mánadagur 13. august 2018síða 7
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 13. august 2018 · Nr. 92
Í døgunum 7.-9.
september verður
fyrsta trail og ultra
marathon undir
heitinum Útilív
Adventure Festival, og
tiltakið verður
fyriskipað saman við
Sunda kommunu.
Mangt er broytt
Fyrr vóru bankar og posthús í
flestu bygdum. Nú fegnast fólk
um at hava eina sjálvtøku
Vilmund Jacobsen
Fara vit nøkur ár aftur í
tíðina, vóru bankar og post
hús í flestu bygdum í Føroy
um, sum høvdu eina ávísa
stødd – ja, sjálvt í teimum
smærru bygdunum var ofta
meira enn tann eini bankin
og posthús.
Men, soleiðis er ikki í dag.
Sjálvt í lutfalsliga stórum
bygdum og oyggjum er nú
hvørki banki ella posthús og
nóg illa ein sjálvtøka.
Sjálvtøkan, sum í eina tíð
hevur verið stongd í Hvalba,
læt um dagarnar uppaftur,
og tað er Betri, sum hevur
syrgt fyri hesum.
Fólk í Hvalbiar kommunu
hava saknað sjálvtøkuna, og
tey fegnast, nú sjálvtøka aft
ur er í økinum.
Í Hvalbiar kommunu vísa
tey á, at nýggja sjálvtøkan
er í bygninginum hjá Betri í
Hvalba, og hon verður opin
alt samdøgnið.
Janus Thomsen, borgar
stjóri, er bæði takksamur og
fegin um, at Betri veitir fólki
í sóknini hesa tiltrongdu
tænastu, sum sjálvtøkan er.
Harða rákið
fer at ávirka
línuveiðina
Vilmund Jacobsen
Trý ísfiskalínuskip eru í
løtuni til fiskiskap. Eitt er
á Rygginum og fær mest
av toski og svartkalva.
Eitt er á Byrenbanka
og fiskar svartkalva, og
triðja ísfiskalínuskipið
er eystanfyri.
Væntandi koma tvey av
skipunum inn at landa
hesa vikuna, og hitt triðja
kemur væntandi um
eina lítla viku ella so.
- Restin av línuskipunum
liggja í løtuni við
bryggju, men okkurt av
skipunum loysir væntandi
í næstum, siga tey á
Fiskamarknaði Føroya.
Streymurin er harður,
men veðurútlitini eru á
einari leið. Harða rákið
ávirkar línuveiði, og tí er
ikki væntandi, at nakar
serligur línuútróður
verður hesa vikuna.
Flestu partrolarar
eru til fiskiskap, og
væntandi kemur eitt par
inn at landa í dag, og
síðan koma onnur pør
helst seinni í vikuni.
Í løtuni eru tvey pør
á gulllaksaveiði.
Fýra djúpvatnstrolarar
eru til fiskiskap í løtuni.
Ein fiskar stinglaks, og
tríggir fiska svartkalva
og kongafisk.
- Møguliga kemur onkur
djúpvatnstrolari inn at
landa hesa vikuna.
Fríggjadagin vóru tríggir
trolbátar til fiskiskap, og
teir vóru allir vestanfyri.
Ein trolbátur væntandi
inn at landa í dag, og
hinir koma miðskeiðis
ella síðst í vikuni.
- Nú er fiskiskapurin
hjá trolbátunum
aftur á einari leið.
Trý garnaskip fiska
svartkalva. Tvey landaðu
í síðstu viku, og ætlandi
fóru øll garnaskipini
út aftur í gjár.
- Gongst, sum ætlað, koma
garnaskipini væntandi inn
aftur at landa seinni í hesi
vikuni, verður lagt aftrat.
Borgarafundur:
Mikukvøldið skipar
Runavíkar kommuna fyri
borgarafundi í Løkshøll.
Fundurin byrjar klokkan
19, og á skránni verða
tvey stór mál, nevniliga
innkomuvegurin frá
Eysturoyartunlinum
og miðbýarætlanin
fyri Runavíkarøkið.
Fyrstu gularøturnar
koma á marknaðin
Hetta er tíðin, tá grøðin so smátt verður tikin
uppaftur, og hetta er eisini tíðin, tá tær fyrstu
grønmetisvørurnar, sum veksa úti í náttúruni
og í vakstrarhúsi, koma á marknaðin
Vilmund Jacobsen
Á Sandi verður nógv grøn
meti av øllum handa slag
velt, og her eru eisini bygdir
vakstrartunlar til ymiska
velting av bæði gularótum,
rabarbum, káli, salati og
blómum.
Í fleiri ár hava bøndurnir,
Ottar Hentze, sum rekur
Uttastovugarðin og Jóannes
Johannesen, Jóannes í Mið
stovuni, róptur, sum rekur
Miðstovugarðin, velt nógv
epli, gularøtur og kál.
Aðrir bøndur og fólk í
Sandoynni annars eru eisini,
sum velta ymiska grøði í
gróðrarríka
lendinum
og
hetta er rættiliga nakað, sum
seinnu árini hevur vundið
upp á seg.
Veltan ger eisini eitt stórt
arbeiði í Sandoynni og bæði
Veltan, Uttastovugarður og
Miðstovugarður kunnu finn
ast á Facebook, um fólk eru,
sum kundu hugsað sær før
oyska grøði.
Húsbrúk og søla
Veltan er eitt samtak í Sand
oynni fyri grønmetisveltar
ar, og málið hjá Veltuni er
at økja um framleiðsluna av
føroyskum grønmeti, bæði til
húsbrúk og til sølu.
- Vit hava limir, sum velta
til at selja, og vit hava limir,
sum velta til egið brúk - og
summi gera eitt sindur av
hvørjum.
Limirnir hava rætt til at
brúka Veltu-merkið á sínum
vørum. Summi selja sjálvi, og
onnur selja gjøgnum felags
skapin.
Lukas Guðrunarson Mortensen og Jóannes í Miðstovuni, bóndi, vísa
fram fyrstu gularøturnar, sum eru tiknar upp á Sandarfløtti