mánadagur 13. august 2018síða 4
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 13. august 2018 · Nr. 92
4
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
HER ER ÓTRYGT
AT BÚGVA
Grannarnir hjá Glasi óttast eina vanlukku,
um tey fáa tørv á sjúkrabili ella
sløkkiliðsbili onkran dagin. Tey óttast,
at nógvu bilarnir, sum hoyra til á Glasi,
fara at forða ferðsluni í grannalagnum.
Danjal av Rana
330 p-pláss til 1700 fólk. Tað er
støðan úti í Marknagili, nú næm
ingarnir fáa fyrsta skúladag á Glasi
seinni í vikuni. Komandi tíðina
fer Bónus eisini at lata ein handil
upp, síðani fer Musikkskúlin á
Landavegnum undir sítt virksemi
og í 2020 verður fyrsti parturin av
skúlanum á Fløtum væntandi tikin
í nýtslu.
Alt í alt er talan um eina rúgvu
av virksemi, nógv fólk – men sera fá
parkeringspláss.
Grannarnir fingu eisini ein
forsmakk upp á ruðuleikan, sum
væntar teimum, tá almenn mót
tøka var á Glasi hósdagin, í sam
band við at Landsverk handaði
Mentamálaráðnum bygningin.
Á sosialu miðlunum floymdi
yvir av myndum av Glasi bæði inn
an og uttan og vanligu miðlarnir
gjørdu eisini nógv burtur úr, við
bæði samrøðum og myndarøðum.
Gøturnar fullar av bilum
Aðrar, minni hugaligar myndir
vóru eisini at síggja úr Marknagili
hendan dagin. Tað vóru grannarnir
hjá nýggja skúlanum, íbúgvarnir
undir Fjalli, undir Gráasteini og
á Dánjalstrøð, sum løgdu myndir
av sínum gøtum út á sosialu miðl
arnar.
- Vónandi fáa vit ikki brúk fyri
sjúkrabili ella sløkkiliðsbili í dag,
skrivar ein granni, saman við eini
mynd av Dánjalstrøð, sum vísir, at
bilar eru parkeraðir á báðum síð
um. Støðan er hin sama undir Fjalli
og undir Gráasteini.
Barbara Sigrid Rubeksen býr
undir Fjalli. Hon er eisini ør
kymlað av støðuni. Hon greiðir
frá, at hendan dagin stóðu bilar
parkeraðir á báðum síðum allan
vegin inn eftir gøtunum Undir
Gráasteini,
Fjalstúni,
Fjalsgøtu
og Dánjalstrøð, sum eru gøturnar
nærmast Glasi. Og hetta hóast øll
tey gott 300 p-plássini á Glasi blivu
brúkt.
- Her búgva hundraðtals fólk í
økinum, men tað hevði verið sera
torført at fingið sjúkrabil ella
sløkkiliðsbil fram at øllum hús
unum í grannalagnum. So vit føla
okkum ótrygg.
Óttast eina vanlukku
Umframt øll sethúsini liggja bæði
sambýlið og barnagarður í økinum,
greiðir Barbara Sigrid Rubeksen
frá.
- Vit óttast, at onkur vanlukka
fer at henda her, áðrenn viðurskift
ini koma í rættlag, sigur hon.
Hon sigur, at eigarafeløgini hava
havt samband við kommununa um
støðuna, men
- Vit føla okkum eitt sindur sett
til viks og ikki tikin upp á ráð. Hetta
byrjaði longu, tá byggingin byrjaði,
tí
tá
blivu
parkeringsplássini
uttanfyri skúlaheimið tikin til
byggiplássið. Heitt var á næming
arnar, um ikki at taka bil við í skúla,
men vit merktu beinanvegin, at tey
byrjaðu at seta bilarnar í gøtunum
hjá okkum, sigur hon.
Hon vísir eisini á, at alt hetta
økið hevur bara eina innkoyring,