Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-08-13, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 13. august 2018síða 5

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

5 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 13. august 2018 · Nr. 92 út á Marnagilsvegin, so um hon er stongd av parkeraðum bilum, er eingin møguleiki hjá teimum at sleppa út. - Hetta gongur als ikki. Hetta er totalt burtur við. Her búgva nógvar barnafamiljur í økinum, her eru raðhús, her er sambýli, her er barnagarður og tveir íbúðarblokkar og nógv sethús. Øll kenna vit okkum ótrygg av nógvu bilunum, sum nú fara at standa framvið veg­ jað­arunum og í summum førum uppi á gongubreytunum, sigur Barb­ara Sigrid Rubeksen. Hon hevur tó ilt við at síggja nakra loysn í væntu. - Kommunan tosar um ljós­kurv­ ar og skelti, men ikki um park­ er­ings­pláss. Og satt at siga dugi eg heldur ikki at síggja, hvar eitt parker­ingspláss skal leggjast, men tað má gerast. Hendan støðan má ikki gerast okkara gerandisdagur, sigur hon. Eingin orsøk at óttast Sara L. F. Winther, verkfrøðingur á Landsverk, heldur ikki, at grannarnir í Marknagili hava nakað at óttast. - Vit skulu minnast til, at hósdagin vóru 3.500 fólk og hugdu at Glasi. Tað er tríggjar ferðir so nógv fólk, sum fara at hava sína dagligu gongd á skúlanum. Tí haldi eg ikki, at grannarnir hava nakað at óttast, sigur hon. Í løtuni eru gott og væl 330 parkeringspláss rundan um skúlan og Sara L. F. Winther sigur, at tá øll plássini eru liðug, verður pláss fyri eini 480 bilum rundan um skúlan. Bogi Bech Jensen, skúlastjóri, sigur í stuttari viðmerking, at Landsverk er í ferð við at leggja seinastu hond á írestandi 150 parkeringsplássini verða liðug um stutta tíð, og at hann vónar, at hetta fer at gera, at flestu bilarnir, sum hoyra til skúlan, fara at rúmast á øki skúlans. Sara L. F. Winther heldur, at grannarnir skulu heldur geva tol og bíða til skúlaárið er byrjað. - Tá fáa tit eina rættvísari mynd av, hvussu støðan verður, sigur hon.