Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-08-13, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 13. august 2018síða 2

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 13. mars 2017 · Nr. 92 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Oddagrein Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 TÍÐINDI SÍÐA 7 Fyrstu gula­røt­ ur­nar á markn­að­in TÍÐINDI SÍÐA 12 Løgdu rottueitur í Miðurð Sanniliga hevur tað verið veitslu­ róm­ur í Klaksvík um vikuskiftið, tá árs­ins Summar Festivalur – tann fimt­andi í røðini – er júst far­in aft­ ur um bak, har Klaksvík vísti seg í sín­um fagrasta blóma og av­gjørt livdi upp til vøkru orðini hjá Bern­ hardi Brim í Klaksvíksanginum: »Tað er vakurt í Klaks­vík á sumri, tá ið sólin hon kyssir hvørt strá...« Eitt sera gott vikuskifti er far­ið aftur um bak, har fimti hvør okk­ ara – ella áleið 10.000 fólk, hava not­ið nógv­an tónleik og hugnaliga sam­veru á Føroya størsta tón­leika­ fest­i­vali, sum eftirhondini er vorðið størsta mentanartiltak í Føroyum næst eftir ólavsøkuna. Og hvar skuldi eitt slíkt mentarnarligt tiltak verið enn júst í Klaksvík? Fyrireikararnir hava nú í fjúrtan ár víst, hvussu væl teir duga at leggja til rættis. Tónleikurin er fyri øll – ymiskar sjangrur, og har er so nógv í at velja. Ár eftir ár koma kendir tónleikarar úti úr heimi at seta sín serliga dám á hetta stóra mentanartiltaki. Ongtantíð fyrr hevur veðrið hild­ið sær so væl á Summar Fest­ i­val­i­num, sum hesaferð, og tað gjørdi sum vera man sítt til, at til­ tak­ið eydnaðist so avbera væl. Høvuðsnøvnini hesaferð vóru Aqua úr Danmark, sum førdi okk­ um aftur í nítiárini. Unga svenska stjørn­uskotið Zara Larsson bergtók á Vágsbøi fríggjakvøldið við sínari framførslu, sum ser­liga tey ungu kendu væl. Og leygarkvøldið var tað góða gamla Supertramplegendan, Roger Hodgson, sum vit kenna so væl frá løgum sum Give a Little Bit, The Logical Song, It's Raining Again og ikki minst Breakfast in America, fyri bara at nevna nakrar av perlunum frá Supertramp. Vit gleða okkum til næsta Summar Festival, og vóna sama veðrið, sum Bernhard Brim yrkir víðari um Og ei skýkloddi hómast á himli, og ei fleyr sæst á speglblonki vág... FAGNAÐURIN Í KLAKSVÍK Bergman og Lykke-Per eru fyrstu filmar, sum Filmsfelagið vís­ur í heyst Mikudagin 22. august fer Films­felagið undir heyst­ skránna. Tá fer Anton Pet­ e­r­sen, films­leik­stjóri, at innleiða nýggja heim­ild­ar­ film­in “Bergman - eitt ár, eitt lív”. Film­ur­in er um Ing­m­ar Bergman, og orsøkin til at Films­felagið frumsýnir henda film í Føroyum er, at 14. juli vóru 100 ár liðin síðan Ber­g­ man varð borin í heim í Upp­ sala í Svøríki. Tað er 50 ára gamla Jane Magn­usson, sum er virð­is­ løntur journalistur og film­ um­mæl­ari á Dagens Nyheter, ið hev­ur gjørt film­in við støði í virk­sem­inum hjá Berg­man í ár­i­num 1957. Film­urin varð frum­sýn­dur í Cann­es í mai í ár og hev­ur fingið bestu ummæli, har hann síðan hevur verið víst­ur. Ingmar Bergman and­að­ ist 89 ára gamal hin 30. juli í 2007 á svensku oynni Fårö, har hann eisini er grivin. Høv­ið at vísa filmin í Films­ fel­agnum er sostatt 100 ára minnið um Bergman. Bara ein sýning verður av nýggja Berg­ manfilminum, nú Films­felagið fer undir heyst­skránna. Annar miku­dagsfilmurin í heyst­skránni hjá Films­fel­ ag­num er danski bók­ment­ a­klas­si­k­arin, “Lykke-Per”, sum Bille Au­gust hevur gjørt til film. Eyð­un Johannesen, sum stovn­aði Filmsfelagið í Havna­r Bio í 1962, man var tann per­sónur, ið hevur gjørt “Lykke-Per kendan á sjón­leik­ ar­a­palli eisini. Dorthe Ped­e­ r­sen, ið er lektari á Glas­i­r, og lærari í donskum og heim­ speki, fer at innleiða frum­ sýn­ingina, sum er í Films­ felagnum mikukvøldið 29. au­gust kl 19:30. Filmurin hjá Bille August byggir á kendu søguna hjá Henrik Pon­topp­ idan. Sýningarnar hjá Films­ fel­ag­num hava seinastu ár­ ini verið í Havnar Bio. Men tá Filmsfelagið aftur fer at hava Filmsdagar í Fel­ag 5.- 9. september, verður eis­ini sam­starvað við Norð­ur­landa­ húsið. Evnið á Films­døgum í Felag er í ár kvinnur á filmi. Sum partur av hesi skrá fer Norðurlandahúsið at vísa nýggja danska filmin “Wond­ erful Copenhagen”, sum m.a. viðger evnið traf­fic­k­ing. Sýningarnar í Films­felag­ num eru almennar og til ber hjá teim møttu at skjóta upp nýggj­ar biograffilmar at vísa. Eisini ber til at skjóta upp, hvør skal innleiða eina sýn­ ing í Filmsfelagnum og fáa atgongumerki afturfyri. FILMSFELAGIÐ Birgir Kruse & Ole Wich Filmsfelagið byrjar aftur Tað er vakurt í Klaksvík á sumri tá ið sólin hon kyssir hvørt strá Tórshavn Tórsgøta 1, 100 Tórshavn tel. 341800, post@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Útgevari: Sp/f Sosialurin Uppseting: Sosialurin Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Tel. 341800 www.sosialurin.fo Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Blaðstjóri: Barbara Holm barbara@sosialurin.fo Fyritaksstjóri Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Stovnaður: 1927 Prent: Prentmiðstøðin Jákup Vang, Tvør­oyri, andaðist á Lands­sjúkr­ a­húsinum 9.august, 80 ára gamal. Árni Baldvinsson, ætt­að­ur úr Kópa­ vági, búsitandi í Havn, andaðist á Lands­sjúkr­ a­húsinum týsdagin 7. august, 65 ára gamal. Andrea Johansen, Sør­vágur, andaðist hós­dagin, 82 ára gomul. Maria Strømsten, fødd Johannesen, ætt­að úr Miðvági, bú­sit­andi í Esbjerg, and­að­ist mikudagin 8. aug­ust 75 ára gomul. Maria var dóttir Jarlgrim og Honnu Johannesen í Miðvági. Petur Olaf Larsen, ætt­ aður av Oyrarbakka, bú­ sitandi í Gedesby, Falst­ er, andaðist á Svanevig hos­pice mikudagin 8. aug­ust, 68 ára gamal. Niels Johannesen, van­liga nevndur Niels í Horni, andaðist á Klaks­víkar sjúkrahúsi, í gjár, 74 ára gamal. Niels Johannesen, van­liga nevndur Niels í Horni, andaðist á Klaks­víkar sjúkrahúsið, í morg­un 74 ára gamal. Arnbjørn Lómstein, ætt­að­ur úr Syðrugøtu, bú­sit­andi í Strib á Fyn, and­að­ist mánadagin 6. august, 85 ára gamal. Levi Heinesen, Klaksvík andaðist á Noroyða Røktarheimi 3. august 79 ára gamal. ANDLÁT Vælkomið lítla barn