mánadagur 13. august 2018síða 16
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 13. august 2018 · Nr. 92
16
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Pætur Albinus
Tað var ein kensla av vónbroti um
flest allan Tórsvøll, tá ið U17-lands
liðið hjá Kina hósdagin í síðstu viku
legði seg á odda 1-0 ímóti U17-lands
liðnum hjá Føroyum í NM-kapping
á Tórsvølli, har Kina var sloppið
við sum gestaland. Teir lágvaksnu
og kviku kinesararnir høvdu ligið
framvið fleiri ferðir, og stutt eftir
hálvleikssteðgin fingu teir hol á.
Xiangyu Tian smeyg sær inn um
føroysku verjuna og legði gestirnar
á odda 1-0 til stóra gleði, ikki einans
fyri kinesisku leguna og teirra fáu
áskoðarar, men eisini nakrar før
oyingar.
Nøkur mundu nevniliga varnast,
at tað eisini komu lógvabrestir frá
nøkrum føroyskum áskoðarum tá ið
Kina skoraði.
Tað var tað ein serlig orsøk til.
Í Føroyum er nevniliga ein felags
skapur, ið kallast Kinavinir, og um
boðini í hesum felagsskapi fegnast
tá ið tað gongur væl hjá vinunum úr
Kina. Tað gjørdu eisini tær tríggjar
úr Kinavinir-nevndini, Anna Maria
Wraae, Annika Mouritsen og Judith
Marjunardóttir Guttesen, sum vóru á
Tórsvølli og hugdu at dystinum.
Í evstu løtu javnaðu Føroyar til 1-1,
og tískil kann sigast, at tær tríggjar
føroysku við kenslum fyri Kina fingu
í posa og sekk.
- Anna Maria helt nokk meira við
kinesiska liðnum, kanska tí hon sjálv
hevur umboðað Kina tvær ferðir á
Tri Campus Games, ið University
of Nottingham skipar fyri hvørt ár.
Judith var diplomatisk og helt við
báðum liðum og var tí sera væl nøgd
við javnleik. Annika er altíð glað tá
føroyingar klára seg væl, men vildi
eisini, at tað skuldi ganga væl hjá
Kina. So alt í alt eru vit væl nøgdar
við javnleikin, greiða tær frá.
Tá ið avtornaði endaðu Føroyar
nummar seks í kappingini, meðan
gestirnir úr Kina endaðu aftast av
teimum átta liðunum.
Søgan
Kinavinir hava hálvtannað ár á
baki sum felagsskapur. Limirnir í
Kinavinum eru bæði føroyingar,
sum hava lisið í Kina, kinesarar,
sum búgva í Føroyum og onnur
við áhuga fyri Kina - eitt nú fólk,
ið hava ferðast til Kina ella verið í
Kina í longri ella stytri tíðarskeið í
arbeiðsørindum. Felags fyri øll er tó
tilknýti til- og/ella áhugi fyri Kina.
Ein av stovnarunum av felags
skapinum var Jóhanna Magnusar
dóttir, sum eisini er forkvinna.
- Vit boðaðu til stovnandi aðal
fund í februar 2017, og var undirtøkan
avbera góð. Síðani hevur felagið
havt nøkur sosial tiltøk við eitt nú
kinesiskum mati, frágreiðingum frá
Kina og pubquiz, har spurningarnir
vóru um Kina og kinesisk viðurskifti,
greiðir forkvinnan Jóhanna frá.
- Vit merkja, at tað er áhugi fyri
felagnum, kanska mest millum før
oyingar, ið av onkrari orsøk hava
tilknýti, ella bara áhuga í Kina. Vit
hava eini 20 limir harav umleið ein
fjórðingur eru kinesarar, men nógv
fleiri, ið siga seg vera áhugaði í at
gerast limir. Summi hava áhuga í
mentanarligum
ella
vinnuligum
samstarvi og onnur hava lisið ella
arbeitt í Kina, ella hava kinesiskan
maka. Eisini hava vit kinesiskar limir,
sum sjálvandi eru áhugaðir í at geva
okkum føroyingum eina fjølbroytta
og neyva mynd av landi teirra,
greiðir ein annar Kinavinur, Judith
Marjunardóttir Guttesen, frá.
Jóhanna Magnusardóttir lesur í
Kina. Í 2013 var hon saman við sjeiki
sínum fyrsti føroyingur, sum las í
Kina. Tær í nevndini hava allar havt
tilknýti til University of Nottingham
í stórbýnum, Ningbo, har Judith
Marjunardóttir Guttesen í fimm ár
starvaðist í umsitingini. Í 2013 var
Judith í Føroyum fyri at upplýsa
um møguleikarnar at lesa í Kina, og
tvey ár seinni vóru átta føroyingar
undir lesnaði har. Tað er tað hægsta
talið á føroyskum lesandi í Kina,
sum Kinavinir vita um. Tey halda, at
talið síðani hevur verið umleið fimm
lesandi hvørt ár.
Seinasta árið Judith var í Kina, í
2016, las hon mandarin fulla tíð, og
eftir hetta flutti hon heim aftur til
Føroya.
- Eg eri ómetaliga glað fyri at vera
flutt aftur til Føroya, men aftaná
at hava búð í Kina í seks ár kemst
ikki uttanum, at ein saknar tað eitt
sindur. Tað er serliga vinirnir,
men eisini málið og tað at
vera
millum
kinesarar
sum heild, sum eg sakni.
Við
Kinavinum
føli
eg, at eitt lítið petti
av Kina er komið
til Føroya, og tað
er áhugavert og
spennandi
at
vera partur av,
sigur Judith.
Avbjóðingin
Tað er óivað
ein
stór
k o l l v e l t i n g
at
ríva
t e l tp e l a r n a r
upp úr tryggu
Føroyum og flyta
til hin endan av
heiminum. Judith,
sum hevur búð seks ár
í Kina, viðgongur eisini,
at tað er heilt øðrvísi at
búgva har um leiðir.
- Fyri mítt viðkomandi var tað
mest avbjóðandi í byrjanini, at tað
var so ringt at fáa fatur á vanligum
vesturlendskum vørum sum ost,
breyð og smør, og tá ein so endiliga
fann tað, var tað ómetaliga dýrt. Tað
bleiv tó við árunum nógv lættari at
fáa fatur á, men dýrt var tað altíð.
Eisini helt eg tað vera sera løgið, at
kinesarar ikki drekka kalt (niðurkølt)
vatn, sjálvt tá tað eru nærum 40 stig
uttanfyri. Men tað venur ein seg við
og til endans drakk eg heldur ikki
kalt vatn, sigur Judith og peikar á, at
tað sum vera man eisini er munur á
fólkasløgunum.
- Teir flestu kinesararnir, sum
eg kenni, hava ein øgiliga sterkan
kinesiskan samleika, sum illa ber
til at gerast partur av, um man ikki
er føddur kinesari. Men annars eru
kinesarar sum flest onnur fólk, tá
ein kemur at kenna tey. Tey eru
eins ymisk sum vit sjálvi eru tað.
Sjálvsagt eru stórir mentanarmunir,
men ein hevur lyndi til at gloyma
teir, tá man hevur búð har eina tíð,
sigur Judith.
Fordómarnir
Jóhanna Magnusardóttir heldur
eisini, at tað var eitt sindur trupult
at koma upp á pláss í Kina, men
hetta lagaði seg við tíðini, og nú
trívist hon væl.
- Tað er ógvuliga gevandi, áhuga
vert og øðrvísi at lesa í Kina. Tað
var eitt sindur trupult at fáa øll tey
praktisku viðurskiftini sum studning
og sovorðið upp á pláss, tá eg fór til
Kina at lesa fyri fimm árum síðani,
men hetta tykist hava verið lættari
hjá teimum, ið eru byrjað eftir meg,
hóast tað enn kann vera roksutt.
Tó veit eg ikki um nakran,
sum hevur møtt so stórum
trupulleikum, at teir ikki hava
verið til at loysa so ella so. Fleiri
okkara, sum hava lisið í Kina, hava
ikki bert fingið innlit í kinesiska
mentan og mál, men eisini lært um
heilt aðrar mentanir og hættir at
skipa samfeløg uppá frá okkara vin
fólkum kring heimin, sum eins og
vit eru komin til Kina at lesa, sigur
Jóhanna.
Hon heldur ikki, at fólk skulu lata
seg óttast av at ferðingin er drúgv.
- Tað kann tykjast ógvuliga langt
og fremmant at fara til Kina, men tá
tú hevur verið har einaferð, so er tað
ikki eins torført at fara aftur. Flogfør
flúgva beinleiðis úr Keypmannahavn
U17 NM:
FÓTBÓLTUR
FØROYINGAR
STUÐLAÐU KINA
Tað var óvæntaður føroyskur stuðul sum Kina fekk, nú stóra asiatiska landið sum
gestur luttók í NM-kapping fyri U17-landslið í Føroyum. Nakrar føroyskar kvinnur frá
felagsskapinum Kinavinir hildu ikki einans við Føroyum – nei, tær hildu eisini við Kina