Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-08-13, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 13. august 2018síða 3

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

3 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 13. august 2018 · Nr. 92 LØGREGLAN Løgrelustøðin verður í bankabygninginum Danski løgmálaráðharrin, Sørin Pape, váttar í morgun, at nýggja løgreglustøðin verður í gsamla bankabygninginum við SMS Árni Gregersen Fleiri ferðir eru røddir hoyrd­ ar siga, at tað hevði veirð mun­andi betri at byggja eina nýggja løgreglustøð enn at umbyggja gamla banka­bygningin við S MS til høvuðs­løgreglustøð. Men í morgun sigur danski løg­málaráðharrin, Sør­in Pape, at nú verð­ur hildið fast um, at løg­reglu­ støð­in verð­ur í bankabygn­ ing­in­um. -Vit halda fast um tað, sum vit upprunaliga ætlaðu við bygninginum, sum vit hava keypt. Tað er tað skila­ besta at gera. Finna vit uppá onkra aðra loysn, so tekur tað longri tíð og í hesum tíðum verður tað eisini dýrari, sigur danski løgmálaráðharrin. Hann leggur afturat, at eftir ætlan, so skal politi­støð­ in standa klár til brúk í 2020, men hann tekur tó fyrivarni. -Ferðin erhøg í byggi­vinn­ uni, so vit noyðast at taka fyrivarni, men eftir ætlan, so skal støðin vera klár seinast í 202. Arbeiðsvitjan Danski løgmálaráðharrin kom til Føroyar í gjár. Tal­an er um eina vanliga arbeiðs­ vitjan. Ongin ddanskur løg­ mála­ráðharri hevur vitjað í Før­oyum síðani 2014. -Eg haldi sjálvur, at tað hev­ur stóran týdning at koma higar. Eitt er at tosa við landsstýrið og føroysku fólka­tings­politikararnar – nakað heilt annað er at síggja viðurskiftini við egn­ um eygum, sigur Søren Pape. Tíðliga í morgun var hann á vitjan í Tinganesi, har hann hevði fund við Aksel V. Johannensen, løgmann. Umframt at hann vitjar løg­reglustøðina og hevur fund við alt starvsfolkið hjá løgredgluni í morgun, so vitjar hann eisini Kriminal­ forsorgina og Føroya rætt. Tað er vanligt, tá ið dansk­ ir løgmálaráðharrar hava vitjað í Føroyum, at teir hava fund við starvsfólkini hjá løg­regl­uni. Hesin fundurin verður hesaferð í morgin. Fútin nøgdur John Kølbæk, fúti, er væl nøgdur við, at danski ­mála­ ráð­harrin nú sigur, at nýggja løg­reglustøðin verður í banka­bygn­inginum. - Hyggja vit eftir tíðar­ per­spekt­ivinum, so er onki at ivast í, at hetta er besta loysn­in, sigur fútin -Og sjálvur haldi eg eisini, at hetta verður ein sera góð loysn. Vit gleða okkum til, at flyta inn á nýggju løgreglu­ støðina, leggur hann afturat. SØREN PAPE POULSEN løgmálaráðharri síðani 28. November 2016 Søren Pape Poulsen er føddur 31.desember 1971 í Bjerr­ ing­bro. Hann er formaður og politiski odda­maðurin í danska konservativa flokkinum. Hann var valdur í Fólka­tingið á seinasta valinum, sum var 18.juni 2015. Hann gjørdist leiðari í konservativa flokkinum í 2014 eftir Lars Barfoed. Frá 2010 til 2014 var hann borgarstjóri í Viborg komm­unu. Frammanundan sat hann 12 ár sum býráðs­ limur í Bjarringbro, sum altso seinni fór undir Viborg komm­unu. Í sivila lívinum hevur hann arbeitt sums peditørur og lærari á ungdómsskúla. Seinni bleiv hann deildarleiðari í Viborg kjommunu, áðrenn hann tók við sum borgarstjóri. Søren Pape Poulsen hevur allatíðina verið opin um at hann er samkyndur. Søren Pape, løgmálaráðharri, er á arbeiðsvitjan í Føroyum. Ríkisumboðskvinnan var fyrrapartin ferðaleiðari runt í Havn. John Kølbæk, fúti, fegnast um, at løgmálaráðið heldur fast um at flyta løgreglustøðina niðan til SMS í gmla bankabygningin.