mikudagur 17. november 2004síða 11
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
20
Nr. 220 - 17. november 2004
FSF er ikki sinnað at
veita annan stuðul til
fótbóltshøll enn tær
tólv milliónirnar í
UEFA pengum, men
tað verður roknað
við, at tað skal bera til
at byggja fyri minni
enn tær hálvt hundr-
að milliónirnar, sum
stóra ætlanin verður
mett at skula kosta
FÓTBÓLTSHØLL
Jóannes Hansen
Tað er eitt brennandi ynski
hjá føroyskum fótbólti, at
ein høll verður bygd, sum
fer at bera møguleikar við
sær fyri at venja og spæla
fótbóltsdystir allar tólv
mánaðirnar. Tað verður
mett, at ein sovorðin høll er
ein av høvuðsfyritreytunum
fyri, at føroyskur fótbóltur
skal mennast og lyfta seg í
altjóða høpi.
Leygardagin góvu fót-
bóltsfeløgini til kennar, at
tey eru fyri, at kappingar-
árið verður longt nakrar
vikur, og at landskappingin
verður 50 prosent størri,
enn hon hevur verið síðani
1988. Hetta eru stig á røttu
leiðini, um málið er, at
føroyskur fótbóltur skal
lyfta seg í altjóða høpi.
Men fótbóltshøllin og har-
við betraðar vánir fyri fót-
bólti alt árið er neyðug, um
føroyskur fótbóltur skal
styrkjast nógv.
Breið semja er um hetta.
Spurningurin er so, hvør
skal byggja fótbóltshøllina,
hvar hon skal byggjast,
hvør skal eiga hana, hvør
skal reka hana og ikki
minst, hvør skal rinda íløg-
una, og hvør skal hava
ábyrgdina av rakstrinum.
Nú er nakað síðani, at
FSF gav til kennar, at UEFA
hevur sett pengar av til at
byggja eina sovorna høll í
Føroyum fyri. Onkur feløg
og einstaklingar og kanska
eisini kommunur hava vent
og snarað møguleikanum,
um tað kann bera til, og
hvussu tað skal bera til at
bjóða seg fram. Men enn er
einki ítøkiligt komið í ljós-
mála uttan tað, at Sosialurin
fyri nøkrum mánaðum síð-
ani vísti strikumyndir av
venjingarhøll, sum tað segð-
ist, at tað var áhugi fyri at
byggja í Skálafirði. Eisini
hava røddir verið frammi
um høll í Sundalagnum, og
so hava møguleikarnir verið
nevndir at leggja tak á Tórs-
vøll og Svangaskarð.
Á fundinum leygardagin
varð spurningurir havdur á
lofti. Tær tólv milliónirnar
eru framvegis tøkar, og FSF
hevur sett ein freist til áhug-
að at bjóða seg fram. Freisin
er 15. apríl næsta ár. Tá
roknar FSF við, at áhugað
hava sent Fótbóltssamband-
inum verkætlan, sum fevnir
um grundøki, bygning, eig-
araviðurskifti, fígging av
íløgu og rakstrarætlan.
Leikluturin hjá FSF
Í Fótbóltssambandinum ar-
beiðir eina bólkur ella
nevnd við hesum málinum.
Rúni Heinesen er formaur,
og umframt hann eru í
bólkinum Bjarki Mohr,
Jens Erik Magnussen, Karl
Vidtfeldt og Ísak Mikladal.
– Tað er ikki ætlanin, at
FSF skal eiga høllina, og
tað er ikki ætlanin, at FSF
skal vera bundið at høllini á
annan hátt, enn at FSF fer
at leiga tímar til landsliðini.
Fótbóltssambandið hevur
ikki fíggjarligan førleika at
binda seg til so stóra íløgu,
staðfestir Rúni Heinesen,
og hann heldur fram:
– FSF vil fegið hjálpa til
so mikið, sum tað ber til.
Um vit rokna út frá virðin-
um á sveisiska gjaldoyran-
um í dag, so er stuðulin frá
UEFA 12,2 milliónir krónur.
Okkara metingar siga, at um
høllin skal vera av tí slagn-
um, sum tann størsta í Ís-
landi er, so fer hon at kosta
hálvt hundrað milliónir
krónur.
Hvar skulu tit hjálpa til,
tá ið tit ikki leggja íløgu-
pengar á borðið?
– Vit fara í næstu viku at
senda kunningarfaldara til
áhugað, har greitt verður
frá, hvørji eitt nú teknisku,
fíggjarliga og eigaraligu
krøvini eru. Síðani eru vit
klárir at vegleiða og hjálpa
møguligum áhugaðum so
nógv, sum tað ber okkum
til. Møgulig uppskot um
ætlan fara vit so at meta
um, og so verður tað upp til
FSF at gera av, hvat upp-
skot
verður
tað
mest
áhugaverda. Mest áhuga-
verda uppskotið verður tað,
sum fer at tæna føroyskum
fótbólti sum heild best.
Møguligir íleggjarar
Í grannalondunum eru fleiri
fótbóltshallir
komnar
seinastu árini. Í Íslandi eru
fýra hallir. Tann í Reykja-
vík er væl størri og harvið
dýrari enn hinar. Í Reykja-
vík er hæddin á miðjuni 22
metrar og úti við er hæddin
fimm metrar. Í Kópavági,
Akranesi og Akureyri hava
hallirnir onnur mát. UEFA
hevur ikki sett nøkur krøv
til minstu mát, men tað er
greitt, at størri og hægri ein
høll er, betri verða møgu-
leikarnir at spæla altjóða
dystir í henni.
Rúni Heinesen vísir á, at
tá ið tað verður tosað um
hallarprís upp á hálvt
hundrað milliónir, so verð-
ur roknað við høll at tí
slagnum,
sum
tann
í
Reykjavík er av.
– Tað ber eisini til at
byggja væl bíligari hallir,
sum kunnu tæna endamál-
inum, ið er, at tað skal bera
til at spæla fótbólt alt árið.
Tað er sjálvandi neyðugt
við
ljósi
og
ávísari
bjálving, men tað er ikki
neyðugt at gera høllina av
sovornum slagi, at talan so
at siga verður um eyka
stóra
ítróttarhøll.
Royndirnar siga, at tað ber
til at fáa kostnaðin niður á
einar 20-30 milliónir, og tá
verður beinanvegin talan
um heilt annað fíggjarligt
tak, enn tað verður, um
talan verður um høll fyri
hálvt hundrað milliónir.
Hvør ímyndar tú tær skal
fara undir sovorðið tak, tá ið
FSF við UEFA sum stuðli
ikki hættar sær undir tað?
– Mest upplagt hevði tað
verið, at landið og kommun-
urnar spældu við. Men tað
er eisini ein møguleiki, at
talan verður um íløgufelag,
sum setur pengar í sovorna
høll fyri at forrenta egin-
peningin fyri partaeigarar-
nar. Umframt til fótbólt og
annan ítrótt kundi tað hugs-
ast, at ein sovorðin høll varð
brúkt til messur og stevnur
av sovornum slagi, sum tað
higartil hevur verið viðbrek-
ið at skipa fyri í Føroyum, tí
møguleikarnir at hava alt
undir taki ikki hava verið
nóg góðir. Men nú fáa vit at
síggja. Talan er um eitt til-
boð um fíggjarligan stuðul
frá UEFA, sum er galdandi
fram til 2008. Tá fellur hetta
burtur, men tað merkir ikki,
at UEFA ikki eisini eftir ta
tíð fer at vera við í slíkum
ætlanum. Talan er um stóra
og spennandi og kollvelt-
andi ætlan fyri føroyskan
fótbólt. Nú fáa vit at síggja,
hvørjir møguleikarnir fara
at verða, sigur Rúni Heine-
sen.
Nógvar milliónir skulu leggjast
á borðið
FSF hevur gjørt av, at felagsskapurin fer at lata 12 mió kr. til eina fótbóltshøll. Tað er tó framvegis sannlíkt, at nógvar milliónir afturat skulu afturat, áðrenn ein
høll er veruleiki
- Tað er ikki ætlanin, at FSF
skal eiga høllina, og tað er
ikki ætlanin, at FSF skal vera
bundið at høllini á annan
hátt, enn at FSF fer at leiga
tímar til landsliðini, sigur
Rúni Heinesen
HM-
dystir á
skránni
Mikukvøldið eru nógvir
dystir í HM-undankapp-
ingini á skránni.
Í okkara bólki er ein
dystur. Hesin verður í
Nicosia á Cypros, har
heimaliðið tekur ímóti
Ísrael.
Fyrri dysturin teirra
millum varð leiktur í
september mánaði, og tá
vann Ísrael 2-1 í Tel
Aviv.
Danir spæla eisini
landsdyst mikukvøldið.
Hesin er á útivølli móti
Georgia. TV3 sendir
beinleiðis frá dystinum
kl. 17.
-jm
Todi
aftur
á grasi
Skaðin hjá Toda Jóns-
son er nú somikið batn-
aður, at føroyski álops-
leikarin hjá FCK aftur
er farin at venja saman
við liðfeløgunum.
Fríggjadagin var hann
saman við liðfeløgunum
og vandi, og tó at tað
enn gongur nakað av
tíð, áðrenn hann er í
fullari venjing, so fegn-
ast Todi um, at hann nú
aftur kann venja saman
við hinum leikarunum í
høvuðsstaðarfelagnum.
-jm
Fyrsti
sigurin
til Holte
Sol eydnaðist tað. Um
vikuskiftið fekk Holte
IF síni fyrstu stig í
donsku flogbóltskapp-
ingini. Hesi komu til
høldar, tá Bárður, Ragn-
ar og hinir á liðnum
vunnu 3-1 á Spentrup.
Spentrup hevur enn
fyrstu stigini á árinum
til góðar.
Komandi vikuskiftið
skal Holte spæla á
útivølli móti Hvidovre
VK, og eisini har hava
føroysku
útisetarnir
góðar vónir um stig.
-jm
C
M
Y
K
20
Nr. 220 - 17. november 2004
21
Skattalistin
Skattalistin fyri Skála Kommunu fyri árið 2003
liggur frammi til alment eftirlit á Kommunuskriv-
stovuni frá 15. nov. til 29. nov. 2004.
Skála Kommuna
Innbjóðing til
almennan fund
Í sambandi við at nú verður farið undir at byggja
kirkju í Hoyvík, verður boðið til
Almennan borgarafund
í Skúlanum í Hoyvík
leygardagin 20. 11. kl.14.00
Arkitektarnir frá Albert Isfeld og Gudmund S.
Hansen vera við og vilja siga frá um tekningar,
modell og um projekteringina.
Høvi verður at gera viðmerkingar.
Ætlandi verður arbeiðið klárt at bjóða út fyrst í
komandi ári.
Hoyvík 10.november 2004
Bygginevndin fyri Hoyvíkar kirkju
Kirkjuráðið fyri Havnar kirkju
Katrin Dahl
Formaður í bygginevndini
Skattalistin fyri
2003
Skattalistin fyri Fuglafjarðar kommunu liggur
frammi til alment eftirlit á Kommunuskrivstovuni
hvønn gerandisdag frá kl. 10.00-15.00
frá 18. nov. - 3. des. 2004
Fuglafjørður, tann 15. november 2003
Fuglafjarðar kommuna
Skattalisti
Skattalisti fyri Sjóvar kommunu fyri árið 2003 liggur
frammi til alment eftirlit á kommunuskrivstovuni
frá 17. nov. til 1 des. 2004, báðir dagar íroknaðir.
Skrivstovan er opin gerandisdagar kl. 8.30 - 12.00.
Sjóvar kommuna
490 Strendur
Skattalistin
Skattalistin fyri Tvøroyrar kommunu fyri árið 2003
liggur frammi til alment eftirlit á kommunuskriv-
stovuni frá 15. november til 26. november 2004.
Tvøroyrar býráð
Fólkaflokkurin hevur
LANDSFUND
27. november 2004 kl. 10.00
á Hotel Hafnia.
Per Stig Møller, uttanríkisráðharri,
verður gestarøðari.
Rúna Sivertsen viðgerð evni
»Felags avgerðir – felags ábyrgd«.
Landsfundurin endar við døgurða.
Øll fólkafloks áhugað eru hjartaliga vælkomin.
Vegna ov fáar umsóknir til fyrr lýstu
lýsing verður lýst av nýggjum:
Starvsfólk til
goymsluna
Til goymsluna á Landssjúkrahúsinum er eitt fulltíð-
ar avloysarastarv leyst at søkja til setan skjótast
gjørligt til og við 31. oktober 2005. Arbeiðstíðin er
vanligar gerandisdagar frá kl. 7.00 til kl. 15.00.
Goymslan umsitur innkeyp/móttøku/sølu/uppfyll-
ing á deildunum á Landssjúkrahúsinum, sølu til
Klaksvíkar- og Suðuroyar sjúkrahús, røktarheimini,
bústovnar, heimarøktin og onnur viðskiftafólk
innan heilsu.
Goymslan umsitur eisini útlán av hjálpartólum,sum
verða lænt sjúklingum heim styttri tíðarskeið.
Umframt tað vanliga arbeiði á goymsluni kemur
viðkomandi at umsita hesi útlán.
Tað starvast í løtuni 6 starvsfólk á goymsluni.
Førleikakrøv:
• faklig vitan innan tól og vørur, sum dagliga verða
nýtt í røktini á sjúkrahúsum
• edv-kunnleiki á brúkarastøði (Navision Financials
forrrit verður brúkt)
• kunnleiki til goymslur og vørustýring er ein
fyrimunur.
Eginleikar:
• góður røkjuskapur
• góð samstarvsevni og tænastasinni
• at verða opin og positiv/ur, eisini tá nógv er at
gera.
Setanartreytir
Løn og setanartreytir smb. sáttmálan millum av-
varðandi yrkisfelag og Fíggjarmálaráðið.
Upplýsingar um starvið
Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til
Malenu Meitelberg, leiðara á goymsluni.
Telefon 30 45 99 lokal 1163
ella e-post malenam@lsh.fo
Umsóknarfreistin er 1. desember 2004 kl. 12.00.
Skrivlig umsókn, merkt »umsókn til starv« við avriti
av prógvum, CV og viðmælum e.l. skal sendast til
Landssjúkrahúsið
Starvsfólkadeildin
FO 100 Tórshavn
Á heimasíðuni hjá Landssjúkrahúsinum www.lsh.fo sæst meira um størv við
at klikka á leinkjuna »starvsfólk«
Landssjúkrahúsið
Fo 100 Tórshavn
Skattalistin
Skattalistin fyri Vestmanna kommunu fyri 2003
liggur frammi til alment eftirlit á kommunuskriv-
stovuni í vanligari skrivstovutíð frá 17.november til
1. desember 2004.
Vestmanna Kommuna
Handverksáhugað
í Norðoyggjum
Farið verður nú undir at kanna og skráseta
handverk
í
Føroyum.
Byrjað
verður
í
Norðoyggjum.
Fundur verður í Ósá skúlanum í Klaksvík hós-
kvøldið 18. november kl.19.30.
Skrá: Stutt frágreiðing um kanningina, vegleið-
ing viðvíkjandi spurnarbløðum, drekkamunnur
og prát.
Stuðlið føroyskum handverki og møtið fjølment!
v/ Føroya Heimavirkisfelag
Randi Vang og Jónhild Johannessen
21