Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-08-13, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 13. august 2018síða 12

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 13. august 2018 · Nr. 92 12 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Í seinastu viku vórðu sprongdir tilsamans 148 metrar í Eysturoyartunlinum, 83 metrar av Hvítanesi, 22 móti Hvítanesi og 43 metrar móti Saltnesi. Føroyska Sjómansmissiónin  hevur avrundað tey 100 árini Sunnudagin, 12. august, sum var í gjár, hevði Føroyska Sjómansmissiónin, 100 ár á baki Vilmund Jacobsen Tað eru liðin 100 ár, síðan tað skipaða arbeiðið hjá Føroysku Sjó­mansmissiónini byrjaði, og hetta hendi, tá sýslumanshúsini á Tvøroyri vórðu keypt til sjó­mans­ stovu. - Henda dagin vórðu húsini gold­in seljaranum, Carl Mortensen, sýslu­fulltrúa á Tvøroyri, sum tá flutti í sýslumansembætið í Sør­ vági. Í Føroysku Sjómansmissiónini siga tey, at hesin dagurin – hin 12. august – tískil verður roknaður sum føðingardagurin hjá missiónini. - Í gerðabókini frá 18. august í 1918 stendur: “Med ønsket om Herr­ ens velsignelse i kommende dage er gerningen begyndt i Jesu navn. Sjómansheim og sjómansstovur Seinni komu sjómansheim og sjó­ mans­stovur í Føroyum, Grøn­landi, Íslandi, Bretlandi og í Danmark. - Í dag er bara eitt staðbundið arbeiði uttan fyri Føroyar, og er tað sjómansheimið Ørkin í Reykjavík. Sjómansmissiónin  hevur ein trúboðara í starvi, og 40 sjó­mans­ kvinnu­ringar um landið eru við til at bera arbeiðið. Í einari heilsan til øll tey, sum eru virkin í arbeiðnum og til øll, sum á ymiskan hátt eru við til at bera hetta arbeiði, takkar sjómans­ trú­boðarin, Torleif Johannesen, so hjartaliga. - Hjartans tøkk, øll somul. Guð signið Føroysku Sjó­mans­missión­ ina og sjófólkið. Búmerki og bók Tá 100-árahaldið var í mai í ár, fekk Føroyska Sjómansmissiónin eisini nýtt búmerki, og seinni í heyst kemur bók út um søguna hjá sjómans­missiónini. Uppliv lundina í Vági Vilmund Jacobsen Ung í Arbeiði hava í summar verið í viðarlundini í Vági, har nýtt økið við borði og benkrum er gjørt, soleiðis at vitjandi nú rættiliga kunnu njóta løtuna í viðarlundini. Viðarlundin í Vági liggur om­an fyri bygdina og útsýnið bæði vestur eftir, vestur á Vágs­eiði og eystur eftir út gjøgn­um Vágsfjørð, er eina­ stand­andi. - Gøtur eru niðan gjøgnum viðarlundina, hóast tær í støðum eru tungar at ganga. Til ber eisini at fara á upp­liv­ ing­ar­ferð inn millum trøini í viðar­lundini, vita tey í Vágs komm­unu at siga í dag. KONSERT: Týskvøldið 14. august klokkan 20 verður stuðulskonsert við Lív Hansen og Luis Berra í bygdahúsinum á Strondum. Allur peningurin, sum kemur inn, fer til Krabbameinsfelagið. Hvalbingar løgdu rottueitur í Miðurð Í Miðurð er væl av lunda, og urðin verður eisini brúkt sum fitilendi til seyð Vilmund Jacobsen Fríggjadagin vóru hvalbingar við rottueitri í Miðurð fyri vestan í Hvalba. Miðurð er vestan fyri Grímsfjall, har væl av lunda heldur til. Eisini verður urðin brúkt sum fitilendi til seyð. Urðin er bert atkomilig við báti, og skal tað vera kyrt og eyst­ an­vindur fyri at koma til urðina. Tað er Ronni Hammer, sum røkir hetta fitilendi. - Vit hava keypt rottueitur, sum fríggjadagin varð lagt út ymsa­staðni í lundalandinum í ser­gjørdar rottukassar, siga tey í Hvalbiar kommunu. Torleif Johannesen er sjómanstrúboðari, og í løtuni er hann í Grønlandi saman við Grønlandstoyminum Nýggja búmerkið, sum varð avdúkað við hátíðarhaldið í mai