mánadagur 13. august 2018síða 14
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 13. august 2018 · Nr. 92
14
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Tróndur Arge
Føroyska
U17-landsliðið
við
dreingjum tapti leygardagin 3-0 fyri
Svøriki í NM-kappingini, ið farnu
vikuna hevur verið í Føroyum.
Úrslitið merkti, at Føroyar enda á
6.plássi av átta. Finalan var millum
Ísland og Finnland, sum íslendingar
vunnu 1-0
- Tað merkist væl, at hetta var
fjórði dysturin upp á eina lítla
viku. Vit høvdu ikki eins breiðan
hóp og Svøríki, so teir vóru væl
betri fyri enn okkara spælarar. Eg
vil gjarna rósa spælarunum í dag,
fyri at stríðast væl, men Svøriki
er sterk mótstøða. Faktist skilji eg
ikki ordiliga, at teir spæla um 5. og
6. plássið, sigur Áki Johansen, U17-
landsliðsvenjari.
Broytingar á liðnum
Fleiri broytingar vóru á føroyska
liðnum til dystin móti svium. Tað
sást aftur, tá okkara skuldu halda
fast í bóltinum, men í verjustøðu
ber illa til at seta nakran fingur á
stríðshugan og evnini at standa
rætt.
Svøríki kom á odda miðskeiðis í
fyrra hálvleik, tá Jesper Carstrom
smekkaði bóltin upp í málhornið.
Eitt vakurt mál. Stutt fyri hálvleik
bleiv 2-0, tá Niclas Bergmark stútar
eitt hornaspark í málið.
Í seinna hálvleiki gjørdi føroyska
liðið fleiri broytingar. Eina løtu var
liðið betri við í dystinum, men tað
vóru aftur sviar, ið skora málið.
Isk Jansson kom at standa leysur
í fimm-metrinum, eftir at Dánjal
Danielsen hevði bjargað.
Tíggju minuttir fyri tíð, bleiv
innskiftið Kristian Krogh Hentze
útvístur, eftir at hava fingið tvey
gul kort. Seinastu løtuna hendi ikki
so nógv og Svøríki vann dystin um
5.pláss 3-0.
Okkurt at fegnast um
Føroyar taptu 2-1 fyri Íslandi og 2-0
fyri Noreg, meðan vit stjólu okkum
ein 1-1 javnleik móti Kina. Og sum
heild er føroyski venjarin nøgdur.
- Vit kunnu gleðast um avrikini
móti Íslandi og Noreg, meðan vit
kunnu fegnast um úrslitið móti
Kina. Hetta er bara triðju ferð, at
eitt føroyskt lið spælir um annað
enn aftasta og næstaftasta pláss
í plaseringsdystunum, sigur Áki
Johansen á enda.
Finalan í ársins NM-kapping
fyri U17-landslið varð hesaferð
spæld ímillum Ísland og Finnland.
Tá vanliga leiktíðin var farin, stóð
á jøvnum 0-0, og tí bleiv neyðugt
við umdysti. Og tá eydnaðist
íslendingum at fáa mál, og sostatt
er Ísland norðurlendskur meistari
fyri U17-landslið við dreingjum.
trondur@sosialurin.fo
U17:
HONDBÓLTUR
Føroyska U17-landsliðið hevur
seinastu vikuna spælt fýra dystir
í norðurlandameistarakappingini,
sum hevur verið í Føroyum í farnu
viku. Samanlagt er talan um ein
góða kapping fyri føroyska liðið
ÍSLAND VANN OG
FØROYAR NUMMAR 6
Liðið hesa vikuna:
Jógvan Rói
Davidsen
HB
Rói Zachariasen
EB/Streymur
Bartal Wardum
HB
Lasse Andersen
HB
Magnus Egilsson
HB
Brynjar
Hlöðversson
HB
Ari M. Olsen
HB
Tróndur Jensen
HB
Ken Fagerberg
07 Vestur
Heimir
Guðjónsson, HB
Sølvi Vatnhamar
Víkingur
Klæmint A. Olsen
NSÍ