mikið at hava kontroll. Vit liva jú í eini tíð, har tað mest sum er vorðið ein sjálvfylgja, at vit menn- iskju kunnu stýra øllum, og tí er tað ofta ómetaliga trupult at góðtaka at tað mitt í okkara væl planlagda og skipaða lívi, brádliga kemur nakað stórt og koll- veltandi, sum vit onga ávirkan hava á. Vit verða tikin av ræði og tað ger okkum bangin og fær okk- um at kenna okkum einsa- møll. – Hartil kemur, at tá tú fært staðfest eina álvarsliga sjúku, missir alt annað sítt virði, og tú sleppur ikki undan at hugsa um lívsins stóru spurningar og mein- ingina við lívinum yvirhøv- ur. Fyrr høvdu tey Vár- harra, so tað gav seg mest sum sjálvt, men Várharra er ikki ein sjálvfylgja í lívin- um hjá modernaðum menn- iskjum. Hjá teimum kennist støðan ofta truplari, tí tey verða sjálvi noydd at fylla lívið við eini meining av onkrum slag. Hjá teimum, har tað ikki eydnast og vón- loysið tekur yvir, síggja vit ofta dømi um menniskju, sum á ein sjúkligan hátt verða djúpt hugtikin av sínum egna undirgangi. Tá kann tað vera ómetaliga trupult at hjálpa meir, sigur Kristianna. Vónin Kristianna byggir sítt ar- beiði á tankarnar hjá franska heimspekinginum Gabriel Marcel, sum sigur, at grundleggjandi er vónin eitt val. Menniskja kann velja vónina ella vónloysi við antin at fokusera uppá møguleikarnar, tað hevur, ella hóttaninar, sum tykist at forða tí í at koma víðari. Men hvørki vónin ella vón- loysið eru støðugar kenslur og ávirkast í stóran mun av sambandinum millum menniskju. Alt bendir á, at sum út- gangsstøði velja tey allar- flestu av okkum at trúgva, at lívið vil okkum nakað gott, at tað nokk skal ganga, hóast tað sær møtu- mikið og svárt út í løtum. Hetta er tann alfevnda vón- in, sum verjir okkum móti at fella niður í djúpasta mótloysi, tá til dømis ein viðgerð miseydnast, og tann meir ítøkiliga vónin fekk eitt skot fyri bógvin. – Tað kann vera líka mik- ið, um tú kallar tað yvir- nátúrligt, guddómiligt ella okkurt heilt annað. Tað avgerandi er, at hetta er ein vónarkensla, sum ikki er bundin at ítøkiligum hend- ingum, heilivági ella fram- stigum, men heldur gevur tær styrki til at møta kensl- uni av vónloysi, tá hon kemur. Hvussu sjúklingurin tá megnar at handfara vón- loysið, veldst í stóran mun um, hvussu tey menniskju, tann sjúki er saman við, bera seg at. Tí uttan mun til, um tú ert lækni, sjúkra- systir ella ein av teimum avvarðandi, hevur tú altíð tveir møguleikar: tú kanst geva vón, við at lurta, tosa og stimbra til bjartskygni, men tú kanst líka lætt knúsa vónina, við at venda ryggin til ella lata sum onki, sigur Kristianna. Hon vísir á, at vón er ikki minst ein kensla, sum byggir á álitið á tíni nærm- astu, tí tað slepst ikki und- an, at ein álvarslig og kanska deyðilig diagnosa fær tann sjúka at hugsa um sítt virði í eygunum á øðr- um menniskjum. Tann sjúki veit fullvæl, at hann ikki longur kann luttaka ella geva tað sama í tí sosiala lívinum, sum fyrr. Men tað verður lættari at góðtaka og liva við, um tey nærmasta duga at vísa tí sjúka, at virðingin fyri honum er óbroytt, og at tey eru sinnað at góðtaka sjúkuna, sum ein nýggjan men nátúrligan part av lívinum og mátan- um, tey nú skulu vera sam- an uppá. Eisini um tíðin, sum er eftir, er við at renna út. Hví siga sannleikan? – Eg minnist eina konu á deildini, har eg arbeiddi, sum var deyðiliga sjúk. Vit vistu, at hon neyvan fór at liva meir enn einar tveir mánaðir afturat, og tað vistu hennara nærmastu eisini. Men hon noktaði at Kristianna granskar vónina: Sjúklingar eru eisini menniskju – Hvat nytta øll vísundaligu framstigini, tá sjúklingarnir kortini doyggja, tí vit hava tikið vónina frá teimum?, spyr Kristianna Hammer, sum granskar í vón og vónloysi Mynd: Jens Kristian Vang C M Y K 17 16 DJ-Show v/DJ Cool Martin Kjærbo DJ-Show v/DJ Cool Martin Kjærbo Tónleikabólkurin Týr undirheldur Tónleikabólkurin Týr undirheldur Møguleiki at keypa Tax-free Møguleiki at keypa Tax-free Ókeypis fi tness-venjing Ókeypis fi tness-venjing Góður matur Góður matur Møguleiki at keypa inn í Hanstholm J. Broncks gøta 37 · Postsboks 370 · FO-110 Tórshavn Tlf: 34 59 00 · Fax: 34 59 50 · booking@smyril-line.fo 4 koyggju kamar, innan ......600,- 4 koyggju kamar, uttan........700,- 3 koyggju kamar, innan .......800,- 3 koyggju kamar, uttan .......900,- 2 koyggju kamar, uttan ...1.000,- Prísurin fatar um ferð fram og aftur á far leið ini Tórs havn-Hanstholm. Øll kømur hava wc/bað. PRÍSIR Super Wee kend -cru ise Fyri hvønn Íroknað er: Ferðin fram og aftur í 4-koyggjukamari, innan, við wc/bað. Matur er ikki íroknaður. úr 600,- 25-29. november DJ-Show v/DJ Cool Martin Kjærbo Tónleikabólkurin Týr undirheldur Møguleiki at keypa Tax-free Ókeypis fi tness-venjing Góður matur Møguleiki at keypa inn í Hanstholm