Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-08-13, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 13. august 2018síða 8

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 13. august 2018 · Nr. 92 8 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Summar Festivalurin hevur í ár havt tvey stór poppnøvn ovast á plakatini, sum bæði tvey vístu, hvussu altjóða poppur skal framførast í besta stíli. Áskoðarafjøldin var kanska ikki líka popput. Pætur Hjalmar Evensson Fimtanda árið á rað hevur Summar Festivalurin verið karmur um tón­ leikaligar upplivingar á høgum støði í Klaksvík. Í ár bar festivalurin serliga brá av poppsensatiónum og føroyskum klassikarum. Høvuðsnøvnini vóru bæði úr Norðurlondunum. Hesi vóru háaktuella Zara Larsson úr Svøríki og norsk/donsku poppstjørnurnar Aqua. Aftrat hesum var bretska Supertramp-legendan, Roger Hodg­ son, sum vitjaði Summar Festivalin á øðrum sinni. Veðrið á festivalinum var sera gott allar dagarnar. Tað var turt, og sólin skein leygardag, so rammurnar fyri ein góðan festival vóru uppá sítt pláss. Festivalurin byrjaði hósdagin 9. august og strekti seg fram til seint út á sunnu­náttina. EIN POPPUTTUR SUMMAR FESTIV Come on Klaksvík, let’s go party! Dansk/norska trioin, Aqua, taldist millum heimsins størstu popp­ bólk­ar í 90’unum og upp gjøgn­ um nullini. Tey hava lagt ljóð til mangan mangan barndóm, og høvuðs­persónarnir Lene Nystrøm, René Dif og Søren Rasted eru at kalla barndómshetjur hjá nógvum í dag. Klokkan er 22:00, og nú skulu Aqua á pallin. Vágsbøur er fullur av fólki, og róp frá fremstu áskoð­ ar­un­um hoyrast um alt økið, hóast eing­in er komin á pallin enn. Eitt korter seinni kemur Sjúrð­ ur Skaale á pallin og bjóðar øllum væl­komnum á ársins Summar Festival, sum í ár hevur 15 ára føð­ ingardag, og sigur: - Takið væl ímóti…. Aqua! Norðurlendsku popp­legend­ ur­nar trýna á pallin. René Dif og Lene Nystrøm eru bæði í glimm­ur­ jakk­um - René í svørtum og Lene í silvur. Tey leggja út við stóra hitt­inum Around the World frá ár 2000. - Come on! Up with your hands, rópar René Dif við eyðkendu djúpu rødd síni á enskum aftaná fyrsta lagið. - Hej Færøerne! rópar René Dif, og so roynir hann seg á føroyskum: - Góðan dagin! Tey hava veruliga tak í áskoð­ ar­unum og duga væl at skapa eitt sam­band millum seg og fjøldina. Norska Lene Nystrøm er fim og hopp­ar og rennur á pallinum, með­an hon syngur við snjøllu men allíka­væl kraftigu rødd síni, og tað sæst ikki, at hon fyri tveimum vik­ um síðani sat í rullustóli. Størsta hittið hjá Aqua er uttan iva Barbie Girl frá 1997. Lagið er eitt av best seljandi løgunum nakr­ an­tíð. - Hi Barbie…. sigur René. - Hi Ken! rópar Lene flirtandi og spæl­ir sær við longu svørtu flættur sínar, sum sveiggja frá síðu til síðu, meðan hon dansar og rennur aft­ur og fram. Áskoðarafjøldin er á gosi og sleppa nú av álvara ein nostalg­ isk­an túr aftur í 90’ini. Øll duga sjálvandi tekstin utt­ an­at, og øll syngja so hart "I’m a barbie girl in the barbie world…", at René og Lene nýtast ikki eingongd at syngja sjálvi, og tey dyrka tað. - Come on Klaksvík, let’s go party! rópar René Dif, og sipar til tekst­in “come on Barbie, let’s go party”. Hetta vóru vísdómsorð til akkur­át hesa løtuna, tí allar fremst var tað eitt veruligt ball, og fólk hopp­aðu og dansaðu, sum var hetta teirra seinasti dagur. Ballið bleiv meira tunt longur aftur mann kom, men fólkið á aftastu rekkj­unum vaggaðu og murraðu við hóast alt. Fólk vóru nokk ikki kom­in heilt upp á pláss í Klaksvík longu hósdagin klokkan 22:00. Tey trongd­ust kanska til at taka ráðini hjá Dif til sín: “let’s go party”, tí ramm­urnar til eitt gott ball kundu ikki verið betri. Tærnakrympandi: Eru tey komin í yvirgangsaldurin? Frontfigurarnir vóru opinbart í nógv betri lag enn helmingurin av áskoðarunum til samans. Knapp­ liga mitt í øllum verður allur Vágs­ bøur vitni til eitt hálvkiksað fríggj millum Lene og René, sum er so tærnakrympandi, at mann ikki veit, um mann skal klappa, tiga, flenna ella hyggja vekk. - Hatta er fyrimunurin við at vera eg, sigur René Dif aftaná muss­in, sum hann tíbetur fjaldi við hondini eftir nøkur sekund. Lene Nystrøm og Søren Rasted, sum spælir klaver beint aftanfyri tey, hava verið par í fleiri ár, og tað vann ikki tað stóra applausið á Vágs­bø at blanda føroyingarnar inn í teirra trýkantsdrama. Nakað seinni loypir Lene upp á herðarnar á einum vakti. Tað var stuttligt, men kanska mann byrj­ ar at umhugsa tankan, um 44 ára gamla 90’ara-legendan er bliv­in nakað ør og troytt av at vera kom­ in í yvirgangsaldurin? Tey eru nokk ikki blivin nógv meira búgv­ in síðan 90’ini, og teirra óbroyttu fram­førslur eru væl saktans eitt prógv um tað. Lívligt og festligt Konsertin er meira enn hálv­runn­ in, men tað sæst ikki aftur á popp­ trioini, at tey eru troytt av at dansa og renna aftur og fram á pall­inum. Tey eru glóðheit, kát og stutt­leika sær, og góði hýrurin ger, at tey gera av at bjóða nøkrum áskoð­ar­ um upp á pallin. Tvær gentur og fýra dreingir koma upp og sleppa at dansa við til festliga lagið Back to the 80’s. Hesa upplivingina fara tey neyvan nakrantíð at gloyma. Tað er týðiligt, at tey hava tað stutt­ligt á pallinum og njóta tað. Hetta er teirra síðsta konsert í danska kongaríkinum, og tað má mann siga, at tey sluppu heilt væl burturúr, hóast ymsar løgn­ ar støður stungu seg upp. Tey eru poppstjørnur og hava roynt næst­an alt eftir hondini, so fyri tey ræður tað nokk mest um at hava tað stuttligt á pallinum. Tá tey hava tað stuttligt, hava áskoð­ ararnir tað eisini stuttligt. Tey mugu hava sungið “Barbie Girl” fleiri túsund ferðir gjøgnum ár og dag, og tá tey sungu hann hós­ kvøldi, skaptu tey sær nokkso nógv við røddunum ivaleyst fyri at geva lagnum eitt nýtt, im­prov­ is­erandi og øðrvísi “live”-ljóð. Aqua leveraði samanumtikið eina lívliga, undirhaldandi og fram­úr góða konsert, sum tók alla Klaksvíkina aftur til 90’ini, og hend­an løtan verður nokk seint gloymd. 90’ara poppnostalgi: