mánadagur 13. august 2018síða 15
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
15
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Mánadagur 13. august 2018 · Nr. 92
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
1. deild:
Leygardagurin fer at hava stóran týdning fyri vánirnar hjá toftamonnum at flyta upp
FÓTBÓLTUR
NÚ ERU TVEY Á
UPPFLYTINGARPLÁSSI
Jóannes Hansen
Tveir triðingar av kappingini í
fyrstu deild eru avgreiddir. Støðu
talvan vísir, at KÍ er topplið, at ÍF
er næstfremst, og at B68 er á triðja
plássi.
Um røðin verður tann sama við
kappingarlok, sum hon er nú, so
verða tað tvey lið fleiri úr Eysturoy
í fremstu røð næsta ár, enn tað eru
í ár. ÍF og B68 hava kós ímóti upp
flyting, og tað ber við sær – um
røðin í bestu deildini verður tann
sama við kappingarlok sum hon er
nú – at bæði AB og 07 Vestur fara at
flyta niður.
Tað vil siga, at møguleiki er fyri,
at seks av teimum tíggju í bestu
deildini næsta ár vera úr Eysturoy
– ÍF, Víkingur, NSÍ, B68, Skála og so
EB/Streymur. Í ár eigur EB/Streym
ur heimavøll í Hólmanum á Eiði.
Ætlanin er, at heimavøllurin næsta
ár verður við Margáir.
At siga at Eysturoy fer at eiga
seks lið í bestu deildini næsta ár –
um endarøðin verður tann sama í
toppinum í næstbestu deildini sum
hon er nú – er harvið ein sannleiki
við modifikatiónum, men tað kann
ikki sigast annað, enn at Eysturoy
er framúr fótbóltsoyggj.
Fuglfirðingar bastu
grannunum
Uttan mun til um tað eru bestu
liðini, um tað er í bestu ella í næst
bestu deildini, ella um tað er næst
besta liðið ímóti besta liðnum, so
kennist tað bæði í Fuglafirði og í
Eysturkommunu sum nakað ser
ligt, tá ið ÍF og Víkingur bresta
saman.
Leygardagin vóru teir næstbestu
í
Eysturkommunu
innanfyri
Varmakeldueið og dystaðust ímóti
ÍF. Longu áðrenn fyrri hálvleikur
var hálvrunnin vóru øll málini
skorað.
ÍF vann 2-1. Veteranurin Jan Ó.
Ellingsgaard skoraði bæði ÍF mál
ini. Tað er merkisvert, at Jan nú er
toppskjútti í næstbestu deildini.
Undanfarin ár hevur hann fyri tað
mesta verið vongverji og onkuntíð
miðverji – fyrsti og fremst í barn
dómsfelagnum og í fjør í NSÍ.
Í ár er hann verið álopsspælari,
og tølini siga, at tað roynist heilt
væl.
Í síðsta triðinginum eigur ÍF
fimm heimadystir. ÍF er seks stig
frammanfyri fjórða plássið, sum
fuglfirðingar
skulu
halda
seg
omanfyri, um teir skulu flyta upp.
Leygardagin eigur ÍF heimavøll
ímóti teimum næstbestu hjá HB,
og annan september skal ÍF út á
Toftir, har B68 fimta mai vann 6-1.
Tá sá tað ógvuliga svart út fyri,
at dagsskráin í Fuglafirði seinni á
árinum skuldi snúgva seg um upp
flyting.
Soleiðis er støðan nú, og tað er
als einki forgjørt í tí, um leiðslan í
Fuglafirði nú fer at fyrireika stóru
avbjóðingina næsta ár at standa
seg í fremstu røð.
B68 styrkti sína støðu
Tað tók sína tíð, men at enda eydn
aðist tað hjá B68. Suðringar vóru
fríggjakvøldið gestir á Svanga
skarði.
Gestirnir vóru knáir, og tað
bar við sær, at ein heilur tími fór,
áðrenn heimafavorittarnir fingu
bilbukt við Suðringar. Inntil tað
restaðu tveir minuttir, vísti mál
talvan 1-0. Síðstu løtuna sleptu
Suðringar í verjupartinum í roynd
at javna. Tað eydnaðist ikki, og eftir
lítlari løtu skoraði B68 tvey mál. 3-0
sær út at vera sannførandi sigur,
men tað var væl teprari enn so.
Eftir átjan umfør er B68 á upp
flytingarplássi. Størsta forðingin,
fyri at tað skal eydnast B68 at flyta
upp, er næstbesta NSÍ liðið, sum er
tvey stig aftanfyri B68.
Leygardagin hittast B68 og
NSÍ á Toftum. Higartil í ár hava
grannarnir dystast tvær ferðir, og
í báðum førum er tað endað við
heimasigri. B68 vann 1-0 á Svanga
skarði, og NSÍ vann 2-0 við Løkin.
Tepur toppdystur
Longu
hóskvøldið
var
fyrsti
dysturin í átjanda umfari. Toppliðið
KÍ hevði vitjan av NSÍ, sum undan
uppgerðini var á bronsuplássi.
Talan var um fínan festivaldyst,
sum heimaliðið vann 2-1. Sigurs
málið skoraðu klaksvíkingar, tá ið
tað restaðu tveir minuttir.
Merkisvert var tað, at tað vóru
nógvir spælarar á vøllinum, sum
eisini hava átt lut á besta liðnum.
Hjá KÍ var talan um Meinhardt
P. Joensen, Kristoffur Jakobsen og
Hjalgrím Elttør. Sørmundur Kalsø,
sum inntil fyri einum ári síðani var
fastur maður á høgra vongverja,
var í miðverjuni saman við Henry
Heinesen. Sørmundur er heima
í summarfrí frá lestrinum á flat
londum.
Óli Eyðsteinsson Poulsen varð
skiftur inn, og tað var hann, sum
skoraði sigursmálið.
Á NSÍ liðnum vóru eitt nú Jóhan
Troest Davidsen, Einar Tróndar
gjógv, Jann Benjaminsen, Magnus
Olsen, Jann Martin Mortensen,
Mórits Heini Mortensen og Andri
Benjaminsen.
Sær ljósari út hjá Giza
Tað hevur leingi sæð heilt svart út
hjá Giza Hoyvík. Liðið er framvegis
undir niðurflytingarstrikuni, men
eftir 3-1 heimasigur ímóti B71 sær
tað frægari út.
Undan
leygardegnum
hevði
Jónas Haraldsen, sum er upp
vaksin í HB og undan hesum kapp
ingarárinum flutti til Giza Hoyvík,
ongantíð skorað fyri nýggja felagið.
Leygardagin var hann tvífaldur
málskjútti.
Tað eru fýra stig og verri
málmunur hjá Giza Hoyvík at vinna
seg framum Skála. Innanhysis dyst
urin millum hesi bæði liðini verður
í triði síðsta umfari á Skála.
Skálamenn vóru í høvuðsstað
num leygardagin og dystaðust við
teir næstbestu hjá HB. Úrslitið var
2-2.
1. deild menn støðan
NR. LIÐ
DYSTIR
VUNNI
JAVNT
TAPT
+ MÁL - MÁL
+/-
STIG
1
KÍ II
18
14
3
1
50
18
+32
45
2
ÍF
18
12
3
3
60
30
+30
39
3
B68
18
11
2
5
40
24
+16
35
4
NSÍ II
18
10
3
5
50
27
+23
33
5
Víkingur II
18
8
1
9
27
30
-3
25
6
B71
18
7
0
11
34
45
-11
21
7
HB II
18
5
4
9
29
27
+2
19
8
Skála II
18
5
3
10
30
38
-8
18
9
Giza Hoyvík
18
3
5
10
21
36
-15
14
10 TB/FCS/Royn II
18
1
4
13
15
81
-66
7
Kelda: faroesoccer.com
KÍ – NSÍ 2-1 (1-1)
0-1: Jann Benjaminsen 9.
1-1: Eivin Sørensen 22.
2-1: Óli Eyðsteinsson Poulsen 88.
ÍF – Víkingur 2-1 (2-1)
1-0: Jan Ó. Ellingsgaard 7.
1-1: Magnus Heinason 19.
2-1: Jan Ó. Ellingsgaard 20.
B68 – Suðringar
3-0 (0-0)
1-0: Óli H. Olsen 61.
2-0: Otto Reinert Petersen 89.
3-0: Óli H. Olsen
Giza Hoyvík – B71
3-1 (2-0)
1-0: Ahmed Keita 1.
2-0: Jónas Haraldsen 24.
3-0: Jónas Haraldsen 49.
3-1: Johan Hendrik Lydersen 53.
HB – Skála 2-2 (1-1)
0-1: Jóhan Johansen 10.
1-1: Daniel Johansen 15.
2-1: John Frederiksen 15.
2-2: Jóhan Johansen 56.
19. umfar
Leygardagin 18. august
ÍF – HB
Víkingur – Giza Hoyvík
B68 – NSÍ
Skála – KÍ
B71 - Suðringar
Máltindurin
Jan Ó. Ellingsgaard ÍF
13
Tijani Mohammed B71
12
Steffan Løkin NSÍ
10