mánadagur 13. august 2018síða 17
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
17
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Mánadagur 13. august 2018 · Nr. 92
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
til bæði Beijing og Shanghai, og
tekur hetta um 10 tímar. Bíleggur
tú í góðari tíð, noyðist tað heldur
ikki vera so dýrt, sigur Jóhanna og
peikar á, at málið kann vera størsta
forðingin, tí fólkið á gøtuni ikki dugir
nógv av enskum.
Tað er ikki ókent her um leiðir,
at vit hava fingið teknað eina mynd
av Kina sum eitt ógvuliga lukkað og
harðrent land. Tað heldur Jóhanna tó
at vit skulu taka við fyrivarni.
- Eg haldi, at ein skal ansa sær
at hava ov sterkar ímyndir um so
vorðið, ein ikki kennir nakað til.
Vit kenna jú eisini fordómar sum,
at útlendingar halda, at føroyingar
búgva í holum og bert drepa grind
til stuttleika, men er hetta jú als
ikki satt. Flestu samfelagsskipanir
hava bæði fyrimunir og vansar, og er
eisini soleiðis við Kina. Tað er satt, at
nógvar av heimasíðunum, vit brúka
mest í vesturheiminum, eru læstar
í Kina, men hava kinesarar egnar
versjónir av eitt nú Youtube, Netflix,
Whatsapp o.s.fr. Tað eru eisini
nógvar vaktir og tílikt í gøtumyndini,
men tað ger eisini, at ein kennir seg
trygga/n, tí kriminaliteturin er ikki
eins stórur í kinesiskum stórbýum
og í nógvum øðrum stórbýum. Hetta
er eitt øðrvísi samfelag við øðrum
avbjóðingum enn okkara samfelag
hevur, men tað merkir avgjørt ikki,
at vit ikki kunnu læra av kinesarum á
fleiri økjum, sigur Jóhanna Magnus
ardóttir at enda.
FÓTBÓLTUR
F.v.: Anna Maria Wraae, Annika Mouritsen og Judith Marjunardóttir Guttesen.
Aftanfyri sæst, at Føroyar javna til 1-1. Myndin varð tikin í júst somu løtu.