mánadagur 13. august 2018síða 6
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 13. august 2018 · Nr. 92
6
Sosialurin
90 ÁR SÍÐANI CASTRO VARÐ FØDDUR
Í dag eru 90 ár liðin, síðani Fidel Castro var føddur.Hann doyði 25. november 2016.
Castro leiddi kommunistisku kollveltingina á Kuba í 1959 og gjørdist seinni forseti
– eitt starv, hann røkti fram til 2008. Sum forseti kom hann við lívinum undan
drápsroyndum, eini CIA innrás og Kubakreppuni, sum mundi elvt til eitt atomkríggj.
Tá hann fylti 60 ár var hann heiðraður á forsíðuni í føroyska kommunistablaðnum
Fríu Føroyum.
Seks ár síðani
seinastu grind
1978: Tá ein grind
legði beinini í
Sandagerði 8. august
í 1978 var tað fyrsta
grindin í seks ár
»Beinbrot, ferðslufløkj
ur og hepnir útróðrar
menn«.
Soleiðis ljóðaði yv
irskriftin á grein í Sos
ialinum 12. auguast í
1978, sum vit endurgeva
burturúr her:
»Grindin, sum varð
funnin í Nólsoyarfirði
týskvøldið gjørdi land
gongd í Sadagerðisvík.
Ein maður varð innlagd
ur við beinbroti, men
annars hendi lítil og
ongin skaði í drápinum,
sum er eitt tað vakrasta,
menn vita um í Havn. So
kom England við fleiri
hundrað
ferðafólkum
og bilarnir sluppu ongan
veg millum pakkhúsini,
fyrr enn løgreglan hevði
greitt fløkjuna,
Teir 96 hvalirnir, sum
vórðu
merktir,
vóru
til samans 652,5 skinn.
Onki varð selt av tí, men
býtt millum tey, sum
luttóku í rakstrinum og
drápinum og upprudd
ingini aftaná. Lands
sjúkrahúsið, Ellisheimið
og Hvíldarbeimið fingu
eisini burturav.
Býtt varð í 23 báts
partar, 16 skinn til part
in. 50 fólk eru í báts
partinum, so 1150 fingu
part, tað bleiv triðings
skinn til hvønn. Strøsti
hvalurin var 15 skinn,
men annars lá megin
parturin um 7-9 skinn.
Eins og seinast, tá
grind var í Havn hevur
býráðið átikið sær at
gjalda skaðan, sum fyri
uttan, at ein maður
breyt beinið í sjálvum
drápinuml var lítil og
ongin.
Grindin varð funnin
av nólsoyingum. Hon
var fyrst í tveimum bólk
um, sum vorðu riknir
saman í ein. Nógvir bát
ar vóru, teir flestu úr
Havn og Nólsoynni og
nakrir úr Eysturoynni.
Raksturin og dráp
gingu bæði skjótt og
væl, men tá hvalirnir
skuldu takast upp á
eystara molan, gekst
ikki so væl. Ongin krani
var til taks á landi, so
teir læntu kranan á
Dúgvuni,
men
hetta
royndist ikki væl, onkur
hvalur fór til botns.
Seinni kom so kranin
hjá Skipasmiðjuni og tá
gekst betri.
Beint
eftir
drápið
kom England úr Es
bjerg
og
seinni
um
kvøldið
kom
Smyril,
so har gjørdist ógvu
liga trongligt á eystari
bryggju hetta góðveð
urskvøldið. Tvær ferð
ir noyddist løgreglan
oman at greiða ferðsl
una, tí bilarnir sluppu
hvørki aftur ella fram.
Annars var friðarligt
í býnum um náttina, sig
ur løgreglan.
Seinast grind doyði
í Havn var 17. oktober
í 1972. Tá løgdu 54 hval
beinini.
Seksuallæra førir
til fría fosturtøku
Tað skrivaði
Dagblaðið á for
síðuni fyri 40
árum síðani
1978: Tíggju skúlanevndar
limir mótmæla ætlanini at
skipa seksualundirvísing í
skúlunum. Teir vilja eisini
hava kristniundirvísingina
broytta.
– Vit meta, at seksualund
irvísing í fólkaskúla okkara
er púra óneyðug, og verður
tvørturímóti til óbótaligan
skaða fyri ungfólk okkara.
Í
grannalondunum
hev
ur gongdin verið, at tann
tvungna
seksualundirvís
ingin bleiv durahellan til frí
an abort.
Soleiðis siga 10 skúla
nevndarlimir í einum skrivi
til tingið, sum í løtuni viðger
eitt uppskot til nýggja fólka
skúlalóg.
Soleiðis skrivar Dagblaðið
25. august í 1978.
Vit endurgeva víðari úr
forsíðugreinini í Dagblað
num:
»Teir vísa á, at í viðmerk
ingunum til uppskotið um
seksualundirvísing og annað
stendur, at nú er hetta vorðið
kravt, at hesi evni í hóskandi
muni skulu koma upp í ta
vanligu undirvísingina.
– Vit loyva okkum at
spyrja: Hvør hevur kravt
hetta?
Frá
foreldrunum
er hetta krav ikki komið.
Vit kenna tað sum okkara
skyldu at gera vart við hetta,
og vit eru sannførdir um, at
vit hava ein rættiliga stóran
part av fólkinum aftan fyri
áskoðan
okkara,
skriva
skúlanevndarlimirnir, sum
samstundis
mótmæla,
at
seksualundirvísing – uttan
lógarheimild,
kortini
fer
fram í summum skúlunm.
Teir gera eisini viðmerk
ingar til aðrar greinar í lógar
uppskotinum. Skotið er m. a.
upp, at frammandar trúgvir
og
lívsáskoðanir
kunnu
verða skúlafak. Teir halda,
at tað er ógrundað, at børn
ini skulu læra hetta og mæla
til, at hetta verður strikað í
lógini.
Ikki bundið
Viðvíkjandi kristniundirvís
ing siga skúlanevndarlim
irnir, at henda undirvísing
eigur ikki at vera bundin
til eina ávísa kirkjulæru,
hvørki ta evangelisk-lurth
ersku ella nakra aðra. Teir
siga, at hetta hevur havt
trupulleikar við sær, soleið
is at fríkirkjufólk hava kent
seg noydd at taka børn síni
úr kristnitímunum. Lærar
ar, sum standa í øðrum trú
arflokkum, hava havt somu
trupulleikar í sambandi við
kristniundirvísing.
– Vit meina, at hetta hoyr
ir ikki heima í okkara sam
felag , og nú ætlanin er at fáa
eina nýggja skúlalóg, sum
eftir uppskotinum at døma
verður ógvuliga rúmshátt,
eigur hetta at kristniundir
vísingin er bundin at ávísari
kirkjulæru, at verða broytt.
Sum undirvísingartilfar í
kristni eigur Bíblian, og tá
serliga Nýggja Testamenti,
við søgum frá Jesusar lívi, at
verða nýtt, siga skúlanevnd
arlimirnir.
Teir gera eisini viðmerk
ingar til lógargreinina um
setan av lærarum og krevja,
at reglurnar verða óbroyttar,
soleiðis, at avgerðarrætturin
at seta lærarar verður ver
andi hjá teimum fólkavaldu
umboðunum í kommunum,
t. v. s. skúlanevndunum.
Ikki óavmarkað
Samært uppskotinum skal
landsstýrið seta ein lands
skúlastjóra, sum skal verða
leiðari av skúlafyristingini.
Skúlanevndarlimirnir siga,
at tað eigur at vera nevnt eitt
tíðarskeið. Tað er ikki rætt,
at ein slíkur maður skal sita
óavmarkaða tíð, halda teir.
Skúlanevndarlimirnir,
sum hava skrivað undir við
merkingarnar til tingið, eru
hesi:
Martin Nielsen, Vatnsoyrar,
Maria á Lakjuni, Fuglafirði,
Jógvan Tróndheim, Klaks
vík
Jógvan á Dul, Tórshavn,
Ása Norðberg, Vágur
Marius Jóanesarson, Vest
manna
Esmar Simonsen, Fuglafirði
Mikkjal á Bergi, Klaksvík
Svenning av Lofti, Tórshavn
Evald Norðberg, Hvalba«