Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-08-13, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 13. august 2018síða 13

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

13 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Mánadagur 13. august 2018 · Nr. 92 Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 STUTTSØGD Føroysku U18-menninir í hondbólti eru í EM, har teir taptu fyrsta dystin, men í gjár vunnu greitt á Estlandi. Føroyska talvlandsliðið er úttikið, og har er greitt, at føroyska liðið er nógv skert Pætur Albinus FÓTBÓLTUR Oddaliðið í Betrideildini hjá monn­ um, HB, hevur longt um sáttmálan við tveir av sínum leikarum. Tað boðaði HB frá á heimasíðu sínari um vikuskiftið. Leikararnir, ið tal­ an er um, eru Magnus Egilsson og Jógvan Skeel Nolsøe. 24 ára gamli vinstrabeinti verjuleikarin, Magnus Egilsson, er ein av teimum á lið­num, sum hava fingið flestar minuttir á vøllinum í ár. Hann hevur harumframt skotið eitt mál. 26 ára gamli Jógvan Skeel Nolsøe hevur meira verið inn- og útskiftari í HB-álopinum, har tað higartil í ár er blivið til tvey mál. Nýggju sátt­ mál­ar­nir hjá teimum eru galdandi fyri kappingarárið 2019. Tað var eitt stig í part, nú Heini Vatns­dal og Finnur Justinussen í gjár spældu við Fremad Amager og Næstved. Fremad Amager fekk 2-2-javnleik á heimavølli ímóti Superliga-niðurflytaranum, Lyng­ by. Útjavnandi málið hjá teimum av Amager kom í yvirtíðini. Næst­ ved var eisini á heimavølli, og har bleiv tað til 1-1-javnleik ímóti Thisted. Eisini har javnaði Næst­ ved í yvirtíðini. Næstved er á fjórða plássi í næstbestu donsku deild­ ini við fimm stigum fyri fyrstu tríggj­ar dystirnar, meðan Fremad Amager hevur fingið tvey stig og er nummar níggju av 12 liðum. Tað gongur heldur misjavnt hjá einum av føroyingafeløgunum í íslendskum fótbólti, FH, sum bara hevur vunnið tveir dystir út av sein­astu sjey og í gjár aftur mátti leggja rygg til eitt tap – hesaferð 0-2 á heimavølli ímóti einum øðrum føroyingafelagi, nevniliga ÍBV við Kaj Leo í Bartalsstovu ímillum teir fyrstu 11. Gunnar Nielsen, Brandur Hendriksson og Jákup Thomsen byrjaðu somuleiðis allir inni hjá FH, har tann síðstnevndi varð útskiftur í 85. minutti. Gunnar Thorvaldsson skeyt bæði málini hjá ÍBV, sum hevði Kaj Leo í Bartalsstovu inni fram til 89. minutt. FH er numm­ ar fimm í Pepsideildini, har ÍBV nú hevur klintrað upp til 8. pláss, tó einans fýra stig frá niður­flyt­ingar­ strikuni. Golf Í góðveðrinum í gjár varð skipað fyri BankNordik Open 2018 á golfvøllinum á Glyvurnesi. 24 leikarar luttóku, 23 mans og ein kvinna. Sermerkt var tað, at einsa­ malla kvinnan, Finn­gerð Hans­ dóttir, vann høvuðs­kapp­ingina. Kapp­ingin varð skipað sum ein stable­ford-kapping við fullum handi­kappi. Umframt vanligu kapp­ingina yvir 18 hol, var eisini ein kapping fyri tey fyrstu 9 holini. Har­um­framt var kapping millum liðini. Tey sum fóru út saman vóru eitt lið. Eisini var kappast um at vera næst holinum á teimum báðum stuttu holunum (par 3-holunum). Úrslitini gjørdust: Næst holunum: Janus Norðberg, 20 sentimetrar, Rói Egholm, 222 senti­ metrar. Á vinnandi liðnum við 102 stigum vóru: Finngerð Hans­dóttir, Páll Kjærbo og Eyðun av Reyni. Nr. 1 á teimum fyrstu 9 holu­ num: Jógvan Amonsson, 22 stig. Høvuðs­kappingin yvir 18 hol: Nr. 1: Finngerð Hansdóttir, 42 stig - Nr. 2: Jens Chr. Guttesen, 41 stig - Nr. 3: Janus Norðberg, 35 stig. Hondbóltur Føroyska U18-landsliðið hjá monnum spælir í hesum døgum EM-kapping í Tblisi, Georgia. Fyrsti dysturin hjá Føroyum var fríggja­dagin ímóti Luksemburg. Før­oyar byrjaðu væl og løgdu seg á odda beinanvegin við tveimum mál­um og lógu á odda til 9-7. Eftir støðuna 11-11 dró Luksemburg frá. Føroyingarnir brendu opnar møgu­leikar, men serliga stóð illa til í verjuni, sum mótstøðumenninir runnu um koll. Tá farið var til hálv­ leiks var støðan 12-18. Í seinna hálv­ leiki stóð verjan nakað stinnari, og við 16 ára gamla Eliasi á Skipagøtu sum støðuga hóttan í álopinum, megnaðu Føroyar at halda mál­ muninum. Endaliga úrslitið var 32-26 til Luksemburg. Føroyskir mál­skjúttar hendan dystin vóru: Elias á Skipagøtu, 10, Hákun Vest av Teigum 4, Pauli Mittún 3, Julian Kragesteen 3, Martin Danielsen 2, Dánjal Ragnarsson 1, Sakaris Aniano Sakarisson 1, Ivan Mrdalo 1, Høgni Fríðuson Gaard 1. Sunnudagin hepnaðist betur hjá før­oyskum U18-monnunum, sum tá spældu ímóti Estlandi. Føroyar vunnu 31-21. Føroyska verjan, sum hevði stórar trupulleikar í dystinum ímóti Luksemburg, stóð væl stinnari hendan dystin. Før­ oy­ar løgdu seg á odda 5-0 og hildu leiðsluni allan dystin. Tað komu ikki nógv mál í fyrra hálvleiki, har hálvleiksstøðan var 10-6 til Før­oyar. Í seinna hálvleiki kom av álvara hol á málskjótingina, og endaliga úrslitið bleiv 31-21 til Føroyar. Málverjin, Pauli Jacob­ sen, varð valdur til dagsins leikara. Í dag spæla Føroyar móti Make­ donia. Føroyskir málskjúttar ímóti Estlandi vóru: Hákun Vest av Teigum 7, Elias á Skipagøtu 6, Sakaris Aniano Sakarisson 6, Pauli Mit­tún 4, Heini á Heygum 3, Dánjal Ragnars­son 2, Julian Kragesteen 1, Bogi Hansen 1, Ivan Mrdalo 1. Talv Nú um dagarnar varð kunngjørt, hvørji lond og telvarar vera við á talv­olympiaduni í Georgia, sum byrjar um nakrar vikur. Føroyar eru styrkismettar nummar 74 av teim­um í alt 179 liðunum í almennu kapp­ingini. Tað sigur ikki einki um ta støðu, sum Føroyar hava í talvi. Havast skal eisini í huga, at tríggir telv­arar kundu styrkt føroyska liðið í Georgia, tí hvørki Høgni Egils­toft Nielsen, Rógvi Egilstoft Niel­sen ella John Arni Nilssen, sum eru ávikavist nummar 2, 3 og 5 á føroyska styrkilistanum, eru við hesaferð. Føroyska landsliðið í Georgia verður mannað soleiðis - og helst í hesari borðrøð: GM Helgi Dam Ziska 2550, IM John Rød­ gaard 2331, FM Olaf Berg 2248, FM Martin Poulsen 2239 og FM Carl Eli Samuelsen 2237. albinus@sosialurin.fo Vunnu greitt á Estlandi