mikudagur 17. november 2004síða 10
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 220 • mikudagur • 17. november 2004 • 78. árgangur • www.sosialurin.fo
TB heldur í vónini
Tað stóð nógv á hjá
TB, sum um viku-
skiftið vendi hóttandi
tapið til tepran sigur
FLOGBÓLTUR
Jákup Mørk
TB var favorittur, tá tær á
heimavølli tóku móti Drátti
um vikuskiftið. Fyri tað
mesta hevur tað verið fat-
anin millum manna, at TB
og Mjølnir eru favorittarnir
í bestu kvinnudeildini í ár.
Og tó at TB tapti greitt fyri
júst Mjølni, so varð ikki
roknað við, at tær skuldu
fáa nakrar serligar trupul-
leikar av Drátti.
Men tær fingu tó skjótt
annað at síggja. Dráttur
legði bragdliga fyri, og tó at
talan var um sera jøvn sett,
so megnaðu tær at taka sær
av teimum báðum fyrstu
settunum. Og við 0-2 á
talvuni var so eisini lagt
upp til eitt óvæntað tap á
heimavølli hjá TB.
Triðja settið gekk eisini
javnt fyri seg. Dráttur royndi
alt tað, sum tær vóru ment-
ar, at avgera dystin við triðja
settinum. Til tíðir tóktist tað
eisini, sum skuldi hetta
eydnast, men TB megnaði
tó at ta taka settið. Og so
kom av álvara vend í. TB
tók sær sannførandi av
fjórða settinum, og hóast
seinasta settið ofta kann
geva liðum nervar, so megn-
aði heimaliðið at halda
høvdinum púra kalt, og so-
leiðis senda Drátt heim
uttan stig. Uttan iva eitt vón-
brot fyri gestirnar, tá tær nú
vóru so nær sigrinum.
Í hinum dystinum í bestu
kvinnudeildini hetta um-
farið, vitjaði ÍF í Sørvági.
Her hevur heimaliðið enn
ikki fingið nakað stig, og
tað gjørdu tær so heldur
ikki hesaferð.
ÍF vann nevnliga ein
tryggan 3-0 sigur, og enn
tykist tað soleiðis, sum
skulu tær hjá SÍ venja seg
við spælið í bestu deildini.
Øvuta søgan
Hjá monnunum var søgan
hin øvuta, tá ÍF somuleiðis
vitjaði í Sørvági. Her er tað
ÍF, sum enn ikki hevur fing-
ið nakað stig, og tað fingu
teir so heldur ikki hesaferð.
Gestirnir vóru tó væl við í
fleiri av settunum, men tá
avgerandi bóltarnir vóru á
skránni, so vóru tað kortini
sørvingarnir,
sum
vóru
hvassari, og hóast settúrslit-
ini kanska ikki er so sann-
førandi, so var sigurin hjá
teimum kortini ikki í vanda.
Meistaradeild kvinnur
TB-Dráttur 3-2 (27-29, 21-
25, 25-23, 25-16, 15-6
SÍ-ÍF 0-3 (11-25, 19-25,
20-25)
Meistaradeild menn
SÍ-ÍF 3-0 (25-15, 25-23,
25-21)
Tað hevur ikki borið nakað
til hjá ÍF í ár. Enn eiga teir
fyrstu stigini til góðar
Flogbóltsstøður
Meistaradeild, kvinnur
v
t
+/-
d
v
-
t
sett
sett
sett
stig
1 Mjølnir
4
4
-
0
12
3
9
8
2 TB
5
4
-
1
12
6
6
8
3 KÍF
4
3
-
1
9
5
4
6
4 Dráttur
5
2
-
3
12
10
2
4
5 ÍF
5
1
-
4
5
12
-7
2
6 SÍ
5
0
-
5
1
15
-14
0
Meistaradeild, menn
v
t
+/-
d
v
-
t
sett
sett
sett
stig
1 Mjølnir
4
4
-
0
12
3
9
8
2 SÍ
4
3
-
1
10
5
5
6
3 Fleyr
4
2
-
2
8
6
2
4
4 Fram
4
1
-
3
5
10
-5
2
5 ÍF
4
0
-
4
1
12
-11
0
19
18
Nr. 220 - 17. november 2004
TINGHELLUKLUMMAN
Jóanes Nielsen
10
november
var
ein
margháttligur dagur. Heilt
frá morgunstundini skaraði
dagurin framúr, og fyrst og
fremst takka veri stóra ope-
rettufigurinum í føroyskum
politikki, Heðini Morten-
sen. Við at leypa frá eini
skriftligari avtalu við Jan
Christiansen, sum man
annars kann tittulera ser-
frøðing í brotnum byggi-
samtyktum, hevur Heðin
Mortensen á sín egna hátt
nullskriva okkara politiska
kalendara. Man kann eisini
siga, at maðurin av nýggj-
um hevur lært sínar med-
borgarar
tað
politiska
ABC’iði. Nevniliga: Bara
eitt slag av kærleika finst í
politikki, eginkærleiki!
Fyrstur av vísa Heðini
Mortensen sína andstygd,
var flokksfelagin Høgni
Mikkelsen. Umframt at
hava gaffla sær nøkur góð
byggilendi, hvørji onnur
ørindi hevur tann fýrurin
havt í Býráðnum? Maðurin
sum hevur bygt tær ljótastu
lonirnar í Tórshavnar søgu,
og tjent milliónir uppá
kassarnar, og sum omaná
tað heila er valdur inn í
býráðið sum eitt slag av
ambassadørið hjá teimum
heimleysu, luftaði í Útvarp-
inum tað rættiliga orginala,
men djúpt hykleriska sjón-
armiðið,
at
Sambands-
flokkurin altíð hevur veri
ein erligur flokkur.
Honum á bakið kom Kai
Leo Johannesen við síni
ræðuligu sunnudagsskúla-
lærararødd. Møguliga er
maðurin ein infantil sál, og
tað hevur hann eisini loyvið
at vera. Men Sambands-
flokkurin er hóast alt ein
vaksnamannaflokkur,
og
tað minsta man kann krevja
av flokksins fremsta um-
boði, er at viðkomandi nýt-
ir ein hóskandi vaksna-
mannamálburð. Tað ber til
at brutalisera og korrum-
pera politikkin. Men ein
meldar púrasta pass, tá
menn byrja at barnsliggera
politikkin.
Eisini Kaj Leo Johanne-
sen var skelkaður av Heðini
Mortensen, og hevði hann
ikki havt so nógvar lyklar
og leysar pengar í lumm-
unum, var hann helst farin
á flog av berari helligheit.
Maðurin bleiv við at tosa
um at halda avtalur og um
at uppæla børnini til erlig-
heit, og við so himmal-
vendum eygum, at eg ill-
tonkti mannin fyri at bluffa.
Og sumt bendir á, at tað er
akkurat tað sum hann hevur
gjørt. Í øllum førum pá-
stendur Heðin Mortensen,
at formaðurin í Sambands-
flokkinum visti um alt sum
gekk fyri seg náttina aftaná
býráðsvalið. Bæði um sam-
ráðingarnar
við
Fólka-
flokkin, og eisini um tær
seinni samráðingarnar við
Tjóðveldisflokkin og Javn-
aðarflokkin. Spurningurin
er so hvørjum teirra man
skal trúgva.
Í sjónvarpinum 10. no-
vember, sóu vit Heðin
Mortensen
berjast
fyri
sínum politiska lívið. Vand-
in fyri eksklusjón úr Sam-
bandsflokkinum hekk yvir
hansara høvdi, og uttan iva
kendi hann til royndirnar
hjá Jan Christiansen at
triksa bæði javnaðarum-
boðini yvir í sín part, og
hevði tað lukkast, ja, so var
Heðin Mortensen liðugur í
politikki. Kanska høvdu
teir valt hann til formann í
líksýnisnevndini, ella inn í
nevndina sum hevur um-
sjón av kirkjuklokkunum í
býnum. Okkurt sovorðið.
Tí spældi Heðin Mortensen
høgt spæl, og skjeyt frá
mjødnini. Hann trúði ikki
rættiliga uppá at Jan Christ-
iansen hevði so ilt í sínum
politiska hjarta, sum hann
lætst til at hava. Tvørtur-
ímóti minti hann á sokall-
aða kvettið sum var framt
móti Lisbet L. Petersen fyri
átta árum síðani, og pástóð
at tað nettup var Jan Christ-
iansen sum var meistarin
aftanfyri komplottið.
Men ein skilur væl at Jan
Christiansen er harmur um
at hava mist borgmeistara-
sessin. Var eg í hansara
støðu, hevði eg heldur ikki
hvept meg við at hunddálka
Heðin Mortensen. Bæði tí
hann leyp frá eini skrift-
ligari avtalu, men eisini tí
tær 50.000 krónurnar sum
borgmeistarin fær um mán-
aðin, helst eru meiri enn tað
sum fitnesstøðin Yviri við
Strond kastar av sær.
At eginkærleiki í poli-
tikki stingur djúpt, minnist
eg frá løgtingsvalinum í
1978. Vit vóru ein bólkur
av ungum fólkið sum av
okkara eintingum hongdu
valplakatir upp. Hvat vit
agiteraðu fyri, minnist eg
ikki rættiliga, allarhelst
hava vit agitera ímóti onkr-
um. Men akkurat ta náttina
ýddi býurin av idealist-
iskum flokksstuðlum sum
límaðu og nelgdu fyri sínar
flokkar. Jógvan Arge, sum
var valevnið hjá Tjóðveld-
isflokkinum, var eisini í
býnum ta náttina. Men
hann hongdi ikki plakatir
upp fyri flokkin. Jógvan
Arge límaði og nelgdi fyri
seg sjálvan, og at hjálpa sær
hevði hann brøðurnar Ólav
og Magna.
Men aftaná 9. november í
ár gjørdu nettup Jógvan
Arge og Heðin Mortensen
sítt til at politiska senan í
Havn broyttist til eina
operettusenu. Ja, meiri enn
tað, til eina operettufarsu,
har hvør einasta replikk
hevði dupultan týdning, og
onki í veruleikanum var
sum tað tóktist at vera. Allir
býráðslimirnir tosaðu úr
løgnum handritum, sum
ongin hevði copyrættindi
til. Tað sum eina avmark-
aða løtu var sannleiki,
bygdi næstu løtuna á eina
misskiljng, sum aftur bygdi
á eina aðra misskiljing. Tað
einasta sum man kann vera
glaður um, var at Mið-
flokkurin ongan býráðslim
fekk, tí viðkomandi hevði
uttan iva farið og vrøvla í
tungum. Innan fyri nakrar
og tredivu tímar vóru heili
fýra
samgonguskjøl
skrivaði,
og
afturat
skjølunum fylgdu dungar
av
illgitingum
og
útspillingum sum hoyrdust
í Útvarpi og Sjónvarpi, og
vóru at lesa í bløðunum.
Tað er ikki heilt burtur-
við at pástanda, at soleiðis
sum flokkspolitiska upp-
stillingin hevur útvikla seg,
og ikki bara tá talan er um
bý- og bygdaráðsval, men
eisini til løgtingsval, so er
undirhaldsvirði
vorðið
valsins fremsta eyðkennið.
Logiska fylgjan av tí pá-
standinum má neyðugvís
vera, at so er operettufigur-
urin Heðin Mortensen eitt
av hæddarpunktunum, ella
sjálv krúnan á flokkspolit-
iska uppstillingaverkinum.
Og tað er akkurat tað, sum
maðurin er. Tá hjúnini
Mortensen
mikukvøldið
løgdu seg at sova, var Heð-
in ein skroypilig sam-
bandsk ormvera, men tá
konan vendi sær móti hon-
um næstan morgun, hvat sá
hon? Jú, ein fagran sosial-
demokratiskan summarfugl
við sína lið.
Men hvar blivu so allar
hugsjónirnar og hjartamál-
ini av í hesi veldugu ope-
rettufarsu? Til tað vil eg
siga, at borgararnir í Havn í
øllum førum høvdu eitt
hjartamál, og tað var at gera
kvinnurnar
sjónligari
í
býráðspolitikkinum. Og tað
eydnaðist. Annars hvurvu
hjartamálini sum døgg fyri
sól, og man skuldi hava
rættiliga góð eygu fyri bara
at hóma skuggan av eini
hugsjón.
Tað er komið somikið
langt í dag, at politikarir
kenna seg ikki sum fólksins
tænarir. Mín varðhugi er
eisini at fólk hálvavegna
hveppa seg við at krevja, at
teir fyrst og fremst skulu
vera loyalir móti býnum og
landinum. Teirra loyalitetur
er knýttur til politisku
flokkarnar, og tað merkir í
høvðusheitum til tað klik-
una
sum
situr
við
valdinum. Flokkspolitiska
uppstillingin veitir heldur
ikki veljarunum trygd fyri,
at tey sum koma upp á
listarnar,
eru
flokksins
frægastu umboð. Heldur er
tað øvugt. Tað eru kraddini,
tey sjálvsøknu og ikki
serliga gløggu sum albógva
seg
framat,
og
teirra
bakland eru familjur og
ymsik sløg av samkomun.
Í bókini "Fjernforhør"
segði Vaslac Havel seg vera
ímóti flokkspolitiskari upp-
stilling til parlamentið. Tað
sum hann ímyndaði sær,
var eina skipan har ein-
staklingar, ið høvdu gjørt
seg verdugar til fólksins
álit, buðu seg fram.
Áðrenn Havel gjørdist
politikkari, taldist maðurin
millum
frægu
tjekko-
slovatisku dramatikaranar.
Kanska hevur hann hugsað
sum so: Latið teatrini takað
sær av operettunum og
farsunum, so kunnu poli-
tikkararnir savna seg um at
stjørna bý og landi.
Níggjunda
novembers-
operettan
Kári Páll Nolsøe og
Jóannes Lamhauge
sungu seg í singer/
songwriter finaluna
SINGER/SONG-
WRITER
Tíðindaskriv
Tað var ikki sørt av spen-
ningi í luftini, tá minutt-
irnir spakuliga rullaðu
framvið hálvgumtíggju
leygarkvøldið.
Hafnia
Lounge var annað leygar-
kvøld á rað stúgvandi fult
av fólki. Hetta seinna
innleiðandi umfarið tókt-
ist vera rættiliga opið
viðvíkjandi, hvør kundi
kallast favorittur.
Ein hálvan tíma seink-
að byrjaði Jógvan A.
Jacobsen
kappingina.
Hann var tann einasti av
luttakarunum
leygar-
kvøldið, sum hevði roynt
seg í kappingini í fjør.
Tað var hugvekjandi at
síggja, hvussu hann tókt-
ist tryggari við sína fram-
førslu í ár. Hann hevur
eina sterka rødd, sum
hann hevur gott tak á.
Ragnar í Vík hevur
somuleiðis gott tak á
sínari rødd. Hann var
kanska kendasti luttak-
arin leygarkvøldið, men
samstundis kanska nakað
ókendur í singer/song-
writer høpi. Hann var
síðstur at spæla, og fólk
fingu at hoyra country
tónleikin, hann er kendur
fyri. Serliga slap hann
væl frá sanginum ognað-
um konu sínari.
Inniligt undirhald
Sum ávíkavíst nummar
tvey og trý fóru Jóannes
Lamhauge og Kári Páll
Nolsøe á lítla pallin.
Hesir báðir megnaðu
báðir at syngja seg víðari
í kappingini. Men tað
verður so sanniliga ein
fjøllbroytt finala: Stílurin
hjá teimum eru øgiliga
ymiskir.
Kári undirhelt í stórum
stíli og dugdi væl at fáa
áhoyrarnar at kenna seg
væl. Hann spældi nógv
við orðunum og kláraði
væl at fáa sín boðskap
fram í meldiøsu sangun-
um hjá honum.
Jóannes
Lamhauge
sang meira bleytt og inni-
ligt. Tað var rørandi at
hoyra hann syngja leyg-
arkvøldið. Tað var týðu-
ligt, at tað búði nakað
veruligt aftan fyri orðini
hjá honum.
Dómararnir hildu so
nógv um teirra fram-
førslu, at teir báðir tveir
sleppa at vera við final-
uni.
Útlendskir dómarar
Nakað heilt serligt við
innleiðandi umfarinum
leygarkvøldið var, at
dómarar vóru úr øðrum
londum enn úr Føroyum.
Umframt dómarar frá
FUT vóru eisini umboð
fyri svenska tjóðpallin
dómarar.
Útlendsku
dómararnir vóru í Føroy-
um í øðrum ørindum og
tóku
beinanvegin
av
møguleikanum at døma
leygarkvøldið.
Svensku
dómararnir
høvdu á orði, at støðið í
kappingini
var
nógv
hægri, enn teir høvdu gitt
sær til.
Eitt annað útlendskt
innslag
leygarkvøldið
kom heilt úr Senegal. Ein
av luttakarunum í Cross-
roads tiltakinum í Norð-
urlandahúsinum undir-
helt við einum heilt ser-
ligum ljóðføri: einum
graskari við einogtjúgu
streingjum. Fólk tóku
sera væl ímóti hesum
fremmanda tónleiki.
Finalan komandi
vikuskifti
Finalan í ársins singer/
songwriter kapping verð-
ur longu komandi viku-
skifti. Tá sleppa fólk
aftur at hoyra Kára Páll
Nolsøe, Jóannes Lam-
hauge og vinnaran av
fyrra innleiðandi umfar-
inum, Rók Jakobsen.
Hetta er aðru ferð, at
Hotel Hafnia fyriskipar
singer/songwriter. Í ár er
tað í samstarvi við Hein-
eken, og Atlantic Air-
ways stuðlar kappingini.
Útvarp Føroya tekur upp
og sendir brot frá kapp-
ingini. Ì mun til í fjør er
áhugin fyri kappingini
millum manna rættiliga
nógv voksin, og Hafnia
Lounge verður væntandi
á tremur við fólki til
finaluna leygarkvøldið
kl. 22.00.
Double up í
singer/songwriter
Kári undirhelt í stórum
stíli og dugdi væl at fáa
áhoyrarnar at kenna seg
væl
C
M
Y
K
18