mánadagur 13. august 2018síða 9
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 13. august 2018 · Nr. 92
R VALUR
Poleraður svenskur
poppur í heimsklassa
Svenska
heimsstjørnan,
Zara
Larsson,
var
ársins
absolutt
størsta høvuðsnavn. 20 ára gamla
Zara Larsson telist millum allar
heitastu nøvnini í heiminum í
løtuni, og nú hava føroyingar
havt æruna av at uppliva hana á
Summar Festivalinum.
Konsertin hjá henni var ein
sonn altjóða hittparada, sum
nokk ongantíð er sædd í Føroyum
fyrr.
Hon spældi hitt, sum hava
verið at hoyrt kring allan heimin
seinastu trý árini. Svenska stjørn
an borðreiddi m.a. við Lush Life,
Uncover, Never Forget You, Bad
Boys og Symphony.
Aftrat sær hevði hon dugnalig
ar dansarar, sum dansaðu saman
við henni til væl svingandi popp
utu tónarnar, og tað sást, at tey
hava vant koreografiina væl og
dansað ofta saman. Hetta rigg
aði knasandi gott aftrat gjøgn
umførdu ljóssýningini. Har vóru
so nógvir litir og ljósið skein
næstan ígjøgnum allar áskoð
ararnar, so kraftigt og flott tað
var. Litfagra ljóssýningin spældi
óalmindiliga væl saman við takt
unum, tónunum og dansinum hjá
Zaru Larsson og bólki hennara.
Hetta vísti, hvussu nógv tað
visuella hevur at siga fyri heild
arupplivingina av einari konsert.
Her eigur Summar Festivalurin
nógvan rós fyri ljósið og nýggju
avlongu skíggjarnar, tey hava
fingið í ár.
- Tack så mycket! segði hon við
jøvnum millumbili aftaná sang
irnar.
Aftur bara tey
fremstu, ið vóru við
Framførslan var á høgum altjóða
støði og varð sera væl úr hondum
greidd. Hon sang sera væl og
sterkt, og tey vóru við uppá tað
uppi á pallinum. Tá tað kemur til
áskoðararnar, var tað nokk allar
mest lív í fremru rekkjunum, eins
og til Aqua konsertina. Fremstu
áskoðararnir geylaðu, hoppaðu
og dansaðu til heimskendu løgini,
men festligheitirnar rukku ikki
nógv longur enn aftur til tornið
hjá ljóðmonnunum, har áskoðar
arnir stóðu meira stillir.
Tað er eitt sindur spell at før
oyskir bólkar sum t.d. Dynamit
plaga at savna nógv fleiri fólk enn
eitt so stórt navn sum Zara Lars
son megnaði. Zara Larsson vendir
sær nú eisini allar mest til tað
yngra ættarliðið í mun til onnur
meira fjølbroytt og savnandi
nøvn.
Zara Larsson segði í byrjanini
av konsertini, at hon var so glað
fyri at vera í Føroyum, og at Før
oyar nokk var tað besta staðið,
hon nakrantíð hevur vitjað.
Ljóðið til konsertina var gott,
og kraftigi bassurin kom ordiliga
til sín rætt og føldist í øllum
kroppinum. Hetta livdi upp til
eina konsert á so høgum altjóða
stigi, sum Zara Larsson sjálv er
von við at hava.
Tað er imponerandi, at Summ
ar Festivalurin hevur fingið eitt so
háaktuelt navn sum Zara Larsson
heim til Føroya. Hetta setur eisini
vónirnar upp til næsta ár - so tað
verður spennandi at síggja, hvat
Vágsbøur hevur at bjóða í 2019.
Hendir ov lítið
um dagin?
Onkursvegna virkar tað sum, at
Summar Festivalurin bert er ein
kvøldarfestivalur. Ein so stórur
og umfatandi festivalur átti
eisini at havt okkurt at bjóða um
dagin.
Tá mann hevur avbyrgt allan
miðbýin í Klaksvík, kann mann
so ikki forlanga og forvæntað, at
okkurt er at taka sær til har um
dagin? Allir matvognarnir vóru
lukkaðir, og nøkur fá gingu runt
og savnaðu skrell, sum var hetta
seinasti dagur á festivalinum. Tá
skrellsavnararnir ikki vóru har,
fekk mann eina dómadagskenslu
sum í bókini Palle alene I verden,
tá mann gekk runt á økinum.
Leygardagin var øðrvísi, og tá
byrjaði dagurin longu klokkan
14:00 við hátíðarhaldi av 15
ára føðingardegi hjá Summar
Festivalinum. Men tá festival
urin er í tríggjar dagar – hví so
avmarka seg í so stóran mun til
seinnapartin?
Nógvir føroyskir
klassikarar
Sum
vant
hevði
Summar
Festivalurin nógvar føroyskar
tónleikarar á plakatini. Kjølar og
YoKa gjørdu m.a. eitt comeback,
eftir ikki at hava framført nógv
seinastu nógv árini. So vóru
eisini nógv nýggj aktuell nøvn
sum m.a. Heiðrik, Ingi Poulsen,
Ólavur á Váli og Hamferð.
Supertramp-legendan, Roger
Hodgson, var aftur á skránni í
ár. Hann var eisini á Summar
Festivalinum í 2006, og leveraði
eina ógloymandi konsert tá, og
tí var upplagt at fáa hann aftur
hendan vegin. Hann var sera
glaður og eyðmjúkur fyri at vera
aftur í Føroyum í ár, og hetta
sást aftur á konsertini, sum var
framúr góð. Enn einaferð eitt
nostalgitripp - hesa ferð aftur til
80’ini, og bretski Roger Hodgson
var í góðum hýri og í líka góðum
formi.